Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. september 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 182 — 26. SEPTEMBER 1998 Útvarp Føroya: tíðindablaðið fnr I SOS Uu Undir veturin við nýggjum og góðum gomlum Flestu sendingarnar kenna vit aftur, men okkurt nýtt verður eisini á skránni, nú Utvarp Fóroya mánadagin fer undir vetrarskránna TurIÐ KJøLBRO Flestu av kendu sendingu- num, ið hava verið á skránni farnu árini, koma aftur, nú vetrarskráin kemur í gildi. Senditíðin verður tann sama, tó verður sent til kl. 11 friggjakvøld. Yrkadagar- nir byrja sum vanligt vid beinleidis morgunsending- ini Góðan morgun, Føroyar og henda verður eftir sama leisti sum vit kenna hana. Vetrarbreytin, Føroyar í dag, Løgfrødingurin, Sosi- ali Brævkassin, Fimmarin, Kvøldarstundin og Nåttar- ravnarnir vera sum vit kenna tær. I seinastu vetrarskrånni åttu tey ungu timan millum kl. 16 og 17. — Hetta var ein roynd, men vit hava fingið aftur- meldingar frá fólki, sum halda, at tíðin seint seinna- partin ikki er tann rætta til tey ungu. Tí fáa tey ung- dómssendingina Vingl friggjakvøld, eftir tíðinda- sendingina kl. 10, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í út- varpinum. Læraraskúlanæmingar halda eisini fram við at gera tilfar til ung, tann sendingin verður send mikudag kl. 16. Tað verður gjørt meiri fyri børnini í vetur. Týsdag og hósdag fáa tey sum vant eina sending, sunnumorgun somuleiðis, men leygar- morgun eru broytingar í. — Børnini eiga senditíðina frá kl. 9 beint eftir morgun- lesturin til kl.11. Henda sendingin er lutvíst brot úr barnasendingunum í vikuni umframt okkurt nýtt, sigur Jógvan Jespersen. Annað forkunnugt til børnini í vetur er søgan Ronja Ránsmansdóttir eftir Astrid Lindgren, sum verð- ur gjørd til útvarpsleik. Hann verður sendur sunnu- morgun. Ætlanin er at skapa ein annan karm um fríggja- kvøldid. Beint eftir V4- sendingina er Jógvan Arge vertur í nýggju sendingini Spyr bara, har fólk við meiningum kjakast um samfelagsviðurskifti. Lurt- ararnir fáa eisini møguleika at seta sín dám á hesa send- ingina. Spyr bara er á skránni annað hvørt fríggja- kvold. Nøkur friggjakvøld f vetur verdur kvøldseta av bygd og tí fer Elis Poulsen at skipa fyri. Henda send- ingin verdur samskipad vid morgunsendingina og viku- skiftissendingina ta vikuna. Ferðslutátturin í vetur verður í nýggjum hami. Tað verður Ola Jákup Rólants- son, sum fer at taka sær av teirri sendingini, og har verða ferðsla og ferðslumál umrødd. Hon fer sum í fjør Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri at eita Koyribreytin. Seinnapartarnir yrkadag- ar verða fyri tað mesta tón- leikur og endursendingar. Søguliga samstarvsavtalan millum Føroyar og Ísland: Avtalan gevur longu afturljóð Tað er ikki ein vika síðani mentamálaráðharrarnir í Føroy- um og Íslandi skrivaðu undir ein avtalu um framtíðar sam- starv innan skúla, mentan og gransking. Longu nú er fyri- spurningur komin úr Íslandi um samstarv við fóroyingar TURIÐ KJØLBRO Samstarvsavtalan, sum før- oyski og íslendski menta- málaráðharrin = skrivadu undir seinasta sunnudag í Norðurlandahúsinum, er