Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 178 — 22. SEPTEMBER 1998 17 Móti endanum av dystinum var ofta trongligt í brotsteiginum hjá Royn LÍF og Royn mugu bíða nakrar dagar afturat EMiL L. JACOBSEN Leirvikingar og hvalbingar noyðast at bíða nakrar dagar afturat, áðrenn teir vita, hvgr av teimum fær ein møguleika afturat fyri at flyta upp í bestu deildina móti næstniðasta liðnum í 1. deild, og hvør noyðist at royna aftur næsta ár. Mest áhugaverdi dysturin í 2. deild hetta vikuskiftid varð spældur í Leirvík, har Royn var á vitjan. Aðrenn dystin hevði LÍF á ødrum plássi 29 stig, meðan Royn var á triðja plássi við 28 stigum. B71 hevur vunnið deildina og flytir beinleiðis upp, meðan hesi bæði liðini kappast um 2. plássið, sum gevur rætt til tveir dystir um upp- og niðurflyting móti liðnum, sum endar næstnið- ast í 1. deild. Og lat tað verða sagt bein- anvegin, at spælið í dystin- um ikki hevði nakað 1. deildarstødi yvir sær. Men so má tað eisini verða sagt, at veðrið í Leirvík leygar- dagin als ikki var til fótbólt, serliga ikki í fyrra hálvleiki. Og tað vísir seg eisini sum oftast,.at tá so nógv stendur upp á spæl, er tað sjáldan at fólk minnast dystin fyri gott spæl. Heimaliðið hevði vindin og regnið ímóti í fyrra hálv- leiki, og nógv av spælinum var eisini rættiliga tilvild- arligt. Soleiðis var eisini við fyrsta málinum, sum Royn átti. Tveir jugoslavar hava spælt við Royn í ár. Alex- ander >Sasha< Vukotic hev- ur verið raskur at skjóta mál, men hann var skaddur til henda dystin. Hin jugoslavin er spæl- andi venjarin Milan Cimbu- rovic, sum ikki hevur gjørt heilt so nógv um seg sum landsmaðurin, men leygar- dagin var tað hann, sum setti hol á málskjótingina. Hann royndi seg við skoti móti málinum, og á vegnum rakti bólturin í lærið á ein- um leirvíkingi og snýtti málverjan. 1-0 til hvalbing- ar, men tað gekk ikki leingi, so hevði Terji Lervig javnað fyri LÍF. Men stutt aftan á tað var Cimburovic aftur upp á spæl. Eitt høgt innlegg varð fangað av vindinum og lumpaði Trúgva Olsen, sum var komin út úr málinum eftir bóltinum. Hann fekk hondina á hann, men kundi ikki forða honum í at fara í málið til 2-1 til Royn. Restin av hálvleikinum gekk fyri tað mesta fyri seg á miðjuni, men báðir partar høvdu onkrar royndir aftur- at, sum tó ikki góvu nakað. LIF átti allan seinna hálvleik Seinni hálvleikur var rætti- liga ólíkur tí fyrra. Veðrið var nú betri, og LÍF hevði greiða yvirvág allar teir síðstu 45 minuttirnar. Við einum javnleiki kundu leir- víkingar varðveita annað- plássið, og teir trýstu alt spælið oman á Royn-hálv- una. Hvalbingar tóku seg eisini so líðandi heilt aftur á vøllin, og seinasta korterið vóru teir neyvan framman- fyri miðjuna. Hesa løtuna hevði LÍF fleiri møguleikar, og serliga Olgar Danielsen var óheppin. Fyrst var hann júst ov seinur til eitt lágt innlegg, sum fór framvið øllum, og beint aftan á skallaði hann á tvørstong- ina. Tað var tó ikki Olgar, men Poul Suni Dam, sum gav LÍF málið, teir høvdu so nógv brúk fyri. Trýstið á málið hjá hvalbingum var øgiligt seinastu fimm min- uttirnar, men ein hevði var- hugan av, at teir fóru at megna at halda skansanum, tá polski verjuleikarin hjá leirvíkingum eftir gott ar- beiði úti i høgra borði sendi innfyri. Bólturin varð send- ur út aftur, men endaði hjá Poul Suna, sum smekkaði til, og bólturin sat í kassan- um. I eirvíkingar tyktust kort- ini ikki vera nøgdir við javnleik og royndu at fáa vinnandi málið, sum kundi tryggja teimum 2. plássið. Hvalbingar royndu eisini at fáa eitt mál afturat, so teir kundu fara fram um LÍF á stigatalvuni, men tað var torført knappliga at umstilla spælið aftur, og eingin tíð var eftir, so dysturin endaði 2-2. Eftir dystargongdini var tað fult uppiborið, at LÍF fekk útjavnandi málið, men teir vóru ikki betri í fyrra hálvleiki, og hevði Royn ikki tíkið seg so langt aftur í seinna hálvleiki, er