Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 241 - 18. desember 2003 Nr. 241 - 18. desember 2003 21 Tórshavnar komm- una hevur gjørt nýggjar reglar fyri starvsfólkini, so tey framyvir mugu taka frí frá arbeiðnum fyri at fara til jarðarferð, til lækna ella til tann- lækna. Formaðurin í Starvsmannafelagnu m helt talan vera um skemt, tá ið hann sá nýggju reglurnar, meðan borgarstjórin í Havn heldur, at tað er alneyðugt við greið- um reglum STARVSFÓLKA- POLITIKKUR Eyðun Klakstein Arbeiðir tú hjá Tórshavnar kommunu og skalt til jarð- arferð, so kanst tú ikki longur gera tað í arbeiðs- tíðini. Tú skal stempla út og fara at fylgja uttan løn. Tað sama er galdandi, um tú skalt gera onnur privat ørindi, sum at fara til lækna ella tannlækna. Tað er staðfest í nýggjari samtykt, sum ein samd fíggjarnevnd hjá Tórs- havnar býráð gjørdi í farnu viku. – Á einum so stórum ar- beiðsplássi sum okkara, sum hevur eini 1000 fólk á lønarlistanum, mugu vit hava greiðar reglar fyri, nær fólk skulu stempla út og ikki. Tað er betur fyri øll, at slíkar reglar eru, sig- ur Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum, sum hev- ur nógvar limir til arbeiðis hjá Tórshavnar kommunu, heldur lítið um nýggju reglurnar. – Eg helt, at talan var um skemt, tá ið eg sá hasar reglurnar. Ja, eg helt fakt- iskt, at hatta var partur av stevnuskránni hjá Johan í Kollafirði, sigur Gunn- leivur Dalsgarð. Skulu fara væl um almennar pengar Tað er fíggjarnevndin hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur samtykt nýggju regl- arnar, men ein serligur arbeiðsbólkur hevur arbeitt við at finna fram til orðing- arnar. Í hesum arbeiðsbólki vóru tríggir politikarar um- boðandi hvør sín flokk – Sjúrður Olsen, Schumann Hjaltalin og Elin Linden- skov – og kommunustjórin Jens Marius Poulsen. Tey eru komin við uppskotinum um mannagongdir, tá ið fólk skulu frá arbeiðnum í privatum ørindum. – Tá ið eg kom til sum borgarstjóri, kundi eg stað- festa, at tað manglaðu orð- aðar mannagongdir fyri nógv øki. Tað ber ikki til. Vit umsita pengar hjá borg- arunum, og vit hava skyldu til at fara væl um hesar pengar og hava greiðar reglar fyri, nær fólk eitt nú skulu taka frí uttan løn fyri at gera privat ørindi, sigur Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn. Jarðarferð og heilsuørindi Í nýggju reglunum, sum fíggjarnevndin samtykti 11. desember, verður staðfest, at tá ið fólk gera privat ørindi í arbeiðstíðini, skulu tey biða frí og gera ørindi uttan løn. Tað er galdandi, tá ið fólk skulu til lækna, tannlækna ella gera onnur privatørindi. Tá ið fólk skulu til jarðar- ferð, skulu tey eisini biðja frí og fara at fylgja uttan løn. Tó verður undantak gjørt, tá ið talan er um tey allarnærmastu. Tá kunnu fólk fáa frí í mesta lagi eina dag við løn. Fólk verða eisini mint á, at tey skulu halda í minsta lagi hálvan tíma døgurða- steðg. Tað verður kravt, tí fólk, sum ikki halda steðg ella eta okkurt mitt á degnum, eru ikki væl fyri at gera sítt arbeiðið. Og so staðfesta nýggjur reglurnar eisini, hvussu arbeiðsfólk hjá Tórshavnar kommunu skulu fyrihalda seg til framíhjáarbeiði. Einki problem Borgarstjórin í Havn leggur dent á, at endamálið við nýggju reglunum er, at øll skulu vita, hvussu manna- gongdin er, tá ið tey skulu gera privat ørindi. – Hetta verður ikki gjørt, tí tað hevur verið nakað problem hjá okkum – als ikki. Tað verður hinvegin gjørt, tí tað er neyðugt við føstum mannagongdum, tá ið tú hevur so nógv fólk í arbeiði, sigur Jan Christian- sen. Kommunustjórin, sum er ovasti leiðari fyri starvs- fólkið hjá kommununi, hevur verið við í arbeiðs- bólkinum, men einki álitis- fólk ella umboð fyri van- liga arbeiðsfólkið hevur verið við. Tað heldur Jan Christiansen ikki er nakar trupulleiki. – Vit hava gjørt hetta í tráð við allar sáttmálar, og tað var ein politisk avgerð, at vit vildu gera reglurnar á hendan hátt, sigur hann. Fara at taka málið upp Eitt av fakfeløgunum, sum hevur nógvar limir í starvi hjá Tórshavnar kommunu, er Starvsmannafelagið, og har er formaðurin ikki bergtikin av nýggjum regl- unum. – Eg havi júst sæð, hvat hetta snýr seg um, og eg má siga, at eg helt hetta var skemt. Eg haldi, at býráðs- politikarar í Havn máttu havt okkurt annað at tikist við enn at fari í hernað í móti starvsfólkinum hjá sær nú beint upp undir jól, sigur Gunnleivur Dalsgarð. – Eg ælti mær at tosa við álitisfólkini í Tórshavnar kommunu fyri at vita, um hetta veruliga er gjørt í álvara, og so fáa vit at síggja, hvat hendir. Eg kann ikki siga nógv meira beint nú, tí eg havi júst fingið at vita um hetta, sigur for- maðurin í Starvsmannafe- lagnum. Ætlanin er, at nýggju reglurnar skulu fara at virka á nýggjárinum. Ókeypis privatørindi verða steðgað Eini 1000 fólk eru á lønarlistanum hjá Tórshavnar kommunu, og tey fáa nú nýggjar reglar at ganga eftir, tá ið tey skulu gera privat ørindi í arbeiðstíðini – Tá ið eg kom til sum borgarstjóri, kundi eg stað- festa, at tað manglaði orðaðar mannagongdir fyri nógv øki. Tað ber ikki til. Vit umsita pengar hjá borgarun- um, og vit hava skyldu til at fara væl um hesar pengar og hava greiðar reglar fyri, nær fólk eitt nú skulu taka frí uttan løn fyri at gera privat ørindi, sigur Jan Christian- sen, borgarstjóri í Havn C M Y K 21 20