fríggjadagur 19. desember 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 242 - 19. desember 2003
Nr. 242 - 19. desember 2003
9
Spælistovan hjá
dagrøktarunum í
Hvannasundi er nú
gjørd í stand, og eru
umstøðurnar hjá
teimum vorðnar
munandi betur
BARNAANSING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Hvannasund: – Hetta hev-
ur nógv at siga fyri trivnað-
in hjá børnunum og dag-
røktarunum, sigur dagrøkt-
arleiðarin í Hvannasundi,
Gunvør Eliasen.
Dagrøktararnir, sum eru
fimm í tali, nýta spælistov-
una avbera nógv. Tær eru
har við børnunum tríggjar
dagar um vikuna, so tað
sigur seg sjálvt, at umstøð-
urnar helst skulu vera av
teimum bestu.
Spælistovan í Hvanna-
sundi heldur til í einum
vanligum sethúsum í bygd-
ini, sum kommunan hevur
fingið gjørt til endamálið.
Tað at dagrøktararnir
kunnu vera so stóran part
av vikuni í spælistovuni,
lættir eisini nógv um hjá
teimum við, at tær ikki eru
so nógv í teirra egna húsi.
Børnini trívast eisini væl í
spælistovuni.
Betur pláss
Áðrenn spælistovan var
gjørd í stand, høvdu dag-
røktararnir hvørki loft ella
kjallara til taks, og hetta
gjørdi, at tað ikki var so
nógv pláss til børnini at
spæla í.
– Tey spældi eisini í sovi-
rúminum, og tað var ikki
nøktandi, sigur Gunvør.
Í dag er eitt rúm á loftin-
um, sum er gjørt til børnini
at spæla í, og kjallarin kann
nýtast til at seta vognar í.
Eisini kann tað rúmið nýt-
ast, tá børnini skulu mála
ella gera eitt hvørt, sum
dálkar illa.
Á loftinum er eitt wc og
so sjálv uppgongdin, restin
er spælirúmið, so nú er lag
á manni hjá børnunum at
rokast. Og tað væntar Gun-
vør fer at gera stóran mun
hjá teimum.
Hugnaløta
Mikudagin skipaði dag-
røktin so fyri hugnaløtu fyri
børnunum saman við for-
eldrunum. Børnini sungu
nakrar sangir, tey ótu gelé
og rís ala mande, og sjálv-
andi fingu tey eisini jóla-
góðgæti.
Eina løtu eftir at øll vóru
komin, gingu børnini eisini
Lucia fyri foreldrunum. Ein
hugnalig løta í nýumvældu
spælistovuni í Hvanna-
sundi, sum allarhelst fer at
veita bæði børnunm og
teimum vaksnu nógva gleði
framyvir.
Í kjalarvørrinum av
einastandandi jóla-
konsertini í
Christianskirkjuni,
har Eivør og Pætur
veruliga sungu seg
inn í hjørtuni á
áhoyrarunum,
ásannar formaðurin í
Klaksvíkar Horn-
orkestri, Heri Ellings-
gaard, at tað kann
fara at verða torført
at skipa fyri eini betri
konsert
EFTIRMETING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: – Tað verður
ikki lætt at finna upp á nak-
að, sum verður betur enn
hendan
konsertin
var,
ásannar Heri Ellingsgaard,
virkandi formaður í Klaks-
víkar Hornorkestri.
Hann heldur, at tey við
hesi konsertini hava gjørt,
at tað framyvir verður rokn-
að við einum ella øðrum
stórum í sambandi við jóla-
konsertina. Spurningurin er
so bara, hvør tað skal vera.
– Nú hava vit eitt ár at
hugsa í, áðrenn næstu kon-
sert, so okkurt man fara at
vísa seg. Og at biðja Eivør
aftur, er so avgjørt ein
møguleiki, tí konsertin er
eitt siðbundið tiltak, sigur
Heri.
Og tað tykist ikki at vera
nakar ivi um, at um kirkjan
skal fyllast aftur á sama
hátt, so má eitt stjørnunavn
til. Fyri at gera hana so
spennandi sum tilber.
Hann greiðir frá, at hetta
er í øllum førum fyrstu
ferð, at hann hevur uppliv-
að, at fólk eru komin til
teirra eftir eina jólakonsert
og takka teimum fyri.
– Ein fekk enntá klemm
frá onkrum, so glað vóru
tey, so tað er bara stuttligt,
sigur Heri.
Mikudagurin fór allur
sum hann var hjá honum
við at tosa um konsertina.
Antin í telefon ella við fólk,
sum hann hitti.
– Øll lata væl at og eru so
glað, so glað.
Nógvur larmur
Tá formaðurin hyggur aftur
á konsertina, so eru tó
onkur smá viðurskifti, sum
hann heldur kundi havt
verið betur.
Millum
annað
hevur
onkur gjørt vart við, at tað
var sera nógvur larmur inni
í kirkjuni av børnum, og tað
var sera óheppið.
