týsdagur 29. september 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
ítróttar
SO SSA [ Urn
Nr. 183 — 29. SEPTEMBER 1998
— Føroysku venjararnir eins
góðir og teir útlendsku |
Fótbóltur: Hetta sigur Harry Benjaminsen, sum er ein av teimum føroysku
venjarunum, sum hevur verið g gjøgnum alla skeidrødina hjá Fótbóltssamband-
inum. Í ár hevur hann verið venjari hjá LÍF í 2. deild
SVEINUR TRÓNDARSON
Í nógv ár hevur Fótbólts-
samband Føroya gjørt nógv
burtur úr at útbúgva før-
oyskar fótbóltsvenjarar til at
taka sær av føroysku lið-
unum. Til hesa útbúgving
eru brúktar sera stórar upp-
hæddir, men tá hugt verður
at hver venur 1. deildarlið-
ini í Føroyum, so sæst, at
tað er minnilutin av venjar-
unum, sum skilir føroyskt
og tíðansheldur talar tað.
Í ár hava bert GÍ, B68,
NSÍ og KÍ havt føroyskar
venjarar, meðan øll hini fel-
øgini hava havt útlendskar
venjarar. Og tað er her
Harry Benjaminsen setur
síni stóru spurnartekin.
— Tað sæst í hvussu er ikki
á úrslitunum hjá TB,
Sumba, IF og VB, at tey
hava havt útlendskar venj-
arar. Tey liggja øll í botn-
inum av fyrstu deild. Í
hvussu er eitt teirra flytir
niður og tað er møguligt at
eitt afturat flytir niður. Livst
so spyrst.
Bestu spælararnir
enda á havnarliðunum
Harry heldur eisini at tað
hevði verið líka mikið um
HB og B36 høvdu útlendsk-
ar venjarar, tí teir hava savn-
að allar teir bestu spælarar-
nar í hesum báðum liðun-
um. Teir kunnu næstan ul
eina og hverja tíð gerast
meistarar tá teir hava so gott
LIF sleppur at
fólk, sum teir hava.
— Hvussu fer at verða
næsta ár er ikki gott at vita,
men tað er greitt, at B71
flytir upp og teir hava út-
lendskan venjara. Petur
Mohr gevst í Runavík, og
teir hava gjørt sáttmála við
venjaran hjá Royn, sum eis-
ini er útlendingur. Hvussu
verður á Toftum er ikki
greitt, men Petur Simonsen
heldureftir øllum at dóma
ikki fram. Jóannes Jakobsen
gevst í Klaksvík og koma
útlendskir venjarar fyri allar
teir sum gevast, so er rættu-
liga illa statt við føroyskum
venjarum. Tá er bara Johan
Nielsen eftir í Gøtu.
Tað er hesa gongd Harry
Benjaminsen fýlist á og
spæla um uppflyting
SVEINUR TRÓNDARSON
Tá leirvíkingar seinasta
vikuskiftið í síðstu løtu
megnaðu at fáa javnleik
móti hvalbingum skaptu teir
sær sjálvum eina góða út-
gangsstødu til dystin móti
sundalagsmonnum hetta
vikuskiftið. Teir skuldu
spæla sítt spæl og vinna. So
var tað líkamikið hvat Royn
gjørdi í Hvalba. Snøgt sagt
— leirvikingar kundu sjålvir
avgera, um teir skuldu
spæla um uppflyting ella
ikki.
Og tað var júst tað teir
gjørdu. Venjarin hjá leirvík-
ingum Harry Benjaminsen
sigur, at hann hevði væntað,
at sundalagsmenn fóru at
leggja varisliga út, tí teir
skuldu helst hava stig við
sær av vøllinum aftur, men
so var ikki.
— Teir løgdu åt sum eitt
ólegi og tað tók meg á bóli,
sigur hann.
— Tað gekk ein løta áðr-
enn vit høvdu umstillað
okkum til teirra taktisku
skipan. M.a. lógu vit ov
langt frá teimum og teir
fingu alt ov nógv pláss á
miðjuni.
