Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. september 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 181 — 25. SEPTEMBER 1998 tíðindablaðið S0S2) hr UUUU 21 Stendur illa til å Kongsvinger Fótbóltur: Í løtuni er moralurin ikki serliga góður í Kongsvinger, har føroyingurin Julian Johnsson spælir. Spælararnir eru so smått farnir at hugsa um seg sjålvar EMiL L. JACOBSEN Stødan í felagnum hjá Juli- an Johnsson, Kongsvinger, er spent, nú tað bert resta fýra umfør í norsku lands- kappingini. Í løtuni liggur Kongs- vinger á triðniðasta plássi í Tippeligaini, og um teir enda á hesum plássinum, skulu teir spæla móti trid- besta liðnum í 1. deild um upp- og niðurflyting. Hetta er ikki tað, felagið hevði ætlað, tá kappingin byrjaði, men soleiðis er stødan, og tí er lagið í Kongsvinger ikki serliga gott í løtuni. — Nei, moralurin er ikki serliga góður í løtuni. Eg haldi tað merkist, at spæl- ararnir so smátt eru farnir at hugsa um seg sjálvar og sína egnu framtíð, sigur Jul- jan Johnsson úr Noregi. Hann var ikki við í seinasta dystinum, sum Kongsving- er tapti 0-4 á útivglli móti oddaliðnum Rosenborg, tí hann lá sjúkur við influensa. — Tað kemur nokkso ofta fyri, at spælarar blíva sjúkir, tí vit venja so hart, at verju- skipanin hjá okkum viknar, sigur Julian, sum er frískur aftur og klårur at tørna út fyri Kongsvinger í heima- dystinum móti Tromsø komandi vikuskifti, um venjarin velur at taka hann við. Herfyri skifti Kongsving- er venjara, og nú eitur mað- urin, sum skal bjarga liðn- um, Per Brogeland. — Nýggi venjarin er betri enn tann, vit høvdu framm- anundan, sigur Julian. — Hesin venjarin sker meira fgjøgnum og hevur stórri autoritet. Hann tosar meira vid spælararnar, eisini hvør sær, sigur føroyski landslidsspælarin, ið kortini heldur, at nógvar av útskift- ingunum hjá nýggja venj- aranum hava verið eitt sind- ur løgnar. Hann hevur ikki hildið seg til sama liðið, men roynir eftir øllum at dóma at finna røttu uppstill- ingina, hóast stødan á stiga- talvuni ikki leggur upp til tílík eksperiment. — Men nyggi venjarin hevur eisini fingið teir eldru spælararnar á liðnum at taka ábyrgd. Teir eldru, sum allir spæla í verjuni, hava annars havt lyndi til at givið monn- unum, sum eru longri frammi á vellinum, skyld- ina, men Brogeland hevur fingið teir at síggja, at vit allir hava ábyrgdina, sigur Julian Johnsson. Tað kom illa við hjá Kongsvinger, at Válerenga herfyri sera óvæntað vann á oddaliðnum Molde. Vál- erenga, sum hevur fyrrver- andi norska landsliðsvenj- aran Egil Drillo Olsen sum venjara, liggur á 13. plássi, beint frammanfyri Kongs- vinger, við trimum stigum fleiri. — Men eg taki tað róligt. Eg havi úr at gera við at stríða meg á liðið, sigur Jul- ian Johnsson, sum nú hevur spælt 24 týðandi dystir fyri Kongsvinger í ár — 19 í Tippeligaini, ein í steypa- kappingini og fýra í Inter- toto- kappingini. Verður hann við móti Tromsø í vikuskiftinum, kann hann sostatt halda eitt lítið jubi- leum fyri sín 25. dyst á liðn- um. Kongsvinger hevur fýra dystir eftir: heima móti Tromsg, úti móti Stróms- godset, heima móti Viking, og at enda úti móti Hauge- sund, sum liggur eitt pláss niðanfyri Kongsvinger á stigatalvuni. Sum stødan er nú, kann hesin seinasti dyst- urin gerast sera avgerandi. 