Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 175 — 17. SEPTEMBER 1998 Jens Martin ætlar at spæla fótbólt trý ár út í eitt Fótbóltur: Hvar framtíðin hjá landsliðsmálverjanum fer at vera, verður avgjørt seinni í hesi vikuni Íslendska fótbóltsárið er av álvara farið at halla. Tað eru tvey umfør eftir, og leygar- dagin 26. september verður liðugt fyri í ár Stóri spurningurin hjá Jens Martini Knudsen og hjá Leiftri er, um føroyski andsliðsmálverjin eisini komandi ár fer at verja mál- 3 hjá Leiftri, ella um hann verður at finna onkra aðra staðni A Ólafsfirði eru tey sera egin um at hava Jens Mart- n Knudsen í málinum, og venjarin, Páll Guðlaugsson, vil sera fegin hava gamla samstarvsmannin hjá sær millum stólparnar. Spurn- ingurin er so, hvat málverjin sigur sjálvur. Hann hevur fleiri ferðir tosað við felag- ið, men enn er eingin avgerð fallin. Tá vit fyrr í vikuni tosaðu við Jens Martin Knudsen var heystið av álvara komið á Norðurlandinum og á Ol- afsfirði: — Tað hevur verið sjask- veður, síðani eg kom yvir aftur aftaná landsdystin móti Kekkia. Tað er høgætt, og tað er kalt. Vit venja tvær ferðir um dagin, men tað er ikki frítt, at tað er hvítt og eitt sindur av kava. Tað kennist eisini á lívinum í bygdini, at summartíðin er liðug. Nógv av fólkinum, sum hevur verið her í summar, er farið avstað aft- ur til útlandið ella til Reykj- avíkar, so nú er tað nokk so deyðligt, sigur málverjin. Vil spæla alla tíðina Tá vit spyrja, hvussu tað gongur við sáttmálasamráð- ingunum staðfestir Jens Martin Knudsen, at eingin sáttmáli er skrivaður enn, og hann dylir heldur ikki yvir, hvat tað er, sum hann vil: — Tað verður farið undir íslendsku kappingina fyrst í mai, og hon endar síðst í september. Tað vil við gðr- um orðum siga, at hon er í fimm mánaðir. Skal eg hal- da fram í Leiftri, so ynski eg, at vit gera ein sáttmála, sum fevnir um alt árið. Gera vit tað, so ber tað við sær, tin: emile sostalurin.fo at teir tryggja mær eina minstuløn alt árið. Men hetta merkir ikki, at Jens Martin Knudsen skal spæla fyri teir í Leiftri alla tíðina. Heldur merkir tað, at hann fer at spæla uttanfyri Ísland tann partin av árin- um, tá íslendingar ikki spæ- la. Um tað eydnast at fáa sáttmála aðra staðni, so eru teir í Leiftri leysir av Jens Martini ta tíðina, tá hann spælir í øðrum felagi, og tað fer aftur at hava við sær, at hann verður í fullari dystar- venjing, tá tað aftur verður farið undir íslendsku kapp- ingina. Hetta er leisturin, sum nógvir íslendingar skera sítt fótbóltslív eftir, og hetta er tað, sum Jens Martin hevur í hyggju. Samráðist við fleiri Jens Martin Knudsen er 31 ára gamal, og hann vil sera fegin brúka alla sína tíð uppá yrkisfótbóltin tey næs- tu trý árini: — Mær dámar væl at vera í sving alt árið, og tað ber væl til. Vit venja nógv, men trýstið er ikki so stórt, sum tað er, tá tú ert noyddur at arbeiða fullan dag og so venja um kvøldarnar. Men hevur tú fleiri fyri- spurningar um møguligar xz Lesið eisini itrottin á Internetinum www.sosialurin.fo + PS såttmålar? — Tað er ein norðmaður, sum býr í Danmark, ið røkir míni áhugamál, og hann hevur fleiri fyrispurningar um samstarv í vetur. Eg kann ikki siga tær akkurát nú, hvaðani hesir áhugaðu eru, men eg rokni við, at hetta verður avgreitt heilt skjótt, sigur Jens Martin Knudsen, sum mest sum út- ilokar, at hann fer at spæla fótbólt í føroysku kapping- ini komandi árini. Íslendingar spæla ymsa staðni í Europa og eisini aðra staðni um vetrarnar, og vit skilja á Jens Martini Knudsen, at tað er møgu- leiki fyri einum slíkum sátt- mála. Hann vil ikki siga, hvagar leiðin gongur, men tað kundi t.d. verið til Belg- ia, hagar umboðsmaðurin hjá honum hevur selt nógv- ar spælarar, ella kanska til USA, hagar aftasti maður hjá Leiftri og liðformaðurin, André Martinsson, nú er farin at spæla. Hava mist nógv fólk Jens Martin Knudsen rokn- ar ikki við, at Leiftur í landskappingini fer at meg- na meiri enn fimta plássið, sum teir eru á í løtuni. Leyg- ardagin høvdu teir vitjan av Keflavík, og tað endaði við 1-1, sum eisini var hálv- leiksstødan. Leiftur fekk ein mann útvístan miðskeiðis í fyrra hálvleiki, so teir kundu ikki vera annað enn nøgdir við javnleikin. Sunnudagin skal Leiftur spæla á útivelli móti ÍBV i Vestmannaoyggjunum. Hetta er sama liðið, sum vann 2-0 í steypafinaluni móti Leiftri. Tá veðrið er ólagaligt tekur tað drúgva tíð at koma í oyggjarnar. Flúgvilíkindini kunnu vera eitt sindur svikalig, og tí fara teir í Leiftri út í oyggj- arnar við ferju leygardagin. Hetta ber við sær, at teir fara frá húsum longu fríggjadag- in. — Vit eru illa fyri við fólki. Umframt Una Arge og And- ré Martinsson eru tríggir aðrir spælarar farnir aðra staðni at royna seg. Tveir spælarar eru skaddir, og henda neyðin ger, at teir næstan eru noyddir at fara út í bygdina at biðja fólk, greiðir Jens Martin Knud- sen frá. Tað hevur áður verið tikið til, at tað hevði komið væl við hjá Leiftri, um teir kun- du hjálpt ÍBV at endurvunn- ið meistaraskapin, tí harvið fær Leiftur rættin at taka lut í Europa Cup fyri steypa- vinnarar. Men Jens Martini Knudsen dámar einki hatta tosið: — Mínar royndir eru, at tað roynist illa, tá tú fert at hugsa soleiðis. Tað er best at dríva á, og so fáa vit at síggja, hvat spyrst burturúr, tá kappingin er lokin, er nið- urstóðan hjá føroyska mål- verjanum, sum er einasta uppskotið í Leiftri til ársins spælara í Íslandi. Tað eru venjararnir, sum atkvøda um, hvør skal verða ársins spælari, og tann avgerðin verður almenn, tá kappingin verður liðug um eina góða viku, og Jens Martin Knud- sen eftir øllum at dóma verður á veg onkra aðra staðni í heiminum at spæla fótbólt og vinna pening. Um hann aftur komandi ár verð- ur at síggja í Íslandi velst um sáttmálasamráðingarnar hesar næstu dagarnar. Men tað er heilt víst, at Jens Martin Knudsen í vetur og tey næstu trý árini fer at brúka alla sína tíð uppá fót- bóltin. jh Jens Martin Knudsen ætlar sær at spæla fóbólt fulla tíð næstu trý árini, so útilokar hann mest- sum, at hann verður at síggja í føroysku lands- kappingini hesa tíðina. Hann vil heldur royna seg onkra aðrastaðni Mynd: Alvur Haraldsen