mikudagur 23. september 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
5
i
|
i
i
i
{
Nr. 179 — 23. SEPTEMBER 1998
tíðindablaðið
SOS
ÍTRÓTTUR
sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Gsosialurin.fo
GÍ føroyameistari
hjá unglingum
Fótbóltur: Månakvøldid vann unglingaliðið hjá GÍ á Svangaskarði
uppibornan finalusigur á HB, sum størsta partin av dystinum bert
leikti vid 10 monnum
TERII NIELSEN
Tað er einki at taka seg aftur í, at
skipanin av kappingini í unglinga-
deildini er ikki heilt rættvís.
Gjøgnum alt kappingarárið hevur
verið spælt í tveimum bólkum, og
síðani eru nummar eitt og tvey í
bólkunum komin í hålvfinalurnar.
Unglingaliðini hjá B36 og KÍ vóru
reiðir vinnarar av bólkunum,
n hesi snávaðu bæði í hålvfin-
num, og tískil var góða spælið
í teimum gjøgnum alt kapping-
»nad við, at liðini bæði
€
rr
)japlåssi0 í Leirvik.
Í staðin dystadust tveyararnir í
bólkunu ; IB, í finaluni á
nånakvøldid
Fjålturstungnir HB-arar
Tað vegin, tá ið dyst-
urin var bríkslaður í gongd, at teir
flestu av HB-leikarunum høvdu
fitt av nervum. Teir høvdu hópin
av misskiljingum, og longu í
fyrsta minutti førdi hetta til, at GÍ
fekk eitt fríspark stutt uttan fyri
HB-brotsteigin. Frísparkið hjá
Súna Olsen brast í tvørstongina,
og so vóru HB-arnir ávaraðir.
Tá ið einir 10 minuttir vóru
leiktir, var aftur vandi á ferð í HB-
brotsteiginum. Eitt horna úr høgru
kom væl inn fyri, og har var ein
gøtumadur hægstur, men HB-mål-
verjin, Kristin Jensen, bjargaði
sera væl.
Einir 14 minuttir vóru leiktir, tá
ið ein hending fór fram, sum koma
at hava stóran týdning fyri dystin.
Liðskiparin hjá HB, Eyðun Hgj-
gaard, snýtti fleiri gøtumenn í
Sást beinar
høgra borði, áðrenn hann spældi
ein góðan bólt til Pætur Dahl, sum
var staddur beint inni undir GI-
málinum, men tíverri fyri teir
reyð/svýrtu, so lá bólturin til kalda
høgra beinið hjá Pæturi, og so
kundi GI fara í skjótt mótálop.
Hetta endaði við, at ein GI-áleyp-
ari slapp leysur, áðrenn hann var
steðgaður ólógliga av verjuleikara
hjá HB. Hesin fekk sjálvsagt reyða
kortið frá dómaranum, og havnar-
menninir noyddust tískil at spæla
seinastu 76 minuttirnar við 10
monnum
Hóast HB nú var ein mann
minni, so komu teir so líðandi
meira við í dystin. Hetta gav eisini
úrslit, tá ið farið var um tann hálva
tíman. Eftir gott uppspæl frá Eyð-
uni Højgaard og Kristiani Ander-
sen, endaði bólturin hjá HB-ara
tætt undir málinum hjá GÍ, men í
fyrstu atløgu hálvbjargaði mál-
verjin hjá gøtumonnum, men í
aðru atløgu fekk Jóannes Iversen
stýrt bóltin fram við málverjan,
og so var HB á odda 1-0.
Hendan stóða helt sær eisini til
hálvleik, hóast gøtumenn vóru
nær við at javna, tá ið einir 10
minuttir vóru eftir av fyrra hálv-
leiki. Enn einaferð var tað eitt gott
innlegg úr høgru, sum var skallað
móti HB-málinum, men enn eina-
ferð var tað ein góð bjarging frá
Kristin Jensen, sum forðaði gøtu-
monnum í at fáa mál.
Getumenn góða byrjan
í seinna hálvleiki.
Dómarin hevði ikki meira enn
bríkslað seinna hálvleik í gongd,
áðrenn gøtumenn høvdu lagt bólt-
in í meskarnar aftan fyri HB-mål-
verjan. Eftir eitt hornaspark hjá
GI var bólturin skallaður út úr
brotsteiginum hjá HB, men stadd-
ur nakað til vinstru uttan fyri
brotsteigin tók Hans Pauli Peter-
sen hjá GI kjansin og langaði til,
og bólturin smeyg sær inn við
handaru stong.