søgulig og er byrjanin til eitt samstarv, ið fevnir bæði um gransking, skúlaskap og mentan. Íslendingar eru ógvuliga frammalaga í øllum hesum viðurskiftum, eru slóðbrót- andi og ganga undan, og vit kunnu læra nógv av teim- um. Men andin i samstarvs- avtaluni er sjålvandi, at hon skal galda bådar vegir. Og á vitjanini í Føroyum sein- asta vikuskiftið fekst longu ein varhugi av, at føroyingar eisini hava vitan, kunnleika og royndir, ið íslendingar kunnu fáa gagn og gleði av. — Bjørn Bjarnason var ógvuliga hugtikin av, hvussu frammalaga vit eru innan kunningartøkni í mið- námsskúlanum. Hann vitj- aði á handils- og studenta- skúlanum á Kambsdali og sá, hvussu framkomin skúl- in er á økinum og hvussu væl skipanin við at brúka teldu í frálæruni roynist. Tí er tað væl hugsandi, at einir 3-5 íslendskir lærarar koma higar at seta seg inn í tað, vit duga á økinum, sigur Signar á Brúnni, landsstýr- ismaður í undirvisingar- og mentamálum. Tað er ikki ein vika, síð- ani avtalan varð undirskriv- að, men landsstýrismaðurin í undirvísingar- og menta- málum hevur longu fingið fyrispurning úr Íslandi, frá einum deildarleiðara á lærda háskúlanum á Akur- eyri, ið fegin vil hava sam- starv vid føroyingar. Hvat slag av samstarvi talan er um, er ov tíðliga av siga nakað um. Væl eydnað — Vitjanin hjá Bjørn Bjarna- son í Føroyum eydnadist sum heild ógvuliga væl. Hann var sera hugtikin av tí hann sá og hoyrdi. Í Fuglafirði hoyrdi hann børnini syngja og kveða, í Nólsoy framførdu børnini dansispæl og ígroyskan dans, og hann vitjaði eisini Emil Juul Thomsen, sum hann kendi frá síni tíð sum fjølmiðlamaður. — Tað var eisini ein sera hugtakandi løta á studenta- skúlanum á Kambsdali, tá ið næmingarnir hjá Eyðuni á Lakjuni í kreativu tón- leikalærugreinini sungu og spældu. Tað fløvadi at hoyra og síggja, hvussu væl tey dugdu, sigur Signar á Brúnni. Seinasta sunnudag undirskrivaði Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, og Bjørn Bjarnason, mentamálaráðharri í Íslandi samstarvsavtalu Avtalan letur upp fyri samstarvi á øllum økjum innan skúla, mentan og gransking TOYOTA PICNIC TOYOTA CARINA 2.0 bensin Skrås.: 97-10-09 Km.: 8.000 Sýnaður: ** Prísur: 205.000 Garanti:** Skrås.: 95-06-30 Km.: 52.500 Synadur: 7-11-97 Prisur: 148.600 Garanti:% TOYOTA CARINA 1.6 XLi Skrås.: 95-12-02 Km.: 62000 Synadur: 7-1-98 Sa Prisur: 156 600 Garanti: TOYOTA TOYOTA CARINA ll COROLLA 1.3 H/B 1.6 XLi Skrás.: 96-01-09 Skrás.: 92-07-27 Km.: 41.000 Km.: 98.000 Prísur: 105.000 Prísur: 85.600 Garanti:** Garanti:* EG pt Ce SS SAUST. COROLLA 1.3 H/B Skrås.: 95-06-07 AUDI 100 Skrås.: 86-05-01 Km.: 173.000 Sýnaður: 30-01-98 Prisur: 48.000 FORD FIESTA Skrås.: 94-09-01 Km.: 37.000 Sy nadur: 23-08-98 Prisur: 74.000 NISSAN SUNNY 1.6 SLX Skrås.: 87-09-12 Km.: 120.000 Sýnaður: 18-11-96 Prisur: 27.000 NISSANPRIMERA VOLVO 240 GL 2.0E GT. 7-06 Km.: 14 Ku: tå 8-6-98 Prisur: 108.000 + Skrås.: 88-10-01 Km.: 106.000 Synadur: 21-3-97 Prisur: 54.600 Garanti: % SEES * Brúktir bilar yvir 50.000 kr verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrsta skrås.dalo Vegurin Langi- 188Hoyvi