hósdagur 18. desember 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 241 - 18. desember 2003
Nr. 241 - 18. desember 2003
19
Hetta var fantastiskt.
Púra avgjørt. Eitt tað
størsta upplivilsi eg havi
havt innan sang og
tónleik.
Tey bæði eru ein ótrú-
liga vælsaman smeltað
duett. Tey kundu tað
sama havt sungið saman
í mong ár. Eg haldi, at
tey eru sum gjørd til
hvønnannan.
Tá tað er sagt, so skal
eisini sigast, at tað var
sera gott fyri jólakon-
sertina, at Klaksvíkar
Hornorkestur hevði bið-
ið tey koma. Tað ger
hana meira fjølbroytta,
og øll óansæð aldur og
kyn fingu sítt í kvøld.
Hornorkestrið
var
gott, sum altíð. Eg havi
altíð hildið, at horn-
orkestrið ljóðar serliga
væl í Christianskirkjuni.
Og rómklangurin er jú
tann besti her, so hann
ger eisini sítt.
Ongantíð áður hava
tað verið so mong
fólk til jólakonsert í
Christianskirkjuni
JÓLAKONSERT
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Hetta er met fyri eina
jólakonsert, segði ein av
limunum í Klaksvíkar
Hornorkestri beint eftir
konsertina.
Onkur hevði hug at
spyrja, um tað yvirhøvur
nakrantíð hava verið so
mong fólk inni í kirkjuni
fyrr, men tað hava tað
kortini. Men ongantíð til
eina jólakonsert.
Tað bar illa til at telja
fólkini í kirkjuni týs-
kvøldið, men tey bæði
sótu og stóðu allastaðni.
Aftaná frættist eisini um
fleiri, sum vóru farin
heimaftur, tí har var onki
pláss eftir inni í kirkjuni.
Børn stóðu uttanfyri og
hugdu inn, meðan Eivør
sang.
Virkandi formaðurin í
Klaksvíkar Hornorkestri,
Heri Ellingsgaard sigur, at
konsertin bleiv, sum hann
hevði væntað.
Fólk høvdu hug áðrenn
konsertina at seta spurn-
artekin
við,
um
tað
mundu fara at koma líka
mong, sum tað plaga, nú
konsertin varð løgd eitt
týskvøld í staðin fyri
sunnukvøld, sum vanligt
er. Men tað gjørdi ikki
mun. Tí sum sagt so hava
tað ongantíð verið so
mong til jólakonsert fyrr.
Spurningurin er so, um
øll, sum komu høvdu
passað inn, hvussu mong
tey so høvdu verðið.
Eivør Pálsdóttir og
Pætur við Keldu
saman við Klaksvíkar
Hornorkestri og
gospelkórinum Gleði
gjørdu jólakonsertina
í Christianskirkjuni
týskvøldið til ta bestu
og mest hugtakandi
nakrantíð
JÓLAKONSERT
Myndir: Jens K. Vang
Orð: Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Tað er avbera torført at lýsa
konsertina
við
orðum.
Kenslurnar, sum ein situr
eftir við, tá ein hevur hoyrt
Eivør Pálsdóttir syngja, ber
illa til at seta orð á. Henn-
ara sangur er so inniligur
og so reinur, at ein gerst
tómur fyri orð. Orð tykjast
fátøk í mun til hennara
fantastisku rødd.
Fólk sótu lurtaðu við
andakt eftir henni. Onkur
hevði hug at verða nakað
rørdur, men tað er onki at
siga til. Hon sang seg inn í
hjørtuni og inn undir húð-
ina á fólki.
– Um nakar nemur við
meg nú, so brotni eg, segði
ein av áhoyrarunum beint
eftir Ave Maria.
Vanliga er jólakonsertin í
Christianskirkjuni nakað
heilt serligt, men í ár bar av.
Hetta er eisini fyrstu ferð,
at ein so stór stjørna sum
Eivør tekur lut á henni.
Eftir konsertina tók onk-
ur til, at tað verður sera tor-
ført at skipa fyri konsertini
komandi ár, tí hendan var
so fantastisk. Og tað verður
tað helst eisini, men so-
leiðis átti ein ikki at hugs-
að.
Heldur gleðast um, at
1.200 fólk gjørdust hesa
ótrúliga uppliving ríkari.
Tvær stjørnur
Pætur byrjaði framførsluna
hjá teimu báðum einsa-
mallur saman við síni guit-
ar. Hann sang vakra jóla-
sangin Í Bethlehem í Dá-
vids stað. Ein innilig fram-
førsla, og tað sást á Pæturi,
at tað hevði nógv at siga
fyri hann aftur at framføra í
sínum heimbýi.
