Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 Ronnie Samuelsen gjørdi bæði málini, tá B36 spældi ein góðan seinna hålvleik og vann 2-0 á NSI Savnsmynd: Alvur Haraldsen itrottar S onnie Samuelsen Nr. 178 - 22. SEPTEMBER 1998 sendi NSI í gólvið Fótbóltur: Í fyrra hálvleiki hevði NSÍ teir størstu kjansirnir, men fingu ikki mál, og so slóg B36, sum spældi uttan Jákup á Borg og John Petersen, til í seinna hálvleiki Ei L. JACOBSEN B36 fekk hevnd fyri 0-2 6- sigurin i Runavik å Skåla- fjardarstevnuni f summar við at vinna við júst sama málmuni á NSI í Gundadali, og samstundis helt havnar- felagið lív í síni klønu FM- von Tað var illfýsið í Gunda- dali sunnudagin, og tað regnaði illa allan dystin. Hetta ávirkaði kortini ikki spælið, men áskoðarar vóru tað ikki so nógvir av. Ser- liga í HB-húsinum var tunt, men tað heyði eisini sínar góðu orsøkir: Fleiri hundrað HB-viðhaldsfólk vóru í Klaksvík í vónini um at síggja HB vinna føroya- meistaraheitið, men tað mugu tey so bíða í gllum førum eina viku afturat eftir. Bæði liðini skerd Hvorki B36 ella NSI kundu stilla við sterkastu manning sunnudagin. Veðurgudarnir spældu B36 eitt puss við tað, at hvørki Jákup á Borg (hevur verið í Liverpool) ella John Petersen (hevur verið í Noregi) fekk lent í Vágunum leygardagin, og sostatt noyddist árstalsfel- agið at spæla uttan álops- parið, sum hevur skotið 31 mál í landskappingini í ár. Fyri teir byrjaðu Tomislav Sivic og Ronnie Samuelsen í álopinum Hjá NSI sat Kári Hansen uttanfyri eftir skaðan, hann fekk móti ÍF í Runavík vik- una áðrenn. Hinvegin var Oli Hansen komin upp úr Danmark, og hann stuðlaði Mortani Hansen í álopinum hjá runavíkingum. Tað sást kortini, at Oli ikki er komin fyri seg eftir brotid, hann fekk i fótin herfyri, og hann var als ikki so vandamikil, sum hann annars kann vera Men tad var kortini NSI, sum hevði bestu tilboðini í fyrra hálvleiki. Kristian Høgni Jacobsen kundi havt skorað, tá hann knappliga stóð einsamallur tætt inni undir málinum, men hann skeyt beint á Egin Høgne- sen. Og nakað seinni bleiv Mortan Hansen spældur púra blankur frammanfyri B36-málinum, men hann gav sær alt ov góðar stundir, og so kundi Egin eisini ta ferðina verja fyri. Egin Høgnesen var besti maður hjá B36, og í fyrra hálvleiki var tað bert hansara avrik, sum forðaði NSI í at taka leiðsluna. Trupult at finna stevið Í hinum endanum var vandi á ferð, tá Tomislav Sivic hevði bóltin, og einaferð noyddist Dánial Hansen at bjarga á strikuni, men sum heild var B36-liðið als ikki so væl spælandi sum fyrr sæð — tað var eyðsæð, at B36 hevði trupult við at finna stevið við nýggja álopinum. Fimm minuttir áðrenn fyrri hálvleikur endaði noyddist Tomislav Sivic at taka seg úr dystinum eftir hendiligan samanstoyt við Kára Sigvardsen. Í byrjanini óttaðust menn fyri, at spæl- andi venjarin hevði brotið beinið, men tað vísti seg, at hann >bert< hevdi beklað ógvusliga. Men dysturin var liðugur fyri hansara viðkomandi, og so noyddist Bjarni Prior fram í álopið saman við Ronnie Samuelsen. Og hó- ast ein skuldi trúð, at tað