fríggjadagur 19. desember 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 242 - 19. desember 2003
Nr. 242 - 19. desember 2003
13
Heðin Zachariasen
løgtingsmaður fyri
fólkaflokkin
Alivinnan í Føroyum er
sum øllum kunnugt í stór-
um trupulleikum. Hetta
eiga vit at taka í størsta
álvara, fyri at henda vinna
kann koma fyri seg aftur,
ongantíð ov skjótt.
Alivinnan er eitt gott
alternativ til okkara fiski-
vinnu og hevur stóran týdn-
ing fyri føroyska sam-
felagið. Vit hava nógv sera
gott fólk, sum kennir hesa
vinnu væl og sum hava
vunnið sær stóran kunn-
leika á økinum ígjøgnum
hesi árini, henda vinna
hevur virkað her á landi.
Sum støðan er nú, tørvar
alivinnuni nýggjan kapital
og tað er ógvuliga avmark-
að, hvussu nógv vit sjálvir
eru førir fyri at seta afturat
av pengum í alivinnuna. Tí
eiga vit at loysa henda
trupulleikan soleiðis, at
meiri útlendskur kapitalur
kann koma ínn í alivinn-
una. Vit eiga at sleppa
markinum á 33% av út-
lendskum kapitali og geva
pláss fyri væl meira av út-
lendskum kapitali, hetta
fyri at alivinnan kann fóta
sær aftur og okkara fólk
framhaldandi kann halda
fram við teirra arbeiðs-
plássum.
Tá ið alt gongur væl,
kann tað vera gott, at vit
eiga meginpartin sjálvi,
men kanska var betri, um
vinningurin og harvið váð-
in var spjaddur út á fleiri
partar. So hevði støðan,
sum vit nú eru komin í,
helst ikki rakt okkum so
hart, sum nú.
Um vit eru bangnir fyri at
útlendskur kapitalur kemur
at steðga allari aling í
Føroyum, fyri síðani at
hava betri møguleikar eitt
nú í Norra, so er góður
møguleiki fyri at seta
treytir við aliloyvinum. Tað
kann gerast við at áleggja
feløgunum
framleiðslu-
skyldu her heima í Føroy-
um og um framleiðslu-
skyldan ikki verður hildin,
fellur rætturin at virka í tí
føroysku alivinnuni burtur
hjá viðkomandi felag. Seta
vit rímiligar treytir til teir,
sum hava aliloyvir, verða
eftir míni metan, áhuga-
málini hjá bæði føroying-
um og teimum, sum koma
at keypa seg inn í ali-
vinnuna í Føroyum, vardur.
Ístaðin fyri at seta vinn-
uni forðingar í vegin, eiga
vit í staðin at geva vinnuni
henda møguleika, sum ger,
at alivinnan aftur kann
mennast í Føroyum okkum
øllum til fyrimuns. Vinnan
eigur og má fáa góðar og
greiðar karmar at virka
undir, so at alivinnan fram-
vegis kann verða eitt mun-
andi íkast í føroyska bú-
skapin.
Tí eigur løgtingið sum
skjótast at viðgera støðuna
í alivinnuni og skipa so
fyri, at alivinnan í fram-
tíðini fær góðar og rúmligar
karmar at virka undir. Tað
má ikki henda, at alivinnan
snávar um tær forðingar,
sum landsins myndugleikar
við lóg hava sett alivinnuni.
Latið okkum finna skila-
góðar loysnir, alivinnuni og
okkum øllum at gagni.
VIÐMERKINGAR
Alivinnan skal hava betri møguleikar
at klára seg sjálv
Annika Olsen
Tað sigst, at Føroyar hava
eitt tað reinasta havum-
hvørvið í heiminum, og
er hetta nakað, sum vit
føroyingar eru sera stoltir
av. Men vit kenna eisini
tann snýkjandi fíggind-
an, ið eitur dálking, og
sum hóttir okkara vakra
umhvørvi. Fyri at varð-
veita hetta reina havum-
hvørvið og eina reina
náttúru eiga børn, longu
frá barnsbeini av, at læra
at hava ein positivan hug-
burð til eitt reint um-
hvørvi. Hetta eru fólk í
Vestmanna byrjað at taka
stig til, nevniliga at seta á
stovn
ein
sokallaðan
grønan barnagarð, ið
leggur stóran dent á at
venja børnini til at verja
teirra umhvørvi. Eitt
frálíkt tiltak, ið vónandi
fær aðrar barnagarðar til
at gera líknandi tiltøk.
