Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 1998síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

24 Getumenn styrktu síðsta vikuskifti heilt nógv um sín møguleika at vinna silvur. Teir høvdu vitjan av Skála, sum fyri fleiri víkum síðani hevur v unnið deildina og er flutt upp í 2. deild, og gøtu- menn vunnu ikki minni enn 5-0. Gl er fimm stig undan hinum liðunum, sum teir kappast við, og tá tað bara eru tvey umfør eftir at spæl- a, ber tað illa til at ímynda sær, at nakar skal taka næst- fremsta plássið frá teimum í Gøtu. Men hóast teir vinna silv- ur, so kunnu gøtumenn ikki spæla! móti næstaftasta liðn- um í 2. deild um eitt pláss í næstbestu deildini komandi år. GÍ er longu umboðað í 2. deild, og tað sigur ikki so litid um áhugan fyri og dygdirnar í fótbóltsspælin- um í næstminstu kommun- uni, sum er umboðað i 1. deild, at teir eisini liggja so væl fyri, bæði í 2. og í 3. deild. Í kappingarreglunum stendur, at um næstfremsta liðið frammanundan er um- boðað i 2. deild, so fer høvid at spæla um eitt pláss í 2. deild víðari til triðji fremsta liðið, og um tað eisini er umboðað í 2. deild, so fer hevið til fjórði fremsta liðið. Er tað eisini umboðað í 2. deild, so verður eingin dyst- ur um eitt pláss í 2. deild. Tað er ein møguleiki fyri, at hetta fer at gerast enda- stødan. B68, IF, VB, B36 og FS Vågar kappast um triðja plássið. Um tað skuldi endað við, at B36 og FS Vágar enda á triðja og fjórð- a plássinum, og B36 sam- stundis sleppur undan nið- urflyting úr 2. deild, so sleppur næstaftasta liðið í 2. deild (B36 er í løtuni á hesum plássinum) undan stríði um niðurflyting, tí hesi bæði feløgini hava frammanundan lið í næst- bestu deildini. Í veruleikanum eru klaks- víkingar langt síðani fluttir niður, men heilt fram til dystin í Vági høvdu teir teo- retiskan møguleika at yvir- liva. Nú er hann burtur. Eftir at hálvfinalurnar í 4. deild eru avgreiddar, er tað greitt, at um B68 ikki flytir upp år 3. deild, so flytir bara eitt lið niður úr 3. deild. B36 og B68 skulu spæla finalu í 4. deild, og HB og TB skulu spæla um triðja plássið. Tvøråmenn flyta upp í 3. deild, um B68 ikki flytir upp í 2. deild, meðan B36 og HB ikki kunnu flyta upp, tí tey eru umboðað í 3. deild frammanundan. Um næst- besta liðið hjá toftamonnum flytir upp í 2. deild, so skal TB spæla tveir dystir móti HB um eitt pláss í 3. deild. HB-B68 1-4 (1-1) Toftamenn fingu ein ordu- ligan kvøkk, tå Bjarni Wardum longu eftir tveir minuttir legði heimaliðið á odda, men sum tíðin leið, gav tað seg til kennar, at fleiri at B68 spælarunum venja regluliga. Tað gera teir hjá HB ikki. Ein av ungu B68 monn- unum, Jónleif Gerðisá, javnaði, tá 36 minuttir vóru farnir, og í 2. hálvleiki sást skjótt, at tað bara var ein spurningur um, hvussu stór- ur sigurin fór at vera. Russ- iski miðvallarin, Serghéy Kréksjin legði B68 framum, tá 51 minuttir vóru farnir, og ein av ungu monnunum, Hansmar Poulsen, økti til 3- 1, tå 69 minuttir vóru farnir,. Tad er ikki å hvørjum degi, at fadir og sonur spæla á sama liði, men soleiðis var tað í Gundadali. Magnus Poulsen vardi málið hjá B68 í 3. deild, men hann num, frá góðum GI eldum fingu vitt