Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Á 1 Nr. 174 — 16. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið S0S/2/7T Gysari í Gundadali Fótbóltur: Heilt nógv fólk høvdu leitað sær nidan í Gundadal månakvøldid, tá ið unglingaliðini hjá B36 og HB spældu um pláss í finaluni hjá ungling- unum. Dysturin gjørdist ein sannur gysari, sum eftir brotssparkskapping endaði við einum 10-9 sigri til HB TERJI NIELSEN Seinastu mongu årini hava dystirnir millum 1. deildar- lidini hjå havnarfeløgunum bådum verid roknadir sum »klassikarar« i føroyskum fótbólti. Tað eru tó ikki bert bestu liðini hjá hesum báð- um feløgunum, sum kunnu fáa nervarnar hjá viðhalds- fólkunum upp at kóka. Unglingaliðini hjá B36 og HB høvdu månakvøldid í farnu viku spælt fyrru hålvfinaluna, sum endaði vid javnleiki 1-1, so lagt var upp til ein spennandi dyst í Gundadali fyrrakvøldid, tá ið farið var undir seinnu hálvfinaluna. Byrjaðu varisliga Frá fyrsta bríksli av sást, at bæði liðini høvdu stóra virðing fyri hvørjum gðr- um. Lidini lógu rættiliga aftarlaga á vellinum, og tað mesta av spælinum gekk fyri seg á midvøllinum. Liðini vóru eisini merkt av, at tey bæði tvey mangl- aðu berandi kreftir. Hjá B36 manglaði liðskiparin og toppskjúttin í 1. deild, Jákup á Borg, sum er til royndar- venjingar í Liverpool, með- an HB manglaði 1. deildar- leikaran, Andrew av Fløt- um, sum er meiddur. Bert tað eina málið kom í fyrra hálvleiki, og tað var B36, sum fekk tað, tá ið fyrri hálvleikur var um hálvrunnin. Eitt B36-álop í høgru síðu endaði við, at ein HB-verjuleikari jarðlegði mótstóðumann, og dómarin dømdi frispark. Tað var rættiliga ótrúligt, at HB- leikarin ikki fekk ávaring fyri hendingina. Frísparkið sendi liðskip- arin hjá B36, Áki Mørk, væl inn fyri, har B36-arnir vóru fimm móti trimum HB-ar- um, og Bárður Olsen var Hans Andreas Dahl (v.m.) og Hallur Petersen vóru báðir á unglingaliðnum hjá HB, sum mánakveldið ognaði sær sess í finaluni. Hans Andreas skeyt seinasta og avgerandi brotssparkið hjá HB Savnsmynd: Jonhard Hammer hægstur og stútaði bóltin hegnisliga í handara síðu- net, og so var 1-0. Bert tveir minuttir seinni fekk HB eitt fríspark stutt uttan fyri brotsteigin hjá B36, men frísparkið hjá HB-liðskiparanum, Eyðuni Højgaard, brast í tvørstong- ina og út. Hendingarríkur seinni hálvleikur Tað vóru ikki leiktir nógvir minuttir av seinna hálvleiki, tá ið B36 økti um leiðsluna. Eitt innlegg úr høgru síðu, var snittað víðari inn í fimm-meturin hjá HB, og har var Hallur Johannesen fyrstur á bóltinum og prik- aði hann inn um málstrik- una. HB mundi minkað um munin løtu seinni, tå ið mál- verjin hjá B36, Tróndur Vatnhamar, var farin á eina lítla útferð, men royndin hjá Eyðuni Hgjgaard fór í stongina og trillaði síðani eftir málstrikuni, áðrenn ein verjuleikari hjá B36 fekk sparkað burtur. Í staðin var tað B36, sum kom upp á 3-0. Hetta hendi, tá ið umleið eitt korter var leikt av seinna hálvleiki. Eitt B36-álop í vinstru síðu endaði við einum innleggi, og við handara stólpa kom Steingrím Funding skreið- andi og langaði bóltin í meskarnar. Eitt sera gott mál. Vildu ikki gevast Nú hildu tey flestu, at dyst- urin var avgjørdur, men tað gjørdu leikararnir hjå HB ikki. Teir høvdu allan dystin spælt upp vid favorittarnar år grannafelagnum, men teir svørt/hvitu høvdu vist seg meiri avgjørdar, tá ið teir komu til målmøguleik- ar. Seinni hálvleikur var um hálvrunnin, tá ið HB fekk eitt brotsspark, tí at B36- leikari hevdi nýtt hondina í egnum brotsteigi. Eyðun Højgaard setti brotsparkið trygt í netið, og HB-arnir fingu blóð upp á tonna Ikki gekk rúm tíð, so fekk HB enn eitt mál. Eitt inn- legg úr vinstra horni endaði hjá Bárði Mortanssyni, sum var staddur áraka brotsteig- armarkið, og hann hálv- flúktaði bóltin inn undir Trónd Vatnhamar og í mál- ið, og so var brádliga bert eitt mál á muni. Leikararnir hjá HB stríddust nú sum úlvar, og hjá onkrum leikara bleiv tað ov nógv. Rógvi Joensen úr HB gjørdi ein ógvusliga takling á Herbert í Lon Jac- obsen hjá B36 á miðjum vølli, og dómarin valdi púra rætt at geva