mikudagur 23. september 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ven
Nr. 179 — 23. SEPTEMBER 1998
tíðindablaðið SOSTANIMN
ut at koyra
Frå Morris til Toyota
Elektrikarin Sigird av Reyni fekk i 1947 umboð fyri Morrisbilar i Føroyum.
Seinni tók sonurin, Eivind yvir bilasøluna, sum í dag er av landsins størstu -
og selur japansku bilarnar Toyota
MAGNUS GUNNARSSON
Sigird av Reyni vard borin
f heim 8 september 1916,
sonur Jens av Reyni i Havn.
Sum ungur fór hann i el-
ektrikaralæru á el-verkstað-
num á Rundingi í Havn.
Seinni fer hann niður til
Danmarkar at útbúgva seg
víðari sum el-installatgrur.
* á
Hetta var fyrra partin av
fyratiårunum, og sum hjá so
mongum ødrum føroying-
um, slapp hann ikki heim
aftur, fyrr enn kriggid var
av.
Hann arbeiddi eina tid hjå
einum av stovnarunum av
DOMI (Dansk Oversøisk
Motor Industri) í Glostrup,
og ådrenn hann kom aftur
Sigird saman vid konuni Josefinu, fødd Thomsen úr
Porkeri. Tey giftust meðan tey vóru í Danmark
Myndaeigari: Eivind av Reyni
til Føroya, hevði hann gjørt
avtalu við teir um at um-
boða Morris bilarnar í Før-
oyum.
Sigird yvirtók
verkstaðin í Rættará
Tá hann kom heimaftur í
1946 yvirtók hann verkstað-
in og bygningin hjá pápa
sínum niðri í Rættará, og í
MORRIS
februar 1947 læt hann upp
har við bilverkstaði og el-
installatgrvirkið.
Virksemið var stórt á
verkstaðnum, og hóast Sig-
ird alla tíðina hevur havt
umboðið og søluna um
hendi, hava aðrir havt verk-
staðin undir hond ávís tíð-
arbil. Fyrst Frits Jensen, síð-
an Sverri Djurhuus. Sigird
MINOR VAREVOGN
Sverri Djurhuus og Frits
Jensen til arbeiðis á verk-
staðnum í Rættará. Á
skeltinum omanfyri stend-
ur >Domi Service«
Myndaeigari:
Eivind av Reyni
hevði bæði sveinar og lærl-
ingar í arbeiði á el-installa-
tørvirkinum. Av og á av-
loysti Sigird eisini sýns-
menninar hjá Tryggingar-
sambandinum.
Eivindur tekur
vir verkstaðið
1969 var Eivind, sonur
Sigird, útlærdur sum bil-
smiður. Hann hevði verið í
læru hjá Frits Jensen i
Gundadali og yvirtók nú
verkstaðin.
Við tíðini gjørdist ov
trongligt í Rættará, og sum
fráleið varð nærum líka
nógv arbeiði gjørt úti á veg-
num sum inni á verkstað-
num.
Hetta kundi ikki halda á,
og ætlanir vóru lagdar um
at byggja nýggj hølir til fyr-
itøkuna, sum tá hevði fingið
navnið Reyni Service og
umboðaði British Leyland
bilarnar, Morris, MG, Wol-
seley,Rover og Jaguar.
Reyni Service flytir
niðan í Hoyvíkar
Eitt grundøki var fingið til
vega í Hoyvíkshaganum, og
í 1978 flutti Reyni Service
inn í ein 1400 fermetrar
Hendan lýsingin frá Sigirdi av Reyni stóð í telefonbókini í 1963
Einaumboð fyri:
SIGIRD av REYNI
Sigmundargeta 24 . Tlf. 2145
17
stóran bygning vid Vegin
Langa
I 1980 fingu teir umboð
fyri Toyota bilarnar, tá kom
væl við at hava stór og góð
holi
Av tí at bilasølan vaks
nógv í åttatiårunum varð
neyðugt at byggja út vegna
plásstrot, og tá liðugt varð,
høvdu teir yvir 3000 fer-
metrar undir taki
Sigird góður stuðul
Sigird var ein góður stuðul
og hjálp hjá Reyni Service
líka til tað síðsta og hevði
stóran áhuga í fyritøkuni
Tey seinnu árini var hansara
arbeiði m. a. at gera nýggjar
bilar klárar, skráseta teir,
montera radio, lyktir o. a
Hann dugdi sera væl at
finna feilir og rætta teir
skjótt og væl.
Vit minnast Sigird sum
ein vinsælan og litilætnan
mann, sum altíð hevði ferð
Sjálvur hevur hann ikki
persónliga gjørt tað bestu
reklamuna fyri teir bilar,
hann hevur umboðað, og
ongantíð koyrt í teimum
størstu og bestu bilunum.
Ofta var tað ein brúktur
bilur hann hevði tikið inn í
býti við nýggjan, ið hann
hevði monterað t. d. eina
eykalykt á. So koyrdi hann
við teimum, til teir vóru so
gamlir og ringir, at teir ikki
kundu brúkast meira.
Sigird legði nógva orku í
og vísti stórt trúfesti saman
við familiu síni í brødra-
samkomuni í Havn og aðr-
astaðni.
Hann andaðist 22 februar
í 1994, 77 ára gamal.
Keldur:
Fra bilindustriens
historie v/Mogens H. Damkier
Eivind av Reyni
Dagblaðið frá 06.05.1987