Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 183 — 29. SEPTEMBER 1998 Julian kom á ukens lag Fótbóltur: Skoraði fyri fyrstu ferð í tippeliguni, og tað sóu fleiri umboð fyri útlendsk feløg Nú skulu vit ikki dryppa nakran beiskan smakk í sig- ursbikarið hjá HB. men kanska finnast tað framveg- is onkur á aldukambinum sum minnast ta ferðina, tá HB tapti 10-0 í Intertoto móti Tromsø Millum spælararnar ta ferdina var Julian Johnsson Sidani tå hava Tromsø og HB ikki havt nakad vid hvørt annad at gera, men sunnudagin téku Julian Johnsson og hinir i Kongs- vinger ímóti Tromsø, og ikki kann sigast annað, enn at Julian hevndi eyðmýk- ingina ta ferðina »Hærfører Julian viste vej”, staðfesti lokalblaðið i Kongsvinger i gjår, og tå TV2 í Noreg sunnukveldið setti teir ellivu spælararnar, Im sum teir mettu høvdu staðið seg best í hesum umfarin- um, á eitt lið, var Julian Johnsson á miåvøllinum. Eina ferð fyrr í summar hevur Julian Johnsson verið á ugens lag, sum teir siga, men hetta var fyrsta ferðin, at hann royndi seg sum mál- skjútti í landskappingardysi Barar tríggir minuttir vóru farnir, tá hann fekk bóltin á miðjuni, setti ferð og smekkaði framvið málverj- anum, tá hesin kendi seg noyddan at leypa út — Tað var ein frágera góð kensla. Eg havi áður skorað í onkrum venjingardysti, men hetta var fyrsta málið í landskappingini, og tú kanst ætla, at tað hevur hevur árin á sjálvsálitið, sigur ein glað- ur Julian Johnsson úr Kongsvinger. Í fyrstu atløgu vónar hann, at málið kann sann- føra venjaran um, at hann er rætti madurin å midvøll- inum, og økt sjålvsålit og størri kredittur frå venjaran- um kann brúkast til so mangt í framtíðin Kongsvinger var á odda 1-0 eftir fyrra hålvleik, og teir øktu til 2-0, áðrenn Tromsø trýst hevdi eitt mål vid sær. Sigurin var kortini ongantid i vanda. Er hetta ein betri venjari, enn tann, sum tit høvdu frammanundan ? — Tad er einki at ivast i, at intensiteturin er væl stórri í venjingini nú, enn hann var frammanundan, og tað hevur sjálvandi nógv at sig- a. Vit gru framvegis í stór- um niðurflytingarvanda, men 2-1 sigurin hesa ferð ger, at tað eru bara tvey sug upp til Strømgodset. Teim- um skulu vit spæla ímóti næstu ferð, og vinna vit tá á útivelli, so eru vit omanfyri strikuna aftur, staðfestir Jul- jan Johnsson. Tá vit høvdu hann i telefonini var hann akkuråt komin frå fyrra- partsvenjingini i gjår, og sjålvandi var lagid gott undir venjingini — Vit høvdu ikki vunnið síðani 21. august, men so skal eisini leggjast afturat, at í hesum tíðarbilinum hav- a vit spælt móti fleiri av oddaliðunum. Nú eru trý umfør eftir, og so er at vóna, at tað fer at hilnast væl. Altjóða umhvervi Noreg er frammarlaga á nógvum økjum, og ikki minst í liðfótbólti hava teir gjørt vart við seg hesi seinn- u árini. Motstødulidid hjá Kongs- vinger næstu ferð er sum sagt Strómgodset. Men áð- renn Strrømgodset tekur í- móti Juliani og teimum hav- a teir Europa Cup uppgávu á heimavelli at hugsa um. Í kveld skulu teir spæla móti Aston Villa, sum er oddalið í eingilsku kappingini. Og tað kann væl henda, at Strómgodset fer at gera av við Aston Villa, tí eingilska oddaliðið vann bara 3-2 á heimavølli, eftir at norska liðið hevði verið á odda. Fleiri hugdu at Tað er stórur altjóða áhugi fyri norskum spælarum, og í minsta lagið tveir, sum vóru komnir fyri at meta um spælarar, hugdu at, tá Julian Johnsson skoraði móti Tromsø. Annar var ein umbods- madur fyri Blackburn. Hann var serliga komin at skoda Rune Lange, U-21 landsliðsmaður úr Tromsø, og hin var komin úr Stutt- gart at síggja, hvussu tað gekk hjá Jon Inge Høiland, sum er vongverji hjá Kongsvinger og eisini hev- ur verið á U-21 landsliðn- um. Hvussu við tær sjálvum, hevur tú fingið nakað boð aðra staðni frá? — Eg havi sáttmála við Kongsvinger í tvey ár aft- urat, og fyribils havi eg hugsanirnar savnaðar um at standa meg so væl her, sum tað ber til. Eg kenni tað framvegis soleiðis, at stríðið fyri at sleppa á liðið her og fyri at sleppa undan niður- flyting mennir meg sum spælara. Í fjør var tað stutt- ligt at vinna FM við B36, og tá gekk alt sum