Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 tíðindablaðið SOS Nr. 181 — 25. SEPTEMBER 1998 ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 tørshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Gsosialurin.fo Cimburovic skal venja NSÍ Fótbóltur: Í Runavík rokna teir við, at spælararnir halda fram, og teir arbeiða við at sáttmálabinda teir til felagið Tað verður arbeitt av lívsins kreft- um i føroyska fótbóltsheiminum í hesum døgum. Hvat venjarum í |. deild viðvíkur, hevur tað higar- til bara verið greitt, at teir báðir útlendingarnir, sum hava vant tey bæði stóru havnarfeløgini í ár, Ion Geolgau og Tomislav Sivic, fara at halda fram. Hin fyrr nevndi varð í ár settur fyri eitt tvey ára skeið, og hin seinni nevndi hevur fyri stuttum bundið seg til B36 í tvey ár afturat. ; Starvsnevndin i NSÍ hevði í gjårkvøldid boðað spælarunum til fundar. Á skránni var kunnan um nýggja venjaran, sum felagið hev- ur gjørt avtalu við, og sáttmáli verður undirskrivaður fyrsta dag- in. NSÍ hevur gjørt avtalu við jugo- slavan Milan Cimburovic, sum í fjør og í ár hevur verið venjari hjá Royn. Sáttmálin við NSÍ er gald- andi fyri 1999 og ár 2000, og ætl- anin er, at jugoslavin, sum ikki bara skal venja, men eisini spæla við, skal hava ábyrgdina av besta og næstbesta liðnum hjá teimum vaksnu og eisini av unglingaliðn- | v mt Lesið eisini Hrottin å Internetinum www.sosialurin.fo Í Jugoslaviski venjarin hjá Royn, Milan Cimburovic, skal venja NSI komandi ár. Um hann fær Óla Hansen (vinstrumegin á myndini) undir sínar veingir, er kortini ivasamt, tí hann er farin til Danmarkar í skúla um NSI hevði samráðingar við nýggja venjaran síðsta vikuskifti. Tað hevur annars ljóðað, at ætl- anin var at gera sáttmála við ein dana, Peter Danefelt, sum var í Runavík og hugdi seg um og tos- aði við NSI í næstsíðstu viku. Teir í Runavík kendu seg væl saman við dananum, sum hevur góðar kvalifikatiónir, men tað bleiv altso ikki til nakran sáttmála við Peter Danefelt, sum í ár er venjari hjá B1913. ið júst er farið í gjalds- steðg. — Vit hava gjørt av at gera avtalu við Milan Cimburovic. Vit haa tosað við hann, og okkum dámar hann væl. Tað hevur talt ikki so lítið, tá vit skuldu taka avgerðina, at talan er um ein venjara, sum er inni í føroyskum viðurskiftum, bæði í síni heild og ikki minst, tá tað ræður um fótbólt, sigur Jákup Mortensen, formaður í NSÍ. Hann Sigur eisini, at teir við at gera tvey ára sáttmála vóna, at tað verður friður um venjaraspurningin tey bæði komandi árini, sjálvt um tað er innbygd í sáttmálan, at hann kann sigast upp um eitt år, um annar parturin ynskir tað. NSI hvur í ár havt ein jugo- slaviskan spælara á liðnum. Tað er málverjin, Dejan Milanovic. Eftir hvat vit skilja, so kennast hesir báðir jugoslavarnir væl. Hjálparvenjari Tá tað er við í ætlanini við nýggja venjaranum, at hann skal spæla við, verður neyðugt við einum hjálparvenjara. Tann spurningin hava teir í NSÍ ikki vidgjørt enn, og sjálvt um formaðurin ikki vil siga nakað um henda spurningin fyrrenn sáttmálin við venjaran er undirskrivaður, og nevndin hevur vidgjørt spurningin um hjålpar- venjaran, so er rættuliga upplagt, at Trygvi Mortensen, sum hevur