Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 242 - 19. desember 2003 Nr. 242 - 19. desember 2003 7 Journalisturin og politikarin eru av somu ætt, halda bæði samfelagsfrøðingur og journalistur, sum er fyrrverandi politikari. Politikkur er vorðin ein for- brúksvøra, sum journalisturin dugir at selja, og tí eru journalistar so um- bidnir sum valevni. Blaðstjórin heldur, at tað ávirkar trúvirðið hjá miðlunum BAKGRUND Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Enn einaferð hevur ein politiskur flokkur sett álitið á eitt kent andlit frá sjónvarpsskíggjanum fyri at vinna sær atkvøður á ein- um vali. John Johannessen er jokarin hjá Javnaðar- flokkinum, sum øll hava bíðað eftir. Spurningurin er, um tað er gott. Kann veljarin hava álit á journalistikkinum, tá ið tað vísir seg, at fleiri journalistar eru limir í einum politiskum flokki ella gerast valevni? Jóannes Hansen, samfel- agsfrøðingur, heldur einki løgið vera í, at journalistar bjóða seg fram á politiska pallinum. At samband er millum journalistar og politikk, vísir søgan okk- um. – Fyrr var tað meiri regulin enn undantakið, at journalisturin var politikari. Petur Mohr Dam, Marius Johannesen, Georg Linden- skov, Knud Vang og Ell- indur Patursson hava allir brúkt tað sum part av sínum politiska virksemi at verið blaðstjórar. Løgtingslønin fór rætt og slætt til at skriva bløð, so tú kanst siga, at føroyska pressan spratt úr politikkinum, og tað sam- bandið er ikki slept enn, sigur Jóannes Hansen. Finnbogi Ísakson er helst fyrsta dømi um ein journal- ist, sum gjørdist politikari. Hann var bert 23 ára gamal, tá ið hann í 1966 varð valdur á ting, tí hann longu var ein kend útvarpsrødd, og tá hevði útvarpið stóran týdning millum fólk. Selja boðskapin Tað er ikki ókent aðra- staðni, at journalistar gerast politikarar. Talan er um ávísar týpur, sigur samfel- agsfrøðingurin, og peikar á Uffa Ellemann Jensen úr Danmark. Hann var vertur á TV-avísini, dugdi væl at úttala seg og siga tingini, so fólk skiltu tey. Í sínum starvi hava journ- alistar lært tað, sum er alneyðugt í politikki. At selja ein boðskap skjótt og lætt. – Politikkur er vorðin ein forbrúksvøra, sum journal- isturin lærir at selja. Fólk eru ikki longur so bundin av stætt, familju og sosial- um umhvørvi. Tað gerast alsamt fleiri veljarar, sum taka avgerð frá vali til val, og tí er politikkurin vorðin ein vøra, og innpakningurin hevur so øgiliga nógv at siga. Kanska líka nógv sum vøran sjálv. Stílurin selur betri enn innihaldið, sigur Jóannes Hansen. Substansurin má kortini vera við, leggur samfelags- frøðingurin dent á, tí uttan boðskapin er einki at pakka inn. Sannføring uttanfyri Leivur Hansen starvast aftur í Sjónvarpi Føroya eftir farloyvi av politiskum ávum. Hann hevur verið borgarstjóri í Havn og val- evni fyri Tjóðveldisflokkin. – Tað er einki løgið við, at serliga journalistar gerast politikarar. Báðir partar mugu hava ein áhuga í sam- felagsmálum. Uttan tann áhugan hava teir ikki tann neistan, sum skal til. Politikarin livir av journal- istinum, og journalisturin livir av politikaranum, so tað er ikki so løgið, at teir onkuntíð skifta síðu, sigur Leivur Hansen. Spurningurin er, um tað skaðar hansara trúvirði sum óheftur journalistur, at hann hevur verið opin um sína politisku sannføring. Tað heldur Leivur Hansen ikki sjálvur. – Eg klári at halda mína politisku sannføring uttan- fyri, tá ið eg eri til arbeiðis fyri Sjónvarp Føroya. Eg veit væl, at tað er trupult at sannføra fólk um tað, men tað, at fólk kenna mín polit- iska lit, setir bara uppaftur størri krøv til mín, og eg havi ongantíð fingið kritikk fyri at hava misbrúkt mítt starv politiskt, sigur Leivur Hansen. Ávirkar álitið Blaðstjórin á Dimmalætt- ing heldur, at tað kann ávirka álitið millum blaðið og lesaran, um