Tað er neyðugt, at
børnini fáa ein góðan og
sunnan hugburð til um-
hvørvið inn við móður-
mjólkini soleiðis at hesi,
tá ið tey verða vaksin av
sínum eintingum hugsa
um umhvørvið. Tad vísir
seg eisini, at børnini
halda, at tað er spennandi
og byrja at vera ágrýtin í
arbeiðnum fyri at verja
umhvørvið. Umframt at
umhvørvið verður styrkt
av hesum, eru vit eisini
við til at geva børnum
okkara nøkur dygdargóð
virði.
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Nú hevur undirritaði ver-
ið løgtingsmaður síðani
valið síðst, leingist eftir
nøkrum
heilt
grund-
leggjandi innan tinggátt,
nakað sum eg upplivi í
gerandisdegnum, uttan
fyri tinggátt.
Eg leingist eftir dygd-
um innan tingátt sum
kallast »eitt orð er eitt
orð og ein maður ein
maður«, hví kunnu ting-
limir ikki í størri mun
tosa um landsins besta, í
staðin fyri altíð at hugsa
taktikk og flokspolitisk-
an vinning.
Hvussu kunnu vit lyfta
í felag innan tinggátt, tá
vit ikki mentalt megna at
gloyma klandur og stríð,
hví søkja vit ikki tann
besta persónliga felags-
nevnarin hjá tinglimum, í
staðin fyri tað, sum hevur
verði
seinastu
árini,
nemliga lægsta felags-
nevnara.
Ríkisfelagsskapurin er
ein skipan, sum vit eiga
at verða góð við, og
menna, til felags gagn
fyri
allar
føroyingar,
burturi sum heima, vit
hava ábyrgdina av einum
sterkum ríkisfelagsskapi.
Eg vil Sambandsflok-
sins og landsins vegna
arbeiða fyri, at vit aftur
innan tinggátt, koma at
kenna tann gamla føroy-
ingin aftur, sum eg
leingist eftir.
Tað er at kenna hitan
av orðatakinum »eitt orð
er eitt orð og ein maður
ein
maður«,
tástani
kunnu tú og eg byggja
land saman.
Inn við móður-
mjólkini
Ríkisfelagsskapurin
heimsins besta
skipan 5. partur
Bill Justinussen
Bill.teletech.fo
Miðflokkurin tók undir við
skattalætta á kr. 127 mill.
fyri 2003 og 2004. Tað
besta fyri borgaran er, at
hann í størri mun sjálvur
sleppur at avgera, hvat
hann skal nýta sín pening
til. Skattalætti er eisini
góður familjupolitikkur, tí
meiri verður at ráða yvir í
einstaka
húsarhaldinum.
Har tvær inntøkur eru, gev-
ur hesin skattalættin í rund-
um tølum eina meiri upp-
hædd at ráða yvir á kr.
10.000 fyri einstaka húsar-
haldið.
Hinvegin mugu almennu
tilboðini til tey, sum eru
verri fyri í samfelagnum,
ikki versna orsakað av, at
skattalætti verður veittur,
og tað hava vit megnað at
hildið fast um. Játtanin til
heilsuverkið hækkar kom-
andi ár sambært fíggjar-
lógaruppskotinum, og er
hetta ein greið ábending
um, at hetta hevur høga
politiska raðfesting.
Gev Miðflokkinum fram-
vegis ávirkan, so veitst tú,
hvat tú fært.
Stutt og greitt
Birgir Mohr
Sandi
Javnaðarflokkurin verður
við til fullveldisupptakið!
Tann 1. juli 2002 boðaði
fullveldissamgongan – tann
seinna – frá, at hon fór at
fremja ein politikk í Før-
oyum, sum skuldi geva
sjálvstýri, sosiala trygd,
framburð.
