Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 242 - 19. desember 2003 Nr. 242 - 19. desember 2003 5 Føroyingar eru ov varnir Útlendingar, sum eru komnir til Føroya í samband við Bitland tiltakið, halda seg aftur við at brúka pening í Føroyum, tí føroyingar taka ikki støðu til, um teir vilja samstarva um KT loysnir, sigur KT stovan KUNNINGARTØKNI Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo KT Stovan sigur, at út- lendskir serfrøðingar, sum hava vitjað í Føroyum ásanna fíggjarligar og vitanarligar fyrimunir við at gagnnýta nýggja tøkni í Føroyum. Men teir eru varnir við at brúka pening her, tí føoryingar hava ikki sýnt sannførandi áhuga fyri at samstarva og gangnýta KT loysnir. KT Stovan sigur frá, at seinasta BitTingið varð hildið á Hotel Føroyum hósdagin. Har vóru fólk við, sum høvdu havt eitt- hvørt samband við Bitland- verkætlanina, sum hevur vart megin partin av árinum. Fyrsta BitTingið varð hildið tann30 mai í ár. Verkætlannarbólkurin, sum hevur sitið í samband við Bitland verkætlanina, hevur skrivað eitt álit, sum varð lagt fram á BitTingin- um í gjár. Frágreiðingin hevur millum annað eitt tilmæli um, at Bitland eigur at halda fram. Mælt verður milum ann- að til, at eitt smápartafelag verður stovnað, sum kann fáa í lag samband millum føroyskar og úrlendskar KT fyritøkur, sigur Steinbjørn í Dali, sum er ein teirra, ið hevur staðið fyri Bitland verkætlanini. Hann sigur, at útlending- arnir sum so ikki eru óáhugaðir at brúka pening í Føroyum, men at teir føla, at føroyingar eru ikki til reiðar at taka í móti. Um tað er tí, at føroyingar ikki trúgva heilt upp á fram- komnu tøknina, ber illa til at siga, heldur hann. Men uppgávan verður nú at fáa føroyinar til at broyta hugs- unarhátt. Á BitTingi um á Hotel Føroyum hósdagin vóru bara føroyingar, sum við- gjørdu ta 30 síðu longu frágreiðingina frá verkætl- anarbólkinum, sigur Steinbjørn í Dali. Teir skulu nú taka støðu til hvørjar uppgávur Bit- land skal hava í framtíðini. Eitt nú um Bitland skal vera beinleiðis við í kom- andi verkætlanum ella bert skal virka sum »facilita- tor«. Og ikki minst hvussu farast skal fram við teimum mongu sambondunum, Bitlan hevur fingið seinasta hálva árið. Seinasta BitTingið í hesum umfarinum vaðr hildið á Hotel Føroyum hósdagin Mynd: Jens Kristian Vang Signar á Brúnni: Eri ikki endaliga úti av myndini enn Stríðið um listan hjá Tjóðveldisflokkinum í Eysturoynni kann kyknað uppaftur. Nevndin í felagnum ger ikki meiri. UPPSTILLING Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Uppstillingin til tjóðveldis- listan var liðug týskvøldið, men Signar á Brúnni hevur ikki heilt givið upp enn. Í samrøðu við útvarpið mikukvøldið segði Signar á Brúnni: – Enn eru ikki allar súður syftar. Í hesum liggur, at drúgvi løgtingsmaðurin og lands- stýrismaðurin hjá Tjóð- veldisflokkinum ikki bein- anvegin leggur kongin. Tveir møguleikar eru. Ann- ar at onkur tekur seg av list- anum, so pláss verður fyri Signari á Brúnni ella at kallað verður inn til eyka- fund um uppstillingina. – Eg taki ikki stig til nak- að, men um so er, at fólk hava áhuga at gera nakað, so er heimild til tað í lógun- um hjá Eysturoyar Tjóð- veldisfelag, sigur Signar á Brúnni. Hann sipar til, at um 15 fólk savna undirskriftir, so ber til at fáa nýggjan fund í lag. Svarið er ja – Um onkur spyr teg um