Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

MARGAR AB ÍR ÁÁU Nr. 180 — 24. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið S0S2lu 17 Fakrørslan og flokkurin frameftir — Tað er neyðugt, at fakfeløgini av álvara taka sær um reiggj og fara at hyggja longur enn at gera ein sáttmála annaðhvort ár. Ti ávirka fakfeløgini ikki samfelagsgongdina á øllum økjum, so vil samfelagsgongdin ávirka tey. Finna fakfeløgini ikki út av hesum, so er tað nærmast ein skylda hjá Javnað- arflokkinum at draga tey inn aftur í hetta orðaskifti, segði Jákup Danielsen, fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum á summarstevnuni hjá Javnað- arflokkinum: Eg fari at nýta høvi at takka fyri møguleikan at siga nøk- ur orð her í dag. Ætlaði mær ikki at líta so nógv aftureftir, men heldur at tosa um fak- felagsrørsluna og Javnaðar- flokkin frameftir, soleiðis sum mítt evni er. Tó, tað er av fortíðini vit læra, og henni kunnu vit ikki lata eyguni aftur fyri. Søguliga sæð i Føroyum, so hevur fakfelagsrørslan og Javnadarflokkurin tætt samband hvørt vid annad. Her á Tvøroyri og eisini í Havn er Føroyski Javnað- arflokkurin spottin úr fak- felagsrørsluni ella rættari teimum persónum, sum tá myndaðu fakfelagsrørsluna, sum vildu at fakfelagsrørsl- an gjørdi sína ávirkan gald- andi á politiska økinum og å henda hått tillagadu sam- felagsvidurskiftini til frama fyri løntakaran. At jåst tann sosilistiska hugsjónin kom at verða grundarsteinurin er ikki so løgid, ja kanska ein sjålv- fylgja, tí ongin hugsjón talar so týðiliga sum hendan, og gevur svarið vit okkum sóknast eftir. Men vit menniskju eru sjålvsøkin og hugsa altíð at skava til okkum sjålvi, meira enn gott er, heldur enn at hugsa um heildina. Hetta kemur tíverri ov ofta til sjóndar. Meginfelag verið n Javnaðarhugsjónin, í sær sjálvum, burdi verið nokk til at samansjóða fakfelags- rørsluna og flokkin til eina óloysiliga eind, men soleið- is er tað ikki, hvørki í Før- oyum ella aðrastaðni. Og til eina og hvørja tíð, hevur tað almiklan tydning, hvørjir persónar mynda flokkin og fakfelagsrørsluna. Tað er hetta hátíðarhald eitt prógv um. Síðani stovnina av verk- amannafeløgunum síðst í hini øldini, og helst síðani heimastýrislógina, eru kom- in ein rúgva av fakfeløgum aftrat og eru nógv av teim- um felgum små, sum ar- beiða hvør í sínum lagi. Longu tíðliga fingu verk- amannafelggini eitt megin- felag, og hevur hetta í stóran mun verið teirra styrki. Nøkur feløg innan hendan bólkin ganga tó í sjálvdrátti, tó við onkrum samstarvi av og á. Tey nýggjaru felggini hava onga meginfelagsskip- an, men hava til tíðir eisini meira ella minni samstarv hvort við annað. Øll vilja tey fyrst og fremst arbeiða fyri seg sjálvi í hesi somu tráanini um at teirra viðurskifti skulu verða betur enn hjá øðrum, heldur enn at øllum skal verða givin somu kor. Hendan kósin er sera hættislig og um ikki fak- felagsrørslan fær samskipað arbeiðið sítt betur, so eri eg stórliga bangin fyri, at hon syndrast so líðandi. Bannlýst at takast við politikk Fakfelggini, soleiðis sum vit kenna tey í dag, luttaka í ógvuligan lítlan mun í tí politiska orðaskiftinum. Tað er nærmast blivið bannlýst, at fakfelagsfólk trýna fram fyri at tosa um aktuell sam- felagsviðurskifti ella polit- ikk. Tá tey trýna fram, so er hetta oftast, tá onkur detalja í sáttmálum skal lýsast fyri almenninginum. Men orð- askifti um samfelagsmál ella politikk, sum hevur grundleggjandi týdning ella fer at hava týdning fyri borgaran og harvið lim fak- felaganna hoyrist lítið og einki til. Við hesum missa fakfel- ggini ávirkanina, sum tey eiga at hava í samfelagsorð- askiftinum og á tey mál, sum viðvíkja limum teirra. Hendan stóða verður tvífalt so ring, tå fakfelagsrørslan heldur ikki hevur tryggjad sær politiska megi til at vinna rættindi Sjålvdråttur - hava ikki tosad nog væl saman Sum nevnt arbeida fakfel- øgini í sjålvdråtti og hóast vit kunnu siga, at vit í Før- oyum hava eitt høgt organ- isatiónsprosent, so er fak- felagsrørslan sum heild illa skipað, í mun tað hon er í teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við. Hetta er og verður ein veikleiki og vinningurin fer