iva- samt, hvussu hevði gingist. Nú er bert eitt leikumfar eft- ir í 2. deild, og tað verður spælt komandi leygardag. Tá skal LÍF til Eiðis at spæla móti EB/Streymi, meðan Royn á grasvøllinum í Hvalba tekur ímóti FS Vágum. Les eisini Sosialin á internetinum www.sosialurin.fo Tað stóð nógv uppá spæl hjá sumbingum, meðan vágbingar kundu taka tað meiri róligt. Teir høvdu frammanundan granna- uppgerðini tryggjað sær framhaldandi pláss í bestu deildini, og tað bar ikki til hjá teimum at flyta niður. Verri var hjá heimaliðn- um, sum eigur HB og Kl á. Tí varð hetta næstan mett sum síðsta freist at fylla uppí soltna stigapos- an, og tað sást aftur á á- ræðinum, ið varð lagt fyri dagin. — Eg rokni vid, at vit framvegis hava møgu- leika at vera í bestu deild- ini, og vit fara at gera alt, sum stendur í okkara makt at halda tørn um plássið. M6tstødan verð- ur stór, men vit vóna sjálvandi eisini, at vit fara at fáa hjálp frá teimum, sum skulu spæla móti ÍF og TB. Tað sigur jugoslaviski venjarin hjá Sumba, Spa- sojé Biberdzic, ella Bibi, sum teir kalla hann. Um Sumba verður í 1. deild komandi kappingarár, so er tað góður møguleiki fyri, at venjarin eisini verður i Føroyum í 1999, men um teir flyta niður, so fer hann av landinum. Broytingarnar Vågbingar spældu vid umleið sama liði, sum teir hava spælt við tað mesta av hesum kappingarárin- um, meðan sumbingar høvdu broytt nakað. Thomas Birch sat utt- anfyri og avloysti bara tíggju teir síðstu minutt- irnar, tá Sumba vónaði at skora tydningarmikla sig- ursmálið. Bibi hevði flutt seg sjálvan aftur í mið- verjuna at taka sær av Sumbingar fingu livsneydugt stig Fótbóltur: Men dysturin á Krossinum fer ikki at verða mintur fyri gott fótbóltsspæl vandamíkla — spælandi venjaranum hjá VB, og hetta gav plåss fyri Eiriki Joensen á midvøllinum, og so fekk René Thomsen álopsplássið, sum hann so at siga hevur verið fastur fúsur á, aftur. Málini Vågbingar løgdu bragd- liga fyri, og fyrstu løtuna | vístu teir vílja at vinna Teir fingu hol á, tá fyrra umfarið var næstan hålv- runnið. Leikandi venjarin hevði síðsta fótin á, og talan var um eitt gott mál, har uppspælið var merkt av, at bólturin ferðaðist skjótt og tað vóru fleiri fyrstu ferð sendingar. Stutt eftir at VB var komið framum mistu teir takið, og hóast teir høvdu bóltin nógv, so tóktist tað sum um viljin til at seta seg avgerandi igjøgnum og fáa møguleikar og mål restaði. Sumba hevur ikki somu eynini at halda uppá bólt- in, sum teir í Vági hava, men teir vístu munandi størri vilja størsta partin av tíðini, og tað var væl uppiborið, at teir javnaðu tíggju minuttir fyri hálv- leik. Bjarni Johansen í VB málinum átti sín part av skuldini fyri málið. Hann hevði tak á innleggi, men misti, og so var Eiríkur Joensen fyrstur á. Sumbingar royndu at kroysta spælið inn á hálv- una hjá VB, og teir vóru tvær ferðir í 2. hálvleiki tætt við at taka leiðsluna, men so fjaraði alt burtur, og tað kann fara at vísa seg, at stigið, sum Sumba fekk móti VB fer at gera, at tvøråmenn enda í 2. deild! jh FSF verdur vertur fyri utbugvingar- stevnu Komandi vikuskifti verdur Fótbóltssambandið vertur fyri = útbúgvingarstevnu, sum er fyri øll Norðanlond. Tað koma tríggir gestir úr Finnlandi, fimm úr Noregi, fimm úr Svøriki, tríggir úr Íslandi og triggir úr Dan- mark. Umframt gestirnar fer út- búgvingarnevndin hjá FSF at taka lut. Í henni eru Jákup Simonsen, sum er formað- ur, Jens Erik Magnussen, Johan Nielsen, Annfinn Danielsen, Niklas á Líðar- enda og Kári Purkhús. Teir nevndarlimirnir í FSF, sum ikki eru í útbúgvingardeild- ini, eru eisini bodnir at taka lut. Luttakararnir koma tl Føroya fyrrapartin fríggja- dagin, og Torleif Sigurds- son, formadur i FSF, setir stevnuna seinnapartin friggjadagin klokkan 15. Millum yvirskriftirnar, sum eru settar yvir timarnar á stevnuni, kunnu nevnast menning av spælarum, leik- luturin hjá venjaranum, Framhald á næstu síðu