mikudagur 30. september 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í m— Átyrgdarølaðstjórk: Marknaðarleiðari:
| Jan Mo Jonhard Hammer
| Internet: www.sosialurin.do Sveinur Tróndarson | TundKjølbro -
Niclas Johannesen
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Alvur Haraldsen
ri, uppseting it: Telefon: 311820 ;
Ft Si dis Teletax. 314720
eger ur 28 Argj e-mail
, Argjum :
Postadr: Postsmoga 76, postesosialurin.fo
110 Térshavn
Logmaður hevur eitt
Enn hevur Høgni einki
avdúkað um fullveldið
fólkafloksproblem
Oddagrein
SO hendi tað aftur. Sambandshógvarnir stungu seg
bráddliga mánamorgunin uppundan aftur í seinastu
útgávuni av reklamuåvisini hjá Óla Breckmann, Dag-
blaðnum. Nú kundi hann ikki bíðað longur. Tað prut-
laði so mikið undir lokinum, at tað bráddliga feyk av
- og ein lortaspann floymdi út yvir samstarvsfelag-
arnar hjá fólkaflokkinum í Tinganesi,her fyrst og
fremst tjóðveldisfólkini.
FYRST hevur tú hug at yppa øksi og taka hetta sum
skemt og ressonera, at hatta er jú bara Óli. Soleiðis
hevur verið sagt øll árini, og Oli heldur fram í sama
lag. Fyri uttanfyristandandi kann tað kanska vera
líkamikið, men tað kann ikki vera serliga hugaligt at
byggja eitt samstarv á slíkar politikarar sum Ola
Breckmann, sum alla tíðina vilja sínum samstarvs-
feløgum til livs so ella so. At skula vera i samgongu
við flokki, ið ikki so frægst sum virðir mest grund-
leggjandi reglurnar fyri samvinnu, tað er ikki serliga
hugaligt fyri ikki at siga oyðileggjandi.
Í fyrstu atløgu kann tað tykjast sum Óli Breckmann
bert roynir at spæla hund, men tá ein hugsar nærri
um tað, so avdúkar henda seinasta skriving hansara
í Dagblaðnum, veruliga muruna og hugsunnarháttin
hjá hesum framstandandi fólkaflokspolitikaranum,
nevniliga hana, at hann innast inni er sambands-
maður. Óli Breckmann hevur ongantíð ætlað sær í
eitt varandi samstarv við tjóðveldismenn, ti andstygd
hansara til tjóðveldisfólk er í veruleikanum so grund-
leggjandi og gróðurfest. Oli Breckmann er so høgra-
vendur og so afturhaldssinnaður, at hann í veru-
leikanum einki vil hava við tjóðveldisflokkin at gera.
Tí nýtir hann eitthvørt hevi til at seta kílar í royndirnar
hjá tjóðveidismonnum at rakka longur á sjálvstýris-
leið. Hann situr alla tíðina og bíðar eftir einum høvi
at fáa spakan undir tjóðveldismenninar. Skrivingin í
Dagblaðnum mánadagin, har OB roynir at fyrigykla
Føroya fólki, at tjóðveldismenn í Tinganesi bara brúka
pengar og leggja upp til at vaksa óneyðugt um
almenna sektorin má hjá tjóðveldisfólki kennast sum
at vera stungin í ryggin av einum av sínum egnu.
OG her hevur oddamaðurin í fólkaflokkinum og løg-
maður eitt problem. Hann er ikki bert leiðari fyri fólka-
flokkin men fyri eina samgongu, sum eisini fe',nir
um tjóðveldisflokkin. Legmaður kann ikki bara standa
og hyggja at, meðan floksfelagi hansara og ein av
oddamonnunum í fólkaflokkinum húðflettir og stingur
samstarvsflokkin í Tinganesi knivin í ryggin. Og entå
við lygusegum. Tí tær meirútreiðslurnar, sum Óli
Breckmann leggur tjóðveldisflokkin undir at standa
fyri, í veruleikanum stava frá hækkandi lenarútreiðsi-
um, eitt målsøki, sum legmaður umsitur í Tinganesi.
Ja, soleiðis hevur sami Oli Breckmann roynt at mani-
pulera við politikkinum nú í eitt mannaminni.