Men teir fingu skil á hes-
um, og tá einir tjúgu min-
uttir vóru farnir av dystinum
fingu leirvíkingar innkast í
høgra borðið. Bólturin varð
tveittur inn í brotsteigin og
har var tað, so legið tað enn
ljóðar, Olgar Danielsen sum
longdi bóltin víðari til Krist-
jan á Reynatrød, sum við
handara stólpa setti hevdið
á bóltin og so var 1-0 til
leirvíkingar.
Hóast leiðsluna, so er
Harry ikki nøgdur við spæl-
ið hjá leirvíkingum í fyrra
hálvleiki. Hann heldur, at
sundalagsmenn sluppu at
gera alt ov nógv, men hann
heldur seg hava skilt, at tað
var tí, at teir høvdu væntað
at vinna á leirvíkingum.
Úrslitini hjá leirvíkingum
seinastu vikurnar hava ikki
verði nakað at reypa av,
men teir hava tikið seg sam-
an tå tørvur hevur verið á
tí.
Men hóast sundalags-
menn royndu av gllum alvi,
so fingu teir ikki mál. Har-
afturímóti gekk, sum tað so
ofta ger í slíkum dystum.
M6tstødulidid fór í álop og
stutt fyri hálvleik fær Krist-
ian Eliasen bóltin nakað væl
uttanfyri brotstegin hjá EB/
Streymi úti í høgra borðið
og hann ger ikki mætari enn
at smekka til og bólturin
smeyg sær undir yvirliggj-
aranum heilt úti við vinstra
stólpa. Eitt frálíkt mál —
helst eitt av teimum ein fær
fjórða ella fimta hvert ár.
Nú var hálvleikur, men
hóast stødan var 2-0 til LÍF,
so så ikki út til at sunda-
lagsmenn høvdu mist mót-
ið. Men tað gjørdu teir stutt
inn í annan hálvleik.
Leirvíkingar høvdu nú
funnið stórspælið fram og
teir mólu runt við EB/
Streymi. Stutt inn í seinna
hálvleik varð Kristian Elia-
sen spældur fríur á miðjum
velli og hann setti beina kós
móti málinum hjá EB/
Streymi. Verjuleikararnir
hjá sundalagsmonnum
royndu at fáa fatur á honum,
men ov seint var og hann
sendi bóltin fram við mál-
manninum til støðuna 3-0.
Eftir hetta fullu sunda-
lagsmenn meira ella minni
í fátt og leirvikingar gjørdu
sum teimum lysti. Hóast
tað, so fingu teir bert eitt
mál afturat og tað gjørdi
Jonhard Høgnesen. Kristian
Eliasen var enn eina ferð
sendur avstað i vinstru síðu
og komin inn í brotsteigin
spældi hann tvørturum og
har stóð Jonhard púra
blankur. Hann setti bóltin í
kassan og so var stødan 4-0
til LÍF og tað gjørdist eisini
endaliga úrslitið.
en úrslitið hevur við
sær, at leirvíkingar skulu til
at spæla um uppflyting til
1. deild, meðan sundalags-
menn skulu til at spæla um
niðurflyting til 3. deild.
Hver sín veg, men úrslitini
gjøgnum árið tala fyri seg.
Harry Benjaminsen, venj-
ari hjá LÍF er sjálvsagt
nøgdur við úrslitið.
— Vit høvdu ikki sett okk-
um sum mál, tá kappingin
byrjaði, at vit skuldu flyta
upp, men tað sigur seg
sjålvt, at nú vit hava fingið
møguleikan at spæla um
uppflytingina, so eru øll
nøgd, sum hava við liðið at
gera.
M6tstødulid verður eftir
gllum at dóma Sumba, og
tað dámar Harry væl.
— Leikliga passar Sumba
betri til okkara enn TB, sum
eg haldi hava verið stak 6-
hepnar í ár. TB hevur ikki
so vánaligt lið, at teir skulu
liggja niðastir. Men tað
kunnu vit bert fegnast um,
sigur Harry Benjaminsen.
Dystirnir um uppflyting
verða tveir og teir verða
óivað spældir tvey fylgjandi
vikuskifti beint eftir at
landskappingin í fyrstu
deild er av, og tað verður
hon næsta vikuskifti.
hann heldur at hugburðurin
í féløgunum er, at bara lúsin
útlendsk er, so...
— Tað kann í hvussu er
ikki verða rætt, at vit brúka
eina rúgvu av peningi at út-
búgva venjarar til at venja
aðru og triðju deild, sigur
hann.