eftir ánni. Hetta er heilt ødrvisi og truplari á allan hátt, men tað er mennandi, og tað dámar mær væl, sigur ein væl nøgdur Julian Johnsson úr Kongsvinger. jh Jens Martin er ársins spælari Leiftur verður við í Europa Cup komandi summar Síðsta umfarið í íslendsku landskappingin varð av- greitt i vikuskiftinum Størsti spenningurin var sjálvandi um, hver fór at vinna meistaraheitið Stríðið stóð millum ÍBV, sum var meistari í fjør og sum fyrr í summar vann steypafinaluna móti Leiftri, og KR Reykjavík Hesi bæði liðini tørnadu saman í síðsta umfarinum, og ÍBV vann. Tað kom væl við hjá Leiftri, tí sigurin hjá vestmannaeyingum hevur við sær, at teir fara í Europa Cup kappingina fyri meist- aralið, og tað hevur aftur við særk, at Leiftur, Páll Guðl- augsson og Jens Martin Knudsen sleppa upp í part í europeisku kappingini fyri steypavinnarar. Nógv skreyt til Jens Martin Í síðsta umfarinum spældi Leiftur móti Váli, sum kom á odda 1-0, men Leiftur megnaði at venda og vann PR I Jens Martin Knudsen st60 seg enn eina ferð sera væl, og eftir síðsta stríðið varð staðfest, at taðp er semja um á Ólafsfirði, at føroyski málverjin hevur verið ein brandur alt árið. Jens Martin Knudsen varð av lidfeløgunum og eisini av stuðlunum hjá fel- agnum, kosin sum ársins spælari í Leiftri. Hann fekk ikki færri enn trý steyp, og teir í Leiftri góvu til kennar, at teir eru fegnir um, at teir eisini komandi ár fara at hava føroyingin millum stólparnar. Tað er framvegis ikki greitt, hvar Jens Martin fer at spæla í vetur. Í fyrstu at- løgu sær tað út til, at hann og alt skreytið fara at koma heim til Føroya, men tað verður ikki fyrrenn eftir komandi vikuskifti. Tá sku- lu ÍBV sum meistari og Leiftur, sum tapti steypafin- aluna móti ÍBV, spæla dyst- in, sum er vorðin afturvend- andi endi á fótbóltsárinum í Íslandi. Í tí sambandinum verða ársins spæalri í Íslanndi og ársins lið kjósaði, og so fáa vit at síggja, um Jens Martin fær meiri at dragsa heim við sær! jh Jan Allan er seldur til Svendborg Fótbóltur: Urtøkan hjá føroyingunum i superliguni var soltin hesa ferð Tað gekk eink,i serligt hjá teimum báðu føroyingunum í superliguni hetta vikuskift- ið Todi Jónsson spældi allar 90 minuttirnar, tá botnliðið Fremad úr Aarhus vitjaði í Parkini, Kim Brink var ikki blíður eftir 2-2 javnleikin, og áskoðararnir eru farnir at troyttast av, at teirra lið Jan Allan Miller skiftir nú frá Esbjerg á jútsku vesturstrondini til Svendborg har suðuri á Fjóni stendur seg so illa móti botnlidum. Iméti B93 og Aarhus Fremad hevur FCK síðani summarsteðgin mist fýra stig. Jákup Mikkelsen og Her- følge høvdu eina nógv truplari uppgávu enn FCK. Teir vóru í Gladsaxe Idræts- park og spældu móti AB, sum í løtuni er besta liðið í Keypmannahavn. AB vann 1-0, og hetta var fyrsta ferð- in í landskappingini, sum teir í Danmark fóru undir í august og sum verður liðug í juni komandi ár, at Her- følge tapti Jan Allan út í ljósið Positivu tíðindini úr Dan mark hetta vikuskiftið vóru, at Jan Allan Miller nú fer at sleppa burtur úr fótbólts- myrkrinum, sum hann hev- ur verið í teir nógvu sein- astu mánaðirnar. Svendborg er í botninum í næstbestu deildini, men fyri ein fótbóltsspælara, sum ynskir at vera við, har tað gongur fyri seg, og sum so ofta hevur víst seg at hav- a máltev, man tað kennast sum ein lætti at sleppa at royna seg í 1. deild, eftir at hann hevur verið á dan- marksseriuliðnum hjá Es- bjerg í nógvar mánaðir. Sáttmálin millum Svend- borg og Jan Allan Miller er galdandi frá ársskiftinum av, og inntil tá má Jan Allan Miller finna seg í, at hann skal venja undir Viggo Jen- sen, sum hann heldur lítið um, og tær næstu vikurnar má Jan Allan spæla við í danmarksseriuni, um venj- arin vil brúka hann har. Tað hevur ljóðað, at Jan Allan var á veg til eitt sup- erligu felag — helst var tað Aarhus Fremad — men nú er sáttmáli gjørdur við Svendborg, sum hevur brúk fyri einum manni, ið kann gera mál. Ta avbjóðingina vil Jan Allan fegin taka á seg, heldur enn at gera sátt- mála við Aarhus Fremad og kanska sita nógv á beinkin- um jh Lesið um fótbóltsútisetarnar í Sosialinum