Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 242 - 19. desember 2003 Mikudagin 17. desember var tíð- indafundur á Hotel Tórshavnar Sjómans- heimi, har sagt varð frá eina landsum- fatandi innsavning til foreldraleys gøtubørn og til eitt barnaheim í Suðurafrika INNSAVNING Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Teir, sum bjóðaðu inn til tíðindafundin hendan dag- in, vóru Sámal Bláhamar í Havn, klaksvíkingarnir, Steintór Rasmussen og klaksvíkpresturin Hans Eiler Hammer, ið eru stig- takarar til eina landsum- fatandi innsavning til foreldraleys gøtubørn og til barnaheimið "Nazareth House" í Cape Town. Stigtakararnir siga í tíð- indaskrivi: Jólini nærkast í hvørjum - hátíðin, ið setur kærleikan og familjuna í hásæti. Men tíverri ikki fyri øll okkara. Nógv fólk hava ikki eina familju - og tey hava ongan, sum veruliga elskar tey. Soleiðis er lagnan fyri eina mongd av børnum í Suðurafrika. Ein lagna, sum hevur rakt sera meint. Og fyri hesi børn hava vit tríggir, Sámal Bláhamar, Steintór Rasmussen og Hans Eiler Hammer, tikið stig til at skipað fyri tveim- um stuðulskonsertum. Hin fyrra verður leygardagin 17. januar 2004 í Christ- ianskirkjuni í Klaksvík kl. 17.00 og hin seinna verður sunnudagin 18. januar í Vesturkirkjuni í Havn kl. 16.00. Har verða sangarar, tónleikarar og kór, sum øll luttaka ókeypis. Tann innsavnaði pening- urin vil vónandi gera tað stutta lívið hjá hesum børn- um eitt sindur lættari og eitt sindur gleðiligari. Stigtakararnir vilja stuðla einum barnaheimi í Suður- afrika ið nevnist "Nazareth House". Heimið er eitt gamalt nunnuklostur. Tað eru ymisk fólk, ið starvast har. Tó hoyrir meginpart- urin av starvsfólkunum til katólsku kirkjuna. Heimið læt upp í 1992 og hevur síð- ani húsa foreldraleysum børnum. Børnini ið eru á "Naza- reth House" eru børn, ið eru útblakaði og kynsliga misnýtt. Tey flestu teirra hava tað herviligu sjúkuna AIDS ella HIV. Tey flestu teirra doyggja áðrenn 10 ára aldur. Nunnurnar á Nazareth House hava skipað eitt trygt heim til hesi børnini og berjast fyri at tey skulu fáa somu rættindi sum onnur børn, tá tað kemur til skúlagongd. Eisini leggja tær dentin á, at børnini hava tað so gott og hugnaligt sum gjørligt tey fáu árini, tey liva. Barnaheim og dagrøktarstovnur Við síðurnar av Nazareth House, ið kann samanber- ast við ein kostskúla, reka nonnurnar eisini ein dag- røktarstovn - saman við voluntørum. Hesin dag- røktarstovnur tekur inn AIDS raktar mammur og børn. Á stovninum gera tey ymisk prýði, sum tey selja á marknaðinum í býnum og aðra staðir við. Mammur- nar læra eisini hvussu tær á bestan hátt kunnu røkta eitt barn, ið hevur tað herviligu sjúkana AIDS ella HIV. Eisini fáa tær har neyðugan heiligvág til sín sjálvs og børnini. Børn ið hava AIDS ella HIV hava sera stutta livitíð. Tey flestu doyggja innan 12 ára aldur. Tí er tað av týdn- ingi fyri Nazareth House, at børnini liva eitt so vanligt lív sum gjørligt. Tey ganga í barnagarð og í skúla, íðka ítrótt og spæla ymsik spøl saman. Og fyri at hetta skal lata seg gera, er tað neyðugt við einum umhvørvi, ið er hjálpandi til hesi tiltøk. Høvuðsuppgávan hjá nonn- unum og hjálparum teirra er tí at skapa eitt so trygt og gott umhvørvi sum