Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í langa tíð hevur stødu- talvan fyri 2. deild víst, at NSI hevur verið niðast, og aftaná at teir høvdv tapt heimadystin mót EB/Streymi vóru tey mong, ið roknaðu teir sum upplagdar niðurflyt- arar. Stødutalvan í dag vísir, at NSI sjálvt kann gera av, um teir eisini kom- andi ár skulu spæla í 2. deild, meðan B36 er dott- ið niður á nidurflyting- arplássið Tað var leingi, áðrenn tað var nakar serligur munur á håunum í Run- avík leygardagin, og fyrstu løtuna í bæði fyrra og seinna umfarinum hevði B36 gott tak á, men teir megnaðu ikki at spæla seg til upplagdar meguleikar. og tað var bert hendingaferð, at teir báðir álopsmenninir, Gunnar Nielsen og Tór- álvur Poulsen, fingu neyvar bóltar í brotsteig- in. So varð roynt við | onkrum hissini langskoti, | men tað hevå NSI ikki stórvegis trupulleikar av. Hjá NSI hevur stóri trupulleikin verið, at ungu menninir ikki hava megnað nóg væl at halda uppá bóitin, og tað hevur aftur havt við sær, at tyngdin í álopsspælinum ikki hevur verið nóg stór. | Fyri at bóta um hetta hevði Trygvi Mortensen valt at seta Abraham Hansen upp í álopið við síðuna av Jack Jacobsen, og tað vísti seg at rigga væl. NSI kom á odda, tá 21 minuttir vóru farnir. Mið- vallarin í høgru, Bergur Winther, fór igjøgnum og legði innfyri, har toygdi unglingaspælarin Jan Nónklett seg fram og stútaði inn um Dánjal B36 dumpaði Bærentsen í B36 málin- um, sum hevði hondina á. Fyrsta korterið í seinna umfarinum vóru havnar- menninir vandamiklir í vinstra borði, og tá 56 minuttir vóru farnir, javn- aðu teir. Bólturin varð stungin av miðjuni og fram ímillum í vinstru, og Gunnar Nielsen potaði framvið málverjanum. So var spennandi og javnt eina létu, men eftir at NSI var komið framum aftur vóru tað teir, sum høvdu flestu målmøgu- leikarnar. NSÍ skifti triggjar menn inn, og nýggju menninir vóru allir við í teimum báðum málun- um, sum komu afturat. I sambandi við útskift- ingarnar varð Abraham Hansen settur aftur á miðvellin, og tað tóktist vera eitt gott hugskot. 64 minuttir vóru farnir, tá Páll Didriksen, sum tey seinnu árini hevur verið á besta liðnum hjá B68, men sum vegna skaða so at siga ikki hevur spælit í ár, skoraði. Hann var akkurát komin inn, tá miðveilurin hjá heima- liðnum vann útspark frá B36 málverjanum, Páll Didriksen fór millum miðverjarnar og lyfti uppum málverjan. So noyddist B36 at flyta fólkið longri fram, men teir spældu seg íkki ul nógvar meguleikar. Í staðin fekk NSÍ fleiri kontramøguleikar, og Sonni L. Petersen, sum var innkomin, lyfti upp- um målverjan ul 3-1. Næstsidsta fótin á hevdi Brynjolvur Nielsen, U- 16 landsliðsmaðurin, sum akkuråt var innkom- in. jh FSF verdur vertur fyri útbúgvingar- stevnu (Framhald av fyrru síðu) hvussu spælararnir kunnu åvirkast ul ikki at gevast so tíðliga, sum nógvir ungir spælarar gera, fótbóltsskúl- in og hugsanir og hugskot, sum í løtuni eru uppi í fót- bóltsprátinum í Danmark. Hetta verður alt á skránni fríggjadagin. Leygardagin verður tosað um útbúgving í øllum londunum, við ser- ligum atliti til norðurlends- ku umboðini — Noreg og Danmark — fer at verða hugt at HM endaspælinum, tosað fer at vera um venjaralis- ensin hjá UEFA, og at enda verður spurningurin reistur, um tað í norðurlendsku fót- bóltssambondunum finnast serlig eyðkenni, sum hava við spælararnar á hægsta stødi at gera, og um tað ber til at menna bestu spælar- arnar skjótari, enn tað hevur verið gjørt higartil. Stevnan verður hildin á hverjum ári, og vertsskap- urin fer frá landi og til land. Seinnapartin leygardagin fara luttakararnir at hyggja seg um, og fyrrapartin sunnudagin fara teir avstað aftur. jh Nr. 178 — 22. SEPTEMBER 1998 Jóan Petur Olsen skoraði í stórsigrinum móti Sumba seinast. Hesaferð kom hann ikki á málskjúttaralistan, men hann og restin av GI-lidånum høvdu ikki teir stóru trupulleikarnar av grannunum úr Fuglafirði Mynd: Jonhard Hammer Lættur GÍ sigur