Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 242 - 19. desember 2003 Nr. 242 - 19. desember 2003 11 Jólakonsertin í Christianskirkjuni í Klaksvík týskvøldið verður ein hending, sum seint verður gloymd, ein løta, ið slapp at brenna seg inn í sinni, í hjartað og heilan hjá teim mongu, ið høvdu leitað sær í hesa hugnaligu kirkju at líða á tónleik og sang, tá hann er allar allar bestur. Nýggja duoin, Pætur við Keldu og Eivør Pálsdóttir er vónandi komin fyri at verða. Er ikki bara eitt stjørnuskot men ein lív- og ljósgevandi stjørna, sum fer at lýsa væl, langt og leingi. Hesi bæði gávaðu tónlistafólkini bergtóku øll og fyltu alla kirkjuna við sínum sangi og spæli. Sjáldan og fyri mong helst ongantíð áður hava sangur og spæl rørt hjartastreingir so nógv sum til hesa konsertina. Ja sjáldan hava so fá kunnað glett so mong so nógv. Vónirnar og spenningurin undan konsertini kundu neyvan verið størri, nú eini 1500 fólk úr ymsum trúðarbólkum og pørtum av samfelagnum høvdu leitað sær í kirkju at hoyra kór, hornorkestur og so Eivør og Pætur. Christianskirkjan er eisini so avbera væl egnað til slíkt tiltak, hevur góðan akustikk og er vøkur, ja eitt sætt prýði fyri sálina og allar hennara sansir. Løtan var nærum guddómlig, so væl varð spælt og sungið. Vakra og yndisliga røddin hjá Eivør ikki bert nam við okkara innastu hjartastreingir - við Ave Maria hevjaði hon seg so høgt, at hon rakk ikki bert upp í kirkjuhválvið, hon rakk upp í óendaligar hæddir heilt upp til himmalhválvið, sum hesa løtuna eisini hómaðist innast í okkara hjarta- kømurun. Henda yndisliga røddin í hesum kensluborna umhvørvinum undan jólum megnaði onkursvegna eisini at skapa pláss fyri og sameina alt tað, sum stendur so frammaliga í jólaboðskapinum, øllum tí, sum ger tað gott og ríkt at vera menniskja, kærleikan, virðingina, tolsemið og trúnna. Sangurin líkasum ekkoðaði og gav orðunum - í menniskjum góður tokki – skap og innihald. Hóast skoðsmálið 13 við píli upp eftir ikki finst í okkara gerandisdegi, so kendist løtan sum vóru vanlig gerandis mørk brotin ella flutt av hesi lívsjáttandi og lívgevandi rødd, soleiðis at tað bráddliga hetta vælsignaða desember- kvøld í Christianskirkjuni í árinum 2003 av eini ella aðrari hægri makt varð latið eitt nærum guddómligt skoðsmál fyri hetta menniskjansliga avrik. Vónandi fara vit og umheimurin at síggja og hoyra nógv til Eivør og Pætur í framtíðini. Tit eru við til at lyfta upp vanliga gerandisdagin á eitt hægri støði. Hetta kvøldið mátti tú ásanna, at tað orð ikki altíð einsamøll megna, har røkka sangur og spæl. Ja tey prógvaðu hetta kvøldið, at tey kunnu verða forlongdi armurin hjá tí góða orðinum - kunnu byggja brúgv millum tað versliga og tað guddóm- liga. Tøkk til Hornorkestrið fyri frálíka spælið og fyri at hava tikið stig til hesa góðu jólakonsert. Tøkk til Gospelkórið Gleði, ið gjørdi hesa løtuna so hugnaliga. Og tøkk til prest og øll tey, ið varaðu av hesa stuttu ógloymandi stund. Klaksvíkingar eiga eina ta hugnaligastu kirkju í landinum, og eingin ivi er um, at tá undirsjóvartunnilin gerst veru- leiki, og kirkjan verður karmur um tímilig eins og andalig tiltøk, tá fara fólk úr øllum landinum at "valfarta" til Klaksvíkar. Her hava norðingar nakað av bjóða øðrum, nú tosað verður um, hvønn týdning og hvørjar avleiðingar fast samband fer at hava. Tá fara vit at sanna, at ikki bert tunlar binda okkum saman. Kirkjur kunnu eisini at gera tað. DAGSINS MEINING Sosialurin Ógloymandi løta í Christianskirkjuni VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Magni Laksáfoss Valevni Sambandsfloksins í Norðoyggjum Vánaliga búskaparstýringin seinastu árini hevur rent føroyska búskapin fastan - tí hevur Sambandsflokk- urin seinasta árið arbeitt við eini Heildarætlan sum kann fáa búskapin aftur á rætt lag. Nú liggur ætlanin klár, og Sambandsflokkurin er klárur til at fáa skil aftur á búskapin. Tá val var seinast, fyri bert 17 mánaðum síðani, bleiv ferð eftir ferð ávara um, at hóast búskapar- gongdin var einanstandandi góð í Føroyum, so var stýr- ingin av Landshúsarhald- inum út av lagi vánalig. Floymdi inn í kassan Ein búskaparvøkstur hevur sjálvandi við sær, at inn- tøkurnar hjá landskassan- um vaksa sera nógv. Tá bú- skaparvøksturin seinasti árini hevur verið einastand- andi høgur, hevur hetta sjálvsagt viðført, at pening- ur hevur floymt inn í lands- kassan. Einki undarligt er í hesum. Frá fullveldissamgong- uni varð sagt, at hetta var tekin um skilagóða búskap- arstýring. Í dag vita øll at hetta als ikki var sannleikin - hetta var einans tekin um góðan búskaparligan byrð við høgum fiskaprísum og góðari fiskanøgd. Hetta hevði als einki við búskap- arstýringina at gera. Eingin botnur Hóast tað floymdi inn í landskassan, so floymdi tað enn skjótari út aftur. Aldrin áður í Føroya søgu hava almennu útreiðslurnar vaksið so nógv eftir so stuttari tíð. Tá so samgong- an harafturat í ovurkæti valdi at skerja blokkstuð- ulin heilar 366 mió kr. í einum, reyk botnurin undan landskassanum! Ofta var ávara um at nið- urskurðurin var ov stórur og at búskapargongdin kundi venda - einki nyttaði. Heildarætlan Tá tað eftir valið á vári 2002 gjørdist greitt, at sam- gongan fór at halda áfram við vánaligu búskaparstýr- ingini og uttan iva fór at renna búskapin fastan, valdi Sambandsflokkurin at fara undir eina Heildar- ætlan fyri búskapin - eina vinnulívsstrategi, sum skal leggja eina nýggja og sunnari kós fyri føroyska búskapin. Heildarætlanin er ein samlað strategi, sum skal fáa kappingarførið í før- oyska búskapinum á rætt kjøl aftur. Ætlanin klár Í dag hevur samgongan sæð at kósin hevur verið púra skeiv og hevur tískil funnið umberingarnar fram, so teir kundu slíta samgonguna. Tíbetur er Heildarætlanin klár, og klárt er at fara til verka við at leggja eina nýggja og betri kós. Heildarætlanin strembar eftir hægri framleidni (pro- duktiviteti) í føroyskum vinnulívi, og móti skapan av nýggjum vinnum. Sam- bandsflokkurin vil fremja nýskipanir og skapa góðar og tryggar rammur til vinn- una, sum gevur vinnuni góðar vakstrarmøguleikar. Sambandsflokkurin leggur hervið upp til ein langsiktaðan reform av teimum viðurskiftunum sum eru avgerandi fyri okk- ara framtíðar vælferð. Skil á búskapin Jørn Astrup Hansen Vit sum minnast, vit minn- ast, hvussu altráur Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banki, var eftir at afhøvda Elektron í 1993, skriver Finnur Helmsdal i avisen den 17. december. Helmsdal husker over- hovedet ikke en pind. Nog- en har bundet ham en historie på ærmet. Jeg var i 1993 direktør i Sjóvinnu- bankin, ikke i Føroya Banki, og Elektron var ikke et emne, som banken be- skæftigede sig med. Jeg kan ikke påstå, at det er Finnur Helmsdal, der har stjålet julemandens slæde, således at der i år ikke bliver nogen gaver til de små. Jeg kan heller ikke påstå, at det er Helmsdal, der har forgrebet sig på fru Nielsen på anden sal, for jeg har ikke noget bevis for det. Men det ser ud som om, han godt kunne slippe af sted med det. Er der dog ikke nogen, som har myndighed