leygardagur 26. september 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
liga fólki, ið hava gjørt vart
við seg innan sang og máln-
ingalist. Men Frits heldur
kortini ikki, at Fuglafjørdur
er ødrvisi fyri enn aðrar
bygdir i Føroyum við sama
íbúgvaratali.
- Tað sum bygdaráðið í
Fuglafirði kanska ger fram
um onnur í landinum er, at
tað stuðlar mentanarlívinum
heilt ótrúliga væl. Uttan
peningaligu hjálpina frá
bygdaráðnum hevur tað ikki
borið til hjá gentukórinum
at ferðast so nógv og so
víða. Hornorkestrið, gentu-
kórið, blandaða kórið og
manskórið hava fingið 6-
metaliga góðan stuðul. Vit
hava veruliga kent fløvan
haðani so tað stendur eftir.
- Nógvir stórir listamenn
koma av bygd. Í Mikladali
eru nógvir stórir listamenn
fostraðir, í Mykinesi, Nóls-
oy, Leirvík og høvundarnir
Heðin Brú og Martin Joen-
sen eru eisini av bygd. Ofta
koma stórmennini úr smá-
um samfeløgunum. Menn-
iskjan sum býr á bygd hevur
kanska stórri kosmiska
hugsan enn menniskjan sum
býr í stórsamfelagnum. Í
Fuglafirði hava vit nógvar
góðar listamenn, tað hevur
kanska nakað at gera við
umhvørvid, men so sann-
iliga eisini við tað kosmiska
at gera.
- Summi siga, at mentan-
in stødist best, tá ið tíðirnar
eru ringar. Men tað er ikki
rætt, tí kanningar vísa, at
Nr. 182 — 26. SEPTEMBER 1998
mentanin trívist best, tá pen-
ingur er til staðar. Keypa
fólk ikki málningar, kann
listamaðurin ikki liva, verða
flógurnar ikki keyptar,
kunnu tónleikararnir ikki
liva, og so framvegis.
- Tað vilja altíð vera úr-
mælingar, sum van Gogh,
Mozart og Beethoven og
tað vilja altíð vera summi,
ið liva í útjaðaranum av tí
sum er veruligt. Hesi hava
so ómetaliga høgan intelli-
gens og síggja tí heimin frá
eini heilt aðrari síðu enn vit
vanligu. Tí verður teirra
lívsstílur og avrik av eini
aðrari dimensjón. Men tað
vera so øgiliga nógv onnur
sum ongantíð vera ein van
Gogh ella ein Mozart. Fóðra
vit ikki samfelagið við ein-
um sindri av mammon og
peningi og lata tað fara út
til vanliga fólkið, verður tað
ótrúliga fátæksligt.
- Sviar hava til dømis eina
ómetaliga góða musikskúl-
alóg. Har eru ótrúliga nógv
fólk, sum spæla eitt ljóðfýri,
og har eru fleiri kórsangarar
enn fótbóltsspælarar. Og tað
er tí, at sviar hava funnið út
av, at landsins rikidømi skal
býtast út til fólkið, soleiðis
at tað kemur til gagns hjá
flestum. Eisini tá ið um list
ræður.
Tórgarð
Lívæðrin í føroyska nútíðar
mentanarlívinum er høv-
udsstadurin. I Havn byr
meginparturin av tí fólki, ið
tíðindablað
fæst við mentan, bæði á yrk-
isstigi og amatørstigi, og í
høvudsstadnum er somu-
leiðis tann besti fysiski
karmurin um eitt ríkt ment-
unarlív. Tá Frits Johannesen
fekk handaða Mentanar-
virðislón M.A. Jacobsens
hósdagin í farnu viku segði
hann í takkarkvøduni, at
hann mangan kundi ynskt,
at hann var í Havn, tí har
hendi so nógv av mentan-
arligum tiltókum.
- At vera búgvandi uttan
fyri Tórgarð frøddi tað meg
ógvuliga nógv, at nevndin
fyri Mentanarvirdisløn M.
A. Jacobsens hugdu upp um
Tórgarð og sá, at tað var
onkur, sum hevði uppborið
at verðið heiðraður. Tað er
samstundis ein vissan um,
at tað eru fólk sum sita og
eygleiða og vita, hvat hend-
ir aðra staðni í Føroyum.
Við hvørt verður man eitt
sindur gvundsjúkur at
síggja, hvussu nógv hendir
í Havn.
- Havnin er so ómetaliga
vøkur og eg skilji væl, at
fólk stødast væl í Havn.