Feroyingar
eru ikki ov dýrir
Ein av undanførslunum hjá
felógunum hevur verið, at
teir føroysku venjararnir eru
ov dýrir til feløgini at seta,
men hetta heldur Harry
verða tað reina tvætl.
— Lenin eg fái í Leirvík er
ikki til at liva av, men tað
týdningarmesta er, at eg eri
nøgdur við tað eg fái. Hin-
vegin havi eg sæð tað, sum
tað kostar, tá okkurt felag
hevur havt útlendskan venj-
ara og tað er nógva ferðir
hægri enn tað føroysku
venjararnir skulu hava.
— Og úrslitini teir fáa við
liðunum eru verri enn so tey
bestu — so langt frá tí.
— Men kann ein útlend-
ingur fáa nógvar pengar fyri
at læra føroyingarnar at
renna, so er venjarin glaður
hóast felagsleiðslan ikki er
tað og áskoðararnir neyvan
eru tað heldur. Og veruleik-
in er nokk, at vit síggja eina
avleiðing av, at leiðslurnar
í feløgunum eru ikki nøgdar
við úrslitini hjá venjarun-
um, tí tað eru nógv feløg,
sum skifta venjara ár eftir
ár og tað er ikki serliga gott
fyri leikararnar — teir skulu
skifta >spælistíl< hvort ár.
GÍ mundi vera tað fel-
agið, sum fyrst sá ljósið og
teir hildu Johan Nielsen í
venjarastólinum í fleiri ár.
B36 hevur gjørt tað sama
við Sivic og nú hevur HB
eisini gjørt tað sama við Ge-
olgau.
Ongi góðskukrev
til leikararnar
Eru venjararnir ein trupul-
leiki, so eru útlendsku leik-
ararnir tað eisini. Næstan
hvert tað einasta lið í Før-
oyum hevur útlendskar leik-
arar, uttan HB, sum bert
hevur brúkt føroyskar leik-
arar.
Hetta er enn ein trupul-
leiki. Í dag er eingin felags-
kensla, sum tað var fyrr, tí
leikararnir fara til tey fíggj-
arliga sterkastu feløgini, tí
tey hava mest at bjóða.
— Tað var stuttligari fyrr,
tá bygdirnar kappaðust inn-
anhýsis, men hetta er ikki
longur, og soleiðis er tað,
men fyri tann skuld kann
ein seta krøv til venjararnar
og so sanniliga til útlendsku
spælararnar eisini. Hygg til
dømis á Toftum. Har hevur
tann eini russin leikt í tridju
deild. Tað er eingin orsøk
at taka fólk uttan úr heimi
at leika við triðju deild.
Eitt annað dømi er i
Klaksvík har annar útlend-
ingurin ikki hevur havt fast
pláss á fyrsta liði.
— Føroyingar hava hug til
at taka leikarar til Føroya at
leika bara tí teir eru útlend-
ingar. Vit seta teimum ikki
nøkur krøv um hvat teir
skulu duga og hvat teir
skulu kunna geva liðnum.
Vit taka útlendskar leikarar
bara fyri at taka teir, sigur
Harry Benjaminsen.
— Felggini mugu hava
eyguni eftir hvaðani leikar-
arnir koma. Hugburðurin er
so øgiliga ymiskur alt eftir
hvadani teir koma. Minar
royndir siga mær, at pól-
lendingar eru góðir menn,
og teir hava absolutt einki
ímóti at arbeiða fyri pening-
in. Tað hava aðrir haraftur-
ímóti, sigur Harry.
— Og so er tað eisini ein
spurningur um sinnið, legg-
ur hann smílandi afturat.
Havnafeløgini skaðilig
Í gomlum døgum var tað so
í høvudsstaånum, at í B36
spældu >bygdamenninir<,
meðan teir »røttu« havna-
menninir spældu í HB.
Henda skipanin virkaði óiv-
að eftir ætlan og menn
happaðu hvgnn annan fyri
tað, og so høvdu teir tað
gott.
Men tað er vent í holuni.
Nú er ikki nóg mikið, at tað
skulu vera bygdamenn, men
tað skulu vera teir bestu av
slagnum. Teir allarbestu.