havt ábyrgdina av næstbesta liðn- um í ár og sum fleiri ferðir hevur havt ábyrgdina av bæði unglinga— og dreingjaliðnum, fer at halda fram í hesum starvinum. Samsýning fyri avrik NSI telist ikki millum tey feløgini, sum í ár hava havt sáttmálar, ið eru góðkendir av såttmålanevnd- ini hjá FSF, við spælararnar. Men sambært formannin, so arbeiða teir við at gera avtalur við spælar- arnar, og teir rokna við, at allir teir, ið hava verið við í ár, eisini fara at vera við komandi ár, um teir vera í Føroyum: — Vit eru ikki komnir á mål við hesum enn, men vit arbeiða við tí. Utgangsstødan er, at vit vilja gera eina bonusskipan við spæl- ararnar, soleiðis at tað, sum teir fara at fáa, burturúr, verður tengt at, hvussu teir fara at standa seg. Hetta er ein skipan, ið minnir nógv um ta skipanina, sum KÍ í ár hevur havt við sínar spælarar. Undan næstsíðsta umfarinum, sum verður spælt sunnudagin, er NSI á einum greiðum fjórða plássi, og megna teir at halda tørn um hetta plássið, so skulu teir komandi ár taka lut í Intertoto Cup kappingini. Petur Mohr hevur verið venjari hjá NSI í 1996, 1997 og í 1998. Jákup Mortensen, NSÍ formaður- in, undirstrikar, at teir hava verið stak væl nggdir við arbeiðið, sum Petur Mohr hevur gjørt í felagn- um, men bæði felagið og venjarin hava verið samd um, at tað eftir trý ára samstarv hevði verið gagn- ligt at roynt okkurt nýtt. Petur Mohr var eisini venjari hjá NSÍ í 1990. jh Seinasta umfarið í 3. deild verður spælt á middegi Fótbóltur: Heili fýra lið hava framvegis møguleika fyri at flyta upp í 2. deild saman við Skála. FSF hevur flutt dystirnar fram til klokkan 12.00 EmiL L. JACOBSEN Tað restar bert eitt umfar av 3 deild í fótbóltskappingini hjá monnum. Skálamenn hava langt síðani vunnið deildina og verða sostatt at síggja aftur í 2. deild komandi ár Men stríðið um annaðplássið sum gevur rætt til tveir dystir um upp- og niðurflyting móti næst- niðasta liðnum í 2. deild, er als ikki avgjørt. Í løtuni er liggur GÍ á næstovasta plássinum, men gøtumenn hava eisini lið í 2. deild so teir kunnu ikki flyta upp. So- statt gevur triðja plássið rætt til dystirnar um upp- og niðurflyting, og her eru fleiri lið, sum kunnu fara avstað við hesum plássinum. A triðja plássið í løtuni er B68, sum hevur 27 stig og málmunin 46-37. Nummar fýra er ÍF, sum eisini hevur 27 stig og málmun- urin hjá fuglfirðingum er 49-42, te. bert tvey mál verri enn B68 B36 er á fimta plássið við 25 stigum og målårtøkuni 50-44, so teir hava eisini ein møguleika fyri at røkka triðja plåssintm (B36 hevur lið í 2. deild, men tað liðið er í stórum vanda fyri at flyta niður). Og bæði VB og FS Vágar hava eisini ein teoretiskan møguleika fyri at røkka triðja plássinum, men FS Vágar kann ikki flyta upp, tí teir eisini hava lið í 2. deild. Dyst- irnir í seinasta umfari eru lagaðir soleiðis, at øll hesi liðini kunnu enda á triðja plássi. Teir fimm dystirnir verða allir spældir sam- stundis leygardagin klokkan 12.00 Stødan Skåla 17 Gi 17 B68 17 IF 17 B36 17 VB 17 FS Vågar 17 B71 17 HB 17 KÍ 17 71-24 59-49 46-37 49-42 50-44 38-35 49-52 28-44 57-63 39-96 18. og seinasta umfar leygardagin klokkan 12.00: KI-B68 HB-Skála VB-IF GI-B36 « FS Vågar-B71