og ikke mindst modet til at standse Finnur Helmsdal? Det er niveauet for Finnur Helmsdal indlæg, Setið dagsskránna hjá Astrup Hansen undir luppin. Helmsdal skriver frejdigt: Kann sjálvandi ikki pá- standa, at Jørn Astrup Hansen ætlar at oyðileggja og knúsa føroyska eksper- tisu uppbygd á Elektron. Tað kann eg ikki, tí eg havi eingi prógv fyri tí. Men tað sær út, sum sleppur hann at niðurgera og tileinkisgera føroyska ekspertisu á øki- num. Det var dog eine grausame Salbe. At man på Færøerne ikke igangsætter en udvikling af hjulet, betyder vel ikke, at man nedgør færøske hjulmagere. Hjulet er dog opfundet for nogen tid siden og skal vel ikke opfindes igen. Finnur Helmsdal opford- rer til, at man sætter min dagorden under lup. Helmsdal mener vel Elek- trons dagsorden - og det vil sige bestyrelsens, ikke min, dagsorden! I øvrigt et det så vist ikke nødvendigt at sætte Elektrons dagsorden under lup. Der er ikke noget, der er skrevet med småt. Vi har ikke noget at skjule. Men hvad med Finnur Helmsdal? Hvem går mon Helmsdal ærinde for? Jeg kan naturligvis ikke påstå, at Finnur Helmsdal blot fungerer som pennefører for en frustreret hjulmager, for jeg har ikke noget bevis for det. Jeg kan heller ikke bevise, at der ligger kynisk beregning bag, når Helms- dal i sit indlæg anslår en lettere skinger, national tone. Men hvad har det dog med sagen at gøre, når Finnur Helmsdal omtaler mig som danski stjórin? Man merkt die Absicht und wird verstimmt. Stands Finnur Helmsdal Katrin Dahl Jakobsen løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin Galdandi lóg í Føroyum um foreldramyndugleika og samveru er avoldað og kann snøgt sagt ikki brúk- ast. Foreldur, og serliga børnini, eru rætt og slætt slept uppá fjall, tá tey koma í ta støðu, at hjúnaskilnaður er einasta loysn. Eingin ráðgeving og eingin møgu- leiki fyri at taka málið upp- aftur. Hjá okkum ber held- ur ikki til at hava felags for- eldramyndugleika og loyvt er eisini at nýta harðskap móti egnum børnum. Hetta er beinleiðis í andsøgn við ST - sáttmálan frá 89 um rættindi hjá børnum, og sum løgtingið hevur sam- tykt. Sáttmálin áleggur lut- takaralondunum at taka neyðug stig til tess at verja børnini. Javnaðarflokkurin tók málið upp í febr. 2003, men tíverri komu vit ikki ígjøgnum við tí. Felags for- eldrarættur verður aðra- staðni tengdur at javnstøðu, og hugsast kann, at tá foreldrini hava eitt positivt útgangsstøði, ein møgu- leika fyri bæði, so eru betri líkindi fyri, at børnini koma ikki í klemmu. Í áravís hava vit stríðst fyri javnstøðu, men gloyma, at hon eigur at virka báðar vegir. Børnini eru púrasta verjuleys. Tað má vera okkara skylda at syrgja fyri, at teirra rættindi altíð standa fermst, og at foreldrarættindi, ella vit kundu heldur kalla tað foreldraskyldan, verður lagað eftir tí. Nógv liggur á láni, nú samgongan stakk í sekkin. Hetta er bara eitt av teim- um. Eitt mál, sum hevur ligið í dvala, sum einki skuldi gerast við, tí hetta skuldi yvirtakast!!! Helst høvdu dagføringar verið gjørdar, um samgongan ikki hevði havt lagt lok á tað við sínum yvirtøkulyft- um. Bill Justinussen, landsstýrismaður Bill.teletech.fo Nú steðgaði alt arbeiðið upp. Lógaruppskot, verk- ætlanir, fólkaheilsupoli- tikkur, familjupolitikkur og mangt annað, sum Familju- og heilsumála- ráðið hevur arbeitt við gjøgnum seinasta 1 1/2 árið, kunnu, um illa vil til, enda í skrelliposan- um. Harmiligt. Her er ein stutt lýsing av onkrum av tí, sum vit hava arbeitt við. Skúlalæknalógin Nýggja lógin skuldi