– Hetta er ein trupulleiki,
sum illa slepst undan. Og
so er spurningurin, hvat ein
kann gera við tað, sigur
Heri. Hann sigur, at hann
væl hugsaði um tað sjálvur,
meðan hann sat í kirkjuni,
men tá bar so ikki til at gera
nakað. Men framyvir hel-
dur hann, at tað kanska átti
at verðið gjørt okkurt við
tað.
– Hetta er jú ein konsert,
har fólk eru komin at lurta,
og so er tað ikki gott, at tey
verða órógvað av gangi, so
tað harmast vit um, sigur
hann.
Hann hevur onkur hug-
skot um, hvat kundi verðið
gjørt, men tað er ikki bara
sum at siga tað, heldur
hann.
Eitt annað, sum eisini
órógvar nakað, sambært
Hera er, at útvarpið tekur
konsertina upp.
Her hugsar hann serliga
um, at tað gevur luttakarun-
um meira nervar, tá tey
vita, at útvarpið er har.
– Eisini eri eg vísur í, at
ljóðgóðskan hevði verðið
betur, um kirkjan ikki var
so full av fólki, tí tá fremur
hon
besta
rúmklangin
náttúrliga.
Hesi viðurskiftini eru
nakað, sum Heri kundi
hugsað sær at gjørt nakað
við til eina aðru ferð.
Men alt í alt sigur hann,
at reaktiónirnar hava verið
avbera góðar og positivar,
og orkestrið er framúr væl-
nøgt við konsertina.
Dagrøktin í Hvannasundi betri umstøður
Ber illa til at gera tað betur
Nú er loftið í spælistovuni í Hvannasundi eitt stórt rúm, har børnini kunnu spæla. Hetta ger millum annað, at sovirúmið í neðra
ikki longur verður eitt spælirúm. Dagrøktarleiðarin, Gunvør Eliasen, sigur, at umstøðurnar eru munandi betur nú
Mynd: Bárður Lydersen
Virkandi formaðurin í Klaksvíkar Hornorkestri, Heri Ellingsgaard, heldur, at tað skal eitt
stjørnunavn til fyri at fylla Christianskirkjuna so væl aftur til eina jólakonsert
Mynd: Jens Kr. Vang
Veður og tíðindi í Føroyum 1875 2002
Millum mongu bøk-
urnar, sum givnar eru
út til jólar, er eisini
ein bók um veðrið,
sum tað hevur verið í
Føroyum í gott stórt-
hundrað ár. Veður-
frøðingurin á Sosial-
inum hevur savnað
hagtøl um veðrið síð-
an 1875
BÓKAUMMÆLI
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Nógvar eru søgurnar, sum
sagdar eru um veðrið og
um hendingar viðvíkjandi
veðrinum.
Ein er søgan um mannin,
sum helt fyri, at síðan norð-
maðurin slapp at bestemma
veðrið, hevureinki hunda-
skil verið í tí.
Í reiðiliga stórhundrað ár
hava verðumátingar verið
gjørdar í Føroyum. Dan-
marks Meteorologiske In-
stitut hevur gjørt mátingar-
nar, sum veðurfrøðingurin
Petur Skeel Jacobsen nú
hevur savnað í bók og
Bókadeild Føroya Lærara-
felags og Føroya Skúla-
bókagrunnur hava givið út.
Petur Skeel Jacobsen
hevur savnað øll hagtølini í
bókini og skrivað nakað av
tí teksti, sum er. Finnbogi
Ísaksson hevur ritstjórna og
skrivað tekst, og Alan
Brockie hevur staðið fyri
myndavalinum.
Bókin er áhugaverd at
sita við í hondini. Hon er
tríbýtt. Tað, sum hon í
høvuðheitinum snýr seg
um, uppslýsingar um veðr-
ið í Føroyum frá 1875 til
2002, er at síggja á vinstru
síðu, meðan høgra síða er
býtt í tvey millum eina
stóra mynd og upplýsingar
og tíðindi frá tí árinum,
sum veðurlagsupplýsingar-
nir á hini síðuni eru um.
Útgevararnir siga í for-
orðinum, at teir hava roynt
so væl, tað hevur verið
gjørlit, at funnið onkra
mynd, frá júst hesum árin-
um. Men tað hevur ikki al-
tíð verið møguligt. Serliga
frá teimum fyrstu árunum
hevur tað verið eitt sindur
trupult. Tí eru so myndir
valdar, sum á einhvønn hátt
vísa til tíðina um ikki júst
tað einstakað árið.
Bókin eitur Veður og
tíðindi í Føroyum 1875 til
2002.
Men tá vit tosa um veður
í Føroyum, er tað ikki bein-
ari enn so, at talan er um
veðrið, har tað hevur verið
mált. Nevniliga í Havn.
Tí siggja vit í bókini, sum
høvundurin Petur Skeel
Jacobsen, eisini vísir á, at í
árinum 1917 doyðu trý fólk
úti í ódnarveðri, hóast hag-
tølini á síðuni yvir av siga,
at í 1917 var eingin dagur
við stormi máldur í Før-
oyum.
