Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tíðindablaðið SOS: Nr. 179 — 23. SEPTEMBER 1998 Lagt til rættis: Eiríkur Lindenskov ut at koyra Hendan myndin er år Rættará í Havn. Bilurin til vinstru er ein Morris Oxford frá umleið 1955, hesir verða framvegis framleiddir India undir navninum Hindustan. Eisini sæst ein Morris kranabilur og ein Morris 1000 við presending Myndaeigari: Eivind av Reyni Nakað um Morris-søguna Søgan um Morrisbilarnar byrjar, tå tann ungi William Richard Morris i 1902 sýnir fram tvær motorsúkklur á Stanley Motor Show. Súkklusmiðurin arbeiddi seg upp til ein av risunum í bretskum bilaídnaði og endaði sum barónur MAGNUS GUNNARSSON Nú áhugafelagið Føroya Ellisakfør savnar tilfar um føroyska bilasøgu, koma vit fram á nógv annað åhuga- vert tilfar Tey flestu, ið eru tilkom- in, minnast Morris bilarnar ið Sigird av Reyni umboð- aði. Vit fara her at nerta við søguna um hetta bilmerkið, sum ikki er til meira, og nakað um Sigird av Reyni, ið legði lunnar undir eina av teimum størstu bilfyri- tøkunum í landinum, Reyni Service, sum hevði 50 ár á baki í fjør William Richard Morris William Richard Morris varð føddur i 1877, og gjørdist ein av »gigantu- num« i bretskum bilidnadi. Hann byrjadi sum sjålvstød- ugur súkklusmiðjur bert 16 åra gamal. Seinni fer hann at fram- leiða súkklur við at keypa eykalutir frá teimum størru verksmiðjunum, og um ald- armótið letur hann ein stór- an súkkluhandil upp í High Street í Oxford. Við at keypa franskar motorar til at seta á súkkl- urnar, sá hann møguleikan í at framleiða motorsúkklur. A Stanley Motor Show sýn- ir William R. Morris í 1902, tvær motorsúkklur fram av egnum framleiðslumerki. Hann gavst tó skjótt við hesi framleiðslu. W. R. Morris stovnar Oxford e I 1903 stovnar hann saman vid ødrum Oxford Automo- bile and Cycle Agency, hetta komst av, at nú hevði hann royndir við at umvæla bilar og motorsúkklur. Seinni bleiv tað til Oxford Garage. Súkkluhandilin selur hann í 1905 og fer at leiga bilar út, og árið eftir fer hann at selja enskar og am- erikanskar bilar. Í einum nýggjum bygn- ingi letur hann upp bilasøl- una >Morris Garage<. Tað er um hesa tíðina, at hann tekur avgerð um at fram- leiða sínar egnu bilar og fer at arbeiða miðvíst ímóti at gera eina bilverksmiðju. Morris á Manchester Motorshow í 1912 Nøkur ár seinni verður so partafelagið W. R. M. Mot- or Ltd. stovnað við greiva- num av Macclesfield sum høvudspartaeigara. Framsýningarbilar hjá Morris vóru á Manchester Motorshow í 1912, men tann 28. mars 1913 kemur fyrsti Morris bilurin út av verksmiðjuni, tað var ein Morris Oxford, sum fyri tað mesta var seldur í luksus- útgávu, og í 1915 kom Morris Cowley, ið var ein bíligari útgáva. Gjørdu nakrar bilar undir krígnum Undir fyrra heimsbardaga verður Morris bilverksmiðj- an, eins og aðrar, umbygd til vápnaídnað, men nakrir bilar vórðu tó gjørdir. Eftir kríggið øktist fram- leiðslan nógv og kravdi stórri fløgur. Tá William Morris og greivin av Maccl- esfield settu meira pengar í verksmiðjuna, bleiv W. R. M. Motor broytt til Morris Motor Ltd., og í 1925 hevði Morris 40% av tí bretsku bilframleiðsluni. Eitt tilboð kom í 1924 frá Herbert Austin, ið átti Au- stin bilverksmiðjuna, um at leggja verksmiðjurnar Au- stin, Morris og Wolseley saman. Tilboðið varð avvíst av William Morris, men trý ár seinni keypir hann Wolseley verksmiðjuna. Morris Minor í 1929 Tann fyrsti sera sparni og ódýri Morris Minor kom í 1929, sum við einum 847 ccm. motori, kundi koyra heilt upp til 21 km. pr. litur bensin, sum må sigast at vera gott. I 1932 fáa Morris bilarnir el-bensinpumpu, og sum teir fyrstu ensku bilarnir fáa teir rætningsvísara, sum var ein pinnur, ið kom út úr hurðastólpanum á høgru ella vinstru síðu. Hetta var áðrenn bilarnir fingu blunkljós. I 1939 keypti Sir Milliam Morris, sum hann nevndist tá, Riley bilverksmiðjuna, og sama árið koyrir bilur nr. 1 millión út av verksmiðjuni hjá honum. At MG búmerkið er átta-kantað kemst av, at Cecil