VIT hava ikki gloymt, hvussu formaðurin í tjóðveldis-
flokkinum varð nidurgjørdur av sama Ola Breckmann,
eisini í Dagblaðnum, um tað mundið, tá samgongan
skuldi skipast. Eisini tí kom hann væl frá. Anfinn
Kallsberg segði seg ikki kunna taka undir við floks-
felaga sínum. Men tá var hann ikki legmaður. Nú
hann er vorðin legmaður fyri ikki bert fólkaflokkin
men fyri alla samgonguna, hevur Anfinn Kalsberg
skyldu til at biðja tjóðveldisflokk um umbering og at
gera floksfelaganum greitt, at soleiðis verður ikki
arbeitt í framtíðini. Líka mikið hver flokkur situr í
landsstýrinum, so umboðar landsstýrið alt Foroya
fólk. Løgmadur hevur ovastu ábyrgdina. Ti er tað
hann og bara hann, sum einaferð med alla eigur og
skal seta Óla Breckmann uppá pláss. Trupulleikin
hjá Anfinni Kalsberg verður ikki minni av, at meðan
veljarar hansara vilja størri sjålvstyri og fullveldi, so
er ÓB sambandsmaður og hevur bert eittans mál í
politiska virksemi sínum, og tað er at niðurberja og
niðgera alt, sum luktar av sosialismu og vinstra-
vendum. Tað eru hesir hógvarnir, sum nú stinga fram.
Neyvan fer tað at eydnast OB at øsa tjóðveldismenn
so nógv, at hesir „Jeypa framav“ og geva fólkaflokki
heviðtil at takka fyri seg. ;
Sosialurin
Í Dimmalætting 26. septem-
ber fegnast Høgni Hoydal,
landsstýrismaður, um orða-
skiftið um fullveldisætlanir
hansara.
Viðgangast má, at lítið
ella so at siga onki orða-
skifti er um hetta fyri sam-
felagið so týðandi mál.
Undirritaði skal ikki gera
seg klókan uppá hví so er,
men Høgni Hoydal, lands-
styrismadur kemur sjålvur
vid eini åbending um, hvi
so er. Fyrst fær Gordon Eid-
esgaard eina vinarliga åheit-
an um ikki at úttala seg sum
búskaparfréðing, og um
hann skal úttala seg sum
slíkur, verður hann vinarliga
biðin um at finna størri inn-
tøkur.
Javnaðarflokkurin og Jó-
annes Ejdesgaard verða
lagdir undir at skaða >sam-
rådingarstødu okkara<.
Eg havi síðan fullveldis-
tosið byrjaði roynt at sókn-
ast eftir, hvat ætlanin er,
men framvegis er onki itøk-
iligt komið. Onki uttan at
„Landsstýrið hevur eina
skipaða ætlan móti full-
veldi, sum byggir á lykla-
orðini um neyva fyrireiking,
upplýsing og demokratiska
viðgerð<.
Hevdi væntað, at drúgva
greinin hjá Høgna Hoydal
fór at avdúka okkurt um
ætlanir hansara, men gakk.
Nógv orð um fyrireikingar,
ætlanir, skipanir 0. s. fr.
Men rætt skal verða rætt.
Landsstýrismaðurin í full-
veldismálum spælir trumfin
út móti teimum sum spyrja
hví, hvat og hvussu. Og
hver er so trumfurin?
Eg má viðganga, at eg
falli til jarðar í undran og
virðing.
Svarið Høgni Hoydal
hevur at geva er: Hvi ikki!
Vinarliga
Bent Ottosen
Hvannasundsgøta 16
100 Térshavn
Rannvá listaframsýning í Spania
Rannvá Mortensen er sum
einasti føroyingur bjóðað at
taka lut í listaframsýningini
>Mángfald< í Centro Cultu-
ral Galileo í Madrid í døg-
unum 15. oktober til 15. no-
vember 1998.
Framsýningin er komin í
lag sum eitt mentanarligt
samstarv um nútíðarlist
millum Svenska Konstfør-
bundet i Gøteborg og ment-
anarhúsið í Madrid. Lista-
fólkini koma úr Svøriki og
Finnlandi, umframt Rann-
vå år Føroyum.
Næsta år koma spaniólar
at syna fram i Gøteborg. Her
kunnu nevnast nøvn so sum
Miguel Alberquilla, Carlos
Cruz de Castro, Totte
Mannes og Carlos Evange-
lista.
