Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 178 — 22. SEPTEMBER 1998 Klaksvikingarnir mistu á stokkinum Fótbóltur: Oddaliðið var treiskt og staðfesti, hví teir komandi sunnudag fara at vinna meistaraheitið Fótbóltur er eitt spæl, har tað eru ellivu spælarar á hverjum liðnum, sum renna eftir einum bólti, og tað endar altíð við, at týskararn- ir vinna. Soleiðis skal fyrr- verandi eingilski málslúk- urin, Gary Lineker, sum nú fær fyri mati í munnin frá BBC, hava tikid til eina ferð. Og hava vit gongdina í landskappingini og steypa- kappingin: heima á landi í ár í huga, so kunnu vit næst- an siga tað sama um HB Gamaní vann HB ikki móti KÍ sunnudagin, men tá Bergur Magnussen, sum saman við linjuverjunum báðum hevði gott tak á og lat spælararnar brúka síni likamsevnir, uttan at tað á nakran hátt gjørdist buldra- ligt, bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru tað HB og teirra viðhaldsfólk, sum í hvussu so er royndu at fegnast, meðan heimafólkið var vónbrotið Og tað var ikki so und- arligt. Tí KÍ hevði øll kort á hondini at vinna. Teir komu á odda 2-1, tá seinna um- farið var trettan minuttir gamalt, og tá tað restaðu sjey minuttir varð HB lið- formaðurin, Rúni Nolsøe, ríkin av vellinum, tí hann hevði tikið beinini undan Kurt Mørkøre, sum enn eina ferð var um at slíta seg leys- an. Brotið varð framt dygst uttanvert brotsteigarmarkið, og Kurt Mørkøre sendi sjálvur frísparkið í tvørtræ- ið. Stutt eftir var Arnold Jo- ensen púra leysur, men í staðin fyri at søkja inn um miðverjan og harvið tvinga hann at gera brotsspark og um hann ikki gjørdi tað, so átti vinkulin hjá KI mann- inum at verið so stórur, at tað hevði ikki borið til at kiksa. Men Arnold lika sum gleið av, fór eitt sindur út í vinstru, og so spurdist einki burturúr. Viljin drívur verkið Og so var tað, at HB — tá øll vón fyri at fáa stig tóktist burtur, og teir umleið fimm hundrað havnarmenninir, ið vóru komnir norður í góð- veðrið, so at siga høvdu funnið seg til sættis við, at heimferðin fór at gerast drúgv og keðilig — lyfti seg sjálvt upp við hárinum og javnaði, og so var lagið gott. Utjavnandi málið eftir 87 minuttir stóðst partvís av ágrýtninum og viljanum, sum HB vísti, og partvís av, at klaksvíkingarnir ikki vóru nóg kaldir og neyvir, Rógvi Jacobsen hjá KÍ toyggir seg eftir Rúna Nolsee og bóltinum. HB misti sín liðskipara sjey minuttir áðrenn tíð, men megnaði kortini at koma „ upp á javnleik Mynd: Alvur Haraldsén tá mest um galt. Hóast teir vóru yvirmann- aðir og frammanfyri, so lat heimaliðið seg seinnapartin av 2. hálvleiki kroysta ov langt aftur á egna hálvu, og tá teir fingu fatur á, megn- aðu teir ikki at flyta seg eitt vet fram og spæla rundan- um undirmannaðu m6tstød- umenninar og harvið at lata tíðina arbeiða fyri heima- sigrinum. Akkurát soleiðis var stød- an, tá HB javnaði. Klaks- víkingar fingu tvær ferðir fatur á í høgra verjuborði, tvær ferðir góvu teir HB bóltin, og seinnu ferðina eydnaðist tað hjá Bjarka Mohr, sum serliga fyrra- partin av 1. hálvleiki hevði stórar trupulleikar í verju- partinum, har HB var undir- mannað í vinstra borði, at leggja flatt innfyri. Bólturin streyk