gjørligt dag um dag. Smádrongurin í ruskposanum. Hugskotið til hesa inn- savnan eigur Sámal Blá- hamar. Hann og konan vóru í Cape Town fyrr í ár og upplivdu har nakað sum hevur sett síni djúpu spor í lívi teirra. Sámal sigur so- leiðis um tað sum hendi: "Tað kom ein smá- drongur til okkum á gøtuni í Cape Tawn. Tað regnaði, og hann hevði ongan regnjakka men bert ein ruskposa sum regnjakka. Hann bað um at fáa pengar til mat, men eg segði at hann kundi koma við okkum til frukthandilin, men nei, drongurin vildi hava veruligan mat. Tað dugdu vit væl at skilja og tóku tí hann við til ein grillvogn. Á veg til grill- vognin gramdi hesin 10 ára gamli seg um mammu sína og 4 beiggjar. Tey vóru øll svong, og hann manglaði skógvar og jakka. Ja, tað kundu vit gott síggja var rætt. Komin inn til diskin í grillvogninum bað eg hann bíleggja sær eina máltíð. Hann biðjur um at fáa 4 máltíðir. NEI, tú fært bert til tín sjálvan, sigi eg av- gjørdur og so bleiv. Hann settist við borðið, pakkaði matin út, blundaði og faldaði sínar hendur og takkaði (ikki okkum) men eini hægri makt fyri matin. Hetta var sera rørandi og trupult var hjá okkum at halda tárunum burtur. Síð- ani tók drongurin kyllingin og deildi hann í 4 stykkir, sum hann ballaði í servi- ettar at hava heim við til familju sína. Eftir at vit komu út aftur úr grillvogninum, komu tveir av beiggjum hansara rennandi og bóðu eisini um at fáa mat. Men í ráðaloysi okkara søgdu vit nei og hildu leiðina áfram. Hetta gjørdi, at vit fingu sanniliga nakað at hugsa um. Drongurin hevur lært at takkað Harranum fyri mat og klæðir. Ofta siga vit við børnini, at tey skulla takka (drong- urin segði einki um pápa sín) okkum fyri at tey hava tað so gott, men hesin neyðars drongur visti sikkurt frá mammu síni at tað er Harrin ið eigur tøkk- ina!" Tony Blair og Elton John Vit hava nú í longri tíð hoyrt í fjølmiðlum okkara hvussu lítið Føroyar lata í menningarhjálp til tey neyðstøddu. Vit hava møguleika at geva meira og øll hjálp er kærkomin. Tí hava vit tikið stig til hetta tiltak. Tað eru milliónir av heimleysum børnum í Suð- ur Afrika. Mong eru for- eldraleys og bera uppá ólekiligar sjúkur sum t.d. AIDS og HIV, siga stigtak- ararnir til innsavningina. Nazareth House hevur fleiri stuðlar bæði úr Ong- landi, Danmark og Eystur- ríki. Millum teir navnfram- astu stuðlarnar eru Tony Blair og Elton John. Eisini finnast fleiri "gubbar og gummir" til eitt ella fleiri av hesum børnum. Tín stuðul vil tí gera sítt til at hetta týdningarmikla og lívgevandi arbeiði kann halda áfram og børnini vilja fáa eina flís av lívi frá okk- um føroyingum. Allur peningurin fer ó- skerdur til Nazareth House og dagstovn teirra og til onnur foreldraleys gøtu- børn í Cape Town í Suður- Afrika. Í Cape Town verður tað danska kvinnan, Laura Lykkegaard Selander, ið er stjóri hjá tryggingarfelag- num "Europeiske", sum kemur at taka sær av at pen- ingurin kemur óskerdur til gøtubørnini og barnaheim- ið. Tvær føroyskar gentur, Sólja Petersen og Paula Neshamar, eru í løtuni í Cape Town, har tær arbeiða við gøtubørnum. Tær hava verið og vitjað á barna- heiminum. Grannskoðarafyritøkan í Havn, Rasmussen & Weihe, tekur sær av øllum tí fíggjarliga. Allar konti standa í