hagtalssíðuna jár at vita, hverjir #. skiftir inn og út. jh tíðindablaðið SOSalurin Stor kapping um seinna uppflytingarmøguleikan Fótbóltur: Við sigrinum á oddaliðnum hevur GÍ mest sum tryggjað sær silvurkrónurnar, meðan fimm lið kappast um bronsuna noyddist at fara av vellinum við skaða, tá tað restaði eitt korter, og so kom 16 ára gamli Jóhan Dávur Hgj- gaard í B68 málið. Hann så pápa sin, Aksel Højgaard, økja til 4-1, tå tad restadu tveir minuttir! Gi-Skåla 5-0 (3-0) Uppflytararnir av Skála løg- du litlan ålvara i, og hetta argadi bædi måtstødumenn- sum kappast um at enda á heiðursmerkjaplássi. At skálamenn tóku upp- gávuna í lítlum álvara sást í, at teir undan dystinum høvdu drigið lut um á hvør)- um plássi hvor skuldi spæla. Í steðginium, tá teir vóru aftanfyri 3-0, gjørdu teir av at fara á vandu plássini, men tå var ov seint. Gøtumenn vóru nógv uppsettir, og teir vórðu ongantíð hóttir. Petersen brødurnir áttu fýra av málunum. Kim skoraði til 1-0, 3-0 og 5-0, tá ávikavíst 10, 35 og 69 minuttir vóru farnir, og John økti til 4-0, tå ein tími var farin. Unglingaspælarin, Dånial Pauli Dalbø, åtti 2-0 målid. Tad skoradi hann, tå 23 minuttir vóru farnir. FS Vágar-ÍF 1-1 (0-1) Tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, iðraðu fuglfirð- ingar seg um, at teir ikki høvdu vunnið, og tað var kanska einki at siga til, tí heimaliðið javnaði í yvirtíð- ini. Men tá teir í IF høvdu summað seg, vóru teir nøgdir alíkavæl, tí FS Vágar hevði kroyst teir í botn allan seinna hálvleik. Heimaliðið hevði nógvar møguleikar, men tað gekk illa at fáa mál, eisini tá teir vóru komnir inn um málverjan. Útjavnandi málið var bæði heppið og sjáldsamt. Eftir horna og nógvar ferðir aftur og fram varð stútað, og bólturin var á veg skeivu megin stólpan, tá Jákup Jo- ensen slongdi hælin eftir bóltinum og stýrdi honum í kassan. 21 minuttir vóru farnir, tá Jákup Baldvinsson setti hol á. Hann dró leingi og langt í høgru, eingin leyp á, og so smekkaði hann flatt í handara síðunetið. B71-B36 0-1 (0-1) Árstalsfelagið í Gundadali hevur staðið seg væl í 3. deild, og aftur hesa ferð høvdu teir eina góða bland- ing av røskum unglingum og so onkrum við størri royndum. Sandoyingar liggja í tyngra endanum í deildini, men tað er eingin ivi í, at á liðnum hjá teimum eru fleir- i, sum komandi ár vidhvørt fara at síggjast á besta liðn- um. Tað hevur ofta víst seg, at dómararnir svíkja, tá teir skulu meta at døina í 3. deild. FSF hevur tikið av- leiðingarnar av hesum og setir nú ofta dómarar úr heimaliðnum at dóma. Hesa ferð dømdi Hans Falkvard av Sandi, og tað var ein væl sædd dómara- avgerð, sum var orsøkin til møguleikan, ið bar einasta målid vid sær. Ein hålvur timi var farin, tå B36 fekk frispark um miðstrikuna. Teir gjørdu skjótt av, og tað segði dóm- arin einki til, sandoyingar vóru ikki klárir, tá innleggið kom úr høgru síðu, og úr stuttari fjarstødu styrdi ein B36-maður bóltinum i kass- an. Tað hevur tíverri ikki eydnast okkum at fingið uppspurt, hvør skeyt hetta málið, men vónandi kunnu onkrir av lesarunum hjálpa okkum, so vit kunnu hava tað við til næstu ferð. VB-KI 3-3 (1-1) Atta klaksvíkingar vóru í ferðalagnum úr Klaksvík. Í