tryggja øllum børnum í 1. og 8. flokki eina árliga vitjan av einum skúla- lækna fyri alt landið. Eitt drúgt lógarsmíð liggur undir uppskotinum, sum hevur verið til hoyringar og er klárt at leggja fyri tingið. Ílegugransking Lógaruppskotið um ílegugransking er so at siga liðugt smíðað. At vit føroyingar kunnu vera við á hesum øki kann koma at hava stóran týdning fyri fleiri viður- skifti: • møguleikin at finna fram til sjúkuorsøkir økist • Føroyar kunnu gerast eitt áhugavert arbeiðs- pláss hjá heilsugransk- arum, og kann hetta hava ein stóran leiklut fyri at fáa fleiri læknar til landið • um gransking gevur úrslit, kann eisini peningur vera at vinna sum ein alternativur vinnumøguleiki • fleiri arbeiðspláss høvdu undir øllum um- støðum verið skapt, tí gransking kann krevja nógv fólk, og kann hetta í minni mun vera ein alternativur vinnu- vegur eisini um ongi úrslit spyrjast burturúr Tubbakslógin Hendan er liðug og send til hoyringar. Endamálið er, at øll skulu hava rætt til roykfrítt umhvørvi. Hesum er politiskur meiriluti helst fyri í dag, og tí er tað stórt spell, at vit ikki fingu tíð at seta hetta í verk fyri at verja børnini og ungdómin. Dopinglógin Hendan er liðugt smíðað, men má eisini bíða. Lógin um sjúkrahúsverkið Eitt stórt lógararbeiði, sum leggur upp til størri samskipan av sjúkrahús- verkinum. Eitt nú setan av eini visitatiónsnevnd fyri alt landið. Bústaðarlógin Nógv virksemi hevur verið í sambandi við bú- staðarmál. Lógarsmíðið á hesum øki er so smátt við at taka skap. Vónandi kann tað arbeiðið halda fram eftir valið. Enda- málið er at tryggja betri umstøður at fáa til vega alternativar bústaðir til øll, sum hava tørv á ein- um alternativum bústaði so ella so, einamest tey, sum eru komin upp í árini. Fólkaheilsan Stórt virksemi hevur verið í sambandi við at seta fólkaheilsuna á po- litisku dagsskránna. Broyttar liviumstøður seta eisini broytt krøv til okkara heilsustøðu, og tí var politisk semja um gera átøk fyri at tryggja vaksandi ættarliðnum betri heilsu. Hetta arbeið- ið er drúgført og krevur áhaldandi orku. Familjupolitikkur Familjupolitikkurin kom á dagsskránna við Mið- flokkinum í landsstýrin- um. Arbeiðið hevur í fyrsta umfari snúð seg um at samskipa og út- greina almenna familju- politikkin. Eisini skuldu trivnaðarkanningar ger- ast, so grundarlagið und- ir einum samskipaðum politikki á økinum er so gott sum gjørligt. Spell Tað er sera spell, um hesi tiltøk og hesar lógir um- framt fleiri aðrar, sum eisini eru í umbúnað, nú skulu enda í ongum. Mín vón er, at Føroya fólk ikki skal snýtast fyri hetta góða arbeiði og mangt afturat, men at hetta so ella so kann halda fram eftir valið. Tað vil Miðflokkurin undir øllum umstøðum virka fyri. Dan R. Petersen javnaðarmaður Satt at siga, so var eg iva- samur, tá heitt var á meg um at stilla upp til løgtings- valið 20. januar 2003. Henda tíðin síðan sein- asta val hevur verið ein góð tíð. Sjólívið er eitt spenn- andi arbeiði, og miljøið umborð er gott. Eg trívist millum hesar praktisku skilamenninar við gummi- stivlunum væl plantaðum í dekkið. Kjansurin er góður, hóast úrtøkan við lækkandi fiskaprísum er munandi minka seinasta árið. Men hevur man javnað- arhugsjónina í blóðinum, og man bert er eina atkvøðu frá tingsessinum, so ber ikki til at siga nei. Eisini kenni eg meg forpliktaðan mótvegis teim knapt hálvt- triðja hundrað veljarunum, sum stuðlaðu meg persón- liga seinasta val og mót- vegis tí flokki, eg havi stuðla alt lívið. Men tað nýtist ikki at vera eitt val millum