navninum: Gøtu- børn í Cape Town. Konto í Føroya Sparikassa: 9181 - 140.287.2 Konto í Suðuroyar Sparikassa: 9870 - 102.028.6 Konto í Norðoya Sparikassa: 9865 - 102.743.8 Konto í Føroya Banka: 6460 - 167.023.0 Allur peningurin fer óskerdur til Gøtubørn í Suðurafrika. Landsumfatandi innsavning til gøtubørn í Cape Town Stigtakararnir til landsumfatandi innsavningina til gøtubørn í Cape Town á tíðindafundi mikudagin, f.v. Sámal Bláhamar, Hans Eiler Hammer og Steintór Rasmussen Laura Lykkegaard Selander, stjóri á tryggingarfelagnum "Europeiske" (í miðjuni), saman við føroysku Sólju Petersen og Paulu Neshamar, sum báðar arbeiða millum gøtubørn í Cape Town Nr. 242 • fríggjadagur • 19. desmber 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Fótbóltsbókin kemur í dag Árbókin, sum er kær- komin hondbók hjá øllum fótbóltsáhug- aðum, er tann tólvta á rað, og hon líkist nógv sær sjálvari ÁRBÓK Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur verið longst eftir henni. Vit á redaktiónini hava leingi vitað, at eisini í ár fór hon at síggja dagsins ljós, men tað hava ikki øll havt somu møguleikar at vita, sum vit á Ítróttarsosi- alinum. Men í dag kemur hon í bókasølurnar, og har- við er fasta jólagávan ella mandlugávan bjargað hjá so nógvum! Tað er árbókin Føroyskur fótbóltur 03 í orðum og myndum, sum vit tosa um. Titulin sigur ikki nakað um tøl, men tað kundi hann gott. Undanfarnu árini hevur fótbóltsárbókin verið pakkað við tølum um farna fótbóltsárið, og tann í ár líkist teimum undanfarnu. Tað er forlagið Ítróttar- bøkur, sum gevur bókina út. Lagt til rættis hava Jó- annes Hansen, Finnur Helmsdal og Ivan Eginson. Fyri prenttilgerðini og prentingini hevur Hestprent staðið. Bókin er í vavi, sum hon plagar at vera. Á teimum umleið 180 síðunum verður umfar fyri umfar greitt frá landskappingunum og steypakappingunum. Um- framt í orðum og tølum verður hetta gjørt í mynd- um. Flestu myndirnar eru úr Ítróttarsosialinum. Nógvar myndir eru eisini frá Norðlýsinum og so eru eisini aðrir leverandørar. Eitt nú heimasíðan hjá HB, sum eitur hb.fo. Fyri okkum, sum dagliga fáast við at skriva um ítrótt og fótbólt, er fótbóltsárbók- in ógvuliga hent. Tá ið tú ivast um onkra detalju í undanfarnu kappingunum, so fæst svarið í árbókini. Men tað er ikki bara hjá okkum, at árbókin eigur at vera hent amboð. Í so ógvuliga mongum um- hvørvum verður nógv prát- að um fótbólt. Í familjum, á arbeiðsplássum, í skúlum og ikki minst umborð á skipunum. Tá er tað ofta okkurt, sum hevur gingið fyri seg, og sum tað ikki er full semja um, hvussu tað nú akkurát var. Tá er hent at hava árbókina við hondina. Sovornar árbøkur sum henda, ið kemur út í dag, minka ikki í virði, sum árini líða. Tað er heldur beint tvørtur ímóti. Sum tíðin líður, gerast tær upp- aftur áhugaverdari at kaga fyri at fáa staðfest, hvør tað var, sum skoraði hetta og hitt málið, um tað var upp á brotsspark ella ikki, nær málini vóru skorað og so víðari og víðari. Stutt sagt alt tað, sum tey, ið eru bitin av fótbóltinum, práta um. Um sæð verður burtur frá skemt bókini hjá okkum á Sosialinum, so man Fót- bótsárbókin vera tann, ið hevur verið longst og støð- ugast, tá ið hugsað verður um føroyskar árbøkur. Aðr- ar hava verið