Rannvå hevur fingist vid
list seinastu 4 årini og hevur
verið á listaskúla í Grikka-
landi og Danmark, og ar-
beiðir mest við málningum,
umframt at hon fæst við
grafikk og skulptur.
Í 1997 og 1998 hevði hon
verk við á Várframsýning-
ini. Eisini hevur hon verið
at sæð á Olavsøkuframsyn-
ingini.
Ein av teimum svensku
luttakarunum er ein fyrrver-
andi lærari hjá Rannvu, sum
hevur sýnt hennara list so
stóran áhuga, at hann hevur
bjóðað henni við til fram-
sýningina í Centro Cultu-
ral Galleo, Madrid.
Rannvá hevur fingið
stuðul frá Mentamálstýr-
inum, Tórshavnar Býráð,
Tvøroyrar Býráð, Fjølrit og
Spanska Konsulåtinum.
F
|
|
|
|
ETT REE
Rannvå Mortensen
Bokhandlarnir gera seg klårar til jolini
Nógvar bøkur verða givnar
í jólagávu og av teimum eru
flestallar føroyskar. Ofta er
satt bókarok hesa tíð. Upp
undir jól hoyra vit mestsum
dagliga at nú er ein nýggj
bók komin út. Torført er at
fylgja við, og sjálvt vit, ið
starvast í bókavinnuni,
verða ferð eftir ferð tikin á
EXPRESS BINGO
Aftur í ár fer fråhaldsrørsl-
an at selja teir sokallaðu
expressbingo seðlarnar.
Peningurin, sum kemur inn,
fer til fráhaldsarbeiði á
Fjalsgarði, sum fráhalds-
rørslan eigur. Ætlanin er at
bæði limafeløg hjá frå-
haldsrørsluni, onnur feløg,
áhugabólkar, skúlaflokkar
0. 0. fyri henda pening
skulu kunna hava tiltøk á
Fjalsgarði, sum á ein ella
annan hátt hava við frá-
bóli.
Tí fara bókhandlarnir
saman við forløgunum, eins
og undanfarin ár, at geva
bókaskránna Bókajól út.
Hetta er triðju ferð, at
hetta verður gjørt. Bóka-
skráin verður borin í hvørt
húsarhald.
Bókaskráin savnar allar
haldsarbeiði at gera
Við at opna eina lúku
finnur tú tríggjar bingoplát-
ur. Yvirav plátunum eru 36
longu drigin bingotgl.
So er bert at fara til verka
at krossa av.
Fyri hverjar 1000 sedl-
ar eru 180 vinningar fyri
tilsamans 5.000 kr. T.v.s.
at nærum 5. hver seðil
vinnur og at 50% av seluni
fer til vinningar.
Vinningarnir eru gávukort
frå Keypssamtøkuni. Sedl-
tær bøkurnar, sum eru
komnar í år, sum hava
almennan áhuga. Væntandi
verða tað umleið 80 bøkur.
Bøkurnar verða flokkaðar í
bólkar við barna- og
ungdómsbókum, Skald- og
sidsøgu, yrkisbókum o.s.fr.
Men tey forløg, sum ætla
sær at vera við, eiga ikki at
leggjast á boðini. Bókadeild
Føroya Lærarafelags, sum
ger skránna klára til
prentingar, skal hava boð
skjótas tilber.
Skráin verður borin út
seinast í november.
arnir er at fáa frá Keyps-
samtøkunum runt landið.
Bindiklubbar og onnur
kunnu eisini bíleggja bingo-
plátur á tlf. 332900.
Navn undir lesarabrøvum
Herfyri gjørdu vit á Sosialinum av, at vit ikki longur taka upp dulnevnd lesarabrøv. Øll lesarabrøv, sjónarmið,
viðmerkingar o. 1. skulu hava fult navn undir, skulu tey verða tíkin við í blaðið. Umframt navn krevur
blaðleiðslan eisini at vita bústað og telefonnummar, fyri at tilfarið skal verða tikið við í blaðið.
Fólk, ið skriva til okkara, eru vælkomin at lata okkum tilfarið á teldudiskli - og taka vit ímóti øllum vanligum
formatum. Eisini ber til at senda tilfar sum e-post, og er adressa okkara: post Gsosialurin.fo. -
blaðstjórin
|
——— A —————Á— ——