Eivør kom so fram á
altarið. Í einum flottum
reyðum kjóla við gull-
mynstri á. Hárið var gjørt,
Í øllum meldrinum
eftir jólakonsertina
týskvøldið fekk
Sosialurin eitt lítið
prát við stjørnurnar
báðar á konsertini,
Eivør og Pætur
JÓLAKONSERT
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Tá konsertin var av, savn-
aðust nógv fólk í kirkju-
kjallaranum um stjørnu-
parið, Eivør og Pætur.
Men hóast tey ikki høvdu
góða tíð, so settu tey eina
lítla løtu av til eitt prát.
– Vit eru bæði vælnøgd
við konsertina, siga tey.
Eivør sigur, at tað var
eitt upplivilsi at syngja
fyri einari so góðari á-
hoyrarafjøld.
Eivør Pálsdóttir hevur
annars ikki verið nógv í
Klaksvík og sungið. Hon
sigur, at hon veit ikki, hví
tað er.
– Kanska tað er tí, at ein
noyðist í ein bát fyri at
koma her, sigur hon
skemtandi, men so leggur
hon afturat, at tað var
nakað serligt, eisini tí at
Pætur er úr Klaksvík.
Á skránni hjá teimum
stóðu bert trý løg. Men so
blivu tey spurd av fyri-
reikarunum, um tey ikki
kundu taka eitt lag afturat.
– Vit valdu heilaga nátt,
tí tað er ein tann mest
jólaligi sangurin, sum eg
kenni. So tað avgjørdu vit
bara fyrr í dag, sigur hon.
Nervar
Hann sigur, at hetta var
fyrstu ferð, at hann royndi
seg á konsert við guitar.
Og tað kom hann stak væl
frá.
Pætur greiðir frá, at
áðrenn konsertin byrjaði,
sótu tey bæði og prátaðu.
– Tá gingu fólk alla-
tíðina framvið okkum og
søgdu, at tað byrjaði at
fyllast av álvara. Og tað
var hálvan tíma, áðrenn
konsertin byrjaði. So eitt
sindur av trýsti var á okk-
um, men tað gekk bara
væl, sigur hann.
Spurdur, um hvussu tað
kendist at standa framman
fyri so mongum áhoyrar-
um í Christianskirkjuni og
syngja, sigur Pætur, at tað
var ikki frítt, at hann
hevði nervar. Tað sama
sigur Eivør.
– Eg havi altíð eitt sind-
ur av nervum, tað skal til.
Men tá Pætur byrjaði at
syngja, tá fekk eg rættu-
liga nervar, sigur hon.
– Men tað var eisini tí,
at eg fór fyrst. Líka sum
fyri at taka broddin av fyri
tær, sigur Pætur við ein-
um skeivum smíli.
Stundi eru ikki til meira
prát, tey bæði skulu vitja
fólk. Og steðgurin hjá
Eivør í Klaksvík er stutt-
ur. Fer avstað seinasta túr
við Dúgvuni, og dagin
eftir gongur leiðin til Ís-
lands, har konsertir eru á
skránni.
Fantastisk jólakonsert
og hon sá út sum ein
stjørna. Og beint eftir at
hon og Pætur vóru byrjað at
syngja Eitt fjós og ein
krubba, varð staðfest, at
Eivør er ein stjørna. Ein
stjørna av teimum øllum.
Hon hevur sanggávur sum
ongin annar. Røddin fylti
alla kirkjuna og fór heilt
upp á tindar, sum ein einans
kundi ímynda sær vóru til.
Uttan nakað klaverfylgi-
spæl ella annað sang hon
henda jólasangin, sum øll
kenna so væl.
Ein góð byrjan og øll
vistu, at tað fór at koma
meira.
Næsta lagið hjá Eivør var
Ave Maria. Pætur setti seg
við klaverið, og saman-
spælið millum tey bæði var
framúr. Og tá hon var liðug
at syngja vóru lógvabrest-
irnir ikki til at taka feil av.
Síðani sungu tey bæði Eg
rósu upp sá næla saman við
nøkrum
hornblásarum.
Pætur fyrra ørindið og
Eivør seinna. Og so bæði
tað seinna ørindi saman
umaftur. Tey bæði klinga
væl saman og stuðla væl
hvønn annan í teirra fe-
lagsframførslum.
Eivør og Pætur endaðu
teirra
framførslu
við
Heilaga nátt, har Eivør enn
einaferð prógvaði, at hon
hevur eina fantastiska rødd,
sum hon kann gera alt við.
Jólaligir horntónar
Luturin hjá Klaksvíkar
hornorkestri lá so sanniliga
ikki eftir á hesi konsertini.