Málið gav gøtumonnum veru-
liga blóð upp á tonna, og tá ið
einir 10 minuttir vóru leiktir í
seinna hálvleiki, løgdu teir seg á
odda. Eitt skjótálop endar við, at
gøtumenn gerast fýra móti trimum
HB-arum, og maðurin við bóltin-
um slapp sær heilt aftur til bak-
linjuna, áðrenn hann hegnisliga
spældi bóltin út frá til Súna Olsen,
sum áraka brotsteigarmarkið lang-
aði bóltin í málið. ;
Stutt eftir hetta fekk GI enn ein
góðan møguleika, men målverjin
hjá HB bjargaði royndina hjá GI-
aranum, sum var sloppin um verj-
una hjá HB.
Nærum 20 minuttir vóru leiktir
av seinna hálvleiki, tá ið GÍ økti
um leiðsluna. Ein bóltur var
spældur inn um HB-verjuna til
Súna Olsen, og 1. deildarleikarin
hjá GI var ósvikaliga tryggur, tá
ið málverjin kom ímóti honum.
Onkur helt, at talan var um rang-
stóðu, men helst var tað ikki so.
Havnarmenninir brúktu nú sítt
seinasta vápn í eini roynd at fáa
gøtumenn aftur. Andrew av Fløt-
um, sum hevur verið meiddur í
einar fýra vikur, var sendur á vøll-
in, og hann vísti skjótt, hví hann
er ein av sáttmálabundnu leikar-
Liðskiparin hjá GÍ, Åslakkur Neså, hevjar FM-steypið
Mynd: Terji Nielsen
Lesið eisini
itrottin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
I;
Súni Olsen var besti spælari i unglingafinaluni á Svangaskarði
mánakveldið
unum hjá HB.
Hann smoygdi sær inn um verj-
una hjá GI, tá ið knappir 20 min-
uttir vóru eftir at leika, setti bóltin
í málið, og so var aftur bert eitt
mál á muni.
Løtu seinni slapp Bárður Mort-
ansson hjá HB igjøgnum verjuna
hjá GI, men tíverri fyri hann, so
lá bólturin til skeiva beinið hjá
honum.
Bert 10 minuttir vóru eftir at
leika, tá ið dysturin bleiv endaliga
avgjørdur við einum greiðum
dómaramistaki. Eitt GI álop endar
við, at bólturin inni í brotsteigin-
um hjá HB verður skotin í armin
á einum liggjandi verjuleikara hjá
HB, sum júst hevdi tikid armin
fyri seg í fallinum. Verjuleikarin
hevði als ongan møguleika at flyta
armin undan bóltinum, men dóm-
arin metti løgid nokk ikki støðuna
soleiðis, hóast hann var væl stadd-
ur. Hann dømdi brotsspark, og tað
vóru havnarmenninir alt annað
enn nøgdir við.
Tað er eisini í sambandi vid slik-
ar stødur, at ein hevur hug til at
finnast at teimum álitisfólkum í
FSF, sum seta dómarar til dystir
Tað er púra burturvið og púra 6-
neyðugt at seta ein leirvíking at
dóma eina unglingafinalu millum
GI og HB, tá ið havt verður í huga,
at unglingaliðið hjá gøtumonnum
er mannað við trimum leirvíking
um, og at dómarin hevur ein brød
ur, sum spælir í HB
Mynd: Terji Nielsen
Tað skal tó sigast, at dómarin
kom heilt væl frá dystinum, hóast
hann fekk lítlan og ongan stuðul
frá linjuverjunum.
Ivasama brotssparkið setti stóri
spælarin hjá GI, Súni Olsen, í net-
ið umvegis annan stólpan.
HB fekk tó minkað um munin í
seinastu minuttinum, tá ið Magnus
Jakobsen, sum er yngri bróður
venjaran hjá KI, prikadi bóltin í
málið eftir eitt hornaspark.
Uppiborin sigur
Tað er eingin ivi um, at gøtumenn
vóru betra liðið í finaluni mána-
kveldið. Teir vístu tað, sum gøtu-
menn eru kendir fyri, neynliga at
teir duga framúr væl at stríðast og
berjast fyri hvørjum einasta bólti
Hetta er ein eginleiki, sum hevur
skaffað besta liðnum hjá GI nógv
stig til høldar.
HB hevði hinvegin helst teir
tekniskt bestu leikararnar á vøll-
inum, og høvdu teir leikt við 11
monnum allan dystin, er væl hugs-
andi, at årslitid hevði blivid eitt
heilt annað. Eisini hevði tað hjálpt
HB-arunum, um teir høvdu havt
Andrew av Fløtum við allan dyst-
in
Gøtumenn kunnu nú fegnast um
sítt fyrsta FM-heiti í unglinga
deildini síðani 1986, og t
la orsøk ul at verða ernu
i månakvøldid
VYSUNU