Kimber hevði stóran tokka til geometriskar myndir - helst áttakantar MAGNUS GUNNARSSON Søgan um teir høgt virdu MG sportvognarnar er søg- an um ein mann, sum fekk fríar hendur til at útinna sítt frítíðarítriv. Hetta gav so eitt gott úrs- lit, at tað førdi til hópfram- leiðslu av sportvognum, sum blivu kendir um allan heimin A eini verksmiðju, ið framleiddi gearkassar til Morrisbilarnar, arbeiddi Ce- cil Kimber, ein ungur og evnaríkur teknikari. Hann varð so at siga >headhunt- aður< av William Morris í 1921 og settur sum stjóri á Cecil Kimber og MG bilarnir Morris Garage, ið var bil- søludeildin hjá Morris. Orsøkin til at til at Morris setti hann í hetta starv var tann, at hann hevði so ov- urstóran áhuga fyri bilum og motorsporti. MG'ararnir vunnu fleiri motorsportsigrar Cecil Kimber gjørdi bilar til sportkoyrarar og kalladi teir MG, av ti at teir komu frå Morris Garage. Hesir bilar vunnu fleiri sigrar i ensk- um motorsporti, og Willi- am Morris bygdi eina litla bilverksmidju til Cecil Kimber i Abingdon-on- Thames, har MG bilar vórðu 1927 MG búmerkið er átta- kantað, og kemst tað av, at Cecil Kimber hevði stóran tokka til geometriskar myndir - og helst átta- kantar. Tað sást á MG bilunum, sum høvdu áttakantað lok á kølara og bensintanga, átta- kantaðar parkeringslyktir og luftfiltur. MG-bilarnir høvdu síni egnu snið, so sum MG Mid- get, MGA og MGB, seinni blivu MG ofta sportútgávur hópframleiddir i av Morris/Austin bilum. Cecil Kimber doyði av eini tokvanlukku í 1945. William R. Morris yerdur Lord Nuffield I 1929 verður William R. Morris hevjadur av aðal- stættini og kundi kallast Sir William Morris, og í 1934 verður hann barónur. Hann bleiv útneyndur til lord í 1938, og eftir tað verður hann nevndur Lord Nuffi- eld. Hesin heiður kemst ikki einans av hansara luti í enskum ídnaði, men eisini hansara stóra góðgerðarar- beiði. Hann gav til dømis stórar upphæddir til lækna- frødiliga granskan og sjúkr- ahúsútgerð. Aðrenn kríggið - í 1936, verður tann seinni kendi Al- ec Íssigonis settur í starv hjá Morris. Alec Issigonis varð fødd- ur i Turkalandi í 1906 og kom sum ungur drongur til Onglands, hevdi enskan rik- isborgararætt og var út- búgvin verkfrødingur. Tå Morris verksmidjan kom í gongd eftir kríggið vórðu bilarnir onki broyttir í útsjónd, men í 1949 kemur ein nýggjur Morris Minor og stutt eftir ein Oxford. Morris og Austin leggja saman Kappingin millum teir ensku og útlendsku bilfram- leiðarnar bleiv so stór, at í 1952 kundi William Morris síggja eina meining í at leggja saman við Austin fyri at minka um kostnadin í framleiðsluni. Tá blivu Morris og Austin verk- smiðjurnar lagdar saman í British Motor Corporation við William Morris (Lord Nuffield) sum aðalstjóra. Hálvt ár eftir tað fór hann frá fyri aldur og varð út- nevndur til heiðursforseta í fyritøkuni. Eftir samanlegg- ingina vórðu fleiri av Morr- is og Austin sniðunum, somu bilar við hvør sínum búmerki. Morris/Austion Mini á marknaðin í 1959 I 1959 kemur so »Mini«, bilurin sum Alec Issigonis bleiv heimskendur fyri at hava uppbygt. Bilurin var so at siga teknaður rundan um tey fýra sitiplássini við minst møguligum máti utt- an. Í Danmark fingu teir kel- ingvnini Morris Mascot og Austin Partner, seinni komu so Austin/Morris 1100 og 1800. Sir Alec Issigonis andað- ist í 1988. Morris horvið úr bretska bilaidnadinum Súkklusmiðurin William R. Morris sum arbeiddi seg upp til Lord Nuffield and- aðist 22. august 1963, 86 åra gamal. Hann upplivdi ikki tað stóru kreppu ið tann bretski bil íðnaðurin kom í seinni. I 1968 bleiv fyritøkan løgd saman við buss og last- bilaverk smiðjuna Leyland undir navninum British Leyland Motor Corporation sum í 1975 bleiv broytt til British Leyland. Tað er løgid at hesin virkni madurin ikki hevur sitt navn umbodad i bretsk- um bilidnadi longur. Morris er ikki til sum bil- merki meira, men bretskur bilíðnaður hevdi helst ikki verið tað hann er í dag, uttan ein so virknan og ágrýtnan mann sum William Morris. ——