fríggjadagur 25. september 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Helgi Olsen byggir hús á
Helgi Olsen er í holt við at byggja sær og familjuni eini sethús úti
grund, so er grundin ikki eins og aðrar grundir her heima. Hon er nevniliga tann
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er eitt gamalt orðatak
sum sigur, at mangt broytist
á mansins ævi
Ikki er orðatak fest at
nøkrum ávísum, men í hes-
um føri fara vit at brúka tað
í sambandi við húsabygg-
ing
Tað er sjálvsagt, at tað
dag og dagliga henda tekn-
iskar broytingar, sum gera
arbeiði lættari og årslitid
betri
Og onkuntíð er talan um
rættiliga stórar broytingar
Fyri eini tíð síðan sat
Helgi Olsen og læs í einum
norskum verkfrødingablad
> har så hann eina søgu
»itt nytt slag av formum
til håsagrundir
Skipanin virkar á tann
hátt, at plastikkelementir
verða sett upp og so verða
tey standandi aftaná at
stoypiarbeiði er liðugt
Helgi gjørdist ikki sért
bilsin og hugtikin av hesum
háttinum at
húsagrundir
Men at tað liggur álvara
aftanfyri sæst av at just
henda >skipan< varð vald
| ársins byggiprodukt í
Kanada í 1997
nyggja
gera
Umboðar formarnar
í Føroyum
Sum nevnt gjørdist Helgi
Olsen rættiliga hugtikin av
formunum
Hann hugsaði við sær
sjálvum, at tá teir kunnu
byggja hús á henda hátt í
Kanada og Noregi, so
skuldi ikki verði nakað til
hindurs fyri, at henda
Argjum, men:
skipan eisini kann brúkast í
Føroyum
Ti hevur Helgi Olsen
fingid sær tad føroyska ag-
enturi uppá formarnar og nú
vónar hann sjálvsagt, at
timburmeistararnir fara at
taka undir við hesi nýggju
loysnini
Byrjar við
egnum húsum
Fyri stuttari tíð síðan fór
Helgi Olsen undir at byggja
síni egnu hús, og til grundna
brúkar hann hesar nýggju
formarnar
Nógvir timburmeistarar
hava verið framvið og hugt
hvussu henda nýggja skipan
virkar, tí tað er jú nakað,
sum eingin fyrr hevur s æð
i Føroyum
Men hvør er so munurin
millum eina »vanliga«
grund og eina »plastikk-
grund< ?
— Tad er nógv, sum verður
gjørt eðr ísið við eini >plas-
tikgrund« enn við eini van-
ligari grund
— Fyri tað fyrsta er ein
»plastikkgrund« tynnri enn
ein vanlig grund, og harvið
fer munandi minni betong í
hana og tað ger hana nógv
bíligari. Tað fara umleið
100 litrar av betong fyri
hvønn fermetur í eina slíka
grund, meðan tað fara mill-
um 150 og 200 litrar fyri
hvønn fermetur í eina van-
liga grund
— Men størsti munurin er
tó, at ein grund sum henda
heldur uppá tað vatni, sum
er í betonginum og tí verður
tað nógv sterkari enn betong
vanliga er, tí at í teimum
Soleiðis sær ein grund út, sum e
Olsen sá »systemi« í einum norskum ve
tornar vatni burtur.
Lítið og einki
viðlíkahald
Men tað er ikki alt. Av tí at
formarnir verða standandi
eftir at grundin er komin
upp, so verður nógv minni
viðlíkahald av eini grund
sum hesi enn tað er við eini
vanligari grund, sum ofta
skal bæði pussast og málast
fleiri ferðir gjøgnum tíðina.
tíðindablaðið SOX
2
Nr. 181 — 25. SEPTEMBER 1998
Formarnir verða standandi
á Argjum. Hóast tey eins og óll onnur hava eina
fyrsta av sínum slag í Føroyum
Formarnir til eina plas-
tikgrund kosta umleið 25
túsund krónur, men Helgi
Olsen heldur, at teir peng-
arnir eru væl givnir út.
— Teir pengarnir verða
spardir væl og virðiliga inn
aftur í longdini.
Skjót at seta upp
Helgi Olsen er væl nøgdur
vid skipanina, nå hann hev-
ur roynt hana.
r stoypt vid plastikkformum, sum verða standandi eftir at stoypiarbeiðið er liðugt. Helgi
rkfróðingablað og hevur tikið tað til sín
— Tað er sjálvandi ein
vanaspurningur. Tá tú hevur
sett nakrar grundir upp við
hesum formunum, so gong-
ur tað skjótari og skjótari at
seta formarnar upp.
