Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 241 - 18. desember 2003 Nr. 241 - 18. desember 2003 27 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 1856, P/F Súsi, 100 Tórshavn. Viðtikið 26.11.2003 at lækka partapeningin við kr. 1.500.000,00 til kurs 100 við útgjalding til partaeigarar, eftir at proklama er runnin. Skráseting Føroya tann 15. desember 2003 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3351, P/F ERO, 620 Runavík. Viðtøkur broyttar: 13.11.2003 Kapitalur: Hækking við kr. 4.000.000,00 til kr. 4.800.000,00. Inngjaldingarháttur: Kr. 4.000.000,00 við Skuldarumskifti til kurs 100. Skráseting Føroya tann 16. desember 2003 Kristin Balle ________________________ Hús til sølu Sethús, matr. no. 599 á Toftum. Húsini eru o.u.90 m2 uttan,við stjørnutaki.Grund- stykkið er o.u. 600 m2 til víddar. Miðhæddin er innrættað við duri, vásakøki, klædna- og kjøthjalli í einum lítlum útbygningi (17 m2). Í høvuðsbygninginum (73 m2) er gong, klædnarúm, køkur, stova, eitt størri og eitt minni kamar, bæðirúm við wc umframt eitt annað lítið wc. Kjallarin, sum er í fullari hædd, er óinnrættaður. Byggiárið er 1949 (útbygt 1980). Húsini standa yvir havnarlagnum mitt í bygdini. Tey eru væl hildin og í sera góðum standi. Áhugað kunnu ringja á tel. 448502, 218502 ella 220625. Runavíkar kommuna søkir eftir Pedagogum og avloysara til Barnagarðin á Mýrunum Barnagarðurin á Mýrunum er normeraður til 82 børn. Stovurnar eru skipaðar við 2 vøggustovum við 14 børnum í hvørjari,og 3 barnagarðsstovum við 18 børnum í hvørjari. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/ venjingarrúm og stórt felagsrúm við barna- vinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið. Endamál stovnsins er, við støði í tí einstaka barninum at geva tí møguleika at mennast, bæði persónliga og saman við øðrum. Fyri at røkka málinum er neyðugt við einum tryggum og stimbrandi umhvørvi, við góðum samstarvi mill- um leiðslu, starvsfólk og foreldur. Vit ynskja tí at umsøkjarin: • hevur umsorgan fyri børnum • hevur góð samstarvsevni • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin • er nýhugsandi og ígongdsetandi Søkt verður eftir 6 pedagogum á 35/40 t. um vikuna, lønarstig 10-16 og barnsburðaravloysara fyri hjálparfólk á 25 t. um vikuna, lønarstig 1-5. Setan verður frá 1. mars 2004 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Fríðu Lómstein, leiðara ella Conny Jacobsen, vara- leiðara á tlf. 448254 ella 218254 Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í sein- asta lagi 12. januar 2004, kl. 12.00. Runavíkar Kommuna Sosiala deild Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará Frá Arbeiðarafelagnum »Hæddini« Skrivstovan er stongd vegna jólaferiu, frá 22. desember til 5. januar 2004. Nevndin Toll og Skatt afturlatið pdf Bilur til sølu Nissan Patrol, grønur, 5 hurðar, diesel, árg. mai ‘99, el-rútar, krók, 7 setur, leður, koyrt 81.500 km, heillakeraður í september ‘03. 4 nýggj dekk. Vinarliga ring 227321 best eftir kl 18.00 C M Y K 27 26 Toll- og Skattstova Føroya Stýrið AFTURLATIÐ Millum jól og nýggjár, tvs. 29., 30. desember, er afturlatið á øllum avgreiðslum hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Undantikið er tó Posttollurin á Óðinshædd í Tórshavn, sum hevur opið sum vanligt. Sí eisini heimasíðuna: www.tollskatt.fo Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið 15. desember 2003