Havnini tóku teir Bill Jac- obsen, hjálparvenjarin hjá U-16 landsliðnum, við, á veg suður varð avgjørt, at formaðurin í KÍ, Svend Jac- obsen, skuldi spæla við, og miðskeiðis í 1. hálvleiki kom Tom Jakobsen, liðleið- arin hjá 1. liði, upp í part (hann mundi skorað beinan- vegin hann var komin inn!), og so vóru teir ellivu. Men VB megnaði ikki at gera fulla nyttu burturúr, at m6tstødumenninir ikki áttu at verið so væl fyri. KÍ kom á odda, meðan teir framvegis vóru tíggju á vellinum. Málskjútti var Jákup Oluf á Lakjuni, sum er ein góður styrkur, nú hann er heima og heldur frí. So fingu vágbingar trý mál, og eingin ivi tóktist vera um, hvgnn veg stigini skuldu fara. Fyri steðgin javnaði Niclas Ludvig við beinleiðis frísparki, Egil Steintórsson legði VB fram- um tíðliga í 2. hálvleiki, tá hann, staddur uttanfyri brotsteigin, fekk bólt úr vinstru og skoraði, og tað lá í luftini, at Bergur Winth- er slerdi sigurin fastan, tá hann fór sjálvur og skoraði. Vágbingar slakkaðu av, og klaksvíkingar tóku av. Eftir 88 minuttir tamdi Ják- up Oluf á Lakjuni innlegg við bringuni og smekkaði í kassan, og so var ferð á KÍ. Klokkan visti 90.36, tá All- an Poulsen javnadi. Upp- spælið var i høgru eftir inn- kast, og tað var Bill Jacob- sen, sum legði innfyri. jh Sosialurin - fimm ferðir um vikuna - eisini á i Nr. 174 — 16. SEPTEMBER 1998 HB-B68 1-4 (1-1) 1-0: Bjami Wardum 1-1: Jénleif Gerdiså 1-2: Serghéy Kréksjin 1-3: Hansmar Poulsen 1-4: Aksel Højgaard GÍ-Skála 5-0 (3-0) 1-0: Kim Petersen 2-0: Dånial Pauli Dalbø 3-0: Kim Petersen 4-0: John Petersen 5-0: Kim Petersen FS Vágar-ÍF 1-1 (0-1) 0-1: Jákup Baldvinsson 1-1: Jåkup Joensen B71-B36 0-1 (0-1) Urslit og støda 0-1: (vit vita tiverri ikki, hvør skeyt målid hjå B36) VB-KI 3-3 (1-1) 0-1: Jákup Oluf á Lakjuni 1-1: Niclas Ludvig 2-1: Egil Steintórsson 3-1: Bergur Winther 3-2: Jåkup Oluf å Lakjuni 3-3: Allan Poulsen Skåla 16 —14-0-2 GÍ 16 9-2-5 B68 16 7-3-6 ÍF 16 7-3-6 B36 16 7346 VB 16 —7-3-6 FS Vágar 16 7-2-7 B71 16 538 HB 16 —4-2-10 KÍ 16 2113 På Bogi Gregersen, Skåla Aksel Højgaard, B68 Jåkup Baldvinsson, IF Kaysten Rasmussen, Skåla Jåkup Danielsen, HB Hans Meinh. Midjord, HB Robert Bernhardson, FSV Tummas Magnussen, GÍ Kim Petersen, GÍ Pauli Hansen, Skála Jón Brekku, B36 Tórarin Hentze, B36 Oddmar Andreasen, B68 Hergeir Eldevig, ÍF Egil Steintórsson, VB John Petersen, GÍ Jákup Helgi Egholm, ÍF Høgni í Jákupsstovu, B36 Eiríkur Poulsen, B71 Flóvin Jespersen, HB Gunnar Mohr, HB Mortan Thomsen, IF Jóhan Lútzen, KÍ Alexander Johansen, Skála Niclas Ludvig, VB Jón Hardley, B36 Bárður Olsen, B36 Bjørn Thorsteinsson, B36 Petur Gaardlykke, B68 Hansmar Poulsen, B68 Sverrir Kjærbo, B71 Petur Petersen, B71 Heri Hansen, FSV Jåkup Joensen, FSV Bårdur Mikkelsen, HB Bogi Nón, ÍF John Thomsen, ÍF Rógvi Thorsteinsson, VB John Thomsen, B36 Virgar Hentze, B71 Birgir Hansen, FSV Hilmar Hansen, FSV Jónfinn Thomasen, FSV Herning Simonsen, FSV Per Dalheim, GÍ ; Hans Pauli Petersen, GÍ Bjarni Wardum, HB Marni Isaksen, KI Bent Djurhuus, Skåla Agnar Højgaard, Skåla Hjalmar Jacobsen, VB internetinum 67-21 59-48 45-30 48-42 46-40 35-31 53-40 27-42 51-54 31-91 42 29 24 24 24 24 23 18 14 7