Sum nevnt er skipanin so-
leiðis háttað, at tað ber til at
stoypa ein grund upp í ein-
ari uppseting og gott og væl
tað.
Formarnir verða settir
upp og so verður jarnið sett
(Mynd: Jens Kristian Vang)
igjøgnum hol, sum eru í
formunum.
Hvussu tað fer at gangast
við at selja skipanina til før-
oyskar timburmeistarar er
ikki lætt at siga, men livst
so spyrst. Sosialurin ynskir
Helga Olsen góða eydnu
við húsunum
Heimskendi danski kontrabassspælarin Niels Henning
Ørsted Pedersen verður við á Tørshavnar Jazz, Fólka
og Blues Festival, sum verður frá 14. - 17. oktober
Um tríggjar vikur verður festivalurin:
Atgongumerkjasølan til Jassfestivalin
byrjar í Norðurlandahúsinum og Kunn-
ingarstovuni í dag
SVEINUR TRÓNDARSON
Tey ganga hond í hond - Hús-
ið og Jassfestivalurin.
Norðurlandahúsið helt fyrr
í ár fimtan ára fødingardag
sín, og nú í oktober fer fimt-
andi jassfestivalurin so av
bakkastokki. Og hann hevur
húsast í húsinum í øll hesi
árini.
Øll hesi árini hevur festi-
valurin drigið hópin av út-
lendskum tónleikarum hend-
avegin og tað er ikki hissini
umtalað Føroyar og føroy-
ingar hava fingid uttanlands
fyri henda festival.
Ein festivalur, sum í allar
mátar stendur mát við tað,
sum upplivast kann uttan-
lands, bæði tá tað viðvíkur
tónleikarum og ikki minst
rammunum umkring festi-
valin.
— Norðurlandahúsið er 6-
trúliga væl egna til ein slíkan
festival, go tað er kanska júst
hetta tiltakið, sum hevur gjørt
húsið so kent uttanlands. Tú
skalt minnast til, at tað hava
verið 2300 útlendskir tónleik-
arar í Føroyum til festival
hesi árini, sigur Brandur Øss-
urson, fyriskipari.
— Og uttan vælvildina frá
Norðurlandahúsinum er iva-
samt, um festivalurin hevði
hildid so leingi sum hann
hevur gjørt, leggur hann aft-
urat.
Og tad er einki at taka seg
aftur i, at undirtøkan hefi?
verið stak góð.
Tónleikur við innihaldi
Men hvat er tað so fyri tón-
leikur fóroyingar vilja hava?
— Hyggja vit eftir hvørjir
tónleikarar hava fingið størst
undirtøku, so er teir, sum
framføra tónleik, sum hevur
eitt innihald. Tað vil siga tón-
leikarar, sum Bjørn Eidsvåg,
Bjørn Afzelius og aðrir.
I år eru bara nordurlendskir
tónleikarar vid, men tað ger
ikki skránna verri fyri tað.
Eitt nú kemur heimskendi
danski kontrabassspælarin
Niels Henning Ørsted Ped-
ersen.
Ur Alandi kemur ein sang-
arinna, sum kallast Elisabeth
Ekmann, og hana hoyrdi
Brandur Øssurson, tå hann
var i Alandi fyrr i år.
— Hon er ein framúrskar-
andi góður framførari, sigur
hann og sigur, at hann er sera
fegin um at tað eydnaðist at
fáa Ekman til Føroya.
Ur Svøriki kemur Elise
Fara nú at selja atgongumerkir
Einarsdotter við orkestri. Tey
spæla blues, merktan av
svenskum upprunatónleiki.
Stuðul frá
Saga Petrolium
Men føroyingarnir eru ikki
eftirsettir.
Nógvir av teimum kend-
astu føroysku tónleikarunum
eru fingnir heim til festivalin
og í tí sambandi hevur Saga
Petroleum veitt festivalinum
sera góðan fíggjarligan stuð-
ul.
Friggjavøldid er føroyskt
burturav.
Og i dag byrjar atgongu-
merkjasølan. Tey verda at fåa
í Norðurlandahúsinum og
Kunningarstovuni í Havn.
Prísirnir fyri hvort kveldið
eru ymiskir, men ein kann
eisini keypa atgongumerki
fyri allar fýra dagarnar og
eitt slíkt kostar 350 krónur