Tann peningurin, id er í Før-
oyum av týdningi, er í
Havn. Har eru hølini og
karmarnir um eitt ríkt ment-
anarlív. Eg vóni, at bygda-
húsið verður liðugt kom-
andi år, sum vit kunnu fjølg-
ast um, men í løtuni hava
vit eingi høli í Fuglafirði
uttan fimleikahøllina og
kirkjuna til mentanarlig til-
tók.
Landsstyrismadurin í
undirvísingar- og menta-
málum, sum eisini er fugl-
firðingur, hevur borið uppá
mál, at kommunurnar sjålv-
ar eiga at taka stig til at
skapa karmar og møguleik-
ar fyri einum ríkari ment-
anarlívi.
- Tað er púra rætt. Bygd-
irnar og kommunurnar
kundu væl tikið stig sjálvar
til at fingið betri karmar. Til
dømis kundu bygdirnar í
Eysturoynni verðið samdar
um at fingið ein mentanar-
miðdepil í eitt nú Skála-
botni. Tað hevði avgjørt
verið eitt gott hugskot og
hevði verið ein kraftmið-
depil fyri gkið.
- Fólk eru ógvuliga glað
fyri at koma á lista-
framsýningar, ein ørgrynna
av fólki vitjar framsýning-
ina á Varmakeldu. Fert tú
inn í eitt vanligt føroyskt
heim svitast ikki, at har
hongur ein góður målningur
á vegginum. So er ikki aðra
staðni, í bygdum á stødd við
Fuglafjørd sært tí í mesta
lagi ein snórapela ella ein
pylsuvogn. Har koma vit
aftur til hugskygnið hjá før-
oyingum. Vit hava ómetalig
góð innlivingarevni, tá ið
tað snýr seg um list. Tað
hevur kanska okkurt at gera
við, at vit liva so nær nátt-
úruni, - vit síggja fjøllini,
skýggini og ljósið. Tað sum
tú sært ávirkar teg onkus-
vegna, tú ert ikki harri yvir
tí, men tú kanst taka pensi-
lin og avmynda tað sum
hendir
Ítróttin og mentanin
Frits hevur ikki hug til at
sparka til ítróttina, sum ung-
ur hevur hann sjálvur íðkað
ítrótt, men hann harmast
um, at ítróttin fær so stórt
pláss í fjølmidlunum, sum
hann fær í mun til so nógv
annað.
- Tað er spell, at lutfallið
er sum tað er. Høvdu fjøl-
miðlarnir gingið líka høgt
upp í tónleikin og skrivað
um hann, hevði stødan verið
nógv ødrvisi. Hoyrir tú eitt
gott tónleikastykki verða
framført, er tað sami spenn-
ingurin sum er í ítrótti. Tón-
leikur er spenningur og av-
slapping. Hann fer upp í
styrki og niður í styrki. Tað
yndisliga er eisini við.
Kanska er tónleikur ikki so
dramatiskur og sjónskur
sum ítróttin. Eg plagi at siga
við næmingarnar hjá mær,
uttan mun til um vit lesa
eina yrking ella eina bók,
hoyra tónleik ella hyggja
eftir einum málningi, snýr
tað seg um yndi, styrki og
avslapping. Eins og við í-
tróttini.
- At fjølmiðlarnir ikki
gera meiri við mentan hevur
kanska nakað við innlit at
gera. Teir hava kanska íkki
fólk, sum hava innlit í ymsu
liðirnar í mentanini. Fjøl-
miðlamyndin er avgjørd av
teimum fólkum, sum ar-
beiða í miðlunum. Ég eri
vísur í, at tað hevdi bøtt un
støðuna, um loftmiðlarnir
báðir høvdu eina deild, sun
tók sær av mentan. Eitt
harmar meg heilt øgiliga
nógv. Gentukórið í Fugla
firði hevur sungið eina ør-
grynnu inn á band fyri Út-
varp Føroya, men tá ið eg
spyrji eftir tí í útvarpinum
er bara ein partur skrásettur
Og tað verður burtur til allar
tíðir. Tað er stoytandi, og tá
ið mentunarstovnarnir,
sjónvarpið, útvarpið og
blødini ikki skráseta tað
sum hendir, tí tað fer í
gloymibókina. Tá ið fólk
um nakrar øldir fara at
granska í, hvat hendi í Før-
oyum í 1998, verður mynd-
in ógvuliga einstáttað. Hver
spældi á fótbóltslandslið-
num í 1990, tå ið Føroyar
vunnu á Eysturríki í Lands-
krona, kemur í søgubøkur-
nar. Samstundis sum tann
hendingin fór fram sang
gentukórið hjá okkum fyri
2000 fólkum í Noregi. Sjálv
hendingin, tað at tað hendi,
er akkurát tann sama, uttan
mun til, um føroyingar fara
uttanlands at sparka ella
syngja.