hósdagur 17. september 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ke
Nr. 175 — 17. SEPTEMBER 1998
tíðindablaðið S082luri
15
FCK verður at síggja | Eurosport
i dag
Fótbóltur: Men tað er óvist, um Todi
Jónsson verður at síggja á vøllinum í
Bulgaria í dag
Tað koma ofta broytingar í
skránna, men skulu vit
trúgva tí, sum hevur verið
at frætt fyrr í vikuni, sc
verður FCK at síggja í sjón-
varpinum seinnapartin í
dag.
Todi Jónsson og liðfelag-
arnir hjá honum fóru í gjára-
morgunin í leiguflogfari úr
Keypmannahavn og niður
til bulgarska høvudsstadin
Sofia. Har skal FCK seinn-
apartin f dag klokkan 17 før-
oyska tid spæla fyrra dystin
í fyrsta umfari í europeisku
steypakappingini móti Lev-
ski, sum er eitt av feløgun-
um úr bulgarska høvuds-
staðnum.
Leiguflogfarið bíðar eftir
FCK, og teir sleppa sær
heim aftur til Keypmanna-
havnar beinanvegin í kveld,
tá teir verða leysir av stadi-
on.
Todi ivasamur
Todi Jónsson var í flogfar-
inum, sum lætti úr Kastrup
klokkan 10.00 í gjáramorg-
unin, men tað er ikki vist,
at hann verður at síggja í
sjónvarpinum í dag. Todi
var ikki við, tá liðfelagarnir
á útivelli sunnudagin vórðu
avsmurdir 4-1 av AB, og
hann hevur ikki vant við
fullari ferð, síðani hann
kom aftur úr Føroyum eftir
landsdystin móti Kekkia
— Tað er tað, sum teir her
niðri kalla ein belastnings-
skaði, sum darvar. Skaðin
kom, tá Uni Arge í 2. hálv-
leiki móti Kekkia legði flatt
innfyri, og eg toygdi meg
fram fyri at stýra bóltinum
í málið. Beinið stóð fast í
svørdinum, og tað hevur
ivaleyst staðið ov nógv á,
greiddi Todi Jónsson okk-
um frá, áðrenn teir fóru úr
Keypmannahavn og til Bul-
garia.
I FCK våru teir ikki so
gladir fyri at fåa ein hålv-
skaddan mann aftur úr Før-
oyum, og tað hava teir eisini
sagt fyri føroyska landslids-
spælaranum, sum hevur
verið óheppin í sambandi
við landsliðið. Tá Todi kom
aftur úr Estlandi fyrst í juni,
var hann skaddur í einari tá,
og tann skaðin darvaði hon-
um í nógvar vikur.
Sjálvt um Todi ikki síðani
landsdystin móti Kekkia
hevði vant við fullari ferð,
tá hann fór til Bulgaria, so
hevði hann ávísa vóna um,
at tað fór at bera til at spæla
seinnapartin í dag, men tað
var als ikki víst, at tað fór
at bera til.
Todi hevur fingið viðgerð
hvgnn dag, tað hevur gingið
rætta vegin, men ikki ser-
liga skjótt, men tað hevur
Eftir skránni hjá Eurosport so verður møguligt hjá føroyingum at síggja Europa Cup dystin hjá FC Keyp-
mannahavn, sum verður spældur i Bulgarska hevuðsstaðnum í dag klokkan 17 okkara tíð, men tað er óvist
um Todi Jónsson verður við á vellinum. Hann er enn plágaður av einum snuddi hann fekk í dystinum móti
Kekkia fyri góðari viku síðani
aftur og aftur verið staðfest,
at ein spælari kann tykjast
illa skaddur ein dag, og a-
líkavæl eydnast tað at fáa
hann kláran, tá dysturin skal
spælast.
Mótsteðan
Mótstgðuliðið hjá FCK í
dag er uppkallað eftir bulg-
arsku tjóðarhetjuni Vassil
Levski. Liðið hevur altíð
verið roknað sum tað mest
áhugaverda í Bulgaria, fel-
agið hevur — sum tað einasta
í landinum — altíð verið um-
boðað í bestu deildini, og
teir hava vunnið meistara-
skapin nítjan ferðir — síðsta
ferðin var í 1995.
Í undankappingini til Eu-
ropa Cup í ár vunnu teir á
heimavølli 8-1 móti Loko-
motiv 96 Vitebsk, og í
Hvítarusslandi endaði 1-1.
