hósdagur 18. desember 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 • hósdagur • 18. desmber 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Andrew fer av landinum
Sáttmálin við Fremad
Amager er upp á
pláss, og í januar
mánaði fer vanda-
mikli framherjin til
Danmark
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Síðani Andrew av Fløtum í
heyst var nakrar vikur og
vandi við Fremad Amager,
hevur toppskjúttin hjá HB
seinnu árini verið í bíði-
støðu. Danska felagið segði
rættiliga skjótt, at teir av-
gjørt vóru áhugaðir í før-
oyska álopsmanninum, og
sjálvur segði Andrew rætti-
liga skjótt, at var tilboðið á
eini leið, so fór hann av-
stað.
Møguleiki at koma
víðari
Nú er bíðitíðin tó av, og
mikudagin kundi leikarin
so sjálvur vátta, at avgerðin
er tikin.
– Eg havi tikið avgerð um
at royna meg í donskum
fótbólti, og sum so var til-
boðið frá Fremad Amager
nøktandi, so jú. Eg ætli
mær at royna.
Spurdur, um ein slíkur
sáttmáli er nakað, sum
hann verður ríkur av, sigur
Andrew, at tað er tað
avgjørt ikki.
– Tað er so einki, sum eg
verið millióningur av. Men
eg fái eina løn, sum eg kann
liva av, so mær nýtist ikki at
arbeiða við síðuna av.
Tað eru tað annars fleiri í
Fremad Amager, sum gera.
Bert heilt fáir leikarar í
felagnum hava fulltíðarsátt-
málar, og hetta kundi bent
á, at venjarin í felagnum,
Michele Guarini, hevur í
kvittanunum at geva Andr-
ew fastan sess í álopinum,
men hesum vísur Andrew
tó aftur.
– Eg havi so ikki fingið
lovað nakað sum helst í so
máta, men eg fari so sjálv-
andi at gera mítt besta.
Sjálvur hevur Andrew
fyrr sagt, at talan ikki var
um nakað ræðandi høgt
støði í næstbestu donsku
deildini. Nakað á leið sum
toppurin av bestu føroysku
deildini, og her heur Andr-
ew í øllum førum staðið seg
væl við hópum av málum á
kontini. Spurdur, um ætl-
anin ikki eisini er, at málini
skulu vera eins nógv í tali í
Danmark, sigur hann, at tað
kann bara tíðin vísa.
– Hatta var í øllum førum
ein góður spurningur, men
eg fái so ikki svarað. Tað
vildi í øllum førum verið
stuttligt, um tað hevði
eydnast.
Tað er North Atlantic
Football Agency við Jákup
í Stórustovu, sum hevur
staðið fyri samskiftinum í
málinum, og Jákup ivast
ikki í, at tað fyri Andrew
kann vera gott at koma til
Fremad Amager. Eitt felag,
sum Jákup nú er um at
kenna heilt væl, eftir at
hann eisini var tann, sum
stóð fyri skiftinum hjá Jann
Inga Petersen til felagið
fyrr í ár.
– Sjálvur haldi eg, at
Fremad Amager er eitt
felag, sum hóskar seg væl
hjá føroyskum leikarum at
koma til. Teir gera nógv
fyri leikararnar, og støðið
haldi eg eisini vera hósk-
andi hjá føroyskum leikar-
um, sum hava ambitiónir
um at koma uttanlands.
Standa teir seg væl har, so
er eisini munandi lættari
hjá teimum at koma víðari.
Tú ert at kalla til próvtøku
hvørja viku, og tað verður
fylgt sera væl við, hvussu
einstøku leikararnir standa
seg.
Eingin 100 ára dagur
Sostatt er nú greitt, at
Andrew av Fløtum ikki
verður partur av HB-liðn-
um, sum komandi árið skal
halda 100 ára dagin. Júst
hetta inniber kanska eisini,
at talan verður um eitt av
teimum heilt spennandi
kappingarárunum hjá fel-
agnum, og Andrew dylir
ikki fyri, at hetta eisini var
nakað, sum hann hugsaði
nógv um.