óbeskorðin til arbeiðsgevar- an. Fakfeløgini hava ikki eitt felags politiskt bakland, sum skal knýta tað fakpol- itisku og politisku síðuna saman í eina størri eind. Fakfeløgini siga ikki, at Javnaðarflokkurin er tann flokkur sum vit seta álit okkara til, hóast Javnadar- flokkurin hevur ta hugsjón sum einabest eigur at tæna fakfelagsrørsluni. Hví so er, kann dúliga verið tjakast um, men óivað hevur flokkurin og feløgini ikki verið nóg dugnalig til at tosað hvørt við annað gjøgnum tíðina og kanska hava partarnir hava lyndi til at >gloymt< hvønn annan tå løtuvinningur hevur verið at hóma. Broytingin, frá at flokk- urin og fakfelagsrørslan í síni tíð høvdu tætt samband og til nú har leysari ella onki samband er, kann eisini verða ein fylgja av teimum broytingum, sum henda í samfelagnum og sum fel- øgini og flokkurin ikki hava dugað at handfarið nóg væl. Tíðin stendur ikki í stað, og tað ger samfelagið held- ur ikki. Vit kunnu av réttum spyrja, um tey sum t. d. hava myndað fakfelags- rørsluna seinastu 20 - 30 árini hava verið nóg dugn- alig til at fylgt við tíðini, og vit kunnu somuleiðis spyrja, um flokkurin hevur verið nóg dugnaligur at hildið fast við røtur sínar. Stórmál líða vanrøkt Jú tað ber til at líta aftureftir og finnað okkurt sum kundi verið ødrvisi og vert hevði verið at havt hetta í huga- num, nú vit tosa um sam- bandið millum fakfelags- rørsluna og Javnaðarflokkin í framtíðini. Tað er ein sannroynd, at føroyskur politikkur í alt ov lítlan mun, hesi seinni árini, hevur snú seg um týdning- armikil samfelagsmál, men heldur um frágreiðingar og kanningar og nú er líkt til, at komandi árini bert fara at snúgva seg um ríkisrætt- arligu støduna. Inn í millum kemur okk- urt glepsið um tvangsakti- veringar og áminning um, at nú skal ein og hvgr verða harri í egnum húsi, eftir bestum amerikanskum stili. Men meðan alt orðaskiftið savnast um tjóðveldi, full- veldi, suverenitet og ríkis- sáttmála við felags kongs- húsi, so eri eg bangin fyri at týdningarmikil samfel- agsmál koma at líða undir stórari vanrøkt. Mál sum hava avgerandi týdning fyri arbeiðarargrsluna, koma alt ov lítið fram. Samstarv drivmegin Hvussu eru so vónirnar fyri at fakrørslan og javnad- arflokkurin í stórri mun enn nú samstarva, og hvgrji mál verða at taka sær av. Fyritreytin fyri samstarvi er m. a., at partarnir eru opn- ir fyri einum konstruktivum dialogi. Neyðugt er við støðugum sambandi har partarnir tosa seg til rættis og koma við uppskoti til loysnir av samfelags- og fakfelagsviðurskiftum. Fakfelagsrørslan fer framhaldandi at taka sær av såttmålasamrådingum og ti sum har til hoyrir, meðan flokkurin og fakfeløgini skulu samstarva um yvir- ornad samfelagsvidurskifti og saman åvirka politisku gongdina um hvussu vit ynskja at samfelagid skal skipast, mennast og út- byggjast í framtíðini. Hetta samstarv skal verða drívmegin í vælferðarsam- felagnum. Menningin í samfelag- num sum heild og á arbeiðs- markaðinum setur stór krøv til fakfeløgini um broyting og nýtímansgering. Um fakfelagsrørslan ætlar at gera sína åvirkan galdandi skulu allar nýggjar avbjóð- ingar takast í størsta álvara, og fakfelagsrørslan skal í neyvum samstarvi við flokkin arbeiða við itøkilig- um uppskotum og loysnum. Dygdin í hásæti Við grundarlag í trúnni á samfelagið og menniskja, javnað og solidaritet, skal øllum verða givin møgu- leikar fyri at fremja sítt mál og síni evni. Menniskja skal verða í miðdeplinum. Fólk- astýri er eitt gott grundarlag fyri tí demokratisku menn- ingini og eigur fakfelags- rørslan og flokkurin at breiða demokratiið yvir alt í samfelagnum. Løntakar- anna ávirkan og meðábyrgd fyri sínum arbeiðsplássi eigur at styrkjast. Kunningartøknin og sam- skifti åvirka gerandisdagin meiri og meiri. Vitan, út- búgving og atgongd til nýggja samskiftistøkni kann skapa ójavnað í tí demo- kratisku menningini. Her eiga fakfelagsrørslan og flokkurin at tryggja at sam- skiftistóknin kemur øllum til góða. Ávirkan og persónlig menning fær stórri virði. Dygdin (góðskan) í lívi okkara verður eitt krav til framtíðina. Dygdin (góðsk- an) umfatar framleiðslu, nýtslu, familjulív og ar- beiðslív. Samfelagið skal