leygardagur 26. september 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Frits Johannesen, virðislontur mentamaður:
Nr. 182 - 26. SEPTEMBER 1998
Bygdafólk hava stórri
kosmiska hugsan enn
býarfólk
- Ofta koma stórmennini úr smáum samfeløgum. Menniskjan, sum býr á bygd, hevur kanska
stórri kosmiska hugsan enn menniskjan, sum býr í stórsamfelagnum. Í Fuglafirði hava vit nógv
góð listafólk, tað hevur kanska nakað at gera við umhvørvid, at mentanin verður væl stuðlað og
vird á staðnum, men so sanniliga eisini við tað kosmiska at gera, sigur Frits Johannesen í viðtali í
dag um mentan og list, hugskygni og trongskygni, leyst og fast
Turið K øiDr
Seinasta hósdag varð ment
amaðurin Frits Johannesen
lærari úr Fuglafirði, heiðr-
aður við Mentanarvirdisløn
M. A. Jacobsens fyri ment-
anaravrik. Gunnar Hoydal,
limur í viråislønarnevndini,
segði á håtidarløtuni, at
nevndin vísir á tað stóra ar-
beiðið, sum verður gjørt úti
um land okkara at fjálga og
nøra føroyska mentan
Frits er ein ógvuliga fjøl-
mentaður maður, mentanar-
avrik hansara fevna bæði
um orð, myndir og ikki
minst tónleik
Sum fyriskipari og
kveikjari ríkar hann heim-
liga umhvørvi sitt og er fyr-
idømi fyri alt landið, segði
Gunnar Hoydal millum
annað á håtidarløtuni
Frits hevur spælt í Horn-
orkestrinum í Fuglafirði í 18
ár og hevur somuleiðis líka
frá ungum árum av sungið í
kóri, og tá ið okkurt stór-
verk verður framført í Havn
er hann eisini fastur fúsur.
Frits hevur eisini tikist við
at gera løg til kór. Í 1980
tók hann stig til at seta á
stovn tiltikna gentukórið í
Fuglafirði, sum hevur sung-
ið seg inn í hjartarøturnar
bæði herheima og uttan-
lands.
Tað byrjaði við, at Frits
fór á læraraháskúla í Dan-
mark í 1978, har hann tók
skeið í sangi, tónleiki og
kórleiðslu. Heimkomin aft-
1979 fór hann undir
barnakor
- Eg byrjadi vid einum 7
flokki, sum seinni gjørdist
stamman i Fuglafjarðar
Gentukóri. Mær dámar væl
at arbeiða við gentukórum
og eg eri eisini ómetaliga
glaður fyri, at vit hava fing-
ið manskór í bygdini. Men
mín favorittur er blandað
kór. Tá koma tvey instru-
ment saman og tú fært nak-
að annað burtur úr. Spennið
ímillum akordirnar er nógv
stórri, tá ið menn og kvinnur
syngja, sigur Frits Johann-
esen.
- Sangur hevur altíð verið
ein partur av mínum lívi,
serliga kórsangur hevur
hugtikið meg og serstakliga
tað sum verður rópt aca-
pella. Føroyingar hava ikki
verið instrumentalistar, ikki
fyrr enn seinnu árini eru
instrumentini komin uppí
og mær dámar so sera væl
at hoyra kór syngja eitt
gamalt lag frá miðgld, sum
verður borið fram uttan
fylgisspæl. Ungdóminum
dámar ikki so væl henda
tátt, tí royni at taka eitt gam-
alt lag við, sum teimum
dámar. Men eg havi upp-
dagað, at hverja ferð kórið
hevur sungið eitt gamalt lag
og vit hava sungið í eini
gamlari kirkju, har sangurin
fer upp í tróðrið og fer niður
aftur, so uppliva tey nakað
við sær sjálvum, sum tey
vístu ikki ver til, sigur Frits.
Magnus-lovsangurin, ið
Frits Johannesen segði í takkarkveðuni, tá ið hann fekk handaða Mentanarvirðislen M.A. Jacobsens, at hann
fegnaðist um, at nevndin fyri heidurslønarnevndina hevur kagad út um Tórgarð. Væl vitandi at mentanarlívið er ríkt í
hevuðsstaðnum og at bygdafólk mangan kundu ynskt at verið til staðar, tá ið ymiskt fer fram, er tað gott, at tað sum
verður gjørt úti um landið fær eitt herdaklapp.
- Tann sum æru býður, er æru verdur, segði Frits Johannesen
er fyri mansrøddir og sum
hevur uppruna her um vegir
við Føroyar, Ísland, Orkn-
oyggjarnar, Hetland og
vestur Noreg er eitt av elstu
ritunum, tá ið tað kemur til
fleiriræddaðan tónleik. Tá
ið norðbúgvar fóru suður-
eftir og í teir stóru katadral-
arnar í Europa og hoyrdu
gregorianskan sang, uppfat-
aðu teir henda sangin sum
fleirræddaðan sang, tí eftir-
ljóðið fekk tað at ljóða sum
fleirræddað.
- Tá ið teir komu norður-
aftur royndu teir at eftir-
líkna henda sangin og tí
hava vit, sum búgva í hes-
um økinum, so tíðliga fing-
ið fleirræddaðan sang. Ég
havi altíð verið hugtikin av
Magnus-lovsangi og gre-
gorianskum sangi, sum jú
er upprunasangur. Í okkara
kingo-løgum hava vit ein
part av gregorianskum
sangi.