– Tað var heilt avgjørt ein
tung avgerð at taka, og
einki er at ivast í, at eg fari
at sakna bæði HB og Før-
oyar fyrstu longu løtuna.
Men hinvegin, so ert tú
noyddur at taka lopið
onkratíð, um tú vilt sleppa
víðari. Eg eri 24 ára gamal,
og um eg skal hava møgu-
leikan at royna meg sum
yrkisleikari, so er als ikki
víst, at eg fái nakran annan
møguleika, so tað rádd um
at taka av, sigur hann at
enda.
Og líkt er so eisini til, at
hetta sorgblídni er galdandi
í HB, sum nú missir ein av
grundstuðlunum á liðnum.
– Vit hava jú vita av hes-
um møguleikanum í eina
tíð, so vit hava havt tað í
tonkunum, sigur formað-
urin í HB, Birgir Eng-
hamar.
– Og tað er einki at ivast
í, at Andrew er ein leikari,
sum vit nú koma at mangla.
Vit hava tó fleiri ungar og
evnaríkar leikarar, sum
stríðast fyri at sleppa fram-
at, men fótbólturin er jú
broyttur nógv seinnu árini,
so vit mugu eisini hyggja
at, hvørjar aðrar møgu-
leikar vit hava. Nevndin er
eisini longu farin ígongd
við at leita eftir einum leik-
ara, sum kann koma í
hansara stað, men enn er
fáa vit so ikki sagt nakað
um, hvat spyrst burtur úr
hesum. Tað er jú so stutt
síðani, at avgerðin varð
tikin, men vit ætla okkum í
øllum førum framvegis at
vera við í toppinum. Siga
vit ikki tað, so lúgva vit,
sigur Birgir Enghamar at
enda.
Ein nýggj fótbólts-
samgonga hevur sæð
dagsins ljós
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Smáar fótbóltstjóðir kring
heimin, sum ikki eru limir
í FIFA, og tær, sum ikki
hava møguleika til tess,
eru nú av álvara farnar at
virka fyri sínamillum
kappingum.
Nýggja
fótbóltssam-
gongan
hevur
fingið
navnið, NF-Board, og
millum limalondini teljast
eitt
nú
Vestursahara,
Monaco, Chagosoyggjar-
nar og Sámaland. Sámar-
nir fara annars í næstum
undir sína fyrstu lands-
liðsuppgávu, og verður
tað tá Norðurcypern, sum
verður mótstøðuliðið.
Í alt er talan um 73
limalond, sum ætla sær
saman í NF-Board, og tó
at vónin er, at onkur av
hesum við tíðini kunnu
fáa FIFA-limaskap, so eru
ætlanir longu frammi um
eina HM-kapping fyri
smátjóðirnar. Hvar og nær
hendan verður, er tó enn
ikki avgjørt.
HM fyri
smátjóðir
Tvey ár á rað hevur Andrew
av Fløtum verið toppskjútti
hjá meistaraliðnum.
Komandi ár verður tað tó
danska Fremad Amager, sum
fær gagn av máltevinum
23
22
Nr. 241 - 18. desember 2003
UTTAN ÚR HEIMI
SARS á Taiwan
Ein 44 ára gamal granskari, sum arbeiðir á einari rann-
sóknarstovu á Taiwan, hevur fingið ta herviligu lungja-
sjúkuna SARS.
Hetta er tann fyrsti tilburðurin av sjúkuni í fleiri
mánaðir, og heilsumyndugleikarnir eru serliga ansnir,
tí tann sjúki granskarin var á einari ráðstevnu í Singa-
pore fyrr í hesum mánaðinum. Spurningurin er so, um
hann hevur fingið smittuna har ella undir arbeiðinum á
rannsóknarstovuni. Fyribils verður hann hildin í ein-
rúmi í tríggjar vikur, meðan sjúkueyðkennini verða
kannað.