tú hevði viljað, at fólk fóru at savnað neyðugu undir- skriftirnar. Hvat hevði tú so svarað? – Svarið hevði verið ja!, sigur Signar og leggur aft- urat: – Nógv er at hugsa um, áðrenn meiri verður gjørt. Átta fólk eru á listanum og øll vilja vera við. Er onkur, sum vil avaftur er tað nakað annað. Eg vil ikki trýsta nakran út, sigur Signar á Brúnni. Nevndin ger einki Nevndin í felagnum ætlar einki at gera fyri at broyta uppstillingarlistan hjá Tjóðveldisflokkinum í Eysturoynni. Eingin hevur vent sær til nevndina. – Vit hava havt atkvøðu- greiðslu á fundinum og alt er farið demokratiskt fram, so nevndin ger einki, sigur Hallur Ellingsgaard, for- maður í Eysturoyar Tjóð- veldisfelag. Hann sigur, at hann hevur boðað øllum nevndarlim- um frá, at nevndin skal halda seg púra uttanveltaða. – Eg havi hoyrt, at onkur arbeiðir við at fáa onkran at taka seg av listanum, men tað er bara graml. Fyri okk- um er uppstillingin liðug, sigur Hallur Ellingsgaard. Rikið til fund Kappingin um uppstilling- ina í Eysturoynni tók seg upp, tá tað ljóðaði at Signar á Brúnni og Hans Tausen Olsen ætlaðu at stilla upp. Tórbjørn Jacobsen sá hetta helst sum ein hóttan móti sær. Hendan støðan førdi til, at fólk fóru at reka til fund- ar fyri at stuðla sínum. Úrslitið gjørdist sera óvæntað, tá Signar á Brúnni endaði á aftasta plássi, tá atkvøðugreiðslan var liðug. Eina atkvøðu frá at koma á listan. UPPSTILLING Javnaðarflokkurin í Suð- uroyar hevði seinasta uppstillingarfundin miku- kvøldið. Sjey fólk eru á list- anum, og tey eru: Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, Tvøroyri Rúni Lisberg, arbeiðsmaður, Sumba Sverri Midjord, býráðslimur, Tvøroyri Jastrid Nielsen, sjúkrasystir, Fámjin Nita Næs, lærari, Hvalba Henrik Old, løgtings- maður, Vágur Mikkjal Sørensen, stjóri, Porkeri Javnaðarlistin í Suðuroy UPPSTILLING Fólkaflokkurin í Vágum stillar trý fólk upp til løgtingsvalið 20. januar. Tey eru: Emmy S. Joensen, fulltrúi, Miðvágur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, Sørvágur Jóanis Nielsen, lærari, Sandavágur Trý á fólkaflokslistanum í Vágum UPPSTILLING Fyrsti flokkur at almanna- kunngera listan í størsta valdøminum, Surður- streymoy, er Javnaðar- flokkurin. Listin hjá Suðurstreym- oyar Javnaðarfelag sær annars soleiðis út: Bergur P. Dam, skriv- stovumaður, Varðagøta 53 Sophus Dal-Christiansen, søluráðgevi, Torfinsg. 32 Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna, Villingardalsvegur 61 John Johannesen, tíð- indamaður, Reyngøta 26 Elin Lindenskov, býráðslimur, Frúutrøð 14 Kristian Magnussen, løg- tingsmaður, Dungagø 13 Bjarki Mohr, starvsfólka- leiðari, Landavegur 72 Kári Mortensen, studenta- skúlalærari, Áargeil 10 Helena Dam á Neystabø, leiðari, J. H. Schrøters- gøta 20 Jan Poulsen, løgreglu- maður, Dánjalstrøð 13 Joan Ziskason, sjúkra- systir, Torkilsgøta 10 – Eg haldi, at hetta er ein spennandi listi. Her eru nógv nýggj nøvn – bæði roynd fólk og fólk, ið umboða breitt í samfela- gnum, sigur Bjarki Mohr, sum er formaður í Suð- urstreymoyar Javnaðar- felag. – Talan var um eitt friðarval, har ikki varð atkvøtt, tí full semja var um tey 11, ið skulu bjóðast fram sum valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy, sigur Bjarki Mohr. Javnaðarlistin í Suðurstreymoy liðugur Enn eru ikki allar súður syftar, sigur Signar á Brúnni C M Y K 5 4