fríggjadagur 19. desember 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 242 - 19. desember 2003
Nr. 242 - 19. desember 2003
3
UTTAN ÚR HEIMI
Norska krónan ikki so sterk
Norski fíggjarmálaráðharrin, Per-Kristian Foss, vil
vera við, at virðið á norsku krónuni er yvirmett.
Norska vinnulívið hevur leingi kært seg um vikn-
andi kappingarføri við umheimin, tí virðið á norsku
krónuni er so stórt. Vinnulívið hevur víst á, at hetta
hevur kostað ein hóp av arbeiðsplássum, og at nógvar
fyritøkur eru farnar av knóranum av somu orsøk. Men
nú ætlar stjórnin at greiða umheiminum og norð-
monnum sjálvum frá, at krónan er ikki so nógv verd,
sum fólk halda.
- Fleiri seta virðið á krónuni í samband við, at vit
nýta meiri størri part av oljuinntøkunum til sam-
felagið, og tað hevur havt við sær, at virðið á krónuni
er størri, enn tað í veruleikanum átti at verið, sigur
Per-Kristian Foss. Hann vísir á, at sjálvt um stjórnin
ætlar at økja nýtsluna úr oljugrunninum millum 20 og
25 milliardir krónur hetta til 2010, er tað avmarkað,
hvussu stóra ávirkan tað fær á norska búskapin.
Valdu svensk flogfør
Eftir at hava umhugsað eitt svenskt og eitt ameri-
kanskt tilboð hevur stjórnin í Kekkia gjørt av at leiga
fjúrtan jagaraflogfør av svenska slagnum Gripen til
landsins loftverju.
Svenska flogfarið vann kappingina við tað ameri-
kanska F-16, sjálvt um amerikanska stjórnin royndi at
leggja trýst á kekkar fyri at fáa teir at velja tað
amerikanska flogfarið. So seint sum fyri einari viku
síðani var amerikanski handilsmálaráðharrin, Donald
Evans, í Prag í somu ørindum, men til fánýtis.
Kekkar skulu hava tvey svensku flogførini í 2005,
og tey koma ístaðin fyri tey sovjetsku MIG-flogførini,
sum eru farin at eldast. Frammanundan hava Ungarn
og Suðurafrika fingið sær Gripen-flogfør. Kekkiskir
flogskiparar og teknikarar fara í næstum til Svøríkis
at útbúgva seg, skrivar svenska tíðindastovan TT.
Dýrt at byggja í Noregi
Húsa- og íbúðarprísirnir í Noregi eru tær hægstu í
Skandinavia. Orsøkin er, at ognarskatturin í Noregi er
nógv lægri enn í hinum londunum, samstundis sum
norska lønin er hægri enn í Danmark og Svøríki.
Hetta kemur fram í einari nýggjari kanning. Har
sæst, at tað kostar umleið 13.500 norskar krónur fyri
hvønn fermetur at byggja eini sethús í Noregi í dag. Í
Danmark er prísurin 9.000 norskar krónur fyri fer-
meturin og í Svøríki 8.000 krónur.
Búskaparfrøðingurin Steinar Juel sigur við norska
útvarpið, at tann sjáldsama lága rentan í Noregi kann
hava við sær, at húsaprísurin fer uppaftur longri upp.
Hann sigur, at hava fólk ta uppfatan, at rentan verður
verandi so lág sum nú, er tað ikki óhugsandi, at húsa-
og íbúðarprísurin fer at hækka millum 25 og 40
prosent teir næstu tólv mánaðarnar. Eisini norska
byggivinnan væntar, at tann lága rentan fer at seta
ferð á húsabyggingina.
Cleese upp í politikk
Nú Arnold Schwarzenegger hevur prógvað, at tað ber
væl til hjá einum kendum filmsleikara at koma sær
framat í politikki, umhugsar kendi skemtarin og
filmsleikarin John Cleese at gera tað sama.