Umleið
18
mánaðir seinni eru somu
flokkar rýmdir úr starvi í
ótíð. Upptakið eftir hesa
samgongu verður stórt og
krevjandi.
Ein skrædnað klandurs-
samgonga er farin til hús,
løgtingið sent heim og val
útskrivað í ótíð – ella vit
skulu velja um aftur og
betur. Tað átti ikki at verið
torført hjá Føroya fólki at
valt betur eftir 18 mánað
tómgongd og afturgongd.
Tvørturímóti!
Meira sjálvstýri fingu vit
ikki. Fullveldisflokkarnir
eru nú vendir aftur til
gomlu Heimastýrislógina.
Sosiala trygd fingu vit
ikki. Eingin pensiónsre-
formur. Tann í keypikraft
støðugt minkandi fólka-
pensiónin er enn álitið hjá
mongum húsarhaldum her
á landi – og tað er stór
skomm, eftir sjey búskap-
arliga feit ár.
Tey sjúku skulu nú stilla
upp á røð fyri at koma til
viðgerðar, at bíða til pen-
ingur er tøkur – slíkt er
óverdugt.
Og hvar í Føroyum er
framburður at hóma ídag?
Útoyggjapolitikkur
og
økismenningarpolitikkur
eru higartil bert vorðin tóm
orð.
Enntá hava umboð fyri
Tjóðveldisflokkin boðað
frá, at tey vilja avtaka flutn-
ingsstuðulin til fiskavørur.
Hesin stuðul, sum er ein
avgerandi treyt fyri at hava
fiskavinnuna gangandi úti í
økjunum. Bæði ráfiskaupp-
boðssølan og útflutnings-
skipini liggja í miðøkinum,
so kostnaðarmikil flutning-
ur er neyðugur, við hvørt
báðar vegir.
Hvussu skulu virkir í
Sandoy, Suðuroy ella Norð-
oyggjum klára seg uttan ein
stuðul til allan hendan
flutning. Nei, hesin er
neyðugur.
Og Strandferðslan og
Bygdaleiðir eru niðurpínd,
hóast hesi eru einasta sam-
band við miðøkið, har tað
ikki er landfast. Nei, hesin
politikkurin hjá fullveldis-
samgonguni gevur onga
økismenning, tvørturímóti.
Okkum tørvar nýggjan
politikk, nýggja samgongu.
Javnaðarflokkurin bjóðar
seg fram við einum poli-
tikki, sum setir fólkið
fremst. Vit vilja loysa teir
dagligu trupulleikarnar hjá
fólki okkara fyrst. Hartil
biða vit um stuðul.
Fólkið fyrst!
Leygardagin 20. desember
verður Hjørdis Egholm
Mortensen í Havn 60 ár.
Hjørdis er yngst av seks
systkjum og vóru foreldur
teirra Erika og Alfred
(Affe) Egholm.
Aftaná lokna skúlagongd
í fólkaskúlanum fór Hjørd-
is í studentaskúla, og var
flokkur hennara tann sein-
asti, ið tók studentsprógv á
VBV í Skansabrekkuni,
áðrenn studentskúlin flutti
niðan í Hoydalar.
Ikki meira enn liðug við
skúlagongdina fekk hon 9.
juli 1962 starv sum stjóra-
og stjórnarskrivari á Trygg-
ingarsambandinum Føroy-
ar, og hevur hon sostatt ar-
beitt í somu fyritøku í 41 ár.
Hóast hetta fyri nøkur kann
tykjast at ganga beint móti
tíðarinnar anda - ella
"trend", sum tað verður
nevnt í dag - so er einki
løgið, at Hjørdis hevur
gjørt av at gera fyrsta starv
sítt til lívsstarv burturav. Tí
er tað nakað, ið sermerkir
Hjørdis, so er tað trúfesti
hennara - bæði móti ar-
beiðsplássi, starvsfeløgum,
vinum
og
ikki
minst
familju síni.
Altíð fryntilig og fyri-
komandi hevur hon gjøg-
num árini verið skrivari hjá
fýra stjórum. Fyrst Tumm-
asi Thomasen, síðani Mari-
us Thomasen, Jens Peturi
Arge og nú Gunnari í Liða.
