Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 242 - 19. desember 2003 Herfyri høvdu fýra tær syðstu kommun- urnar í Suðuroynni fund um samstarv. Spurningurin um samanlegging varð ikki viðgjørdur KOMMUNALT SAMSTARV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fyra kommunur í syðru helvt í Suðuroy hava nú tos- að um møguleikarnar fyri meiri samstarvi. Tað vóru bý- og bygda- ráðini í Sumbiar- Vágs-Por- keris og Hovs kommuna, sum herfyri hittust at tosa um møguleikarnar fyri at økja samstarvið. Yvirhøvur varð tosað um, hvat kommunurnar halda um samstarv og hvørji mál, kommunurnar kunnu samstarva um. Tosað varð um samstarv á eldraøkinum og um barnaforsorgina. Men nú er nýval útskrivað, so nú er alt óvist, hvørji mál fara at verða løgd undir kommun- urnar at umsita. Men eitt ítøkiligt mál, sum varð um at gera sam- starv um, var at keypa ein nýggjan sløkkiliðsbil. Vágs Kommuna hevur ein sløkkiliðsbil, men hann er ikki tíðarhóskandi. Skal Vágs Kommuna keypa sløkkiliðsbil til sín sjálvs, verður tað ein bilur, sum nøktar tann tørvin hjá Vágs Kommunu. Men nú tunnil er til Sum- biar og ætlanin er at gera tunnil til Hovs, hava bæði Sumbiar Kommuna og Hovs Kommuna brúk fyri sløkkiliðsbili í tí sambandi. – Verður úrslitið, at allar fýra kommunurnar keypa ein bil saman, verður talan um ein væl størri bil, sum nøktar allan tørvin, sigur Jógvan Krosslá. Ikki samanlegging Jógvan Krosslá, borgar- stjóri í Vági, sigur, at orðið samanlegging varð ikki nevnt. Hann sigur, at tað verður heldur ikki Vágs Komm- una, sum fer at taka stig til nakra kommunusaman- legging í Suðuroynni. – Vit eru ikki fyri at leggja kommunur saman, so skal talan verða um nak- að slíkt, mugu aðrar komm- unur taka stig til tað. Eru tað onkrar kommun- ur, sum hava hug at leggja saman við Vágs Kommunu, eru tær vælkomnar at tosa um tað. Annars stendur tað til hinar kommunurnar, hvat tær gera. Tað einasta, hann vil siga, er, at sum støðan er, er Vágs Býráð er avgjørt ímóti at leggja alla Suður- oynna í eina kommunu. – So kunnu allar hinar kommunurnar leggja sam- an, vilja tær tað, og so verð- ur Vágs Kommuna fyri seg. Hann heldur, at skal tað eydnast at lyfta syðru helvt í Suðuroy upp á eitt hægri støði, er tað neyðugt, at, at halda syðru helvt og norð- aru helvt sundurskilt. Hann vísir m.a á á tey nýggju altjóða krøvini, sum nú verða sett til havnir. – Verður øll Suðuroyggin ein kommuna, er tað hugs- andi, at tað verður bara tann eini fjørðurin bygdur út til at lúka altjóða IMO-krøv- ini. Og eg veit, hvat fjørður tað verður. Og eg veit eis- ini, at tað er ein natúrulóg, at í framtíðini verður alt vinnulívið í einum øki lagt rundanum tann fjørðin. Tí má Vágs Kommuna verða fyri seg sjálvan fyri at tryggja, at plássið ikki dett- ur burturímillum. Og tí hel- dur hann eisini, at skulu kommunur í Suðuroy leggja saman, hevði tað verið ein styrki, at syðra helvt stendur saman. Í tí sambandi skal leggj- ast afturat, at á býráðsfundi í Vági mikukvøldið, varð einmælt samtykt at byggja havnina út, so at hon gong- ur IMO-krøvunum á møti. Í fyrstu syftu hevur býráðið samtykt fáa greiði á, hvat íð krevst og at leggja arbeiðið til rættis Hetta fyrireikingarar- beiðið er mett at kosta einar 150.000 krónur. IMO- krøvini eru trygd- arkrøv til havnir og tær havnir, sum ikki lúka tey krøvini, kunnu ikki taka ímóti skipum, sum eru størri enn 500 BRT. Nú laksavirkið í Vági fór av knóranum, noyðist Fiskavirking at fáa virkið ígongd aftur, ella skal tað seljast FLAKAVIRKIÐ Í VÁGI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað stóra flakavirkið hjá Fiskavirkið í Vági, sleppur ikki at liggja stilt leingi. Tað ætlar Vágs Býráð sær at syrgja fyri. Tað er ein gomul avtala ímillum Vágs Býráð og Føroya Fiskavirking, at ar- beiði skal vera á flakavirk- inum í Vági. Og tað avtaluna ætlar Bý- ráðið sær at halda fast um. At talan er um eina avtalu ímillum Vágs Býráð og Fiskavirking, er kanska í so nógv sagt. Eftir at virkið hevði stað- ið stilt í fleiri ár, samtykti Vágs Býráð, at antin varð arbeiði aftur á virkinum, ella segði Býráðið leigisátt- málan um grundstykki upp. Virkið stendur á leigaðari grund og tað stendur í sátt- málanum, at arbeiðið skal vera á virkinum. Er ikki ar- beiðið á virkinum í tvey ár, kann sáttmálin sigast upp. Og tað ætlar Vágs Býráð sær at halda fast um. – Verður sáttmálin sagdur upp, má Fiskavirking taka virkið niður, ella selja tað fyri hálvan prís, sigur Jógv- an Krosslá. Hann sigur, at Fiskavirk- ing hevur fleiri ferðir váttað fyri Vágs Býráði, at arbeiði skal vera á virkinum. Í fyrstu syftu endaði tað við, at felagið hjá Hera Hjelm leigaði tað til laksa- virki. Men, nú laksavirkið helt uppat, fer býráðið í Vági ikki at góðtaka, at virkið liggur stilt leingi. Jógvan Krosslá sigur, at hann hevur mint Fiskavirk- ing um avtaluna um at ar- beiði skal vera á virkinum og Fiskavirking hevur enn einaferð váttað, at avtalan verður hildin og at virkið antin verður leigað út, ella setir Fiskavirking sjálvt virkið í gongd aftur. Fýra kommunur tosa um samstarv Stóra flakavirkið í Vági sleppur ikki at liggja stilt Vágs Býráð heldur fast við avtaluna við Fiskavirking um, at arbeiði skal vera á flakavirkinum í Vági Skal syðra helvt í Suðuroy ikki detta burtur ímillum, er tað ein fortreyt, at vit ikki leggja Suðuroynna saman í eina kommunu, sigur Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági C M Y K 19 18