var ein missur fyri heimaliðið, at Sivic fór út (umframt Ják- up á Borg og John Petersen, sum ikki vóru við), so spældi B36 nógv betur í Vágamenn høvdu stora urtøku Síðani summarsteðgin hev- tri hjá vágaliðn- fyrrapartin av pingarárinum lá til nið- flyting. Teir hava ikki ver- ið alt ov stødugir, men úr- tøkan hevur verið so mikið góð, at nú eru teir komnir upp um miðjuna í deildini Men móti gøtumonnum sluppu teir væl. Serliga um hugsað verður um fyrstu tíggju minuttirnar, tá GI hevði tríggjar stórar møgu- leikar fyri at leggja seg á Málverjin bjargaði sera væl ul horna, tá Petur Sjúrð- arberg royndi seg úr stuttari fjarstødu, Tummas Magn- ussen sendi uppum málið úr góðari støðu, og eftir horna- spark streyk bólturin dygst framvið málinum. Heimaliðið hevði stóra årtøku. Níggju minuttir vóru farnir, tå Kim Poulsen kom i brotsteigin, Kári Han- sen royndi at takla, og dóm- arin, Sjúrður Norðbúð, bríkslaði fyri brotssparki. Tað vóru gøtumenninir sera misnøgdir við, tí teir mettu, at talan var um klokkureina takling John Johansen var trygg- ur úr ellivu metrum, og so gekk leingi javnt á. Men tað tóktist sum um spenningur- in fór úr fimm minuttir inn í seinna umfarið, tá uppspæl hjá heimaliðnum í høgru hevði flatt innlegg útfrá við sær. Hannus Olsen smekk- aði til fyrstu ferð, og bólt- urin streyk flatt í handaru síðuna av málinum. 3 Minuttir eftir svaraði GÍ aftur, og so gingu bara trígg- ir minuttir til tað stóð á jøvnum. Fyrra málið skor- aði Heini Heinason, tá hann setti fótin undir innlegg av baklinjuni í vinstru. Petur Sjúrðarberg átti næstsíðsta fótin á. Seinna málið skoraði Heini Heinason úr ellivu metrum. Samson Nesá, sum hesa ferð var verjukendur miðvallari, royndi at fara framum verjuspælara, sum dómarin metti skumpaði undir gøtumannin aftanífrá, og so var brotsspark. Tað sá út til at skula enda við javnleiki og einum stigi í part, men tá tað restaði eitt stórt korter gjørdu gøtu- menn eitt klokkureint sjálv- mál. Eingin vandi tóktist vera á ferð eftir flata inn- leggið, sum Rúni Joensen var á veg út úr málinum eftir, men ólukkutíð fyri GI, so toygdi gamli landsliðs- maðurin, Alvi Justinussen, seg fyri at beina bóltinum burtur, men hann var so ó- heppin at stýra bóltinum í kassan. GI royndi at trýsta fyri at javna, men heimaliðið hevði teir vandamiklari møguleikarnar, tá teir fóru í snarálop. jh Tvey hat-trick á Sandi EmiL L. JACOBSEN B71 hevur longu vunnið 2 deild, og teir verða sostatt aftur at síggja í 1. deild næsta ár. Um hetta var or- søkin, er ilt at siga, men tað var í øllum fórum rættiliga væntað, at KÍ vann á Sandi leygardagin Sandoyingar vóru á odda bæði 2-0 og 3-1, men so fór Helmar Lassen í gongd Hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta eitt reint hat-trick, og so hevði KI vunnið 4-3! Hjá B71 var Eli Hentze eisim væl fyri. Hann skeyt øll trý málini hjá heimaliðn um, men tað var altso ikki nóg mikið til at fáa nakað stig burtur úr dystinum Spælt varð eisini um eitt steyp, sum upprunaliga skuldi spælast um á stevn- uni, sum var á Sandi fyrr í ár, og