Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 183 — 29. SEPTEMBER 1998 Í vikuskiftinum varð skipað fyri útbúgvingar- konferansu á Hotel Før- oyum. Umboð fyri øll tey norðurlendsku fótbótts- sambondini vóru komin til Føroya, og har vóru fleiri kend nøvn. Har var millum aðrar Henning Enoksen år Danmark. Hann var f sini tíð millum kendastu á- lopsspælararnar í Dan- mark. Hann umboðaði Vejle og AGF, og hann var við, tá Danmark í 1960 vann silvur í olympisku fótbóliskapp- ingini. Har var eisini Lars Laban Arneson, sum seinnapartin av sjeyti ár- unum og in av áttati árunum var venjari hjá svenska landsliðnum (hann hevur eina ferð verið eygleiðari á Svang- askarði), og har var An- dreas Morisbak, sum er ein av fremstu monnun- um í menningini av norskum fótbólti. Og so var Guðjón RNS son úr Íslandi eisini í Før- oyum fríggjadagin og leygardagin. Hann er landsliðsvenjari í Íslandi. Færri venjarar FSF hevur verið sera virkið innan útbúgving nú í mong ár, og tað eru nógvir féroyingar, sum hava tikið lut í venjara- skeiðum. Málið ON verið, at útbúgva føroy- ingar at standa fyri fót- bóltsvenjingini í Føroy- um, og tað hevur gingið væl. Men nú sær út til, at komandi kappingarár fara nógv teir flestu venj- ararnir í Í. deild at vera útlendingar. Fleiri feløg hava ikki enn skrivað sáttmála, men millum teirra, sum hava gjørt av- talu við ein venjara, ér tað bara GÍ, sum hevur ein føroyskan venjara. Johan Nielsen. sum er mest ndi føroyski venjarin, skal venja GÍ. Havnarfelggini skulu hava útlendskar venjarar, sum tey hava.fingid góð - úrslit ið. og NSÍ skal va útlendskan venjara. Í VB heldur pólverjin ; venjaranum. = Petur Simonsen fer neyvan at halda fram á Toftuni, Petur Mohr heldur ikki fram í Runa- vík, og Jóannes Jakobsen heldur ikki fram í Klaks- vík. Tað kann kanska koma soleiðis fyri, at ka- balin gongur upp, og hes- Nógv útbúgving og færri venjarar Fótbóltur: Tað kann enda við, at Johan Nielsen verðu einsamallur føroyingur, sum fer at venja í 1. deild komandi kappingarár ir triggir skifta eitt sindur um, men tað er rættuliga sannlíkt, at talan verður um fleiri útlendskar venjarar. Í teimum feløgunum, sum ikki enn vita, um tey skulu spæla í 1. efla 2. deild, er av góðum grundum eingin avgerð enn tíkin viðvíkjandi venjara. Framtíðin telur Jákup Simonsen hevur í mong ár verið formaður í útbúgvingardeildini hjá FSF. Hann heldur ikki, at fleiri útlendskur venj- arar í 1. deild komandi ár er tað sama sum at útbúgvingarpolitikkurin hjá FSF er miseydnaður, — Tað er eitt sindur upp og niður við hasum har, og tað ber ikki til at gera nakra staðfesting út frá einum ári. Í yngru deild- unum eru nógvir venj- arar, sum hava tikið lut í skeiðum, sum vit hava epe fyri, og vit hava fleiri venjarar, sum hava vant í 1. deild. At onkur teirra kanska ynskir hvíld í eitt ár er tað einki ónátúrligt í. Vit vita eis- ini, at tað eru fleiri venj- arar, sum éru á veg til at erast venjarar í 1. deild. áa teir ikki møguleikan komandi år, so ivist eg ikki í, at teir fáa hann eitt annað ár. Men hví heldur tú, at áhugin fyri útlendingum er so stórur? — Vit hava sæð, at eina tíð vóru tað serliga nogv- ir danskarar í Føroyum, so tóku føroyingarnir, ið høvdu fingið útbúgvin yvir, men nú hava ta verið og fara kanska at vera nógvir eystureuro- pearar. Tað hevur t.d. við tað at gera, at frælsi er vorðið stórri í teirra parti av heiminum, og tað hevur aftur gjørt, at tað hevur verið lættari hjá teimum at sleppa av landinum. per teirra hava v spæl- arar og eru tað framveg is, og rå telur ikki minst hjå løgene, har tilfeing- ið ikki er so stórt, sigur Jákup Simonsen, sum er laður fyri skeiðið, ið teir bordu um vikuskiftið. — Fyri mær var hetta mein undirstriking av, hvussu neyðir er at halda á v ð útbúgvingini, og eg veit ikki annað, enn at hugburðurin hjá FSF er at halda á við hes- um. jh Harley Bertholdsen hevur saman vid John Hansen stadid fyri einum ti besta vongspælinum i år. Sunnudagin var tad ein av høvudsmununum, tå toftamenn vitjadu i Klaksvik Mynd: Jan Miiller Klaksvikingar brúktu rokarnar nogv