journalistur- in er knýttur at einum polit- iskum flokki. – Tað veldst um økið, teir fáast við. Viðger journalist- urin politikk og grund- leggjandi samfelagsligar spurningar, so er tað oyði- leggjandi fyri álitið, tí allir lesarar mugu føla, at journ- alisturin umboðar teir, sigur Ingi Samuelsen, blaðstjóri. Hann hevur ikki loyvi at nokta sínum fólkum at vera limir í politiskum flokkum, men tá ið hann setir fólk, tekur hann við í viðgerðina, um tey eru skrásettir limir. Stillar ein journalistur upp, sum viðger politikk, so verður hann antin fluttur til aðrar uppgávur ella fær far- loyvi, so leingi valið sten- dur við. Kemur hann aftur frá politikkinum, so vera tey ikki útihýst kortini. – Vit kunnu ikki black- lista fólk í allar ævir, tí tey hava roynt seg í politikki. Hava tey lagt politikkin á hillina, so eiga tey at fáa ein kjans afturat, sigur Ingi Samuelsen. Politikkur avmarkar Leivur Hansen kennir hann tað hinvegin sum eina avmarking, at hann hevur verið í politikki. – Eg haldi tað vera synd, at tín politiska fortíð skal seta mørk fyri, hvat tú kanst fáast við í framtíðini. Eg haldi ikki, at politikkurin avmarkar meg journalist- iskt, men mín politiska for- tíð ger, at eg ikki fái tillutað nógvar politiskar uppgávur, sum eg annars hevði fingið. Tað haldi eg vera eitt sindur hysteriskt í einum lítlum samfelagi. Tað, at eg havi bekent kulør, setir eyka krøv, og livi eg ikki upp til tey, so eigi eg at fáa fótin, sigur Leivur Hansen. Journalistar selja politisku vøruna Politikkur er vorðin ein forbrúksvøra, sum journalisturin lærir at selja. Fólk eru ikki longur so bundin av stætt, familju og sosialum umhvørvi. Tað gerast alsamt fleiri veljarar, sum taka avgerð frá vali til val, og tí er politikkurin vorðin ein vøra, og innpakningurin hevur so øgiliga nógv at siga. Kanska líka nógv sum vøran sjálv. Stílurin selur betri enn innihaldið, sigur Jóannes Hansen. ” Finnbogi Ísakson er helst fyrsti føroyski journalisturin, sum verður politikari, tí hann var ein kend útvarpsrødd. Her er hann í aktión fyri SvF fyrst í 80 árunum (Savnsmynd) John Johannessen er jokarin hjá Javnaðarflokkurin Ágrýtni tíðindamað- urin í SVF, John Jo- hannessen, stillar upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin. Nýggja stjørnuskotið hjá Javnaðarflokkin- um sigur seg vilja hava álvara í føroysk- an politikk aftur, eftir fleiri ár við persóns- stríðum og proklama- tiónum NÝGGJA STJØRNU- SKOTIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Eg havi sagt tað við teg, John, eg havi onga við- merking – Men skyldar tú ikki Føroya fólkið eina for- kláring? spyr journalisturin Hesin leiklurin hjá John Johannessen í SVF fer nú í søguna. Hann hevur nú valt at royna seg hinumegin kameralinsuna, og skal nú læra seg at siga: – Eg havi onga viðmerk- ing Seinastu tvey árini hevur ágrýtni tíðindamaðurin hjá SVF, John Johannessen, við sínum áhaldni og dugna- semi javnan sett føroyskar politikkarar undir trýst fyri opnum skermi. Dugnaligi tíðindamaðurin hevur valt at stilla upp fyri Javnaðar- flokkin til løgtingsvalið 20. januar í Suðurstreymi. Ætlaði jokarin hjá Javn- aðarflokkinum til løg- tingsvalið er eftir øllum at døma funnin, og jokarin eitur John Johannessen. Torfør avgerð Fólk, sum kenna John Jo- hannessen sita í dag eitt sindur spyrjandi, tí við uppstillingini hevur hann sagt farvæl arbeiðið sum politiskur tíðindamaður í framtíðini. John hevur altíð gingið upp í starvið hjá sær sum tíðindamaður við lív og sál, og hann hoyrir av- gjørt millum okkara fremstu tíðindafólk í dag. Hóast javnaðarfólk uttan iva fegnast um fongin, so eru fleiri fólk innan serliga fjølmiðlaheimin, sum harmast um avgerðina. – Tað var ikki nøkur løtt avgerð, og eg umhugsaði støðuna leingi. Eg havi ráðført meg við familju og vinir, har eg havi hugt