Her samsvarar ikki, og
kemst tað av, sigur Petur
Skeel, at mátingarnar vórðu
gjørdar í Havn, og har kann
væl hava verið so mikið
minni vindur, at hann ikki
er máldur til storm, hóast
tað hevur verið ódn bæði
norðuri í Eysturoynni og á
fjøllunum í Suðuroy, har
vanlukkurnar hendu.
Sum uppslagsverk er
bókin góð. Bæði um tú hev-
ur hug at vita, hvussu veðr-
ið var í Føroyum eitt ávíst
ár, eins og tú samstundis
kanst lesa um ymsar hend-
ingar, sum fóru fram hetta
sama árið. Til dømis er for-
vitnisligt at lesa, at Húsavík
í 1930 var fyri álvarsligum
álopi úr rúmdini. Ein ljós-
kúla kom niður úr luftini
fór inn gjøgnum eitt opið
loftsvindeyga í bygdini og
brast.
Tey flestu fara helst at
seta bókina Veður og tíð-
indi í Føroyum í samband
við veðurhagtølini, sum
Petur Skeel Jacobsen sera
greidliga hevur sett upp við
loyvi frá DMI.
Fyri hvørt árið, veðrið
hevur verið mált í Føroy-
um, hevur hann sett upp
mánað fyri mánað, hvussu
heitt tað var, tá tað var
heitast
hendan
mánan.
Samsvarandi hvussu kalt
tað var. Meðalhitin, avfall
og sóltímar kunnu eisini
lesast í hesum teiginum.
Síðan verður tikið saman
um alt árið, og fáa vit at
vita um meðalhita, minsta
hita, mesta hita, og hvussu
nógv avfall er komið niður.
Eisini hvussu nógvar dagar
hetta avfallið strekkir seg
yvir. Dagar við frosti eru
taldir upp, eins og mjørka-
dagar, stormdagar og sól-
tímar.
Áhugavert er eisini at
síggja uppsetingina av,
hvussu ættin hevur verið øll
hesi árini. Merkt er á kum-
pasrósuna, hvussu vindurin
hevur blást. Víst er til høv-
uðsættirnar og sett upp í
prosentum, hvussu ættin
hevur verið fyri árið. Tó so,
at hevur minni enn 10% av
lotinum ligið til dømis ligið
eystaneftir, er tað ikki tikið
við.
Soleiðis síggja vit, at eitt
nú árið 1936 hava eystur-
ættirnar eftir øllum at døma
ikki verið til. Ongar ættir
eystan fyri norðan ella
sunnan
eru
yvirhøvur
merktar hetta árið. Ein
undrast á, hvussu langa tíð
skipini hava havt um at
krússa til Íslands hetta vár-
ið og summarið, tí høgættin
hevur verið nógv. Heili
19,70 prosent standa fyri
beinum norðan.
At føroyingurin hevur
sett veðrið í samband við
dagliga yrki sítt er sjálv-
sagt. Og tað sæst eisini aft-
ur í bókini í teimum herligu
viðmerkingunum,
sum
standa ovast á veðursíðu-
num. Vit síggja til dømis, at
í 1939 var gott lembingar-
veður, men ringur torvterri.
Í 1951 var kalt í lembingini,
og hvassur stormur á vetur-
nætur. Og til teirra, sum
hava gloymt tað, verður
mint á, at í 1982 var óvan-
liga turt í juni. Met. Avfall-
ið hendan mánan var bara
6,4 mm. Men heystið var
vátt.
Neyvt er gingið um, og
ymisk met eru eisini at
síggja í bókini. Tey eru
merkt við reyðum stavum
og tí løtt at finna aftur.
Til dømis síggja vit, at
tað kaldasta vit vita um í
august mánað síðan 1875,
er í 1912, tá minsti hiti, ið
máldur varð í august, var
heilt niðri á 1,1 stigi.
Aftast í bókini eru ymisk
yvirlit. Eitt nú yvir storm-
dagar tey ymsu árini. Her
verður greitt frá, hvat rokn-
að verður at vera stormur.
Bæði í Beufort og m/s.
Eisini eru dagarnir sjálvir
settir upp í lista, so ein
neyvt sær, hvønn dag á ár-
inum, stormur hevur verið.
Leitorðalisti er at finna,
eins og yvirlit yvir mynda-
eigarar eisini er sett upp.
Ein sera áhugaverd bók
hjá honum, sum dámar at
kanna hendingar og árstøl.
Og hon kann eisini vekja
áhugan hjá onkrum, sum
fær hana í hondina og ikki
frammanundan visti seg at
hava hendan áhugan.
Bókin er uppsett, prentað
og innbundin hjá Hest-
prent. Hon fæst í bókabúð-
um og - sølum kring landið
fyri 290,- krónur.
C
M
Y
K
9
8