tvey arbeiðir. Tað nýtist ikki at vera sum hjá gentuni á sinni, at " skeri eg teg her, so missi eg teg har". At verið tingmaður heyst og vetur og sjómaður um summari er ein ynskitil- vera, hevur tú hug til bæði størvini. So avgeðin var ikki torfør. Skiparin á Smaragd var so beinasamur at geva mær frí til val- stríðið, so eg fari í gongd við góðum treysti. Eg kann hvørki lova velj- arunum fullveldi í eini handavending ella treyta- leyst samband, men eg kan lova miðvíst at arbeiða fyri løntakarunum á sjógvi og landi, fyri korunum hja pensjonistum og teim ungu. Hetta má hóast alt vera tað primera. Og fólkið hevur uppiborið vaktarskiftið, eingin ivi um tað. Hjá javnaðarflokkinum verður borgarin settur fremst, og so má samband og loysing vikja. Zakarias Wang Sjáldan havi eg fingið so nógvar viðmerkingar frá fólki sum fyri ta grein, eg skrivaði í bløðunum týs- dagin um at vit áttu at roynt demokrati, soleiðis at vit taka aftur tað vald, sum vit hava latið kong havt nú í nøkur ár. Tað ið fólk spyrja meg, er eitt nú um hetta hevur nak- að við loysing at gera. Svarið er, at fáa vit tað valdið, sum vit hava latið kong okkara havt, so fara vit at hava størri ávirkan á, hvat ið okkara støða skal vera. Í løtuni eru vit ein partur av einum ríki, sum fevnir um Grønland og Føroyar. Fáa vit fólkaræði, so gera vit sjálvi av 1) hvussu innanhýsisvið- urskiftini í ríki okkara skulu skipast, og 2) hvørt Føroyar og Grøn- land skulu vera í sama ríki framvegis, ella 3 hvørt Grønland skal loysa frá okkum ella vit skulu loysa frá Grøn- landi. Spurningurin um uniónina millum Grønland/Føroyar øðrumegin og Danmark hinumegin kann annar part- urin ikki gera av einsa- mallur. Um so er, at stjórn Grønlands og Føroya ynsk- ir at uniónin skal upploys- ast, so kann hetta ikki ger- ast uttan at stjórn Dan- markar tekur undir við hes- um. Hin vegin kann Dan- mark ikki sleppa burtur úr uniónini uttan at vit játta hesum. Tað ber væl til at ímynda sær, at Danmark ikki vil vera í unión við okkum undir teimum treytum sum galdandi sáttmáli ásetur. Sambært henda sáttmála hava vit jú sama rætt sum Danmark í uttanríkispoli- tikki. Hetta vil siga, at tað er væl hugsandi, at alt tað tos, sum í mong ár hevur verið í Grønlandi og Føroyum um fíggjarstøðu okkara í sam- bandi við skilnað frá Dan- mark, hevur verið heilt burturvið. Skulu treytirnar í unións- avtaluni broytast, so krevst semja millum partarnar um hesar broytingar. Vilja vit geva dønum øll tey rættindi vit hava, so kunnu vit ikki rokna við at danir fara at forða okkum í tí. Men vilja vit hin vegin varðveita okkara rættindi, og nýta vit okkara vald á skilagóðan hátt, er tað sannlíkt, at danska stjórnin fer av vilja sleppa av við okkum fyri einhvønn prís heldur enn at lata okkum gera av, hvørji stig hon sleppur at taka í uttanrík- ispolitikki. VIÐMERKINGAR Felags foreldrarættur, javnstøða og ráðgeving 1 1/2 ár í skrell Eitt val Valdið frá kongi! Svenning Borg Vágur Fullveldisskútan er sokkin, sjálvt um roynt var at tetta skútuna við gummidrops- um, beriposum, mjólkar- pakkum og onkrari soda- vatnsfløsku, so kláraði full- veldisskútan ikki búskapar- ligu vansiglingina og sakk. Ikki verður lætt hjá eftir- komandi manning at taka skútuna uppaftur, holini sum skulu tettast eru stór, og ikki er nógv tilfar eftir at tetta við, fullveldi hevur jú brúkt alt tilfari í allar bestu tíðum nakrantíð, so leitast má av nýggjum eftir tilfari, nýggj kós má setast og bestu manning til hettar finnur tú á lista B. Fullveldissigling C M Y K 11 10