á máttleysum grannum Fótbóltur: Sámal Joensen vísti stórspæl og var við í øllum teimum fýra málunum Ofta verður tikid til, at grannauppgerðir eru tættar og javnar. Soleiðis kann ikki sigast um tað, sum gekk fyri seg á vøllinum, tå gøtumenn við fylgi vóru innanfyri Varmakeldueid sunnudagin. Kanska royndu fuglfirð- ingar at stríðast, men sjálvt um gøtumenn hava havt eitt kappingarár, sum als ikki hevur staðið mát við hini Í níti árunum, so vóru teir so greitt omaná móti ÍF, at tað var onga løtu ivi um, hvagar stigini skuldu enda. Spurn- ingurin var bara, hvussu mong mál teir fóru at gera. ÍF, ið umskipaði liðið ofta og nógv sum dysturin leið, hevði eina ferð bóltin á tvør- trænum. Ta ferðina sá Sun- vard Joensen út til at hava tak á støduni, og hann fekk onga aðra ferðina loyvi at royna seg, tí fuglfirðingar høvdu onga rættuliga roynd móti málinum. Sámal væl fyri Tað gingu 16 minuttir áð- renn hol kom á. Í útgangs- støduni var Símun Petur Justinussen aftastur í mið- verjuni, men ta uppgávuna kundi hann taka lættliga. Hann spældi bara 22 min- uttir, so noyddist hann at taka seg burturúr, tí hann var skaddur, men seks min- uttir frammanundan útskift- ingini hevði hann skorað eitt fínt mál. Sámal Joensen, landsliðs- maðurin, sum rættuliga er komin fyri seg eftir skaðan, ið helt honum burtur frá . landsliðnum, tá teir spældu móti Kekkia, var saman við hinum landsliðsmonnunum hjá GI, Henningi og Magna Jarnskor, sera eyðsýndur. Í åtgangsstøduni vóru teir báðir, Sámal og Henning, á toppinum. Teir reikaðu nógv, Henning skoraði eitt mál, og Sámal skoraði tvey og var við í uppspælinum til hini bæði. 1-0 málið skoraði Símun Petur við langskoti eftir uppspæl í høgru. Sámal Jo- ensen hevði næstsíðsta fótin á. Tað bleiv 2-0, tá 29 min- uttir vóru farnir. Sámal Jo- ensen sendi innfyri úr høg- ru, bólturin tók í saman- komingina, og Henning Jarnskor rann hann í málið. Tað var íkki serliga spennandi og tískil leingi eitt sindur deydligt í seinna umfarinum, og tað var ikki frítt, at hugurin hjá áskoð- arunum stóð meiri til út- varpslurtini og gongdina í Klaksvík, men tá tað rest- aði eitt korter, skoraði GÍ aftur, og seks minuttir seinni slerdu teir sigurin fastan. Pól Ennigarð, sum hevur spælt seg upp at vera so mikið góður, at tað er upp- lagt, at hann aftur verður við í stóru kappingini um mið- verjuplássini á landsliðnum (tað kom illa við hjá GÍ, at hann noyddist at fara út við skaða, eftir at brotsspark var gjørt móti honum, og tað restadu ellivu minuttir), mundi ikki kenna verju- skyldurnar serliga tyngjandi hesa ferð. Hann var ofta frammi við, og í uppspæl- inum til 3-0 málið var tað hann, sum legði innfyri, og Sámal Joensen drýnstútaði í kassan. Tað var eisini Sámal Jo- ensen, sum skoraði til 4-0. Pól Ennigarð fór igjøgnum verjuna og varð feldur, og landsliðsmaðurin var trygg- ur móti Erlingi Joensen. Framtíðarvánirnar eru ymiskar Fuglfirðingar skulu til Vágs komandi vikuskifti, áðrenn teir í síðsta umfarinum fara at taka móti HB, sum jva- leyst verður FM vinnari undan dystinum. Fyri fuglfirðingar kemur tað væl við, at tað gongst so avbera illa at vinna hjá TB og Sumba. Tað fer iva- leyst at bjarga ÍF eitt ár aft- urat í 1. deild, men spurn- ingurin er, hvussu tað fer at vera í framtíðini. Sum á mest sum hvgrjum ári hava teir eisini í ár havt unglinga- lið, og tað verður kanska eitt sindur av tilgongd fyri teir, ið fara at eldast — eitt nú hevur unglingaspælarin Viggo Johannesen verið raskur í miðverjuni, nú Piotr Krakowski hevur givið hon- um møguleikan í staðin fyri at spæla við sjálvur — men um vit líta at endaspælun- um, sum hesi seinastu viku- skiftini hava verið í yngru deildunum, so er sera soltið hjá ÍF. Um vit meta út frá stødd- ini á kommununum, so áttu gøtumenn at havt torførari at manna lið enn grannarnir í Fuglafirði, men í Gøtu sær tað út til at blóma, t.d. var GI seinnapartin í gjár annað av finaluliðunum í ungling- adeildini. jh