Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 178 — 22. SEPTEMBER 1998 HB venjarin: Vit máttu spenna bogan Venjarin hjá KÍ vildi ikki hoyra talan um, at tað var betri venjingarstøda hjá HB, ið var orsøkin til, at hansara menn lorkaðu sigurin burtur Ion Geolgau var bæði fegin og ikki eftir javnleikin: — Vit mistu tvey stig, men soleiðis sum tað myndaðist, so kunnu vit eisini siga, at vit vunnu eitt móti einum sera uppsettum og væl spælandi m6tstødulidi. Út- vísingin av Rúna Nolsge var einki at siga til, men eg var sera harmur um at missa liðformannin júst í hesum dystinum. Hann hevur stór- an týdning fyri okkum, og nú sleppur hann ikki at vera við, tá vit vónandi fara at tryggja okkum meistara- heitið komandi sunnudag. Verjan hjá tykkum var ikki sért opin fram móti endan- um? — Avgjørt. Men vit høvdu einki val. Stødan var 2-1 til teir, tå vit mistu ein mann, og f minum hugaheimi var tað líka mikið, um vit høvdu tapt 2-1 ella kanska 4-1. Tí kroystu vit teir í vónini um, at tað fór at bera til at javna, og tað eydnaðist, men tað var sjón fyri søgn, at kostn- aðurin kundi verið stórur. HB spælararnir vóru fegnir um at hava fingið møguleika at vera við í so- vorðnum fótbóltsdysti, og teir ásannaðu, at teir høvdu verið hepnir. — Tað var stuttligt at síggja KÍ í dag. Teir spell sera væl, og tað hevði ikki verið av leið, um teir fingu øll stigini, men vit vóru bæði drúgvir og hepnir, segði Allan Mørkøre, sum haltaði orsaka av knæskað- anum, og hann fekk undir- tóku frá lidfeløgunum. HB formaðurin, Gunnar Mohr, var harmur um, at teir ikki høvdu FM heitið við úr Klaksvík. — Tað hevði verið nakað heilt serligt, men tað hevði verið uppaftur verri, um vit høvdu tapt. Vit høvdu ikki fyrireikað nakra FM mót- tóku í Havnini, men eg ivist onga løtu í, at tey, sum vóru eftir har suðuri, høvdu borið skjótt at, um vit høvdu vunnið, ella um B36 ikki hevði fingið stig, og so hevði móttgkan verið tann, sum sømir seg fyri FM vinnarum. Nú skal FM heit- ið vinnast á heimavølli, og við úrslitunum hjá Sumba eftir summarsteðgin í huga, so eigur tað at eydnast. Eydnast tað ikki sunnudag- in, so kann Havnar Bóltfel- ag gott pakka saman, men sjálvandi fer tað at eydnast, sannførdi HB formaðurin seg sjálvan og onnur um. Kropsbygnaðurin erymiskur Kurt Mørkøre, sum nú hev- ur skorað ellivu mál í fýra dystum, var harmur um, at tað ikki hevði eydnast teim- um at vinna: — Talan var um ein fínan fótbóltsdyst, har vit sluppu at spæla. Vit høvdu møgu- leikarnar at vinna, og vit kunnu bara takka okkum sjálvum fyri, at vit ikki vunnu. Jóannes Jakobsen hevur verið venjari hjá KÍ í 1996, 1997 og aftur í ár. Hann hevur verið væl dámdur, og primitivu utsøgnirnar hjá onkrum hissini áskoðarum har norðuri um, at tað er samansvørjing millum havnarmenn, sum er orsøk- in til, at tað hesi árini ikki hevur gingið so væl móti HB, sum vann 2-0 í Klaks- vík í fjør og 1-0 í fyrraárið, lata vit fara aftur við borð- inum. — Eg eri sera harmur um, at tað ikki eydnaðist í dag. Vit høvdu møguleikarnar til at fåa øll stigini, men vit gera sama mistakid, sum vit hava sæð so ofta í ár, altso at vit detta alt ov langt aftur á vøllin í 2. hálvleiki, og so fáa vit ikki samanspælið í lag, sum akkurát í sovorðn- um stóðum sum fram móti endanum í dag er av so stór- um týdningi. Tað eru tey, sum siga, at hetta er soleiðis, tí spælar- arnir ikki orka nóg væl? — Tað er ikki orsøkin. Móti HB hava vit ávísar kropsligar trupulleikar, men tað hevur einki við konditi- Ónina at gera, men tað er heldur slagið av fótbólts- spælarum, sum er ymiskt. HB hevur nógvar spælarar, sum eru stórir og sterkir, meðan