Seinastu fáu árini hava
havnarfelggini bæði savnað
teir bestu spælararnar í
landinum í báðum feløgun-
um, og henda gongdin er
skaðilig heldur Harry Ben-
jaminsen.
-1 HB eru ikki bara rættir
»havnarmenn« longur. Har
er meiri enn helvtin bygdar-
menn og tað eru teir allar-
bestu av slagnum, sigur
Harry, sum leggur afturat:
— Ég siti eftir við tí var-
huganum, at tað einasta tað
gongur út uppá hjá havnar-
feløgunum báðum er at gera
bygdarfeløgini veikari, so
tey á tann hátt kunnu gerast
meistarar. Teir fáa ikki brúkt
allar = leikararnar, sigur
Harry Benjaminsen.
- Vit mugu við
So er spurningurin bara hvat
bygdafelggini skulu gera,
fyri at byrgja upp fyri hesi,
eftir hansara meting, skeivu
meting.
— Vit verða noyddir at
fylgja við. So einfalt er tað.
Og vit skuldu havt møgu-
leikar til tað. Taka vit LÍF
og støduna, sum vit koma i,
vinna vit uppflytingardyst-
irnar, so mangla vit tveir
ella triggjar sterkar føroysk-
ar leikarar fyri at vera nøk-
ulunda vísir í at vit verða
hangandi. Men LÍF eigur
nakrar »hålvar« og nakrar
»heilar« leikarar í øðrum
feløgum, og tað er ikki 6-
hugsandi, at hesir eru áhug-
aðir í at koma at leika við
okkum, sigur Harry Benja-
minsen.
Men nú verður tosað so
nógv um pengafótbólt.
Klára tit at fylgja við hinum
felógunum í so máta?
— Vit eru í hvussu er ikki
verri fyri enn tey feløgini,
sum vit skulu kappast við,
sigur hann og vísir á, at teir
í ár m. a. hava fingið Olgar
Danielsen sáttmálabundnan
til felagið, umframt pól-
lendingin, sum nú er skadd-
ur.
Harry sigur, at felagið ar-
beiðir við at finna leikarar,
sum kunnu styrkja um liðið,
men at hetta arbeiði júst er
byrjað og tað verður kannað
gjølla, áðrenn nøkur avgerð
verður tikin.
Trívist væl í Leirvík
Harry Benjaminsen trívist
sera væl í venjarastarvinum
í Leirvík. Tað var ikki vænt-
andi, at liðið fór at klára seg
so væl, men teir hava havt
tað neyðuga hepnið í teim-
um førum teir hava havt
brúk fyri tí, men mest av
øllum, so hava leikararnir
gjørt eitt stórt arbeiði fyri
at fáa tað at koyra sum tað
skal.
— Tá eg byrjaði, var tað
eingin, sum tosaði um upp-
flyting, men nú tá vit vunnu
rættin til uppflytingardyst-
irnar vóru leirvíkingar sera
fegnir. Hetta sást m. a. á tal-
inum av bygdafólki, sum
var á Mølini á Eiði, har
seinasti dysturin varð leikt-
ur.
Men tann størsta orsøkin
til at Harry trívist væl í Leir-
vík er, at felagið verður rik-
ið av eini sera professio-
nellari leiðslu, sigur hann.
— Tað saman við teimum
góðu og trúgvu liðleiðarun-
um ger, at tað er so serstak-
liga hugaligt at arbeiða í
felagnum, sigur hann.
Tó er ikki avgjørt um
hann heldur fram, hóast
hann hevur hug til tess.
Harry hevur einki hoyrt frá
nevndini enn, men kapping-
arárið er heldur ikki liðugt
enn. Harafturat kemur so,
at ein nevndarsamtykt sigur,
at søkjast skal eftir venjara
hvørt ár.
— Men tað er ikki ngkur
loyna at eg havi hug at halda
fram. Eg kundi nevniliga
hugsað mær at hildið fram
við at arbeiða við hesum
leikarunum og sæð hvussu
langt teir kunnu røkka, sigur
Harry Benjaminsen.
Um hann heldur fram
finna vit út av innan alt ov
leingi. Fyribils ynskja vit
honum og leirvíkingum til-
lukku og góða eydnu við
uppflytingardystunum.