at fyrimunum og vansum. Eg havi sitið leingi uttanfyri og sæð hvat fyrigongur, og har eru avgjørt nøkur ting, sum skulu broytast. Heldur enn at sita uttanfyri sum eyg- leiðari, fái eg vónandi møguleikan at gera nakað aktivt, sigur jokarin hjá Javnaðarflokkinum. Fyri ikki at koma í nakra tvístøðu sum tíðindamaður í SVF og politikkari, hevur John longu tikið avleiðing- arnar av síni uppstilling, og er farin í farloyvi úr Sjón- varpinum. Nógvar áheitanir Síðan Anfinn Kallsberg útskrivaði nýval 5. des- ember, hevur John Johann- essen fingið nógvar áheit- anir um at stilla upp. – Eg hevði ikki droymt um at stilla upp, tá valið varð út- skrivað, men síðan havi eg fingið nógvar áheitanir. Eg havi so nú tikið avbjóðing- ina upp, og eg ætli sjálvsagt at geva meg 100 % í val- stríðnum sigur hann. Sum skilst, hevur Javn- aðarflokkurin roynt at fingið fleiri tíðindamenn úr teimum ymisku fjølmiðlun- um at stilla upp til løg- tingsvalið. Flokkurin hevur áhaldandi ringt til fleiri tíðindamenn, men higartil er tað bara John sum hevur meldað út, at hann stillar upp fyri Javnaðarflokkin. Hevur tú kent eitt ávíst trýst á tær at stilla upp? Nei nei, slettis ikki. Sum sagt í samráð við familju og vinir tók eg avgerðina. Eg havi vent málinum fleiri ferðir, og eg eri komin til ta støðuna, at tað er rætt av mær at stilla upp, sigur stjørnuskotið hjá Javnaðar- flokkinum Sjálvsstýrissinnaður John Johannessen sigur seg ætla at arbeiða fyri eini breiðari semju á tjóðskapar- liga økinum. Hann sigur, at tað er einki dulsmál, at hann hoyrir til sjálvsstýrisvongin í Javnaðarflokkinum. – Eg haldi, at tað er týdningar- mikið, at vit vísa, at vit kunnu gera nakað við sjálvsstýrismálið, men tað má gerast reelt og hava nak- að við gerandisdagin hjá fólki at gera, sigur hann. Hann leggur afturat, at tað er ómetaliga týdningar- mikið, at føroysku flokkar- nir finna ein felags grund- vøll á sjálvsstýrisøkinum. Hann metir, at sjálvsstýris- lógin hjá Javnaðarflokkin- um er eitt gott boð um ein framtíðar sjálvsstýrispolit- ikk í Føroyum. – Sjálvt um tekin eru um at búskaparliga gongdin vendir, so má aðalmálið alla tíð verða at fáa gerandisdag- urin hjá fólki at hanga sam- an. Hóast gongdin vendir, so mugu vit fyri alt ikki leggja størri byrðar á fólk. Yvir- tøkur mugu koma so líðandi, sum peningur er til staðar, sigur John Johannessen Hann leggur eisini dent á, at tað er ógvuliga týdning- armikið at álvari kemur í føroyskan politikk aftur, eftir løgtingsvalið 20. janu- ar. John Johannessen held- ur, at seinastu árini hevur politikkurin í Føroyum verið stórliga merktur av persónsstríði og proklama- tiónum, og nú er neyðugt, at veruligi politikkurin kemur aftur á dagsskránna. Sterkur listi Umframt John Johannes- sen, eru fleiri onnur nýggj nøvn at síggja á javnaðar- listanum í Suðurstreymoy. Helena Dam á Neystabø megnaði hesaferð at koma á listan, eftir eina miseydn- aða roynd til seinasta løg- tingsval. Hondbóltsgarp- arnir Kári Mortensen og Sophus Dahl Christiansen eru eisini nýggir á listanum hjá Javnaðarflokkinum. John heldur eisini, at listin hjá Javnaðarflokkin- um er sterkur og sær spenn- andi út. – Vit hava í løtuni tveir løgtingslimir í Suður- streymoy, og minsta krav er, at vit varðveita teir. Mál- ið eigur sjálvsagt at verða at fara eftir tí triðja mann- inum, sigur hann. Hvørja effekt væntar tú títt starv í fjølmiðlaheimum kann geva í valstríðnum? Tað veit eg ikki, men eg gevi meg altíð 100% har eg eri. Endamálið má sjálvsagt at koma inn í løgtingi, nú eg havi valt at stilla upp, sigur nýggja stjørnuskotið hjá Javnaðarflokkinum at enda. Ágrýtni tíðindamaðurin í SVF, John Johannessen, fer nú upp í politikk. Hann hevur valt at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymoy Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6