framvið vinum og måtstødumonnum, og við Johannes Joensen og hinir hjá HB noyddust at útseta FM-rómin fyri fyrst Mynd: Alvur Haraldsen handara stólpan stakk Jens Erik Rasmussen fótin fram, og so var javnt, og túrurin til Klaksvíkar væl betri eydnaður, enn hann annars hevði verið. Lívligt og undirhaldandi Kanska var spælið ikki so ógvuliga polerað onkrar løt- ur í 2. hálvleiki, men tað er einki at taka seg aftur í, at KÍ og HB vístu sunnudagin størsta fótbóltsundirhaldið, sum hevur verið at sæð í landskappingini í ár — kanska við undantaki av dystinum millum HB og B36 beint eftir summar- steðgin. At KI kom á odda longu tá fimm minuttir vóru farnir gjørdi, at taktisku binding- arnar vórðu tveittar burtur beinanvegin, og so varð spælt við fullari ferð. Harley Bertholdsen, sum saman við Arnoldi Joensen stóð fyri nógvum uppspæli í høgra borði, skoraði til 1- O eftir hornaspark í vinstru og út frá. Bólturin tók í fótin á einum av mongu monn- unum í brotsteiginum og snýtti Kaj Leo Johannesen. KI hevði greitt yvirtak fyrrapartin av fyrra umfar- inum, tá tað orduliga mis- eydnaðist hjá HB at leggja trýst á mótstóðumenninar frammarlaga á vellinum. Marek stýrdi midvøllin- um, John Hansen visti landslidsstødi í vinstra borði, og Kurt Mørkøre var ein støðug hóttan fyri sterku miðverjuna hjá HB, sum noyddist at arbeiða nógv og sjáldan tordi at sleppa og fara við í álop. Men so við og við kom HB meiri við. Teir royndu at fáa nyttu burturúr, at vongspælararnir hjá KI vóru so framrættaðir, og onkuntíð spældu teir seg til innlegg. Utjavnandi málið var ein orduligur brølari. Allan Jo- ensen, sum í åtgangsstøduni var forstoppari saman við bróðrinum Jan Joensen, var eitt vet trongdur, tá hann fekk bóltin frá málverjan- um, dragingin framvið All- ani Mørkøre miseydnaðist, og landsliðsmaðurin var tryggleikin, tá hann kom móti Gunnari á Steig (var tryggur bæði á strikuni og úti í brotsteiginum). Seinna leiðslumálið fekk KÍ átta minuttir eftir steðg- in. Rógvi Jacobsen, sum í 2. hálvleiki fekk trupulleik- ar við at sleppa av við bólt- in, vann luftbólt eftir út- spark frá Kaj Leo Johanne- sen, Kurt Mørkøre kom framum Hans á Lag, og toppskjuttin hjá KI svíkti ikki, tá hann kom einsa- mallur móti HB málverjan- um. So var rómurin so stórur, sum hann bara kann vera í Klaksvík. Ferðin var høg, spælið var ofta gott og sam- anhangandi, men vidhvørt gjørdi ferdin, at sendingarn- ar fóru skeivar. Tað sang í, tá tað varð taklað báðar vegir, bæði lið- ini fingu eitt mál kolldømt fyri rangstøðu, og Kl flutti verjugarðin, sum í 1. hálv- leiki hevdi verið um mið- strikuna, nakað longri aftur á egna hálvu. HB venjarin nýtti allar møguleikarnar at skifta út. Tá Ingi Rasmussen kom inn á midvøllin minkaði valdið hjá Marek nakað, og so var tað, at HB javnaði, og bæði havnarmenn og klaksvík- ingar fóru til hús við einum eitt sindur undarligum ráka í munninum. Lidini høvdu bæði verið við til at givið veldugu á- skodarafjøldini nógv undir- hald fyri atgongugjaldið, men hvørgin parturin hevði fingið tað burturúr, sum hann hevði ætlað. Men eingin ivi er um, at talan var um ein tann størsta fótbóltsspenning á árinum. jh A ———…—————