ikki aleina mátast útfrá bú- skapi og rikidømi, men uppá lívsvirði í breiðum týdningi. Fakfelagsrørslan og. flokkurin mugu seta dygdina (góðskuna) í mið- depilin. Øll somu møguleikar Umhvørvid skal virðismet- ast. Flokkurin og fakfelags- rørslan skulu taka stig til at studla reinari tøknifrødi og umhvørvisvinarligari fram- leiðslu og tænastu. Arbeið- ast skal sum heild við at vit framhaldandi fáa eitt sunn- ari umhvørvi og arbeiðsum- hvørvi. Arbeiðarargrslan hevur brúk fyri einum sterkari stuðli frá tí yngra ættarlið- num. Størri dentur eigur at verða lagdur í ungdóms- arbeiði og tey ungu skulu fáa góðar møguleikar at lut- taka í arbeiðinum til felags Jákup Danielsen: — Hóast vit í Fóroyum hava eitt høgt organisatiónsprosent, so er fakfelagsrørslan sum heild illa skipað, í mon til tey lond, vit vanliga samanbera okkum við - hetta er ein veikleiki, og vinningurin fer óbeskorin til arbeiðsgevaran... frama. Vælferðarsamfelagið skal framhaldandi mennast. Tað er tí brúk fyri orðaskifti um innihaldið í framtíðar sam- felagnum. Borgarin verður ávirkaður av eini hvørji broyting og skal tí fáa møg- uleikan at luttaka í orða- skiftinum. Arbeiðarargrsl- an, fakfelagsrørslan og flokkurin eru týðandi partar (partur) sum eiga at luttaka virkið í menningini av væl- ferðarsamfelagnum. Menningin skal byggja á hugsjónir arbeidararørsl- unnar. Endamálið er, somu møguleikar fyri øll óansæð fíggjarligan førleika og sos- iala stødi. Tað skal verjast um grundleggjandi tryggleikan við einum trygdarneti fyri fólki, sum orsakað av ar- beiðsloysi, sjúku ella á ann- an hátt hava brúk fyri hjálp. Øll skulu taka meðábyrgd fyri teimum veiku í sam- felagnum Rættindi og skyldur fylgj- ast, um tað skal tryggjast eitt grundleggjandi forstá- ilsi fyri teimum veikastu Eitt solidarisk menniskja- sýn er, at man átekur sær skyldur, um man vil hava rættindi. Nei til tv vering At tryggja arbeiði til øll skal framhaldandi verða ein av høvudsuppgåvunum hjá ar- beidararørsluni. Tad er spill av menniskjaligum virdum, at nógv arbeidsfør fólk eru uttan arbeiði. Arbeiðara- rørslan skal ikki luttaka í tvangsaktivering av fólki, men skal arbeiða við at seta í verk ein virknan arbeiðs- marknadarpolitikk, sum tryggjar øllum somu møg- uleikar til arbeiði. Figgjarpolitikk, vinnu- politikkur, grannsking, vit- an og útbúgving, arbeiðs- marknadarpolitikk, javn- støda, eftirlønarspurningur, umhvørvi og arbeidsum- hvørvi. Soleiðis kundi vit hildið fram við at reksa upp mål sum arbeidararørslan få fakfeløgini og flokkurin i felag skuldu tikid upp til viðgerðar og hond í hond, skapt fortreytir og ávirkan fyri í tí samfelag vit ynskja okkum at liva í frameftir. Her er ein ørgrynna av spurningum, sum krevja viðgerð, og her er ein ør- grynna av målum sum skulu gjøgnumførast í neyðugum samstarvi millum fakfelags- rørsluna og flokkin. Lat meg at enda seta okk- um spurningin. Skulu fak- feløgini og flokkurin ar- beiða neyvari saman og hvussu? Jú, tað er neyðugt, at fak- feløgini av álvara taka sær um reiggj og byrja at hyggja longur enn at gera ein sátt- mála annað hvørt år, ti å- virkad fakfeløgini ikki sam- felagsgongdina á øllum øk;- um, so vil samfelagsgongd- in åvirkad tey. Og finna feløgini ikki út- av hesum sjálv, so er tað nærmast ein skylda hjá flokkinum at draga tey inn aftur í hetta orðaskifti. Fak- felagsrørslan og flokkurin skylda hvørjum ødrum at hildin verður ein og sama kós. Tí liggur tað ein stór upp- gáva fyri flokkin, ikki sum ein byrða, men heldur sum ein avbjóðing at taka stig til savna arbeidararørsluna aftur og ti skal tað til endans verða mín inniliga áheitan á flokkin um beinanvegin at taka neyðugt stig fyri at savnað arbeidararørslunna aftur. Einsamallur, uttan fakfel- agsligu røturnar, stendur flokkurin veikur, og einsa- møll, uttan politiska slag- kraft, stendur fakfelags- rørslan veik, men saman er eindin sterk Hetta verður ein seigur og tungur róður, men heldur tað, enn at seta seg afturá og vænta at alt gongur av sær sjálvum. Náa vit hesum máli, so verður tað eitt virðiligt úrslit av hesum hátíðarhaldi og ein stórur vinningur fyrr Føroyar og fólkið, ið her býr. Takk fyri Jákup Danielsen