Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 176 — 18: SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið Loyvisneyndin fund mánadagin: Nýggj skeinkiloyvi i næsta mánað Eini fimm-seks nýggj skeinkiloyvi eru tók í Havnar Kommunu at sókja. Umsókjarar kunnu vænta sær svar í næstum, men sokallað klubbaloyvi verða ikki latin longur, sígur Rúni Joensne, formaður í loyvisnevndini DAGNY JOENSEN Seinast í august gav lands- stýrismaðurin í vinnumál- um tilmæli til loyvisnevnd- ina at hækka talið av skeinkiloyvum í Havn. Loyvisnevndin hevur fund mánadagin, og skal taka stóðu til umsóknirnar. Formaðurin í loyvisnevn- dini veit ikki rættiliga, hvussu nógvar umsóknir eru komnar, av tí at nakrar umsóknir verða sendar í Tinganes, meðan aðrar verða sendar beinleiðis til løgregluna. Tað er løgreglan sum fyrireikar málið til loyvisnevndina at taka stóðu til. Drúgv kanning áðrenn ly verda latin — Vit fara at taka stødu til umsóknirnar mánadagin, men væntandi verður ikki, nakað loyvi latið fyrr enn um mánað. Tað kemst av, at nógvar kanningar skulu gerast, áðrenn loyvi verða latin, sigur Rúni Joensen, deildarstjóri á lógadeildini í Tinganesi. Hóast broytingar ikki eru gjørdar í lógini, fáa bert matstovur skeinkiloyvi. Tað merkir, at sokallað klubba- loyvini fella burtur, um loyvi er tók at søkja í Havn, og loyvisnevndin fer månadagin at taka stødu til umsóknirnar. Væntáridi tekir tað ein ” mánað at fåa løyvini £ avegreidd klubbar gevast at virka. Ongir nýggir klubbar Tá nýggja rúsdrekkalógin varð sett í gildi, fingu klubbarnir, sum áður vóru ólógligir, loyvi at skeinkja brennivín, øl og vin, og vórðu hervid gjørdir lóg- ligir. Fleiri klubbar eru seinastu årini givnir vid hesum virk- semi, og tey loyvini sum vóru, eru strikad. Klubbarnir, sum ikki longur eru til eru: Fugla- fjardar klubbi, Vågs klubbi og Kvøldlot. — Lógin sigur, at klubba- loyvini detta burtur, um teir gevast at virka, og at loyvi at hesum slag ikki verða lat- in aftur. Bert matstovuloyvi verða hereftir latin, sigur Rúni Joensen Finnbogi Arge, landsstýrismaður: Danir sinnaðir fyri at fáa heildarloysn — Tað, at flogvallarmálið varð tikið upp í samróðunum millum forsætisráðharran og løgmann, er tekin um at báðir partar vilja hava loysn í málinum, sigur landsstýr- ismadurin DAGNY JOENSEN Eitt ítgkiligt úrslit kemur kanska burturúr samrødu- num millum Nyrup Ras- mussen, forsætisrådkarra og Anfinn Kallsverg, løgmann, f flogvallarmålinum. Málið um at leingja flog- vøllin hevur verid frammi av og å seinastu årini, men einki er spurt burturúr. Støda er kortini ikki tikin til, hvat skal gerast, men løgmadur fekk kortini sagt forsætisrådharranum, hvørji ynskini hjå føroyingum eru Tryggja flogferdsluna Eitt nú at neyðugt er at leingja flogvgllin og gera glíðibreyt, fyri at tryggja flogferðsluna. Danir umsita flogvøllin, men teir eru sinnaðir at fáa føroyingar at yvirtaka. Trupulleikin er, at flog- vøllurin árliga hevur 8 - 9 mió. krónur hall, og at Landsstýrið ikki eru hugað at yvirtaka mál, sum geva undirskot. Í summar var Finnbogi Arge í Danmark og tosaði við Sonju Mikkelsen, ferð- slumálaráðharra um flog- vøllin, har hann greiddi frå sínum sjónarmiðunum við- víkjandi flogvallarmálinum. Umsitingin í Danmark og Føroyum kanna Á vitjanini hjá forsætisráð- harranum í Tinganesi, varð avgjørt, at embætisfólk í donsku og føroysku um- sitingini skulu kanna málið. Ein fundur verður seinni í ár, har fólk frá Ferðasl- umálaráðnum og Vinnu- málastýrinum skulu tosa saman. Landsstýrið hevur fingið tilfar til vega um flogvøllin frå Ferðslumálaráðnum. Tað verður nú sundurgrein- að og síðani verður tosað við Ferðalumálaráðið. — Danir vilja sleppa av við flogvøllin, og vit mugu royna at fáa semju um, hvussu tað skal gerast, sigur Finnbogi Arge. Spurningur um hall - Hava tit tosað um, møgu- liga at fáa undirskotið burt- ur? — Málið skal kannast áðr- enn vit koma so langt. Um vit skulu yvirtaka undir- skotið, er tað ein fíggjarlig byrða, sum vit ikki hava i dag, og sum mugu vit taka hædd fyri. — Tað, at danir vilja hava eina heildarloysn, merkir, at teir vilja sleppa av við flog- vøllin. — Tad er f lagi, um vit fåa røttu avtaluna og endurgjald fyri = undirskotið, sigur landsstýrismaðurin. Hann heldur, at tá málið er tikið upp millum løg- mann og forsætisráðharran, so er tað tekin um, at áhugi er fyri at fáa einaloysn í málinum NOA NOA "HINUMEGIN VEGIN" REST-SØLA Alt skal UT! i Tréndargøtu tlf. 318200