hósdagur 17. september 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið S032alurin
Nr. 175 — 17. SEPTEMBER 1998
Nýtt navn og snið:
Barnablaðið eitur
Smærri og stórri børn fáa í framtíðini tvey blød í einum ístaðin fyri Barna-
blaðið, Snirr til tey smáu og Strok til tey størru.
TURIÐ KJØøLBRO
Barnablaði ð, sum Bóka-
deild Føroya Lærarafelags
hevur givid út í samfull 43
ár, hevur nú broytt navn og
snið. Tað er býtt sundur í
tvey, Snirr til tey smáu og
Strok ul tey størru børnini
Fyri summarfrítíðina
skrivaði Barnablaðið út
navnakapping. har sóknast
var eftir nýggjum navni til
blaðið ul tey yngru og tey
eldru. Ikki nógv uppskot
komu inn. Bæði Snirr og
Strok eru einføld og snøgg
rð, og fær ein at hugsa um
ferð, flog og brádligar rørsl-
ur
Í Snirri eru søgur, sum
børn hava skrivað, nógv
ítriv og nógvar kappingar
Við vísindamanninum
Gløgga Bobb, sum Sonni
Smith hevur skrivad, ber til
at fara nidur å havsins botn,
og í blaðnum greiðir hann
frá krossfiski, igulkeri og
slangustjórnu
Og atlantsrisin Regin
Vágadal er eisini við. Til ber
hjá børnum at gera av, hvor
ynskimynd verður prentað
í komandi bløðum sum pla-
kat
90 ára fødingardagurin
hrá Klaksvíkar kommunu er
lýstur í blaðnum í myndum.
Dagurin vardi í heilar fimm
dagar og tiltøkini vóru
nógv. Serliga varð nógv
gjørt burtur úr tiltøkum til
børn
Dunnaldur kemur ikki
longur ut sum teknirød å
føroyskum, men hann eigur
eina sidu i Snirri. Ein sida
er um Skapanina í Bíbliuni
og somuleiðis ein um upp-
gávusíðuna Krabban.
Umframt nýtt navn hevur
Barnablaðið fingið nýggjan
búna. Blaðið verður nú
prentað í litum, og góðir
møguleikar eru at gera blað-
ið meiri áhugavert og
spennandi. Blaðstjórnin
heitir á børn um at vera við
at gera blaðið meiri spenn-
andi, um at brúka hugflogið
og hjálpa til at seta lit á
blaðið. Eitt nú við at senda
myndir inn sum børn hava
teknad.
Strok
I Stroki, sum er hin helm-
ingurin av blaðnum og ætl-
aður stórri børnum, er nógv
forvitnisligt. Framyvir verð-
ur ein evnisgrein í blaðnum
og í hesum er tað um tydn-
ingin av at eta rætt. Í hesum
sambandi er prát við Sigrid
Dalsgaard, húsarhaldslær-
ara í Havn, og Jensu Heine-
sen, lærara í Klaksvík. Ein
søga er um Renato úr Bra-
silia, sum er 13 år og bil-
smidur. Teknisøgan um vin-
irnar, skúlan og kærleikan
er við, um sterkastu menn-
inar á Olavsøku, Blits um
tey kendu. Og eisini her
heitir blaðstjórnin á lesar-
arnar um at gera sítt til at
fáa eitt gott og áhugavert
blað.
Í blaðstjórnini í Snirri og
Stroki sita Niels Jákup
Thomsen, Beinta Johanne-
sen og Páll Isholm.
Fyrilestur um slagtilburð
Í sambandi við at 1998 er lýst at vera Heilaár í Fóroyum, hevur Heilafelagið
fingið Tom Skyhøj Olsen, yvirlækna í neurologi á Bispebjerg sjúkrahúsi og
formaður i Hjernesagen i Danmark, til Føroya at halda almennan fyrilestur
um apopleksi (slagtilburð)
Tom Skyhøj Olsen hevur f
mong år arbeitt aktivt vid
at betra korini hjá teimum,
ið verða rakt av apopleksi,
bæði sum lækni og formað-
ur í Hjernesagen, hann ferð-
ast javnan runt í landinum
og heldur fyrilestrar um
apopleksi
Apopleksideildin á
Bispebjerg sjúkrahúsi, har
hann starvast, er tann mest
framkomna í Danmark í
viðgerðini av sjúklingum
við apopleksi
Blóðteppur í heilanum
og
Einir 12.500 danir fáa hvort
ár apopleksi (slag). Vit hava
eingi almenn hagtøl fyri
hvussu nógv verða rakt í
Føroyum. Mett verður at
týttleikin er nakað tann sami
í mun til fólkatalið. Hetta
rakar serliga fólk yvir 65 ár
Seinasta árið eru stór fram-
stig gjørd í hesi viðgerð, og
mong fólk er i dag á lívi,
sum hava havt apopleksi
heilabløding. Vit nevna
hetta ofta slagtilburð. Blóð-
tøppur í heilanum er vanlig-
asta atvoldin.
Hóast heilin bara vigar
umleið 1,3 kg, so nýtir hann
20% av súrevninum í
kroppinum. Men hóast stóra
sårevnis- og orkutørvin, so
hevur hann ongar goymslur
og má tí alla tíðina fáa nýtt
súrevni við blóðinum. Apo-
pleksi er vandamikið, tí
tøppurin ella blødingin,
forðar blóðinum at renna út
í heilakyknurnar. Varar súr-
evvnistrotið bara fáar
minuttir, so farast heilakyk-
nurnar skjótt. Tí er skjót
viðgerð alneyðug. Heila-
blóðtappur kemur serliga av
æðrakálking í heilalívæðr-
unum ella hálslívæðr.