Eg máli jú hvønn dag. ..
Eigur tónleikurin ein stóran
part av lívi og gerandisdegi
Frits, fer hann ikki langt utt-
an at hava blokk og blýant
við sær.
- Tónleikurin er tann
størsta listin av teirri grund,
at hann talar til øll. Øll
kunnu vera vid f skapandi
megini antin sum luttakarar
ella lurtarar. Tónleikurin er
her og nú, lagið fer igjøgn-
um oyrini og inn í sálar-
krókarnar, har tað arbeiðir
og mennir teg á ymiskan
hátt. At gera ein málning
ella eina standmynd er ikki
so fjøltåttad sum tónleikur-
in, men av gllum tí eg fáist
við dámar mær best at mála.
- List er hugskygni. Og
har hava konufólk nógv
stórri innlivingarevni enn
mannfólk, tað er stórur
munur á. Eg veit ikki, um
konufólk eru uppvand við
at duga at liva seg inn í ym-
iskt, men fyri mær virkar
tað sum tað onkusvegna er
lagt niður í tey frá barns-
beini. Konufólk síggja,
hvussu tingini skulu vera,
serliga tá ið tað snýr seg um
tað sosiala. Kvinnur hava
sum heild hægri sosial inn-
livingarevni enn mannfólk,
vil eg halda. Hví veit eg
ikki, men tað eru mínar
royndir. Seinnu árini hava
vit fingið kvinnulig listafólk
og sum eg havi skilt, liggja
kvinnurnar á odda á gllum
hægri lærustovnum kring
alla Europu. Tað er orsakað
av eini frígerðing, sum er
hend. Kemur kvinnan meiri
framat, rokni eg við, at vit
fara at síggja nøkur heilt
onnur úrslit enn vit hava
sæð seinnu árini. Og tað er
orsakað av serligu innliv-
ingarevnunum, hon hevur.
Fara kvinnurnar at
broyta listina á nakran
hátt?
- Tað fara tær heilt av-
gjørt. Nú mála føroyingar
ógvuliga tradisjónelt, okk-
ara listafólk eru framvegis
so øgiliga bergtikin av nátt-
úruni og tað er kanska einki
at siga til. Skal eg tosa fyri
meg sjálvan havi eg palett-
ina uttanfyri, eg kann bara
hyggja út igjøgnum vind-
eygað og mála tað eg síggi.
Systkinabarn mítt Heðin
Kambsdal, sum eg eri ógv-
uliga hugtikin av, brúkar
Fuglafjørd sum pallett og
hann dugir so ótrúliga væl
at fanga ljósið sum er alla
tíðina millum Borgina og
Blåbjørg. Hann er ein tann
besti listamadurin her á
landi, tá ið tað um ljósið
ræður.
- Konufólk hava frá
barnsbeini av lært at brúka
fingrarnar so ómetaliga væl,
vit mannfólk ikki í sama
mun. Alt endar við hand-
verki, uttan mun til um tú
ert skurðlækni, pianistur
ella listamaður. Kvinnan,
sum hevur fínmekanismuna
í lagi, kann fara inn í eitt
mynstur, sum er av aðrari
verð. Uttan mun til, hvussu
torført og torskilt tað er,
sleppur hon tí ikki, fyrr enn
hon hevur klárað tað.
- Eisini sum lærari havi
eg sæð, at tað er lættari at
arbeiða við gentum enn
dreingjum. Eg havi roynt at
fingið dreingir at sungið,
men tað gongur ikki. Gent-
urnar búnast skjótari, hava
innlivingarevnini og kensl-
usama sinnid, sum man
kann arbeida vid.
At evna år ongum
Frits hevur høgt tveir stórar
Mynd: Jón Ingi Ejdesgaard
træskurðir, ein á Studenta-
skúlanum á Kambsdali og
ein, sum er á Sildaverk-
smiðjuni í Fuglafirði.
- Tað er ómetaliga spenn-
andi at fáast við træskurð.
Tú heggur í træ og ger eina
trídimensjónella mynd. Tá
snýr tað seg um tilfarið, tú
kanst merkja, hvussu tú
kanst broyta deytt tilfar og
fáa lív í tað. Spónirnar fella
av og knappliga, tá ið fleiri
túsund spónir eru falnar nið-
ur millum føturnar á tær,
hómast ein mynd.
- Tá ið eg varð biðin at
gera myndina til skúlan á
Kambsdali, visti eg beinan-
vegin, hvat hon skuldi
verða. Eg valdi at mynda
eina gamla skipsmanning.
A gomlum myndum av
sluppmanningum sært tú
ikki ein tann einasta mann
smílast, teir eru sum høgdir
úr gróti. Onkur hevur ka-
sjett, men teir flestu hava
kepp. Keppurin er eitt mon-
ument. Jóannes Nielsen, rit-
hgvundur, skrivar, at
gummistivlarnir eru tær ein-
astu tempulsúlurnar vit eiga
í Føroyum. Eg vil siga, at
keppurin er eitt monument,
allir menn gingu við keppi
fyrr og ikki ein var líkur
einum gðrum. Keppurin
varð við tíðini skaptur eftir
manninum undir kollinum,
sígur Frits.
Karmar og virðing
Fuglafjørdur hevur hýst og
hýsir nógvum listafólki, ser-