SARS tók seg upp í Kina fyri júst einum ári síðani,
og teir næstu mánaðarnar kravdi sjúkan meiri enn 800
mannalív. Umleið 8.500 fólk í meiri enn 30 londum
vórðu smittað, og sjúkan gjørdi mest um seg í Kina,
Hongkong, Taiwan, Singapore og Kanada. Tann 5. juli
kunngjørdi heimsheilsustovnurin WHO, at tann sein-
asti sjúklingurin var vorðin frískur. Men nú er sjúkan
so staðfest aftur.
Útróðrarmenn gevast
Støðan hjá norskum útróðrarmonnum er so trupul, at
nógvir velja at selja sínar bátar ella at lata teir høggja
upp.
Tað vísir seg, at meiri en helmingurin av útróðrar-
monnunum, sum hava egnan bát, klára ikki at rinda
rentur og avdráttir. Serliga har norðuri í landinum eru
menn illa fyri, eftir at inntøkan fer minkað eina helvt.
Høvuðsorsøkin er, at bátarnir sleppa bara at fiska ein
tíggjundapart av tí toski, sum teir sluppu at fiska fyri
fimtan árum síðani, sigur norska útvarpið. At prísurin
so eisini hevur verið fallandi ger ikki støðuna betur, og
tí eru nógvir útróðrarmenn komnir í fíggjarliga
trongstøðu.
Ein fyribilskanning vísir, at fleiri hundrað útróðrar-
menn, sum hava egnan bát, megna ikki at rinda bátin,
men hildið verður, at talið í veruleikanum er nógv
størri. Stjórnin í Oslo hevur samtykt at játta útróðrar-
monnum 80 milliónir krónur í upphøggingarstuðuli.
Skuldu myrða Saddam
Ísraelsk bløð vilja vera við, at ísraelsku myndugleikarnir
høvdu lagt eina ætlan um at beina fyri Saddam Hussein,
tá hann var og fylgdi verfaðirinum til gravar í 1992.
Morðið varð lagt til rættis, eftir at Irak sendi fleiri
rakettir eftir ísraelskum málum undir Flógvakrígnum í
1991. Ætlanin var at beina fyri irakska forsetanum við
einari serbygdari rakett, men tá fimm hermenn, sum
skuldu fremja morðið, doyðu undir einari venjing,
bleiv ætlanin slept. Táverandi forsætisráðharrin, Yitzak
Rabin, gav heldur ongantíð loyvi til at fremja morðið,
skrivar blaðið Maariv.
Sambært blaðnum doyðu teir fimm hermenninir í
einari venjing í Negev-oyðimørkini í oktober í 1992.
Hermenninir, sum spældu lívverjar hjá Saddam Hus-
sein, doyðu, meðan lagnunnar speisemi vildi tað so, at
maðurin, sum spældi Saddam Hussein, slapp livandi
frá tilburðinum. Heryvirmaðurin, sum sendi rakettina
avstað, fekk tríggjar mánaðar treytaða fongsulsrevsing.
Hnn flutti seinni til USA, skrivar Maariv.
Professari snýtti
Ein dómstólur í Geneve í Sveits hevur dømt ein
svenskan professara fyri at hava sagt ósatt ella bert
hálvar sannleikar um vandan við passivari royking,
skrivar dagens Nyheter.
Professarin fekk stuðul frá amerikonsku tubbaks-
verksmiðjuni Philip Morris til sítt rannsóknararbeiði,
men tað kom ongantíð fram, tá professarin almanna-
kunngjørdi úrslitini av sínum kanningum. Men herfyri
avdúkaðu tveir av starvsfeløguum hansara á lærda há-
skúlanum í Geneve sambandið við amerikonsku fyri-
tøkuna. Nú er hann dømdur fyri at hava verið óreiði-
ligur í sínum arbeiði og fyri at hava komið umdømin-
um hjá lærda háskúlanum í vanda.
