fríggjadagur 18. september 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
K
SOSU)
SAF UCSIUKU UU i
Nr. 176 — 18. SEPTEMBER 1998
VEST NORDEN
TRAVEL MART
sett i Reykjavik
Årliga sølustevnan hjå ferdavinnuni i utnorduri, VEST NORDEN TRAVEL MART,
var sett í Reykjavik mikukvøldid
Teri NIELSEN
ÚR REYKJAVÍK
Nýggja og glæsiliga býráðs-
høllin í Reykjavik var karm-
urin um setanina av Vest
Norden Travel Mart 1998.
Byrådshøllin liggur i sjálv-
um hjartanum av islendska
hevuðsstaðnum, og er hon
bygd, so at hon liggur ut i
vælkendu Tjørnina. Uttan
fyri inngongdina til sjålva
byrådshøllina er eisini ein
líti! hylur, og í hylinum liva
bædi laksur og nakrar dunn-
ur
Annika setti stevnuna
Stevnan var sett av stjóra-
num í Ferðaráði Føroya,
Anniku Wardum Joensen,
sum eisini er formaður í
Vest Norden Tourist Board,
ið er samstarvsfelagsskap-
urin hjá ferdavinnuni í Is-
landi, Grønlandi og Føroy-
um. I nevndini i Vest Nord-
en Tourist Board eru niggju
år hvørjum
føroysku
limalandi. Teir
Joensen,
ri í Atlantic
Hammer,
segði í stuttu setanarrødu
síni, at hon vónaði, at ferð-
avinnan í teimum trimum
londunum í åtnorduri fór at
fáa nógv burturúr stevnuni
Føroyingar eru væl umboðaðir í Íslandi
Hon vildi eisini fegin takka
teimum, sum høvdu skipað
fyri stevnuni, og her nevndi
hon serliga íslendska ferð-
aráðið og SAMVINN-
TRAVEL.
Nógvir
skir luttakarar
Annika Wardum Joensen
sigur, at tað eru heilt nógvir
føroyskir luttakarar. Hetta
eru bæði flutningsfeløg, so
sum Atlantic Airways,
Maersk Air, sum hoyrir til
føroyska básin, P/F Buss-
ferdir og Smyril Line, men
eisini aðrar ferdaskrivstovur
og líknandi, so sum Tora
Tourist, Flogfelag Føroya
og Hotel Føroyar, umframt
kunningarstovur og onnur
år føroysku ferdavinnuni.
Tilsamans eru einir 40 før-
oyingar vid å stevnuni i
Reykjavik.
I fjør vóru fleiri føroyskir
luttakarar, men stjórin á
ferðaráðnum heldur, at tað
í ár eru tey mest >etabler-
aðu< innan føroysku ferða-
vinnuna, sum eru við á
stevnuni. Hetta vil siga, at
Annika Wardum Joensen se
MART
tað eru tey, sum hava staðið
sína roynd í vinnuni, og sum
útlendsku keypararnir
kenna.
Keypararnir, sum eru
komnir at vitja stevnuna,
koma úr nógvum londum,
heilt frá Andorra til USA.
Eini 150 útlendskar ferða-
skrivstovur eru og vitja
stevnuna við einum ella
fleiri umboðum.
Avgerandi týdning fyri
føroysku ferðavinnuna
Vest Norden Travel Mart er
týdningarmiklasta hending
á árinum fyri føroysku ferð-
avinnuna, sigur stjórin í
Ferðaráði Føroya. »Tå ið vit
fara á ferdavinnusølustevn-
ur í eitt nú London og Týsk-
landi, so finnast tað bæði
keyparar og seljarar úr øll-
um heimspartum á hesum
stevnum, og tískil kunnu vit
detta burturímillium allar
teir stóru."
>A Vest Norden Travel
Mart eru tað bert Føroyar,
Ísland og Grønland, sum
verða bjóðað fram sum
ferðavinnumál, og teir
mongu keypararnir, sum eru
her, koma úr øllum partum
av heiminum, og teir koma
bert fyri at vitja okkum, sum
vilja selja hesi try londini
sum ferdavinnulond.«
Okkurt nytt
er å skrånni
Um ein skal gera sær nakrar
vónir um at lokka ferðafólk
til at vitja Føroyar, so er
neyðugt, at man allatíðina
kemur við onkrum nýggj-
um, soleiðis at útboðið ár
um ár ikki altíð er tað sama.
Annika Wardum Joensen
sigur, at í ár er okkurt nýtt á
t
ti VEST NORDEN TRAVEL
skránni, og nevnir hon í hes-
um sambandi eitt nú túrar-
nar út í Stakkin í Tjørnuvik,
men eisini vitjanir í Kolturi
og so sight-seeing túrar við
Tyrluni hjá Atlantic Air-
Ways.
Incoming - ein
mennandi partur av
føroysku ferdavinnuni
Fyri nøkrum árum síðani
fóru tær fyrstu føroysku
ferðaskrivstovurnar undir at
fáa sær sína egnu incoming-
deild. Ein incoming-deild
hevur sum endamál, at hon
skal taka sær av tí, sum fyri-
gongur seg heima á klettu-
num. Arbeiðsgki hjá einari
incoming-deild umfevnir
millum annað útferðir, út-
leigan av summarhúsum,
fyriskipan av bólkaferðum í
Føroyum og annað líknandi.
Tað er greitt, at tá man fer
undir eina slíka deild, so
gongur tað ein tíð, har deild-
in skal menna seg, áðrenn
hon fer at geva nakað burt-
urav sær, men stjórin á Ferð-
aráð Føroya heldur, at
incoming í Føroyum nú er
komi til tað stødi, at pening-
ur spyrst burturúr.
Vest Norden Travel
Mart í Føroyum
komandi ár
Sølustevnan hjá ferðavinn-
uni í útnorðuri er á hvørjum
ári, og hon skiftir millum
Ísland, Grønland og Før-
oyar. Annadhvørt ár er hon
í Íslandi, meðan hon fjórð-
ahvørt ár er í ávíkavist Før-
oyum og Grønlandi. Kom-
andi ár verður stevnan so í
Føroyum, har hon ikki hev-
ur verid sidani 1995.