Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. september 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 182 — 26. SEPTEMBER 1998 Nr. 182 — 26. SEPTEMBER 1998 Skotbráðið var stutt, men Jonna kom við til bæði fyrilesturin hjá Bjørn Bjarnason í Norð- urlandahúsinum seinasta sunnudag, og til døg- verðan, sum var hildin fyri íslendsku gestunum í . Kirkjube Mynd: Aki Bertholdsen. Hvar er Jonna í verðin? Tey høvdu ikki sæð hvønn annan í 43 ár, tá ið tey hittust aftur farna vikuskiftið, íslendski mentamálaráðharrin, Bjørn Bjarnason og Jonna Thorsteinsson úr Vági, sum var í húspláss hjá foreldrum Bjørn Turið Kjølbro Hon hevði als ikki ætlað sær til Havnar síðsta vikuskift- ið. Men klokkan hálvum seks leygarmorgunin mátti hon av húsum fyri at fara norður um fjørð. Hon skuldi nevniliga hitta íslendska mentamálaráðharran Bjørn Bjarnason. Og tað eru nøkur ár síðani tey hittust seinast, ikki færri enn 43 ár. Hon var tá ein ung genta í húsi- num hjá foreldrum hansara og Bjørn var 11 ár. Í grundini visti Jonna als ikki, at Bjørn Bjarnason var tann 11 ára gamli Bjørn, sum hon ansaði fyri so nógvum árum síðani. Ikki fyrr enn hon sá myndina av honum í Dimmu og Sosi- alinum í farnu viku. Hon bar kenslu við hann, ringdi til landsstýrismannin Signar á Brúnni, sum var vertur hjá Bjørn og spurdi hann, um hann visti, hvussu pápi Bjørn æt. - Jú, tað visti hann. Hann æt Bjarni Benadiktsson og var eisini mentamálaráð- harri í Íslandi á sinni. Ja- men, so er tað tann sami Bjørn, sum eg ansaði, tá ið eg var í Íslandi fyri so nógv- um árum síðani, greiðir Jonna frá. Heldur ikki Bjørn hevði Hann kom til Føroyar í heilt sðrum grindum, men seinasta leygardag hitti Bjørn Bjarnason, íslendski mentamálaráðharrin, arbeiðsgentuna úr Vági aftur, sum var um hann og systkin hansara í Íslandi fyri 43 -árum síðani ——-— 2 ||| rs SEE Mynd: Jens Kr. Vang gloymt Jonnu. Henda ferdin um vikuskiftid var fyrstu ferð hann vitjaði í Føroyum. - Kona hansara fortaldi mær, at tá ið tey komu til Føroyar segði hann við seg: „Hvar er Jonna í verðini ?“. Akkurát tá kom eg ímóti honum, Bjørn visti einki um, at Signar og eg høvdu lagt ráð saman um, at eg skuldi koma til Havnar at hitta hann. Og hann kendi meg aftur beinanvegin, sig- ur Jonna. Til Íslands at tæna Tað var í 1955, at Jonna og systurin fóru til Íslands at tæna. Pápi teirra sigldi við skipi undir Íslandi og hann varð spurdur, um hann ikki átti tvær døtur, sum kundu koma til Íslands at vera í húsi. - Vit so fóru við skipi- num, pápi sigldi við, í allar ringasta veðri, og eg kom í húsið hjá Bjarna Benadikt- son og systur mín í húsið hjá systir pápa Bjarna. Vit komu yvir 5.5. í 1955 og mamma Bjørn átti eina gentu 18. juni tað árið, sama dag, sum eg hevði føding- ardag, sigur Jonna. Jonna hevur ikki hildið sambandið við familjuna hjá Bjørn við líka hesa longu tíðina sum er farin. Eftir at hava verið genta í húsinum fór hon á sjoko- látaverksmiðju at arbeiða. Men í 1987 vitjaði Jonna aftur í Íslandi og tá legði hon saman við familju síni krans á gravstaðin, har for- eldrini hjá Bjørn liggja. Tey doyði í 1970, tá ið húsini tey vóru í á Tingvøllum brendu í grund. Bjarni Ben- adiktson, konan og ommu- dótturin brendu inni. - Eg sendi telegram yvir tá og fekk takkarbræv aftur. Tað takkarbrævið hevði eg við mær til Havnar at visa Bjørn, um hann ikki kendi meg aftur. Men tað var 6- neyðugt, hann kendi meg beinanvegin aftur, sigur Jonna. Nýggja sjónleikarhúsið á Meiarinum hevur ikki ligið lamið síðani tað varð tikið í nýtslu í maí í ár. Á 6lavsøku varð barnaleikurin Rumbul í Húsi frumsýndur og varð spældur fyri fullum húsum Í august og september hava børn í skúlum og dagstovnum í Havn sæð leikin á Meiarínum. Leikurin hevur verið sera væl móttikn, so væl at nú eru jassarnir báðir frá Rumbli í Húsi farnir at ferðast kring landið at vitja Rumbul á Meiarínum: 2600 børn sæð Rumbul í Húsi skúla- og dagrøktarbørn. Higartil hava teir vitjad i Norðstreymoy og Suðuroynni og í komandi viku vitja teir í Eysturoynni. Teir ætla sær í Norðoyggjar eisini, Vágarnar, Sandoynna og Sundalagið. Higartil hava uml. 2600 børn í øllum aldri sæð sjónleikin. Katarina Nolsøe í leikinum Rumbul í Húsi