HB-aranum reyða kortið. Hetta fekk tó ikki teir reyd/svørtu at fella í fátt. Tá ið 10 minuttir vóru eftir at leika, sendi høgri bakkur hjá HB, Kristian Andersen, eitt væla innlegg inn í brots- teigin, og B36-málverjin fór púra skeivur av bóltinum, sum í staðin endaði hjá Pæt- uri Dahl, sum hevði lætt við at stúta bóltin í einum boga upp um vinir og fíggindar og í eitt tómt mál. Rómurin hjá bæði leikarum og við- haldsfólkum hjá HB var ó- førur, meðan B36-arnir stóðu, sum høvdu teir fingið vátan vøttin. Umdystur Einki mál kom aftrat í van- 23 ligu leiktíðini, og tískil var neyðugt við umdysti Hóast B36 hevði greiða leikliga yvirvág í umdyst- inum, so eydnaðist tað teim- um kortini ikki at fáa mál hóast teir onkuntíð vóru sera nær við. Tað einu ferð- ina fekk ein verjuleikari hjá HB bjargað á sjálvari mál- strikuni Eftir 120 minuttir av leik tíð stóð framvegis á jøvnum 3-3, og so var neyðugt at fara undir brotssparkskapp- ing Venjararnir hjá liðunum báðum valdu sær fimm leik arar hver at skjóta brots- sparkini. Allir hesir tíggju leikararnir fingu sett síni skot í málið, og tískil var neyðugt við enn fleiri brots- spørkum, til ein vinnari var funnin. Teir bådir næstu leikararnir hjå lidunum skoraðu eisini trygt, og tí- skil var farið undir skjútta nummar sjey. HB skeyt fyrst í brots- sparkskappingini, og sjeyndi skjúttin hjá HB skeyt bóltin við síðuna av málinum. Tískil kundi sjeyndi skjúttin hjá B36 av- gera dystin, um hann fekk bóltin í mál, men so var ikki. HB-málverjin, Kristin Jensen fekk bjargað royndini, og so var farið undir áttanda umfar av brotssparkskappingini. Fyrst skoraði Hans Andreas Dahl (Hassi) trygt fyri HB, og so lá alt trýstið á skjútt- anum hjá B36. Skotið hjá B36-leikaranum var veikt og fór við síðuna av málin- um, og HB hevði ognað sær eitt óvæntað pláss í finaluni í unglingadeildini eftir eina sera dramatiska hålvfinalu ímóti grannunum Bogi Kristiansen endurvann FM-heitið Súkkling: Ársins seinasta súkklukapping varð avgreidd í allarfagrasta veðrið leygardagin, og enn einaferð vísti tað seg, at Bogi Kristiansen var eitt sindur betri enn allir hinir EMiL L. JACOBSEN Leygardagin endaði før- oyska súkkluárið við FM- koyringini yvir 100 kilo- metrar, og tað bleiv eisini ein sera góð kapping, har spenningurin helt sær so at siga allan vegin. Bogi Kristiansen hevði favorittbyrðuna á sínum herðum, men bæði Gunnar Dahl-Olsen og Jóhann Brend vóru fult greiðir yvir, at Bogi so at siga bert hevur koyrt í Danmark í ár, og at hansara veikleiki ti er í teimum tyngstu brekkun- um, sum tað jú ikki eru so nógvar av í Danmark. Niðan móti Eiðisskarði royndu bæði Gunnar og Jó- hann at sleppa frá Boga, men skálamaðurin, sum jaktaði sítt fimta føroya- meistaraheiti á rað, tók teir aftur lutfalsliga skjótt. Gunnar og Jóhann royndu fleiri ferðir aftur at slíta seg leysar frá Boga og restini av feltinum, eitt nú á vegn- um niðan móti rundkoyr- ingini omanfyri Norðskála og á Sundi, men hvgrja ferð eydnaðist tað Boga at taka teir inn aftur, og hvgrja ferð dróg hann aðrar súkklarar við sær, so tað hevði ong- antíð verið talan um nakað veruligt útbrot, tá teir høvdu súkklað 75 kilometrar og komu til Havnar. Seinastu 25 kilometrarnir skuldu koyrast inni i byn- um, og nå visti tad seg, at favoritturin hevði størst megi eftir. Tá góðir sjey kilometrar vóru eftir, setti hann ferðina upp, og hóast Gunnar royndi at fylgja við og eisini tók seg eitt sindur innaftur á Boga, eydnaðist tað hon- Tiggju teir ovastu: 1. Bogi Kristiansen 2. Gunnar Dahl-Olsen 3. Sverri Mohr Edvinsson 4. Påll Didriksen S. Eydun Poulsen 6. Jóhann Brend 7. Kåri Brattaberg 8. Súni Kristiansen 9. Óli Olsen 10. Evald Rasmussen um ikki at hótta oddafiskin aftur, og so var kappingin avgjørd. Bogi Kristiansen kom å mål ein góðan hålvan min- utt undan Gunnari og vann FM-heitid fyri fimtu ferð á rað. 3.17,00 3.17,00 3.22,54 Bogi Kristiansen vann 100 km FM-kappingina frammanfyri Gunnari Dahl-Olsen og Sverra Mohr Edvinssyni. Á fjórða plássi kom Páll Didriksen, sum royndi seg í súkklukapping fyri fyrstu ferð Mynd: Alvur Haraldsen