Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 25. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið >MESSIAS: fyri allar 5 ? *g korsangarar | au - i bt : 3 i N =" Ætlanin hjá Havnarkórinum er, at Høndelkonsertin skal verða eitt afturvendandi tiltak — Sunnudagin verður næsta venjingin í Kommunuskúl- aauluni í Havn klokkan 18%. Øll, sum ætla sær at vera við í hesum kórtiltaki, mugu møta tá, eisini tí, at leiðarin Willi Ghol kemur higar at hava fyrireikandi vikuskifti vid okkum í døg- unum 6. - 8. november, og tå skulu vit helst duga, id hvussu so er, meginpartin av ti, sum syngjast skal. Hetta sigur Olavur Håtun, sum skipar fyri venjingu- num f samband vid, at ætl- anir aftur í år eru at framføra Hándels Messias, ið er eitt tað mest umtókta stórverkið í musikksøguni. Mangastaðni er tað sið- venja regluliga at framføra hetta fagnarverk fram móti jólum ella um páskatíð. Havnarkórið hevur eftir royndirnar fyrra árið avgjørt at skipa fyri Messias-fram- førslum í Føroyum annað hvørt ár og fóru tey undir venjingarnar sunnudagin 13. september. Ólavur Hátún sigur, at ynski kórsins er at bjóða sangarum úr gðrum kórum og annars gllum við kór- royndum at verða við, so at hetta kann gerast ein aftur- vendandi kóruppliving hjá einum størri sangaraskara at síggja fram til. Men ikki allir kórsang- arar eru vanir vid framførsl- ur av hesum slag, og tað eru partar í hesum tónaverki, sum seta rættuliga stór krøv til sangararnar. Tí verður arbeitt á tann hátt, at tey, sum seta sær føri fyri tí og vilja geva sær stundir til tað, meta eina ferð um vikuna til teir torføraru partarnar, Mynd: Jens Kristian Vang meðan tey, sum ikki vilja leggja so nógv fyri seg, kunnu vera við í stóra kóri- num, sum fer at venja nakr- ar sunnudagar seinnapart eftir avtalu. Solistar á konsertunum, sum verða leygardagin og sunnudagin 5. og 6. des- ember, verða aftur Ernst Sondum Dalsgarð, tenorur, og Lars Thodberg Bertel- sen, bassur, sopransolistur verður hesaferð Berghild Poulsen, meðan leiðarin er Willi Gohl hevur altsolistin við sær úr Schweiz. Søkja nú eftir nýggjum almannastjóra EIRIKUR LINDENSKOV Nú skal stjóri setast á Al- mannastovuni. Í blaðnum í dag sekir Al- manna- og Heilsumálastýr- ið eftir stjóra. Sagt verður, at í samband við bygnaðar- broytingar í Almanna- og heilsumålastyrinum og Al- mannastovuni, har teir fyri- sitingarligu, figgjarligu og starvsfólkaligu partarnir, sum fyrr lógu í fyrisitingar- deildini á Almannastovuni, eru fluttir í deildir undir AI- manna- og heilsumálastýr- inum, og har Serstovna- deildin og Heimargktin eis- ini verða skild frá Almann- astovuni, verður eitt broytt starv sum stjóri fyri Al- mannastovuni lýst leyst at seta 1. desember 1998 ella eftir nærri avtalu. Starvið er skipað undir Almanna- og heilsumála- stýrinum við tilvísing til að- alstjóran. Hjálpið okkum at hjálpa Tað er í hesum døgum - fram til 26. september, at skótar bjóða seg fram til einhverja tænastu til frama fyri skótahjálpina. Skótahjálpin er sjálvboð- in tænasta við tí í hyggju, at fólk lata eina samsýning fyri einhvønn beina, skót- arnir gera fyri teg hesa vik- una, sum endar 26. sep- tember. Frá skótahjálpini siga tey, at hjálpin hesaferð stuðlar: 1. Guro og Rúna úr Ár- antsstovu í arbeiði teirra millum børn í Nigeria 2. “Meginfelag teirra Brekaðu til føroyskan orða- grunn til teldusamskifti savnsmynd Álvur Haraldsen Arsins markn- aðardagur í Sjónleikarhús- inum í Havn Komandi leygardag 26 sept. frá kl. 11 til kl. 16, ella so leingi fólk er, fer Havnar Sjónleikarfelag at skipa fyri megastórum loppumarknaði, har tú kann fáa alt frá glansbí- létum, grýtum og vasum til wc-kummur, leikur og bøkur umframt fleiri tons av klæðum. Til tey smáu gera vit ein stóran fiski- brunn, har tey fiska sær ein pakka heldur enn ein metalfisk. Tey eitt sindur stórri kunnu sláa seym, royna seg í bóltakasti ella skemta sær í skemtikøk- inum, við at bróta tallerk- ar og annað. Stórt tombola við al- skyns lutum og ymsum heimabakstri, verður eis- ini á skránni. Ein kaffi- ella temunn bjóða vi! mammum og/ella omm- um, sum bíða eftir børn unum Um loppumarknaðin er at siga, at fólk hava verið so einastandandi beina- som at lata okkum lutir at vit komu næstan í neyð vegna plásstrot, men lukkutíð er húsið so stórt at vit fáa hýst næstan øll- um. Nkaða kemur tó at standa uttanfyri. Hvønn heila tíma verð- ur undirhald, skiftivís klovnar og sangur Øll eru hjartaliga væl- komin Vónandi verður undir- tøkan hareftir Fiskikapping å Strondum Tað er Strálan, ið skipar fyri fiskikapping leygar- dagin 26. sept. Tað eru nú meir enn tvey ár síðan at skipað var fyri tílíkari kapping. Tað er ein líður í at útvega felagnum pen- ing. Byrjað verður klokkan 8 á morgni, tá bátarnir leggja at landi í Heygsstød fyri at tekna seg til kapp- ingina. Fiskireiðskapurin er snøri ella snella. A Bátarnir skulu verða aftur klokkan 16.30 og verður fongurin vigaður. Eru fleiri mans við sama báti, verður roknað út hvussu nógv kilo eru uppá mannin. Tríggir teir bestu bát- arnir fáa steyp til ognar Umframt steypið fáa teir ein ølkassa ella ein soda- vatnskassa Borð og stólar verða settir upp á økinum, har manningarnar, ið hava luttikid í fiskikappingini fáa smyrjibreyð. Annars verður møguleiki hjá fólki at keypa sær ein góðan kaffimunn við ein- um góðum køkubita aft- urvið. Møguleiki verður at keypa sær feskan fisk Eisini verður skipað fyri mat og køkutombola, fiskidammi til børnini og einum vanligum tombola. Er tad soleidis, at vedr- ið ikki er til vildar í morg- in, verður fiskikappingin avlýst í útvarpinum kl 07.30. Vónandi verða fleriri bátar við til kappingina og vit vóna at síggja nógv fólk kl. 16.30 niðri á Hey gsstød