Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 183 — 29. SEPTEMBER 1998 ítróttar Stór málveitsla tá B36 misti silvurið Æ. Fótbóltur: Landsliðs- spælararnir hjá gøtu- monnum Vóru í hopla, og so noyddist B36 at leggja rygg til størsta tapið á árinum Tá eitt korter var farið av ferðmikla og undirhaldandi stríðnum í Sarpigerði, var tað einki, sum heyði borið boð um, at meistararnir frá 1997 vóru á veg ímóti fyrsta tapinum síðani 13. juni — síðani tá hevur B36 vunnið sjey ferðir og tvær ferðir spælt javnt — og ímóti tí størsta tapinum yvirhøvur, síðani teir 20. august í 1995 taptu 5-0 móti HB. B36 menninir tóktust væl upplagdir og nógv uppsettir. Teir vóru ágangandi, høvdu betri tak á bóltinum og spældu seg til upplagdar målmøguleikar móti einum tøvandi mótstóðuliði, sum heyði stórar trupulleikar at skipa verjupartin nóg væl. Hjá B36 var tað hesa løt- una serliga Jan Guttesen, sum var á vongverjanum í høgru, ið var væl upplagdur, Ronnie Samuelsen og Mikkjal Thomassen høvdu tak á tí mesta mitt fyri, og í ålopssinnadu útgangsstøð- uni vóru Jákup á Borg, John Petersen og Bjarni Prior, sum allir vóru á toppinum, nærgangandi. Jákup á Borg setti hol á, tá sjey minuttir vóru farnir. Pól Ennigarð, sum var sera óheppin hesa løtuna, gav bóltin frá sær, álopsmaðurin gjørdist leysur eitt lítið sind- ur til vinstru, og tá Sunvard Joensen noyddist at leypa út, valdi toppskjúttin at senda í nærra hornið. So var 1-0, og tað var um reppið, at teir øktu, tá Bjarni Prior kom einsamallur við Sunvardi Joensen, sum vardi fyri. Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu tað heyði myndast, um B36 í hesum álopinum hevði økt til 2-0. Pipan fekk annað ljóð Johan Nielsen umskipaði fólkið hjá sær, og tað gav úrslit. Símun Petur Justinus- sen fór av aftasta manni og í álopið, og Søren Skov Jørgensen og Pól Ennigarð vóru einsamallir í miðverj- uni. ; Landsliðsmenninir hjá GI — Henning Jarnskor, Magni Jarnskor og Sámal Joensen — fingu rættuligt tak á, og tå Símun Petur Justinussen vísti seg at vera vandamikil bæði sum skjútti og sum neyvur uppleggjari, so mátti tað bera til. Ninoslav og Pól Thorsteinsson, sum vóru eftiransarar mitt fyri, høvdu ilt við at halda teimum á heimaliðnum, eftir tjúgu minuttir var javnt, og stutt fyri hålvleik økti GÍ til 3-1, og so var í roynd og veru avgjørt, hvar stigini skuldu. Eyðkent fyri uppspælið til fleiri av málunum hjá GÍ var, at stóðurnar stóðust av, at B36 menninir vóru 6- neyvir og mistu bóltin, tá teir vóru á veg i álop. Tjúgu minuttir vóru farn- ir, tá Henning Jarnskor var tryggur úr ellivu metrum, eftir at Sámal Joensen var feldur, og 34 minuttir vóru farnir, tá Henning Jarnskor í vinstru streyk igjøgnum, eftir at Pauli Jarnskor hevði vunnið bóltin, og Sámal Jo- ensen um miðstrikuna hevði sneitt ein av. Havnarmenninir — vóru rísnir, tí teir vildu vera við, at talan var um rangstødu, tá Súni Olsen við hálvflukt- ara umsetti innlegg frá Rúna Justinussen í høgru til 3-1, men hvørki dómari ella linj- uverji hildu vid teimum. Hetta var eftir 44 minuttir, og fimm minuttir inn í seinna umfarið var ungling- ameistarin hjá GI aftur upp á spæl. Ur 58! metrum sendi hann omanfyri Egin Høgne- sen, sum hevði verið ov utt- arlaga staddur, og á tíman- um skoraði Magni Jarnskor, Fyri hetta frísparkið fekk Súni Olsen gula kortið Søren Skov Jørgensen (vinstru megin) spældi ein g6dan dyst sunnudagin og tad var trupult hjå Jåkupi at koma fram vid honum sum var púra leysur dygst undir målinum, eftir at Sim- un Petur Justinussen hevdi lagt innfyri úr høgru. Tunnur verjupartur Munurin á liðunum var ikki so stórur, sum úrslitið kundi sagt frá. Tað var upplagt, at teir í B36 í 2. hálvleiki royndu at leggja trýst á GI frammarlaga á vellinum, og ti gjørdist verjuparturin, har Egin Høgnesen noyddist at vera eitt slag av aftasta manni, tunnur. GI megnadi at sekta hetta tvær ferðir fyrsta korterið av seinna umfarinum, og so var av- gjørt, hver skuldi vinna. Spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin skuldi vera. Tað restaði eitt korter, tá Jákup á Borg tók enn eitt fet upp á måltindin. Brotssparkið kom eitt sindur óvart á. Eftir at Mikkjal Thomassen hevði lyft frispark í brotsteigin veittraði linjuverjin, sum vísti á, at Súni Olsen við handara stólpan hevði verið ólógligur yvirfyri Jan Gutt- esen, og tað tók dómarin til eftirtektar. B36 fór úr Gøtu uttan stig, og nú verður torført hjå teimum at fåa fatur å silvurkrónunum. Gøtumenn eru sær sjálvum líkir. Teir vilja ikki gevast, teir stridast fyri at fáa pláss í Intertoto cup, og gongur tað komandi vikuskifti, sum teir vóna at tað skal, so fer tað at eydn- ast hjá teimum jh (myndir Jonhard Hammer) Ofta leikaði hart á millum Nino og Magna Jarnskor