Sambært vinmanninum Michael Palin umhugsar
Cleese at stilla upp til borgarstjóravalið í býnum
Santa Barbara í amerikanska statinum Kalifornia, har
Arnold Schwarzenegger sum kunnugt er guvernørur.
Við blaðið Daily Telegraph sigur Palin, at John Cleese
er sera hugtikin av tí politiska lívinum í Santa Bar-
bara, og at hann umhugsar at royna at gerast borgar-
stjóri.
So er bara at vóna, at John Cleese fer at stýra bý-
num betur, enn Basil Fawlty stýrdi tí væl kenda gist-
ingarhúsinum.
1.000 síður við 6.000
skjølum skulu sann-
føra rættin um, at
tann 25 ára gamli
skuldsetti maðurin
myrdi svenska uttan-
ríkisráðharran, Onnu
Lindh, tann 10. sep-
tember
LINDH-MORÐIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Líka síðani hann varð tikin,
hevur tann skuldsetti av-
sannað, at tað var hann,
sum stakk Onnu Lindh so
meint, at hon doyði morg-
unin eftir. Løgreglan sigur
seg
harafturímóti
vera
sannførda um, at hon hevur
tikið tann rætta mannin.
Í gjár var løgreglan liðug
við kanningarnar, og tá
fekk verjin hjá tí skuldsetta
tær 1.000 síðurnar við um-
leið 6.000 skjølum, sum
sambært løgregluni eru nóg
mikið til at sannføra rættin
í Stockholm um, at tann 25
ára gamli maðurin er dráps-
maðurin. Verjin sleppur nú
at kanna ákæruritið og
skjølini. Roknað verður
við, at maðurin verður
formliga ákærdur tann 16.
januar, og at málið kemur
fyri í rættinum fýra dagar
seinni.
Leif Jennekvist, sum
hevur staðið fyri kanning-
unum hjá løgregluni, sigur
við Aftenposten, at arbeiðið
hevur tikið drúgva tíð, tí
løgreglan hevur tikið sær ta
tíðina, sum var neyðug.
Men tað rúgvusmikla próv-
tilfarið hevur gjørt, at vit
hava ongantíð verið í iva,
sigur hann.
Hann viðgongur, at løg-
reglan hevur verið serliga
umhugsin, tí síðani morðið
hava heimsins eygu verið
vend ímóti Svøríki, sigur
hann. Øll hava hugsað um
Palme-morðið, sigur Leif
Jennekvist.
Minst seks svenskir
ríkisborgarar av
irakskum uppruna
hava í fleiri ár njósn-
ast í Svøríki fyri Sad-
dam Hussein. Fleiri
túsund fólk vórðu
kannað og skrásett
SADDAM HUSSEIN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Upplýsingarnar
eru
úr
skjølum hjá iraksku fregn-
artænastuni, og sum eru
komin undan kavi í Bagdad
í seinastuni.
Sambært svenska útvarp-
inum, sum hevur sæð skjøl-
ini, høvdu irakar minst seks
njósnarar í Svøríki. Upp-
gáva teirra var at halda
eygað við fleiri túsund
svenskum ríkisborgarum av
assýriskum uppruna. Hild-
ið verður, at hesi eru um-
leið 60.000 í tali. Assýrar-
nir vóru upprunafólkið í
gamla Mesopotamia, sum
er ein stórur partur av tí nú-
verandi Irak. Saddam Hus-
sein viðurkendi ongantíð
assýrararnar sum eitt ser-
stakt fólk, og helt teir
nógvu assýrararnar í Svø-
ríki vera eina hóttan.
Í skjølunum hjá iraksku
fregnartænastuni sæst, at
njósnararnir hjá Saddam
Hussein vóru sera nágreini-
ligir, tá teir skrásettu upp-
lýsingar um assýrararnar í
Svøríki. Har sæst, hvar fólk
arbeiða, hvat tey gera í
frítíðini, hvørja politiska
áskoðan tey hava, hvørjum
klæðum tey ganga í, og
hvussu tey annars eru í
gerandisdegnum.