meiri Fótbóltur: Stórspælandi John Hansen var við í uppspælinum til trý av málunum hjá KI Eftir at hava verið har norð- uri í trý ár segði Jóannes Jakobsen farvæl við fót- bóltshugaðu heimaáskoðar- arnar hjá KÍ við einum sigri. Tað var málríkt og harvið undirhaldandi, tá klaksvík- ingar tóku ímóti B68, sum so ofta hevur snýtt KÍ fyri stig í Klaksvík. Fyrr í summar smurdi KÍ toftamenn av á grasvøllin- um. Hesa ferð gekk nógv frægari hjá B68. Heimaliðið hevði yvirvág, tí teirra lið hevur so nógv størri breidd, enn liðið hjá toftamonnum hevur, og heimaliðið hevði eisini nógv teir flestu møgu- leikarnar, men soleiðis sum 2. hálvleikur tørnadi út, so hevði tað ikki verið púra óhugsandi, at gestirnir enn eina ferð so at siga høvdu stolið ein javnleik út aftur við sær, tí toftamenn vóru tvær ferðir tætt við. Onnur ferðin var, tá Mannbjørn Nesá — avloysti heilt tíðliga álítandi miðvallaran Jan Petersen, sum mátti út við trælæri — lyfti upp um mál- verjan og dygst við síðuna av málinum, og hin ferðin var, tá Øssur Hansen royndi at lyfta uppum málverjan, sum kortini fekk fingrarnar á. Borðini tydningarmikil KÍ legði meiri ágangandi fyri, og burtursæð frá síðsta triðinginum av 1. hálvleiki, tá B68 eftir lítlari løtu vendi frá at vera undir við einum máli og til at vera yvir við einum máli, var tað KÍ, sum hevði bóltin mest. Klaksvíkingar hava ferð eftir ferð síðani summar- steðgin víst, at vongspælið hjá teimum er so gott, sum tað er hjá nøkrum ødrum. I talvi er týdningarmikið at fáa rókarnar við í spælið, og tað er ikki minni týdningar- mikið í fótbólti. Tað er sjáldan, at lið nú á døgum spæla við gamla slagnum av vongspælarum, sum ikki hava serligar verj- uuppgávur, men brúka ork- una uppá at spola frá mið- stríkuni og frameftir. Men tað bilar ikki so nógv, tá tað, sum nú verður rópt vong- verjar, røkja ódnirnar bæði hjá gomlum bakkunum og vongunum. Og soleiðis hevur tað ver- ið hjá KÍ í ár. Harley Bert- holdsen og John Hansen vóru við í nógvum álops- spæli, og so høvdu klaks- vikingar Kurt Mørkøre inni undir målinum. Eingin tek- ur tað illa upp, tå vit siga, at síðani summarsteðgin hev- ur hann verið besti álops- maðurin í landinum. Hjá B68 vóru vongverj- arnir so at siga bara verju- spælarar, og tað sigur seg sjálvt, at hesin munurin á liðunum er bæði stórur og týdningarmikil. Málini Tíggju minuttir vóru farnir, tá hol kom á. John Hansen breyt igjøgnum í vinstru, Kurt Mørkøre fekk ikki skot á, men beindi bóltinum til Rógva Jacobsen, sum um ellivumetra blettin snaraði sær á og skoraði. B68 javnaði á hålva tím- anum. Jákup Djurhuus, sum var miðvallari í vinstru, spældi uppá tvørs, so varð potað framímillum, og Aks- el Højgaard, sum man vera elsti spælarin í bestu deild- ini, staðfesti orðatakið ung- ur nemur og gamal fremur. Hann var púra kaldur mitt fyri, og í staðin fyri at smekka til, potaði hann framvið Gunnari á Steig. Bara tríggjar minuttir seinni var B68 á odda. Øss- ur Jacobsen, sum mannaði álopsplássið við síðuna av Akseli, legði høgt og langt í brotsteigin, KI málverjin og Øssur Hansen fóru upp eftir bóltinum, toftamaðurin kom hægri, og so rullaði bólturin í tóma málið Seinna umfarið spældi KI móti vestara málinum. Tað dámar teimum væl, teir trýstu speedaran í botn, og eftir heilt lítlari løtu vóru teir aftur á odda. Harley Bertholdsen royndi seg við skoti úr høgru, Magnus Poulsen, sum hesa ferð var tikin framum Allan Joen- sen, ið hevur verið stúttur síðstu vikurnar, tveitti seg, men bólturin fór undir hann og í málið. Og so var John Hansen aftur uppá spæl. Hann spældi fram til Kurt Mørk- øre, ið hevði ov langar teymar. Tað er hann ov vandamikil at fáa, og skotið úr seytjan metrum fór dygst inn við nærra stólpa. Tíggju minuttir restaðu, tå Kurt Mørkøre tók enn eitt stig móti málundinum. John Hansen varð feldur í brots- teiginum í vinstru, og Mørkøre maðurin avgreiddi úr ellivu metrum. Í yvirtíðini pyntaði Ossur Hansen um. Honum eydn- aðist við høvdinum at snitta innlegg úr høgru uppum målverja og verju og inn i handara síðunetið. jh Sosialurin - fimm ferðir um vikuna