týsdagur 29. september 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tað kann sigast, at Súni
Fríði Johannesen er
vaksin við uppgávuni í
ár, men at hann
beinleiðis er vaksin úr
HB-búnanum, er at gera
= ov nógv av...
Mynd: Álvur Haraldsen
HB situr trygt á
Nr. 183 - 29. SEPTEMBER 1998
føroysku fóltbóltstrúnuni
Fótbóltur: TB er ringast fyri í niður-
flytingarstríðnum, men avgerðin
fellur ikki fyrr enn leygardagin
So er tað teoretiskt avgjørt,
sum vit hava tikið sum ein
veruleika síðani HB sunnu-
dagin 23. august vann 3—1 í
Gøtu, samstundis sum Kl
spældi målleysan javnleik i
Runavík. HB er FM vinnari
1998, og vit nýta hevið her
at ynskja teimum hjartaliga
tillukku. At meistaraskapur-
in er uppiborin eru tað
neyvan fleiri áskoðanir um
HB hevur verið mest stød-
uga liðið, avrikini hava
verið sannførandi mest sum
hverja ferð, og tá tað hevur
staðið á, og tað hevur verið
møguleiki fyri, at tað kundi
fara baðar vegir, hevur HB
megnað at fingið tað so at
siga at detta sín veg. akkurát
sum B36 gjørdi tað í fjør.
HB hevur bert tapt eina
ferð í ár, og tað var móti
grannunnum úr B36. Tá
B36 vann FM í fjør, taptu
teir bara móti einum felag!
— og tað var móti grannun-
um úr HB.
På
M heitið hjá HB er hitt
fimtanda síðani tað varð
farið undir landskappingina
í 1942. KÍ er framvegis ov-
ast, tá tað snýr seg um tal
av meistaraheitum, men nú
er munurin tann sami aftur,
sum hann var í 1990, tá HB
vann FM. Um onkur tá
hevði sagt, at tað fóru at
ganga átta ár, áðrenn HB
aftur fór at verða best, so
høvdu slíkar framtíðarmet-
ingar fingið lítla undirtøku
Men hetta vísir bara,
hvussu torført tað hevur
verið og er at meta um
framtíðina — ikki minst í før-
oyskum fótbólti.
Tá vit á gáttini út úr fót-
bóltsárinum 1998 skulu
meta um úrslitini komandi
árini, so kemst ikki uttan-
um, at nýggju meistararnir
eru væl fyri. Fyritreytirnar
at standa seg væl eru fyrst
og fremst tríggjar: Ein er,
at felagið er væl skipað, ein
onnur er, at tað er eitt gott
ungdómsarbeiði í felagnum,
og ein triðja er, at tað eru
nóg nógvir pengar til at
keypa teir spælarar og tann
venjara, sum felagið vil
hava. Sammeta vit fremstu
feløgini, so fellur HB onga-
staðni burtur ímillum. Fel-
agið hevur vunnið so nógv
í ár, sum teir ongantíð hava
gjørt áður, og tað ber boð
um eitt gott ungdómsar-
beiði. Felagið hevur keypt
sær ein góðan venjara og
fleiri góðar spælarar, og tað
boðar frá, at fíggjarliga ork-
an er í lagi. Og felagið hev-
ur, sum hitt fyrsta í land-
inum, skipað 1. deildarfót-
bóltin í eitt smápartafelag.
Tað boðar frá, at felagið er
væl skipað.
B36 og Kl eitu
Um tað eru nøkur lið, sum
kunnu nøkulunda saman-
berast vid HB i år, eru tad
B36, sum nå må lata steypid
til grannarnar, men sum er
einasta liðið, sum hevur
megnað at vunnið á HB í
landskappingini í ár, og KÍ,
sum eisini í ár gjørdust ov
stuttir, bæði í landskapping
og steypakapping.
Hesi bæði liðini eltu HB
fram til næstseinasta umfar,
tá gloppið bleiv ov stórt.
Bæði fyri B36 og fyri KÍ er
tað galdandi, at liðini komu
ov seint í gongd, og av tí
kann eisini á ein hátt stað-
festast, at HB vann føroya-
meistaraheitið í fyrru helvt
av kappingini, meðan mun-
urin í seinnu helvt ikki hev-
ur verið so stórur.
NSÍ fylgdi eisini væl við
heilt leingi og vann eisini á
HB í steypakappingini tíð-
liga á árinum. Men skaðar
plágaðu runavíkingar, ser-
liga í seinnu helvt, og teir
mistu í roynd og veru longu
luftina, tá teir taptu 5-1 í
Gøtu í fyrsta umfari eftir
summarsteðgin.
Bleyta millumvøran
Tad er kanska eitt sindur
nasadjarvt at kalla Gl fyri
»bleyta millumvøru«, men
tað hava teir verið ein stóran
part av kappingini. Ikki fyrr
enn nú móti endanum hava
gøtumenn fingið glid á aft-
ur, men teir komu alt ov
seint í gongd til at gera seg
galdandi.
B68 og VB enda í miðj-
uni á stigatalvuni, og tað var
nøkulunda tað, fólk høvdu
væntad, tå kappingin byrj-
aði.
Bæði hesi liðini eru ov
góð til at flyta niður, men
ikki nóg góð til at gera seg
galdandi millum tey ovastu
— og ríkastu — liðini. Men
tey vera aftur í 1. deild
næsta ár, har tey hoyra
heima.
Botnurin bíðar
Í Fuglafirði draga teir and-
an eitt sindur lættari aftan á
vikuskiftið. Stigid, teir
fingu í Vági, ger, at tað skal
vilja meira enn illa til, um
ÍF endar niðan fyri strikuna.
Í Sumba er trýstið stórt,
men tað er uppaftur stórri á
Tvgroyri. Bæði Sumba og
TB taptu, og um TB skal
verða lív lagað í bestu deild-
ini, so skulu teir fáa stig
móti GÍ, og tað verður tor-
ført. At KÍ vinnur í Sumba
og harvið tryggjar sær
silvurkrénurnar, er ikki giv-
ið, men tað verður ein sen-
satión, um teir ikki fara at
megna tað.
Í síðsta umfarinum skal
NSÍ út á Toftir, KÍ til
Sumbiar, HB til Fuglafjarð-
ar, VB í Gundadal móti
B36, og GÍ skal suður á
Sevmýri, har teir í 1996
vunnu FM, meðan TB fór í
2. deild.
LÍF hevur vunnið sær
rættin at spæla um eitt pláss
í bestu deildini, og nú bíða
teir eftir, hvat m6tstødulidid
fer at verða. Verður tað TB,
so kann kappingarárið ger-
ast langt, tí so verður neyð-
ugt at bíða til Óli Johanne-
sen og landsliðið eru komin
aftur úr Skotlandi!
Sosialurin
— fimm ferðir
um vikuna
www.sosialurin.fo