Hóast byrjanin var heldur
trilvandi, so kom teirra
eyðkenda og vakra ljóð
fram. Allarhelst hava nerv-
ar verið upp á spæl.
Serliga The Holy City
situr eftir sum eitt flott og
vælframført lag. Og An-
them
úr
sangleikinum
Chess.
Hornorkestrið framførir
vanliga eini tvey ella trý
ikki so vanlig løg, um ein
kann siga tað so, til jóla-
konsertina. Og so spæla tey
kend jólaløg fyri rest. Hetta
skapar ein jólahýr í kirkj-
uni, sum er heilt serstakur.
Nógv hava tað so, at jólini
eru ikki byrjað av álvara,
fyrr enn tey hava verið í
jólakonsert.
Klaksvíkar Hornorkestur
er eyðkent fyri sítt ljóð, og
tað kemur altíð til sín rætt í
Christianskirkjuni,
sum
man vera tað høli í Klaks-
vík, sum hevur bestu ljóð-
viðurskiftini.
Gleði
Spildurnýggja gospelkórið
í KFUM og K var síðani á
skránni. Tað einans eitt ára
gamla kórið sang tríggjar
vakrar jólasangir. Miðal-
aldurin í kórinum man vera
nakað lágur, tí meginpart-
urin av limunum eru fólk
millum 15 og 20 ár.
Kórið sang fyrst eitt lag
eftir Tore W. Aas, sum eitur
Jólanátt. Síðani komu Frið-
ur á jørð og Tí okkum barn
er føtt í dag. Øll trý sera
vøkur løg, og tær báðar
ungu solistarnir vaktu so
avgjørt kenslur í áhoyrar-
unum. Men tað var synd
fyri kórið, at keyboardið
hoyrdist ov væl. Kórsang-
urin druknaði í undirspæl-
inum, og hann hoyrdist ikki
nóg væl.
Eftir hetta sungu tey tvey
løg saman við Klaksvíkar
Hornorkestur, og tá kom
sangurin hjá teimum betur
til sín rætt. Hann hoyrdist
betur, og kór og orkestur
fylgdust væl.
Kórsangur og hornblást-
ur eru altíð gott at hoyra, og
jólahýrurin
vaknar
av
álvara.
Óektað krystall
Samanumtikið ein fantast-
iska góð, hugtakandi og
innilig konsert. Eivør sang
sum ein dreymur saman við
Pæturi, sum sjálvur eisini
átti stóran lut í tí væleydn-
aði framførsluni.
Tvær livandi stjørnur
sum bleiktraðu í advent og
eitt vakurt sangpar sum
nógv vilja hoyra og síggja í
framtíðini. Sannførandi og
professionell
fyltu
tey
kirkjuna og hjørtuni hjá øll-
um sum lýddu á.
Klaksvíkar Hornorkestur
eigur uppiborið rós fyri eitt
sera væleydnað tiltak og
gott spæl. Eisini gospel-
kórið Gleði setti góðan
dám á konsertina.
Men sjálvandi tað sum
stendur eftir er allarmest
røddin hjá Eivør, tá ið hon í
løgunum Ave Maria og
Heilaga Nátt prógvaði, at
ljósakrúnurnar í Christian-
kirkjuni ikki kunnu vera av
ektaðum krystalli.
Stjørnuparið vælnøgt
– Tað var eitt serstakt upplivilsi at syngja fyri so mongum
fólkum í kirkjuni í kvøld, siga Pætur og Eivør
Mynd: Jens Kr. Vang
Met fyri jólakonsert
Ongantíð hava so mong fólk verið til jólakonsert í Christianskirkjuni. 1.200 fólk inni í kirkjuni, og fleiri
fóru avstað aftur, tí onki pláss var
Mynd: Jens Kr. Vang
– Ein sera spennandi og
góð konsert. Stuttligt at
síggja tey bæði framføra
saman. Og tey stuðlaðu
hvønnannan sera væl.
Eivør sang seg inn í
mergin á okkum øllum,
tað er púra vist. Fýra
sangir var ikki nógv,
men tað bilar onki, um
ein fer svangur eftir
meira avstað frá eini
tílíkari konsert.
Hornorkestrið
var
gott, og tað var spenn-
andi at hoyra tað nýggja
gospelkórið. Tað hevur
nógv gott í sær. Men
uttan iva stendur Eivør
eftir sum tann heilt stóra
á hesi konsertini.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri:
Størsta uppliving
innan tónleik
Steintór Rasmussen og
Jóngerð Biskopstø:
Avbera góð
konsert
C
M
Y
K
19
18