Sambært dagens Nyheter vildi professarin millaum
annan vera við, at passiv royking er als ikki so vanda-
mikil, sum vísindin sigur hana vera.
Amerikanararnir eru
í hølunum á Osama
bin laden, sigur
George W. Bush,
forseti.
LEITING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Síðani Saddam Hussein
varð tikin, hevur verið
spurt, nær amerikanararnir
fara at finna yviorgangs-
leiðaran Osama bin Laden.
Men tað verður ikki
leingi. Sambært George W.
Bush, forseta. Í samrøðu
við sjónvarpið ABC gjára-
náttina segði hann, at amer-
ikanararnir eru í hølunum á
bin Laden, og at hann verð-
ur funnin.
Amerikanska herleiðslan
heldur, at bin Laden slapp
til rýmingar undan ógvus-
liga bumbu- og rakettálop-
inum í Tora Bora har eyst-
uri í Afghanistan fyri
tveimum árum síðani. Hild-
ið verður, at hann fjalir seg
onkunstaðni við tað 2450
kilometrar langa markið
millum Afghanistan og
Pakistan, og hóast fleiri
hundrað amerikanskir her-
menn og fregnartænastu-
menn hava leitað har leingi,
hava teir ikki funnið hann
enn.
– Men vit eru í hølunum
á honum, og hann verður
funnin, sigur Bush.
Eru í hølunum á bin Laden
18 tons av próvtilfari
ímóti Saddam
Mannarættindafelags
skapurin Human
Rights Watch hevur
smuglað 18 tons av
stjórnarskjølum og
loyniligum skjølum
úr Irak. Tey kunnu nú
nýtast í einum rættar-
máli ímóti gamla
einaræðisharranum.
RÆTTARSÓKN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sjølini eru ikki nýggj, men
stava frá 1991. Í mars tað
árið gjørdu kurdarnir har
norðuri í Irak uppreistur.
Tað eydnaðist teimum at
hertaka nógvar almennar
skrivstovur,
og
áðrenn
irakski herurin rak teir aftur
haðani, tóku kurdarnir øll
almenn skjøl, sum teir
komu framá.
Nakað
seinni
sendi
Human Rights Watch tvey
umboð til Norðurirak at
leita eftir møguligum hóp-
gravum, og tá gjørdu kurd-
arnir av at lata teimum tey
nógvu skjølini, sum síðani
vórðu latin amerikonsku
herleiðsluni við Persaflógv-
an.
Í 1992 og 1993 vórðu tey
18 tonsini av skjølum flutt
við skipi til USA, og síðani
hava tey ligið á einari
goymslu hjá Human Rights
Watch í New York.
Kanningar seinni hava
víst, at har eru skjøl hjá ir-
aksku
trygdartænastuni,
fregnartænastuni og loyni-
ligu løgregluni. Eisini eru
nógv skjøl hjá norður-
iraksku deildini hjá Baath-
flokkinum.
Sambært Human Rights
Watch hevði hendan deild-
in ábyrgdina av álopinum á
kurdarnar í áttatiárunum, tá
stýrið hjá Saddam Hussein
beindi
fyri
meiri
enn
200.000
kurdum
við
eiturgassi.
Sambært mannarættinda-
felagsskapinum vóru teir
iraksku embætismenninir
sera nærlagdir, og næstan
hvør smálutur varð festur á
blað. Tað kann nú koma
Saddam Hussein aftur um
brekku, tá hann einaferð
kemur fyri rættin, skrivar
Reuters.
Tað eru ikki allir irakar, sum
eru líka fegnir um, at
Saddam Hussein er tikin.
Nógvir sunnimuslimar stuðla
hann framvegis og lova blóð-
uga hevnd. Vesturlendskir
eygleiðarar siga, at ansa
amerikanararnir ikki eftir,
kann tað enda við
borgarakríggi
C
M
Y
K
22