Hon hevur uppliva stóru
broytingarnar, ið hendar
eru innan tryggingarheimin
og hevur dugað at laga seg
eftir teimum, soleiðis at
hon alla tíðina hevur verið
før fyri at røkja starv sítt til
lítar.
Men tað er ikki bert á
"Tryggingini" at Hjørdis
hevur gjørt vart við seg.
Hon hevur verið og er
framvegis aktiv á mongum
økjum. Eitt nú hevur hon
frá barnsbeini havt serligan
tokka til fimleikin og hevur
hon verið aktiv í Havnar
Fimleikarfelag. Hon hevur
luttikið í kappingunum um
føroyameistaraheitið og var
eisini á landsliðnum í fim-
leiki í 1970.
Hjørdis er gift við Heðin
Mortensen, løgtingsmanni
og ÍSF-forseta, so ikki er
løgið at Hjørdis hevur havt
nógv við ítrótt at gera. Trú-
liga røkir hon størvini og
umboðanina, ið fylgja við,
og hevur hon millum annað
verið við á øllum Oyggja-
leikum síðani 1989 sum
partur
av
liðnum
hjá
Ítróttasambandinum.
Eitt orðatak sigur (hóast
onkur heldur hetta vera
sjavinistiskt) at aftan fyri
ein hvønn mann stendur ein
kvinna - og styðjar og
stuðlar. Og hjá Hjørdis og
Heðini er eingin ivi um
hetta. Hjørdis hevur verið
trúgvasti stuðul, leiðbeinari
og revsari hjá Heðini í
mongu álitsstørvum hans-
ara. Hevur hjálpt og luttikið
aktivt í nógva arbeiðinum
og eigur sína stóra lut í, at
skundmikil maður sum
Heðin, ið altíð hevur úr at
gera, kann náa alt arbeiðið.
Hóast nógv er at taka sær
av í samband við nógva ar-
beiðið, ið liggur á hjá ein-
um húski, sum tí hjá
Hjørdis og Heðin, so megn-
ar Hjørdis við góðu or-
ganisatorisku og fyriskip-
anarligu evnum sínum at
fáa alt at glíða sum tað skal.
Hóast trýstið kann tykjast
øðrum stórt, so fær hon á
sín egna stillføra hátt alt at
hanga saman. Og tá úrslitið
skal fyriliggja, so ger tað
tað eisini.
Hjørdis og Heðin eiga
fýra børn. Av teimum býr
bara elsta dótturin, Elin, í
Føroyum, meðan hini trý -
Ann, Guðrun og Eirikkur -
eru búsitandi í Danmark í
løtuni. Átta ommubørn
hevur Hjørdis fingið og eru
hon og Heðin (sum ommur
og abbar mangan) "púra
býtt" av teimum. Men tað
er heldur eingin ivi um, at
børnini í teimum báðum
hava fingið góða ommu og
góðan abba.
Føði- og dópsbrævið
sigur tað, men ilt er at
trúgva tí!! Men satt er tað -
Hjørdis fer um tey seksti.
Spelkin, sum ung kvinna á
at líta, sjarmerandi og fitt,
fyrikomandi og fryntilig,
fitt og vøkur. Jú "superla-
tivini" eru nógv, tá ein skal
siga nakað um hana - og tey
eiga heldur ikki at verða
spard!!!
Sjálvan
føðingardagin
hava vinfólk, kenningar og
familja møguleika at heilsa
uppá Hjørdis, tí leygar-
dagin verður "opið hús" í
Sjónleikarhúsinum millum
kl 11:00 og 15:00, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
Góða Hjørdis - lat okkum
á henda hátt nýta høvi at
ynskja tær hjartaliga til-
lukku við degnum í vónini
um trygga og góða framtíð.
Vinfólk
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Dagurin
19. desember. Nemesius, deyður umleið ár 250. Um
halga mannin Nemesius sigur halgisøgan, at hann
einaferð varð lagdur undir stuldur. Men tá ið hann kundi
prógva, at hann var ósekur, varð hann ákærdur fyri at vera
kristin og tikin av døgum.
Hjørdis Mortensen 60 ár
C
M
Y
K
13
12