frammi og eru so horvnar aftur. Men fót- bóltsbókin er nú tólv ára gomul. Vit vóna, at hon fer at røkka fermingaraldrinum og reiðiliga tað. Árbøkur eiga at líkjast sær sjálvum. Tað ger Fót- bóltsárbókin eisini. Á hvørjum ári verður gjørt burturúr onkrum serligum øki í fótbóltinum. Í ár er yvirlit, sum vísir allar Europa Cup dystirnar, sum føroysk feløg hava verið við í síðani í 1992 – úrslit- ini og hvør hevur skorað málini fyri føroysku fel- øgini. Umframt landskappingar og steypakappingar verður eisini gjørt burturúr øllum landsliðunum: menn, kvinnur, U–19 menn, U–19 kvinnur og U–17 dreingir, og so eru eisini myndir av øllum liðunum, sum hava vunnið FM og steypakapp- ingar. Heilt frá minstu pinkunum og smápiltunum og upp til HB og KÍ, sum vunnu FM í 1. deild hjá monnum og kvinnum. Árliga bókaútgávan um føroyskan fótbólt er nú á handilshillunum kring landið Føroyski FCK spæl- arin skal enn eina ferð til Eysturríkis at fáa viðgerð fyri skað- an í lærkrikanum ÚTISETI Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað kostar at vera yrkis- spælari, og tað kostar at vera skaddur yrksisspæl- ari. Todi Jónsson er ein teirra, sum kann skriva undir upp á hetta. Fíggjar- liga hevur tað kostað hon- um nógv, at hann hevur sitið so nógv skaddur utt- anfyri vøllin. Hjá yrkis- spælarum – og harvið iva- leyst eisini hjá Toda Jóns- son – er tað sum hjá so mongum øðrum, at talan er partvís um avriksløn. Tað vil siga, at umframt grundlønina, so verður løn rindað fyri tær ferðir- nar, tá ið hann er á vøllin- um. Síðani síðst í septem- ber hevur Todi ikki verið á FCK liðnum, tí hann hevur verið skaddur. At tað eisini kostar á annan hátt at vera yrkis- spælari og serliga at vera skaddur yrkisspælari, er støðan hjá Toda Jónsson júst í løtuni gott dømi um. Á heimasíðu síni, todi.fo, skrivar Todi Jónsson, at hann nú mánadagin 22. desember skal til Eystur- ríki at fáa viðgerð fyri skaðan í lærkrikanum, sum hevur hildið honum uttanfyri FCK liði í fleiri mánaðir. Todi var í Salsburg fyri tveimum árum síðani. Viðgerðin, sum hann fekk ta ferðina, loysti seg ógvuliga væl, og nú skal viðgerðin endurtakast frá 22. desember og til um- leið 9. januar. Í FCK halda teir frí frá venjing nú í desember. Todi er noyddur at venja. Tað má roknast sum stór- ur kostnaður at nýta frí- tíðina til arbeiði. Serliga tá ið tú ert skaddur. Eftir ársskiftið fara teir í FCK undir aftur venjingar- nar. Tá skulu teir eitt nú á fjúrtan daga langa venjing- arlegu í Suðurafrika. Í fjør varð Todi Jónsson vrak- aður til venjingarleguna í Suðurafrika. Venjarin segði, at hann var ikki í nóg góðari venjingarstøðu. Øll onnur søgdu, at hetta var kostnaðurin hjá Toda fyri, at hann ikki hevði viljað skrivað undir nýggj- an sáttmála við FCK. Eingin ivi man vera um, at Todi Jónsson skal við FCK til Suðurafrika í nýggja árinum. Men tað verður bara, um hann verður førur fyri at venja. Tað sigur hann seg vóna, at hann verður, eftir at hann er komin aftur frá jólaferðini í Eysturríki. At halda jól undir viðgerð í Eysturríki, tá ið ætlanin var at halda jól í Føroy- um, má metast at vera stórur kostnaður fyri ar- beiðið sum yrkisspælari og serliga skaddur yrkis- spælari. Todi heldur jól í Salsburg C M Y K 21 20