1. Rosenborg 2. Molde 3. Stabæk 4. Viking 5. Bodø/Glimt 6. Lillestrøm 7. Brann Bergen 8. Tromsø 9. Strømsgodset 10. Moss 11. Vålerenga 12. Kongsvinger 13. Haugesund 14. Sogndal ser UN AARON Todi hevur fingið nýggjan venjara Fótbóltur: Kent Karlsson fór í fyrradagin úr starvinum av persónligum orsøkum og gamli venjarin, Kim Brink, tók við aftur sum venjari Tað gongur ofta skjótt í fót- bóltsheiminum, ikki minst tá tað ræður um at seta venj- arar og at geva venjarum sekkin. Í fyrradagin bórust tíðindini, at felagið hjá Toda Jónsson, FC Keypmanna- havn, hevur fingið nýggjan venjara. Sviin Kent Karls- son er loystur úr starvinum, og Kim Brink, sum var venjari frammanundan, at svenski venjarin kom til FCK, hevur tikið við aftur starvinum, sum hann í hvussu so er skal røkja fram til ársskiftið. Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá FCK tey fyrstu umførini í superlig- uni, men í donskum fjøl- miðlum verður sagt, at tað er ikki ónggd í FCK, sum er orsøkin til, at venjarin hevur lagt frå sær. Orsøkin verður søgd at vera av fam- iljuåvum, og tað vil sid gðr- um orðum siga, at talan er um álvarsama sjúku í fam- iljuni hjá Kent Karlsson. Kim Brink, sum nú aftur er settur sum venjari, hevur í meiri enn eitt ár verið tað, teir kalla ítróttarligur leið- ari í FCK. Frammanundan var hann venjari, men hann varð koyrdur frá og settur í eitt minni týðandi starv í felagnum, ti årslitini vóru ikki tey, sum teir í FCK vil- du hava tey at vera. Tá tað nú verður sagt, at Kim Brink er settur fram til ársskiftið, man hava við tað at gera, at nevndin í FCK ynskir at geva honum ein nýggjan møguleika at vísa, um hann kann røkka betri úrslitum, enn hann megnaði í fyrra umfarinum. Fer hann at megna tað, so er ikki 6- hugsandi, at felagið fer at bjóða honum at halda fram. Eitt felag sum FCK vil helst ikki geva venjarum sparkið ov ofta. Verða úr- slitini ikki nóg góð, so nýtist felagið ikki at geva Kim Brink sekkin, tí sáttmálin er bara galdandi til ársskiftið. Bjarne Hansen var hjálp- arvenjari hjá Kim Brink fyrru ferðina, hann hevur verið hjálparvenjari hjá Kent Karlsson, og hann skal halda fram sum hjálparvenj- ari hjá Kim Brink. Todi fyrsti málskjútti Sama kveldið, sum tidind- ini um venjaraskiftið í FCK vórðu almannakunngjørd seinnapartin, vóru Todi Jónsson og lidfelagarnir yv- iri á Fyn og spældu móti Svendborg í fimta umfarin- um í donsku steypakapping- ini. Í fyrsta umfari sá tað ikki út til, at spælararnir vóru serliga skelkaðir av venjara- skiftinum. FCK vann 3-0 móti botnliðnum í 1. deild. Todi Jónsson var fyrsti málskjútti við nýggja venj- aranum við róðri. 65 min- uttir vóru farnir, áðrenn tað eydnaðist høvudsstadarfel- agnum at fáa bilbukt við minna provinsfelagnum, men so gekk skjótt. Peter Nielsen økti til 2-0, tá eitt korter var eftir, og Piotr Haren slerdi sigurin fastan, tå tad restadu åtta minuttir. gv ferð hjá Jákupi pr A kkelan og hinir í Herfølge høvdu eina eitt sindur torførari uppgåvu í steypakappingini, enn teir í FCK. Herfølge spældi á uti- velli móti Herning, sum er millum tey liðini í 1. deild, ið liggja best fyri í stríðnum um tey bæði ovastu plåssini, og tað kendist eisini á mót- støduni. Tå teir fyrstu 90 minutt- irnir vóru farnir stóð á jøvn- um 1-1. Jimmy Kastrup legdi Herfølge å odda, tå seinna umfarid var fimm minuttir gamalt, men eftir 69 minuttir javnaði Thomas Ambrosius fyri heimalidid So vard umdystur spæld- ur, og tískil varð tað neyð- ugt at útseta bussferðina hjá Herfølge um brúgvarnar um Lítlabelt og Stórabelt Spælt varð tvær ferðir fimtan minuttir. Fyrra um- farið kom einki mál, men tá tað restaðu seks minuttir av seinna umfarinum skor- aði Thomas Knudsen fyri Herfølge. Herning megnaði ikki at svara aftur, og sostatt er Herfølge i hattinum sam- an vid m.a. FCK, tå lutur verður drigin til 6. umfarið jh