Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. september 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Dagny Joensen Jens Kr. Vang Hóast Sonja Klein ikki hevði beinleiðis ætlanir um at lesa teologi, tá hon sum ung genta fór niður til Dan- markar at ganga á studenta- skúla, so var tað kortin skúlatíðin og umhvervið millum ungfólkið í Heng, sum óbeinleiðis varð orsøk til, at hon valdi at lesa til prest — A Høng upplivdi eg, at tað andaliga, sum var ein sjålvfylgja í tí føroyska samfelagnum, als ikki hevði nakran týdning millum tey ungu, sum eg gekk í skúla saman við. Á ein ella annan hátt provokeraði hetta meg, tí fyri mær var lívið so nógv stórri og meir, enn alt tað itøkiliga, sum bara sæst utt- aná, sigur 48 ára gamla Son- ja Klein Hon er uppald í einum vanligum kristiligum heimi »g hevur altid gingið í kirk- Tá hon tók embætispróg 1980, átti hon næsta barnið bert da seinni, og gekk heima hjå børn håluvr ár '7 LP naivt ar. 1å farlovvistidin unum 1 ar av, ÍEKK hon stary sum + rart LI 2 aSKUIalÆTarn 1 Hasiev Starvadist sum blad- kvinna i fyra år Prestastarv var einki at søk- i lå, og fyrstu tvey arini var hon vikarur á háskúlanum Síðani fór hon á Dimma- lætting at arbeiða sum blað- kvinna, og var har í fyra ár, áðrenn hon fór at virka sum prestur — Tað var als ikki so burt- urvið at arbeiða sum blað- fólk. Í hesum arbeiði er neyðugt at seta seg væl inn í ymisk viðurskifti og eisini samfelagsviðurskiftini, og harafturat so lærði eg eisini at arbeiða skjótt. Alt hetta havi eg havt stóra gleði av í prestastarvinum — Hóast mær dámdi ógv- uliga væl at arbeiða sum blaðfólk, so visti eg altíð, at tað var prestur eg vildi vera, og kenni tað eisini, sum eri komin á røttu hill. Eg eri ómetaliga glad fyri arbeiðið hjá mær, sigur hon — Prestastarvið er ógvu- liga spennandi, tí tað spenn- ir so víða, - frá størstu gleði til djúpastu sorg, sigur Son- ja Klein. Er við í gleði og sorg — Sum prestur sleppur tú líkasum at vera við í teim- um stóru hendingunum hjá fólki. Sum prestur sleppi eg at vera við í stóru gleðini, bæði tá ið fólk verða gift og tå ið tey fáa børn, men eg eri eisini saman við teim- um í svárastu løtununum, tå ið tað er sjúka og sorgin, sum rakar. Tó alla staðr, har eg fari, er tað eisini týd- ningarmikið at fáa fram, at eg komi ikki bara við mín- um egna ella mínum egnu lívsáskoðanum, men at eg havi Guds orð við mær til teirra. Sonja Klein leggur stóran Sonja Klein, sóknarprestur: Starvið spennir víða — frá størstu gleði til djúpastu sorg tá ið tey fáa børn, men eg eri eisini saman við teimum í svårastu løtunum, tå sjúka og sorg rakar, sigur Sonja Klein Nr. 177 — 19. SEPTEMBER 1998 dent á at hava gott samband við séknarbørn síni, og í sambandi við barnadóp fer hon altíð heim at vitja. Tá ið fólk ætla at giftast tosar hon eisini altíð við brúð- arparið, fer í kirkjuna saman við teimum áðrenn vígsluna o.s.fr. Allastaðni har eg vitji, verði eg sera væl móttikin. — Tá ið fólk hava gjørt av at giftast, fari eg altíð at tosa við tey, og vit tosa m.a. um hvat hjúnarbandið inniber. — Eg veit væl, at nógv halda brúdleyp í kirkju vera sum ein sjónleik, har brúð- arparið eru høvudsleikarar, meðan presturin er statistur í hesum leikinum. — Tað er ikki mín uppgáva at tulka ætlaninar hjá fólki, men prestsins uppgáva er á ein trúverdigan hátt at geva teimum Guds orð og sign- ing við á leiðini frameftir. Sum lívið er háttað, er eing- in ivi í, at tey fáa brúk fyri hesum. Guðs skapanarverk — Eg plagi at minna brúð- arparið á, at tey eru Guds skapanarverk, og tí eru tey nakað heilt serligt. Tí skulu tey ikki, tá ið gerandisdag- urin kemur, fara at royna at broyta tann persónin, sum tey eru vorðin góð við, og sum tey vilja liva lívið sam- an við. Heldur skulu tey góðtaka sereyðkennini hjá hverjum øðrum, tí tað júst vóru tey, sum fingu tey at falla fyri hverjum øðrum. — Prestsins uppgáva er at byggja upp, - og ikki at for- dóma, sigur Sonja Klein, og nevnir eina aðra uppgåvu hjá presti, sum er sera huga- lig. --Tað at fáa eitt barn er størsta upplivingin f livi- num. Og tað er ein sera stór gleði fyri meg at verða tikin við inn í hesa upplivingina og gleðina, við tað at eg sleppi at doypa barnið. — Vit bera barnið til dópin, tí vit mugu ásanna at verðin er nd, og tí lata vit barnið í Guds hond. Hetta er heldur ikki nakað, sum vit sjálvi hava funnið uppá, men Jes- us hevur fortalt okkum, at soleiðis skulu vit gera. --Tá ið foreldur bera barn sítt til dópin, so er tað tí, at tey veruliga ynskja at geva tfalt tað besta, sum tey yvir- hevur kunnu. Í kærleikan- um vilja tey gera alt fyri barnið, samstundis sum tey vita, at téy bara eru vanlig menniskju, og at kærleiki teirra, so stórur hann enn er, kortini ikki røkkur til. Gud tekur yvir har vit ikki røkka —Ti geva tey barn sítt í Guds varðveitslu, fyri at Hann skal umfevna tað við sínum kærleika, og leiða tað víð- ari, tá menniskjansligi kær- leikin ikki røkkur. — Hvussu álvarsliga meta ung foreldur um dópin? — Eg haldi ikki, at fólk bara lata børn síni doypa, tí tað er siðvenja í familjuni. Eg ivist ikki í, at tá id ung fólk fáa eitt barn, taka tey hesa ábyrgdina í álvara og vilja bara gera alt tað besta, sum tey kunnu fyri barnið,