Tað sæst eisini, at irakska
fregnartænastan hevði fólk
á røttu støðunum. Eitt nú
hevur ein teirra arbeitt á
skrivstovuni, sum tekur sær
av útlendskum ríkisborgar-
um, sum flyta til Svøríkis.
Á tann hátt sá hann skjøl
um allar irakar, sum leitaðu
sær friðskjól har.
Lindh-morðið liðugt kannað
Saddam hevði njósnarar í Svøríki
Anna Lindh varð myrd í einum handilshúsum í Stockholm tann 10. september
Mynd: Reuters
M’as Blues Band takkar fyri seg
Fríggjadagin er síðsti
møguleiki at hoyra
Emmu og hennara
Blues Band. Hetta er í
samband við eitt til-
tak, ið verður í handl-
inum hjá Valdemar
Lützen úti á Skálatrøð
millum kl 16 – 18
M’AS
Nú verður sett punktum
fyri einum sera hendinga-
ríkum ári, har fløgu, blað-
útgáva er fingin frá hondini
og ikki minst, ein stór
skúlakonsertferð. Tá fram-
førðslan er liðug, kunnu tey
í M"as Blues Band hyggja
aftur á 92 spælingar í ár!
Tað má verða nærum met,
hjá einum áhugabólki.
Nú hava tit spælt nógv,
hvussu hevur Emma tað
nú?
– Eg havi tað gott, eg ver-
ið ongantíð troytt av at
syngja. Einasta, eg eri kedd
um, er at eg gjørdist sjúk
herfyri, tá slapp eg ikki út
at syngja, tí eg misti rødd-
ina. Eg veit, at nógv hava
verið kedd av at vit ikki
spældu, men ein popp-
stjørna uttan rødd má liggja
í songini, sigur Emma
Vágoy.
Hvussu gongur við søluni
av fløguni?
– Eg havi verið og snakka
við Høgna og ein drong og
eina gentu, ið arbeiða í
3’arinum.Tey siga, at næst-
an túsund fløgur eru seldar
men tað er ikki nokk. Guit-
arleikarin
hjá
okkum
Demmus Hansen sigur, vit
mugu selja tveytúsund, um
eg skal verða berømt, og
tað vil eg, tí tað er stuttligt.
Um vit ikki selja nógvar
fløgur, so kunnu vit ikki
spæla fleiri inn, tí tað kostar
nógvar pengar.
Hvat gleðir tú teg til nú?
– Vit skulu spæla fríggja-
dagin har niðri bátarnar
liggja, har fara vit at geva
øllum plakatir og jólakort
av okkum. Vit fara eisini at
selja fløguna og so skal eg
skriva autografar. So verður
ikki meira spælt. Annars
gleði eg meg til jólini, fáa
karamellir, nógvan góðan
mat og ís omaná. Mær
dámar væl at ganga á
bingo, síðst vann eg.
Hevur tú nøkur ynskir?
– Eg vóni, at øll fara at
fáa tað gott, tey sum eru
sjúk verða frísk, tey sum
saknað onkran, fáa troyst.
Ikki minst, so vóni eg at
nógv fólk fara at keypa
fløguna hjá mær »Hetta er
eisini mítt land II«, tí tað er
deiligt at verða berømt. Eg
vil ynskja øllum eini gleði-
lig Jól og eitt gott nýggjár.
Ikki sæst á Emmu Vágoy,
at hon hevur verið í »luft-
ini« meginpartin av árinum,
nú hon og sjeykurin Olfert
fara omaneftir Áarvegnum.
Hon við plastikposanum,
har sangtekstirnar og eggin
hjá Olfert liggja í, nú skal
síðsta spæling fáast frá
hondini og so er friður,
keðiligt!
Emma Vágoy – heimsstjørna
í Føroyum – hevur rættuliga
rúnarbundið allar føroyingar
við sínum sermerkta
tónleikastíli
C
M
Y
K
3
2