fríggjadagur 19. desember 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 242 - 19. desember 2003
Við pallborðið sita
Anfinn Kallsberg,
løgmaður, Óli
Jacobsen, formaður í
Føroya Fiskimanna-
felag og løgtings-
limirnir, Hendrik
Old, Alfred Olsen og
Kári P. Højgaard
AÐALFUNDUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Felagið
hjá
føroyskum
fiskimonnum uttanlands,
FFU, heldur aðalfund á
Hotel Hafnia fríggjadagin,
19. desember. Fundurin
byrjar kl. 15 og umframt
vanligu aðalfundarskránna,
verður eisini pallborðs-
fundur.
Við
pallborðið
sita
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur, Óli Jacobsen, formaður
í Føroya Fiskimannafelag
og løgtingslimirnir, Hend-
rik Old, Alfred Olsen og
Kári P. Højgaard.
Nógv mál
Høgni W. Høgnesen, sum
er formaður í felagnum,
Føroyskir
Fiskimenn
Uttanlands, sigur, at nógv
mál verða til umrøðu á
fundinum.
- Vit ætla at røða um sjó-
mansskattin, ferðafrádrátt
og frádrátt fyri proviant.
Hann sigur, at eitt annað
mál, sum eisini kemur til
umrøðu, er frádrátturin fyri
teir fiskimenn, sum rinda
7,8% av lønini til norska
kommunu, haðani teir sigla
út frá.
- Vit fara eisini at tosa um
sosialar veitingar, pensjónir
og annað, sigur Høgni.
Spurningar
Undir pallborðsfundinum
verður eisini høvi hjá sjó-
monnum at seta fram
spurningar til luttakararnar
við pallborðið.
- Eg vóni, at limir felags-
ins møta fjølmentir at um-
røða hesi mál, sum viðvíkja
okkara umstøðum, sigur
formaðurin, sum annars
ynskir øllum eini gleðilig
jól og gott nýggjár.
Høgni W. Høgnesen hev-
ur í fleiri ár verið formaður
í felagnum hjá føroyskum
fiskimonnum uttanlands,
og sjálvur siglir hann sum
maskinmaður umborð á
norskum fiskiskipi.
Føroyskir Fiskimenn Uttanlands:
Aðalfundur og pall-
borðsfundur í Havn
Seinastu tvær
vikurnar undan
jólafrítíðini, eru
skúlarnir, Norðskála-
Oyrar skúli og skúlin
í Tjørnuvík, lagdir
saman í ein skúla
SKÚLI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tey átta børnini, sum ganga
í Tjørnuvikar skúla og tey
52 børnini, sum ganga í
barnaskúlanum,
Norð-
skála-Oyrar skúli, á Oyrar-
bakka, hava seinastu tvær
vikurnar verið savnaði í
skúlanum á Oyrarbakka.
Samstundis hevur lærarin í
Tjørnuvík, sum er Jón
Magnus Joensen, eisini
verið á skúlanum á Oyrar-
bakka saman við teimum 6
lærarunum, sum framman-
undan starvast har.
Skúlastjóri á Oyrarbakka
er Óla Jákup Joensen, og
tað er hann, sum eigur hug-
skotið til átakið.
Skipað hevur verið fyri
ymiskum tiltøkum á Oyrar-
bakka
hesar
dagarnar,
næmingar og lærarar hava
verið savnaðir, og í blaðn-
um leygardagin fara vit at
prenta fleiri myndir, sum
tiknar eru á skúlanum hesar
dagar.
Allir næmingarnir á skúl-
unum báðum hava verið
aktivir í teimum tiltøkum,
sum verið hava, og serliga
hava tey vant smáar sjón-
leikir, sum lærarar hava
skrivað. Fleiri framførslur
hava verið ymsastaðni, og
bæði næmingar og lærarar
eru fegnir um hesa læruríku
og gevandi tíðina, teir hava
verið undir sama taki.
Bæði Óla Jákup Joensen
og Jón Magnus Joensen
siga, at átakið krevur nógv
meira av skúlanum enn
vanlig skúlagongd, men teir
fegnast um, at stig vórðu
tikin til átakið, sum hevur
eydnast ógvuliga væl.
- Hesir dagarnir hava
verið rættiliga nógv øðrvísi
enn vanligir skúladagar.
Málið er at samstarva, og
hetta hevur verið mennandi
fyri bæði næmingar og
lærarar.
Teir siga, at alt er plan-
lagt niður í minstu smálutir,
og tað er eisini neyðugt, tá
ið farast skal undir slíkt
átak.
Jón Magnus Joensen sig-
ur, at tiltakið eisini kemur
næmingunum í Tjørnuvíkar
skúla til góðar, tá ið hesir
seinni fara á framhalds-
skúla á Oyrarbakka.
- Vit kunnu ráða øðrum
skúlum at taka slík stig,
men neyðugt er at hava í
huganum, at hetta er rætti-
liga arbeiðskrevjandi.
Óla Jákup Joensen og Jón
Magnus Joensen eru fegnir
um, at alt hevur gingist so
væl.
Hava lagt skúlarnar saman í tvær vikur
Føroyskir fiskimenn, sum
sigla í øðrum londum, halda
aðalfund á Hotel Hafnia í
dag, 19. desember. Á skránni
verður eisini pallborðsfundur
Seinastu tvær vikurnar hava
næmingar úr Tjørnuvíkar
skúla og Norðskála-Oyrar
skúla verið undir einum taki
á Oyrarbakka. Mynd:
Vilmund Jacobsen
Jón Magnus Joensen er einasti lærari í Tjørnuvíkar skúla. Óla
Jákup Joensen er skúlastjóri í Norðskála-Oyrar skúla á
Oyrarbakka
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
17
16