vit hava heilt fáar av tí slagnum. Í summar hava vit eisini sæð okkara spæl- arar taka seg aftur í 2. hálv- leiki í dystum, har teir hava verið frammanfyri við nógvum málum, t.d. móti TB, sum vit vunnu 10-0 móti. Eingin fer at siga, at vit ikki hava betri konditión enn TB spælararnir vístu seg at hava, tá teir vóru í Klaksvík. Venja tit nóg nógv? — Í síðstuni hava vit vant tríggjar ferðir um vikuna, og vit hava vant intensivt. Eg haldi ikki, at vit undir verandi umstýðum kunnu venja stórt meiri enn tað. Flestu spælararnir hava ar- beiði og eru familjumenn, og tað er týdningarmikið fyri fótbóltsavrikið, at tað er pláss fyri familjuni og arbeiðnum. Tað er greitt, at Ion Geol- gau verður venjari hjá HB komandi ár. Tað er ikki greitt, hvat Jóannes Jakob- sen skal gera komandi ár og hvør skal vera venjari hjá KI í 1999. jh 15 Hælsinan reyk hjá Allani Allan Joensen, sum í fleiri ár hevur verið plágaður av skaðum, fer ikki at minnast uppgerðina móti HB í Klaksvík fyri tað Fyrst var hann óheppin, tá Allan Mørkøre fekk bóltin av honum og kundi fara einsamallur móti málinum og skora, og stutt fyri hálv- leik varð verjuspælarin hjá KÍ borin av vellinum. Tað sá álvarsamt út, og eftir kanningina á "Klaksvíkar Sjúkrahúsi varð staðfest, at tað var álvarsamt. Hælsinan slitnaði, og tað vil siga, at Allan Joensen aftur má halda seg frá fótbólti í eitt drúgvt tíðarskeið. Skaðin er í sama beinin- um, sum Allan Joensen hev- ur havt skaðar í tey seinastu árini. góða Allan: Venjingarstødan var munurin á liðunum Fótbóltur: HB venjarin sigur seg ikki vera í iva um, at Hans á Lag er besti miðverjin í landinum — Talan hevur verið um stór- an framburð í landskappini hesi fimm árini, eg havi fylgt við, og tað gongur framvegis rætta vegin. Men eg eri onga løtu í iva um, at stóðið heilt skjótt hevði hækkað nógv, um bestu lid- ini vikuskifti eftir vikuskifti spældu so intensar og dram- atiskar dystir, sum KI og HB gjørdu i dag. Orðini eigur Allan Sim- onsen, landslidsvenjarin, sum sunnudagin var i Klaksvik og fylgdi vid, tå KÍ og HB brustu saman fyri síðstu ferð í ár. — Eg haldi, at tað sást heilt skjótt, eftir at KÍ var komið framum 2-1, at HB kom meiri og meiri fyri seg, og eg varð ikki kløkkur av, at teir megnaðu at javna í evs- tu løtu, sjálvt um teir tá vóru tíggju móti ellivu. Klaks- víkingar høvdu ilt við at koma fram á vøllin, og tað hevði við sær, at HB megn- aði at fáa tak á stórri parti av vgllinum. Soleiðis myndast spælið, tá annað liðið er betr fyri. Teir í KÍ vóru væl fyri, men tað var týðuligt, at teir í HB vóru eitt sindur betur fyri. Týdn- ingin av hasum sóu vit í fjør, tá B36 í fleiri dystum fekk avgerandi málið, tá tíðin var um at vera runnin, og vit sóu tað aftur í dag, helt All- an Simonsen, sum fegin vil- di sæð fleiri sovornar upp- gerðir í landskappingini: — Um spælararnir viku- skifti eftir vikuskifti vórðu settir undir tað trýstið, sum spælararnir vóru undir hesa ferð, so ivist eg ikki í, at spælararnir og liðini heilt skjótt høvdu styrknað, og tað hevði aftur komið lands- liðnum til góðar, helt Allan Simonsen, landsliðsvenjari fyri, tá hann saman við øll- um HB áskoðarunum í góð- veðrinum á Stongunum í Klaksvík bíðaði eftir Dúgv- uni. Bara ein landsliðsmaður Tað var vert at býta merki í, at millum teir fyrstu 22, tá hesi bæði oddaliðini í før- oyskum fótbólti komu á vøllin, vóru bara triggir, sum vóru í átjan manna hópinum, ið Allan Simon- sen hevði á Svangaskarði, tá Kekkia vitjaði fyri tveim- um vikum síðani, og tá dysturin endaði, var bara ein á vellinum av teimum ellivu, sum stóðu rætt, tá tjóðsangirnir vórðu spældir fyri