Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. september 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 176 — 18. SEPTEMBER 1998 Framtaksgrunnur Føroya varð kunnaður um, at dótturfelagið P/F Faroe Seafood Prime broytti ársroknskapin fyri 1997 soleiðis, at ársúrslitið visti eitt hall upp á 10.491 tkr., men at eginpeningurin var óbroyttur 43.340 tkr. aftan á uppskriving av skrivstovubygninginum. Broytingin hevði onga ávirkan á gjaldførid og fíggjarligu styrkina hjá felagnum. Tá ið ársroknskapur grunsins eisini byggir á rokn- skapirnar hjá détturfeløgum og leyst atknyttum felogum, verður ársroknskapur grunsins broyttur samsvarandi. Í eitt langt tíðarskeið arbeiddi Framtaksgrunnurin við at fáa eina konvertering av parti av láninum hjá grunninum til eginpening, soleiðis at grund- Hálvársúrslitið fyri 1998 tíðindablaðið S082/un Hálvársúrslit 1998 Broytingar frá roknskapinum 1997 kapitalurin aftur varð reetableraður, eftir at Framtaksgrunnurin hevði havt kapitaltap, ið stav- aði frá halli í dótturfelegunum. Sum greitt frá í ársroknskapinum metti nevndin, at kapitalvidurskifti grunsins vóru komin upp á pláss tann 21. november 1997, aftan á at legtingið hevði lóggivið um, og staturin hevði játtað konvertering av skuld til eginpening upp til í alt 25 mio. kr. Danska Fíggjareftirlitið hevur tó boðað frá, at tað metir, at kapitaividurskiftini ikki komu endaliga upp á pláss fyrr enn ES-kommisiónin í mai 1998 yvir fyri danska búskaparmálaráðnum boðaði frá, at konvertering ikki stríðir ímóti handilsavtaluni millum ES og Føroyar, og at tað ti er rættari at bóka konverteringina í 1998 enn í 1997. Ut frá hesi tulking er grunnurin ikki vorðin solventur aftur í november 1997, sum mett av nevndini, men í apríl 1998, tá ið grunnurin gjørdist solventur av egnum úrslitum. Nevndin hevur avgjørt at broyta årsroknskapin í tráð við hesa fráboðan. Hettar merkir, at ársúrslitið fyri 1997 nú vísir eitt hall upp á 15.054 tkr., og at eginognin er negativ við 2.208 tkr. eftir uppskriving av skrivstovu- bygninginum hjá dótturfelagnum. Tann broytti roknskapurin verður almennur tann 29. september 1998. Hetta merkir eisini, at hálvársúrslit grunins fyri 1998 vísir eitt avlop upp á 14.286 tkr. uttan vinning frá selu av bygningi og 25.224 tkr. íroknað vinning frá selu av bygningi. Hálvársúrslitið kann sundurgreinast soleiðis: Hálvársúrslit frá vanligum rakstri VE768 (alt í tkr.) Hålvårsurslit frá P/F Faroe Seafood Prime............................................... 3.778 Sela av skrivstovubygninginum hjá P/F Faroe Seafood Prime................10.938 Hålvårsurslit frå P/F Føroya Fiskavirking............................-e.....-............. 8.743 23.459 Vinningur frá solu av kapitalpørtum..…................-..2 1.650 Hålvårstrsit áðrenn Skatte rns er 25.877 Roknaður skattur… ÉT. -653 Hålvårsurslit fyri 1998...» eee ere 25.224 Herumframt eru tær 6 mio. kr., nú roknaðar sum eftirgivnar fyrra hálvár 1998. Hálvársúrslitið frá P/F Faroe Seafood Prime áðrenn skatt er upp á 4.737 tkr. og roknaður skattur er 959 tkr. Hálvársúrslitið frå P/F Foroya Fiskavirking fevnir um úrslitið frå vanliga rakstrinum upp á 7.093 tkr. og serligar inntokur upp å 1.650 tkr. Kapitalvidurskifti Eginognin hjå grunninum 30. juni 1998 er upp å 16.458 tkr. Økingin frå stovnsfænum upp å 2.000 tkr. til tær 16.458 tkr. kann sundurgreinast soleiðis: Stovnsfæ 28.desember 1994.................. 2.000 Eftirgeving av skuld áðrenn skatt........................ 6.000 SKAU... 1.620 4.380 Úrslit frå rakstri og ílegum v.m. áðrenn skatt.......... ..... 13.734 SKaRUr... iii 3.656 10.078 Eginpeningur 30. juni 1998.................... 16.458 Broytingar í ársroknskapunum hjá dóttur- felagnum og hjá grunninum hava sostatt onga ávirkan á gjaldføri og fíggjarligu styrki grunsins við hálvárslok 1998. Ílegur í 1998 Grunnurin hevur fleiri umsóknir til viðgerðar. Sum kunnugt hevur grunnurin játtað pening til at endurfíggja P/F Kósina undir ávísum treytum. Grunnurin væntar, at henda endurfigging kemur upp á pláss nú í heyst. Grunnurin arbeiðir við oðrum verkætlanum, sum væntandi verða avgreiddar í 1998. Væntað úrslit fyri 1998 Grunnurin væntar ikki eitt eins gott úrslit fyri seinna hálvár 1998 sum fyri fyrra hálvár. Tó verður roknað við positivum úrsliti fyri seinna hálvár. At enda Fort hevur verið fram, at ætlanin hevur verið at fjalt nakað í roknskapinum hjá dótturfelagnum, P/F Faroe Seafood Prime. Her kunnu vit viðmerkja, at so er ikki, og at einki er komið íram, sum ikki frammanundan stóð at lesa í ársfrágreiðingunum. Tórshavn tann 17. september 1998 Framtaksgrunnur Feroya in fl Sverri Hansen nevndarformadur FRAMTAKSGRUNNUR FØROYA Bøkjarabrekka 9 - Postboks 3157 - 110 Tórshavn - Tel 31 59 66 - Fax 31 91 39