tað mundi gera sand- oyingar enn meira nakka- langir, tá teir fóru til hús, tí steypið fór við stigunum norður til Klaksvíkar. Eli Hentze legði B7I á odda 1-0 og 2-0, áðrenn Jo- han Liitzen, sum eisini hev- ur verið at sæð á 1. deild- arliðnum hjá klaksviking- um fyrr í ár, svaraði aftur fyri gestirnar. Eli var aftur á rætta stað tíðliga í seinna hálvleiki og skoraði til 3-1. B71-ararnir eru sum sagt fluttir upp, og tað hevur helst ávirkað eitt sindur, tí teir tveittu hesa leiðsluna burtur eftir rættiliga stuttari tíð. Helmar Lassen minkaði fyrst til 2-3, síðani javnaði hann til 3-3 eftir eitt mál- mansdropp, og tá okkurt um eitt korter var eftir, skoraði hann eisini tað, sum vísti seg at vera sigursmálið. Heimaliðið royndi eftir hetta at koma aftur, men tað vildi illa til, og so var fyrsti ósigurin á heimavelli í ár veruleiki. B71 var betra liðið í fyrra hálvleiki, sum teir eisini vunnu 2-1 og kundu vunnið meir, høvdu teir verið meira nærlagdir, meðan tað var eitt sindur javnari í seinna hálvleiki, sum Helmar Lass- en og KÍ vunnu 3-1. seinna hálvleiki, enn teir gjørdu fyrstu 45 minuttir- nar. B36 átti allan seinna hálvleik , Í seinna hálvleiki hevði NSÍ í veruleikanum bert ein rættiligan målmøguleika, tá Jónstein Petersen slapp i- gjógnum, men um tað var tí hann var bangin fyri at koma ov nær at Egini Høgnesen, ella um tað var okkurt annað, so skeyt hann, hóast hann kundi far- ið nærri málinum. Skotið fór við síðuna av, og aftan á tað átti B36 tað mesta. Tað vóru spældir 17 min- uttir av seinna hálvleiki, tá hol kom á. Ninoslav Mil- ankovic, sum enn einaferð var sera stabilur í B36-verj- uni, sendi ein langan bólt inn gjøgnum NSI-verjuna inn í brotsteigin til Ronnie Samuelsen, sum rak eitt sindur og sendi framvið Dejan Milanovic til 1-0 Adrenn tað hevði heima- liðið verið nærgangandi eini tvær ferðir, og einu ferðina bjargaði Milanovic frálíkt B36-skotum tvær ferðir upp í slag. i Aftan å målid royndi NSI at leggja trýst á, men tað gekk illa í hond, og B36 fekk glið á skjóta spælið frameftir, serliga úti í vinstru síðu. Teir funnu væl hvgnnannan, og saknurin av vanligu áleyparunum hvarv so líðandi. Tað frættist eisini um støðuna í Klaksvík, har KÍ var á odda 2-1, og tað sá eisini út til at geva B36- liðnum nakað eyka at spæla fyri. NSI kendi ikki sína vitjunartíð Endaliga avgerðin fall, tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum. Ein NSI-verju- leikari var óskettin og sendi beint fyri føturnar á Bjarna Prior, sum fann Ronnie Samuelsen, og hann heyði lætt við at sláa sigurin fast- an. NSI kundi iðra seg um misnýttu møguleikarnar í fyrra hálvleiki, og tað hevði heldur ikki verið av leið, um teir vóru á odda í hálvleiks- steðginum, men B36 átti seinna hálvleik og vísti eis- ini sum heild betra spælið, og í síðsta enda var sigurin uppiborin. B36 varðveitti sin FM-møguleika, men teir mugu leggja sítt álit á, at Sumba megnar at gera okk- urt við HB í Gundadali komandi sunnudag. Og við allari virðing fyri sumbing- um má tað sigast at vera rættiliga lítið sannlíkt, at so verður.