Hverji eru sjúkueyð-
kennini við
apopleksi?
Apopleksi vísir seg oftast
við eitt ella fleiri sjúku-
eyðkenni, sum koma brád-
liga.
+ Lamni í aðrari síðu
* Muðurin blívur skeivur
* Talutrupulleikar
+ Svølgtrupulleikar
+ Sjónin åvirkast
+ Føliforstyrilsir
+ Tilvitskan åvirkast
+ Ringur høvudverkur
+ Onnur goymd eyðkenni
Tey einstøku eyðkennini
eru tengd at rakta økinum í
heilanum og eru ti ikki altíð
líka hjá teimum, ið verða
rakt av apopleksi.
Hvussu verður
apopleksi ið gart?
Tað er umráðandi, at tann,
ið raktur verður av apo-
pleksi, kemur undir lækna-
hond skjótast tilber, við-
gerðin teir fyrstu tímarnar
aftan á slagtilburðin er av
alstórum týdningi í roynd-
unum at bjarga heilakykn-
unum.
Somuleiðis hevur tað
stóran tydning fyri førleik-
an, at uppvenjingin byrjar
skjótast tilber. Uppvenjing-
in verður framd av rgktar-
starvsfólki, fysioterapeut-
um, ergoterapeutum og
talulærara.
Kann apopleksi
fyribyrgjast?
At liva sunt er umráðandi,
t.v.s. ikki roykja, eta sunn-
an mat (minni feitt og meiri
grønmeti, frukt og groft
breyð) og røra seg nóg
mikið. 1-2 gløs av víni ella
øli dagliga er í lagi, men
stórri nýtsla av alkoholi økir
vandan fyri apopleksi.
Umráðandi er at fáa blóð-
trýstið kanna regluliga hjá
lækna, tí ov høgt blóðtrýst
er týðandi vandaorsøk til
apopleksi.
Sunnari lívsháttur og
heilivágur kunnu lækka ov
høgt blóðtrýst. Vandin er
eisini stórri, hevur ein fyrr
havt apopleksi ella TCI,
hevur sukursjúku ella
óregluligan hjartaslátt.
I hesum førum er fyri-
byrging ógvuliga umråd-
andi.
Fyrilesturin hjå Tom
Skyhøj Olsen verdur hild-
in i veitsluhøllini å Lands-
sjúkrahúsinum 19. sept kl.
15 og varar tvær ferdir 45
min.
A UA
Triggjar
nå Snirr og Strok Nýggjar
barna-
Milo og ganda-
steinarnir
Milo og gandasteinarnir er
heiti á nýggjari bók, sum
Bókadeild Føroya Lærara-
felags gevur út. Hon er ætl-
að børnum í aldrinum 4-7
ár.
Á eini lítlari oyggj úti á
opnum havi finnur músin
Milo okkurt heilt sjáldsamt
í eini djúpari sprungu.
Hvussu fer hesin fongur at
ávirka lívið hjá Milo og hin-
um músunum? Verður hann
| teimum til gleði ella gråt?
Tað sleppur lesarin sjálvur
at gera av. Á miðjari leiðini
skilir søgan seg sundur í
tveir endar: tann góða endan
og tann syrgiliga. Hetta er
ein hugvekjandi søga, ið vil
vísa á, hvussu tær avgerðir
vit taka í umhvørvismålum,
kunnu ávirka framtíðina á
jørð.
Marcus Pfister hevur
skrivað og Ola Jákup Nicla-
sen hevur týtt til føroyskt.
Snildi Pætur
Snildi Pætur, sum er ætlað
børnum í aldrinum 8-12 år,
er skrivað av kenda svenska
høvundinum Sven Wern-
strøm. Hann hevur skrivað
Góða nátt, Gorillan
Djóravgrðurin í
djóragarðinum
sigur djórunum
góða nátt eftir
loknan
arbeiðsdag. Ikki
ansar hann eftir,
at lítla gorillan
tekur lyklarnar úr
belti hansara og
letur búrini upp.
Heima í songini
hjá djóravgrð-
inum og konu
bøkur
hópin av barnabókum síðstu
40 árini. Dånjal Jákup Jørg-
ensen hevur týtt bókina úr
donskum og Claus Deleur-
an hevur myndprýtt.
Visti tú, hví breyð og
mjólk altíð standa innast í
sjålvtøkuhandlum? Ella hví
vit hava fingið mammudag
og pápadag? Ella hví
klædnasniðið skiftir alla
tíðina og hví smá plastleiku
eru til dømis í maisflykru-
pakkum?
Les Snilda Pætur og finn
út av tí. Bókin er løtt og
skemtingarsom - og tú fært
nógv at hugsa um. Kanska
verður tú eisini eitt sindur
klókari. ..
Snildi Pætur er faðir- og
móðurloysingur, sum tíð-
liga ásannar, at tað loysir
seg ikki at gera kropsligt
arbeiði. Av tilvild gerst hann
ráðgevi hjá einari rgð av
stjórum, sum allir eita okk-
urt Múllar. Pætur verður
ovurríkur, men sum vera
man í hesari ævintýrkendu
søguni åsannar hann eisini,
at rikidømi ikki er tað sama
sum eydna.
hansara verður nútrongligt at liggja, men konan finnur
uppá ráð.
Peggy Rathmann hevur skrivað og Niels Jákup Thom-
- sen hevur týu-til fóroyskt-úr-enskum. Bókin er-ætlað
børnum 0-3 år.