Á liðnum er ein spælari,
sum var við Bulgaria í HM
í Fraklandi. Hann er álops-
maður og eitur Georgi Iva-
nov, men hann kom ong-
antíð á vøllin undir HM
kappingini.
Í Danmark verður mett,
(Mynd: Álvur Haraldsen)
at uppgávan hjá FCK seinn-
apartin í dag verður stór,
men tað verður eisini hildið,
at møguleiki skuldi verið
hjá danska liðnum at vunnið
samantalt í báðum dystun-
um. Hvussu tað verður við
tí, kunnu tey, sum síggja
Eurosport, fáa fyrstu ábend-
ingarnar um seinnapartin í
dag. jh
GÍ í unglingafinaluni
Fótbóltur: Vunnu sera spennandi hålvfinalu móti KÍ, sum
eina létu var frammanfyri
Månakvøldid vórðu seinnu
hålvfinalurnar í unglinga-
deildini avgreiddar. H6ast
tað í blaðnum í gjár næstan
kundi sæð soleiðis út, at tal-
an bara var um ein dyst —
tann millum tey bæði havn-
arfeløgini — sum HB vann
eftir javnleik, umdyst og
brotssparkskapping — so var
ein ikki minni spennandi
hålvfinala spæld í Gøtu.
Heimaliðið hevði betru
útgangsstóðuna, tí teir
vunnu tøttu uppgerðina í
Klaksvík 1-0, men ein so
tepur sigur er einki at dúva
uppá, og tí var alt opið.
Hjá GÍ sat Súni Olsen utt-
anfyri tað mesta av tíðini
móti Sumba sunnudagin, og
hjá KÍ sat Rógvi Jacobsen
uttanfyri tað mesta av tíðini
móti VB. Í báðum fórum
var hetta fyri at spara stjórn-
uspælararnar á unglingalið-
unum til månakvøldid, og
hetta boðar frá, at bæði í
Klaksvík og í Gøtu varð
stórur dentur lagdur á at
røkka finaluni.
Gøtumenn drógu tað
longra stráðið mánakvgldið.
Teir vunnu 2-1, men tað var
ikki fyrrenn í evstu løtu, at
tað varð greitt, hvørt av lið-
unum skuldi í finaluna, sum
sambært upplýsingum frá
FSF verður á Svangaskarð:
mánadagin í komandi viku.
Tað var eitt sindur av
vindi í Sarpisgerði, og gøtu-
menn høvdu í 1. hálvleiki
fleiri vandamikil horna-
sparksinnlegg.
Men mál kom einki fyrr-
enn seinna umfarið var
tríggjar minuttir gamalt. Tá
skoraði KÍ, og so var javnt.
Málið kom eftir hornaspark,
og tað var U-16 landsliðs-
spælarin — einasti dreingja-
liðsspælarin á KÍ liðnum —
Jóannes L. Jacobsen, sum í
2. hálvleiki var á midvøll-
inum í vinstru síðu, sum
skoraði.
So gekk javnt á, men eftir
at GÍ hevði javnað, noyddist
KÍ at satsa. Útjavnandi mál-
ið skoraði Hans Pauli Pet-
ersen úr ellivu metrum.
Uppspælið var í vinstru, har
Dánial Pauli Dalbg og Súni
Olsen stóðu fyri, áðrenn
lagt varð út frá baklinjuni.
Sigursmálið fekk GÍ, tá
tað restaðu tríggir minuttir.
Dánial Pauli Dalbø varð
feldur, og Súni Olsen var
tryggur av brotssparksplett-
inum.
GI hevur áður havt góð
unglingalið, men nú er langt
síðani, at teir vunnu FM.
Tað hava teir áður gjørt í
1976, 1977, 1985 og 1986.
HB er tað felagið, sum
hevur vunnið flest FM heiti
í unglingadeildini — fjúrtan
í alt — og seinasta ferðin, HB
vann FM í unglingadeildini,
var í 1994, tá teir vunnu fyri
triðju ferð á rað.
B36 og KÍ skulu spæla
um bronsukrónurnar. FSF
upplýsir, at hesin dysturin
verður í Leirvík komandi
mánadag. jh
Suni Olsen, sum spælir á
fyrstaliðið hja GÍ, varð
sunnudagin spardur í
dystinum móti Sumba,
so hann var til reiðar at
spæla móti KÍ í hålvfin-
aluni í unglingadeildini
(Mynd: Jonhard Hammer)