tveimum vikum síðani. John Hansen hjá KÍ sat á beinkinum allar 90 minutt- irnar móti Kekkia, og hann var vid allar 90 minuttirnar móti HB. Hans Fróði Han- sen spældi alla tíðina móti Kekkia, og hann spældi alla tíðina móti KÍ. Allan Mørkøre spældi all- ar 90 minuttirnar móti Kekkia, men hann varð skiftur út tíðliga í 2. hálv- leiki, tá hann fyri fyrstu ferð var við HB í Klaksvík og spældi landskappingardyst móti gomlu lidfeløgunum. — Eg havi ikki fingið vant nakað serligt síðani dystin móti Kekkia. Tá toygnaði eitt liðband í innaru síðu á knænum, og tað er fram- vegis ikki gott aftur, segði HB maðurin, sum — ivaleyst orsaka av skaðanum — ikki var so eyðsýndur, sum hann hevur verið mest sum hvørja ferð i år. Men hann fekk eitt mál, og tað telur ikki so lítið. At hann er mest upplagda evni til ársins spælara í år er einki at ivast i. Breiddin er i lagi Tad er ikki bara ti, at Allan Simonsen ikki vil hava so nógvar spælarar úr hesum báðum liðunum á landsliðn- um, at so fáir landslidsspæl- arar vóru á vøllinum í Klak- svík sunnudagin. Millum teir mest eyð- sýndu hjá KÍ vóru Harley Bertholdsen og Kurt Mørk- øre, og teir hava bådir givid avboð til landsliðið. Lands- liðsvenjarin hevur áður havt gott eyga á Allani Joensen hjá KI, men hóast hann spældi væl ta løtuna, hann var inni, so var tað týðuligt, at langa tíðarskeiðið, sum hann hevur verið skaddur, hevur havt við sær, at hann ikki enn er í fullgóðari venj- ing. Hjá HB hevur Rúni Nols- ge ikki tíð at spæla á lands- liðnum, sjálvt um venjarin fegin vildi hava hann í hóp- inum í fjør, og Jens Erik Rasmussen gav avboð til landsliðið, tá hann í aðru atløgu undan fráferðini til Bosnia-Hersegovina fekk landsliðsboð. Men hugsar tú ikki um tað, tá tú sært tvey av odda- liðunum spæla og so fáir landsliðsspælarar eru á vøllinum? — Eg havi so ofta sagt, at tað er neyðugt at halda seg til eitt lið og samstundis at arbeiða við, hvussu tað so líðandi kann styrkjast um liðið, og tað haldi eg fram- vegis. At tað vóru nógvir góðir spælarar á vøllinum í dag, sigur mær, at breiddin er í lagi. Og eg fegnist sjálv- andi um, at t.d. John Han- sen, sum var á beinkinum móti Kekkia, so avgjørt var millum bestu spælararnar í dag, staðfestir venjarin, og so kunnu vit leggja afturat, at tað er lítið at ivast í, at John Hansen er tann av teimum á landsliðsbeinkin- um, sum er næst við at koma millum teir fyrstu ell- ivu. Tað kann gerast aktuelt, um skaðin, sum Allan Mørkøre er plágaður av, ger, at hann ikki fær vant við fullari ferð tær næstu vik- urnar. Gev Hans á Lag meguleikan A heimferðini úr Klaksvík heilsaði landsliðsvenjarin uppá HB venjaran, lon Geolgau. Og tá HB venjarin tosaði við ltróttarsosialin var hann ikki í iva um, hver var mest upplagdi maðurin hjá landsliðsvenjaranum at taka út til útidystirnar móti Letlandi og Skotlandi um tríggjar vikur: — Í mínum hugaheimi er einki at ivast í, at Hans á Lag er besti miðverjin í landinum. Hann hevur spælt sera stødugt í ár, og aftur í dag kom hann væl frá uppgåvuni. Kurt Mørk- øre er ein frágera góður spælari, og tað skal nógv til at halda honum. Sjálvt um hann fekk eitt mál í dag, so haldi eg, at Hans á Lag stóð seg sera væl, er heilsanin hjá Ion Geolgau til Allan Simonsen. Men tað er ikki uppgåvan hjá HB venjaranum at gera av, um Hans á Lag skal inn í miðverjuna á landsliðnum og hvønn hann so skuldi loyst av. Tað er uppgávan hjá Allani Simonsen at meta um, um hann heldur vil” hava Hans Fróða Hansen, Jens Kristian Hansen, Ola Johannesen og Pól Thors- teinsson sum evni til mið- verjuna, ella um hann vil hava Hans å Lag i stadin fyri ein av omanfyri nevn- du! jh