leygardagur 26. september 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 182 — 26. SEPTEMBER 1998
— Sjálvsagt ger ein
minni, tí árini siga tað,
so tað er náttúrligt, men
ein kann vera opin og
positivur og vera við at
skapa okkurt, um ein
kann. Kånst tú ikki
skapa nakað sjálvur, so
hjálp til har tú kann,
heldur Einar Larsen,
sum ikki situr hendur í
favn, hóast hann er farin
um tey sjeyti
Hjálp har tú kann
Einar Larsen, fyrrv. tollari á Tvøroyri, er vorðin sjeyti, men á at líta er hann sum ein spelkin unglingi. Har Einar er,
har hendir okkurt, og hann er virkin á mongum økjum, tað verið seg innan tónleik, dans ella korsang, men í løtuni fer
mesta tíðin við at fáa fornminnissavnið á Tvøroyri til reiðar at taka ímóti vitjandi longu í mei mánað næsta år.
Umframt røkjur Einar framvegis eitt hálvtíðarstarv sum bókhaldari.
Dagfinn Olsen
Spelkin og ferðigur er hann,
Einar Larsen av Tvøroyri,
og veitst tú ikki betur, so
heldur tú teg ikki hava ein
mann frammanfyri tær, ið
er farin um tey sjeyti árini.
Hesin virkni fyrrverandi
tollarin er virkin á so mong-
um økjum og valla fer eitt
tiltak av bakkastokki í Suð-
uroynni, har Einar ikki
hevur havt eina hond við.
Men hetta við at vera
virkin er ikki nakað nýtt.
Einar hevur allar sínar dagar
verið áhugaður í ítrótti, tón-
leiki og felagslívi og hann
hevur eisini verið virkin
innan nærum allar hugsandi
tættir innan felagslív.
Borin í heim St-dagin
Hann er borin í heim sjálvan
ST-dagin, 24. oktober í
1927. Sum hjá teim flestu
fóru fyrstu árini við skúla-
gangi og síðani kom ítróttur,
mest fótbóltur. Men Einari
untist bert at spæla 4 ár á
fyrsta liði hjá TB, tí hann
fekk ein nýraskaða í sam-
bandi við fótbóltin. Hetta
vóru árini frá 1946 til 1949
— Nógvir av teimum, ið
hildu fótbóltinum gangandi
hjá TB undir krígnum fóru
burtur hesi árini, so eydnan
vildi, at ein slapp ungur á
lið, men so fekk eg skaðan
og mátti gevast, men eg var
málmaður nøkur ár á fyrst-
aliði hjá TB, sigur Einar
Larsen.
— Síðani kemur tónieik-
urin inn í myndina. Nógvur
tónleikur var heima hjá okk-
høvdu við tónleik at gera.
Tá ein so er uppvaksin við
tí og hevur oyra fyri tí, so
fangar tað jú. Vit runnu so
aftaná hesum orkestrinum
tá, men tað gavst umleið
1936-37 og eg haldi tað tá
hevði virkað í eini 14 ár,
sigur Einar.
— Men vit beiggjarnir
høvdu so okkara egna lítla
orkestur og undir krígnum
— Altíð havi eg viljað búð á
Suðuroynni, eg trívist her og soleiðis
hava vit allir beiggjarnir tað, okkum
dámar væl her. Eru jarðbundnir og
stødufastir
um. Hetta var ikki bert
hornorkestur, men eisini
annað. Tá vit vóru óvitar,
beint áðrenn kríggið, var
líkasum endabresturin á
hornorkestrinum, sum var tá
á Tvøroyri. Tað var næsta
orkestrið, nummar tvey,
sum var á Tvøroyri, greiður
Einar frá.
— Men vit vóru 3 bróður
og vóru rættiliga væl fyri,
tí í familjuni vóru fólk, ið
komu vit so inn í skótarnar
og eisini har kom tónleik-
urin við. Í alt mundu vit
vera eini 5, ið fingust við
tónleik og har mundi eldri
beiggin vera undangongu-
maðurin, minnist Einar og
greiðir frá, at lj60førini vóru
mandolinir, harmonika og
signalhorn.
Dansiorkestrið Stjórnan
— Men eldra bróðuri mínum
dámdi væl dansitónleik, so
hann var ein av undangong-
umonnunum í dansiorkestr-
inum, ið nevndist Stjørnan.
Har var eg eisini við, men
ikki so nógv, tí eg var leiðari
hjá skótunum tá. Tá leikti
eg mest harmoniku, men eg
vil ikki nevna tíðarskeiðið
tónlistarliga gott, men tá eg
ikki var við skótunum long-
ur var betur tíð til tað og
orkestrið helt á í eini 20 ár,
harav var eg við eini 7 ár,
sigur Einar.
Tollari
— Síðani fekk eg lærupláss
sum skrivstovunæmingur á
syslumansskrivstovuni og
har var eg i 4 ár og gjørdist
síðani tollari. Og altíð havi
eg viljað búð á Suðuroynni,
eg trívist her og soleiðis
hava vit allir beiggjarnir tað,
okkum dámar væl her. Eru
jarðbundnir og stødufastir,
skemtar Einar, ið 21 ára
gamal gjørdist tollari í 1949
og var yngsti tollari í Før-
oyum tá Tolleftirlitið varð
sett á stovn.
Tollarastarvið rgkti Einar
so fram til 1994. Eitt tað
mest áhugaverda við starvi-
num vóru tey fyrstu 15 ár-
ini, ið Einar sigur eru ritað
føst í minninum.
— Tá vóru nógv fremmand
fiskifør á okkara leiðum, tí
hetta var áðrenn fiskimarkid
varð flutt út, og ferðslan
minkaði. Men skotar, ong-
lendingar og norðmenn
fiskadu jú her á leið tá, og
at koma í samband við hesi
fólk var gevandi og hetta
vóru rík ár, sigur Einar Lar-
sen, ið eisini hevði til frægd
at lurta eftir teimum og gita
sær til eftir dialektini, hvað-
ani manningin var og ofta
var Einar á góðari leið.
— Men at koma á tal við
fremmand fólk gevur einum
innlit og ødrvisi hugsan um
ymiskt, sigur Einar.
bókina tilrættis.
Einar er kendur fyri at
hava verið sera virkin mað-
ur og ikki minst fyri at vera
sera virkin framvegis, nú
hann er farin um sjeyti. Og
Einar er samdur í, at hann
er og hevur verið sera virk-
in.
— Okkurt skal henda har
eg eri, annars havi eg tað
ikki gott. Eg dugi ikki hetta
við at fara oman á eitt horn
at práta í 3 - 4 tímar, so
hugnaligt tað enn kann vera,
sigur Einar.
— Men skulu vit td.
nevna, hvat eg havi fingist
við seinastu 20 árini, so
kunnu vit t. d. nevna horn-
orkestrið. Tað eru 23 ár síð-
— At koma á tal við fremmand fólk
gevur einum innlit og ødrvisi hugsan
um ymiskt
Okkurt má henda
Hóast Einar Larsen sum
ungur varð noyddur at
leggja ítróttin á hillina, so
var hann leingi virkin í fel-
agslivinum og var t.d. við
til at skriva og leggja TB-
ani eg fór í gongd við at
vita, um lív ikki kundi fáast
í tónleikalívið á Tvøroyri.
Tað hendi ov lítið og tað var
ov óskipað; ein guitari her
og har og so var heldur
eingin sangur. Spurningurin