mikudagur 30. september 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 184 — 30. SEPTEMBER 1998
tíðindablaðið SOS
Bárður Jákupsson, leiðari í Listasavni Fóroya og listamaður:
Súmbolskt rætt
at taka
tinghúsið niður
— Verandi tinghús eru vøkur, men spurningurin er, um tað
eigur at verða varðveitt. Fóroyingar eru farnir at hugsa
ødrvisi nú og tí er rætt at síggja burtur frá verandi
tinghúsum, sum umboða eina tíð, har vit ikki hava tikið
ábyrgd av okkum sjálvum, sigur Bárður Jákupsson
Turi KJøLBRO
Ikki fyrr enn nú, arkitekta-
kappingin um eitt nýtt ting-
hús er av, verður ein greiður
yvir, hvat tað vil siga, at vit
skulu hava eini nýggj ting-
hús. Hesa somu kensluna
hevur leiðarin í Listasavni
Føroya, Bárður Jákupsson.
— Tað er ikki ein løtt upp-
gáva at byggja eini nýggj
tinghús við Telefonhúsinum
og umhvørvinum sum tað
er. At fáa eina heild burtur
úr tí er næstan ómgguligt.
Onkur av uppskotsstillaru-
num roynir tað við einum
rundum millumbygningi.
Men eftir at hava sæð upp-
skotini skilji eg væl, at tey
flestu hava valt at taka
gomlu tinghúsini burtur, tí
tað er ein spurningur um tað
er nakað at varðveita. Ting-
húsini eru vekur, men tey
umboða eina tíð, sum vit
royna at leggja afturum
okkum nú. Eina tíð, har vit
ikki hava tikið ábyrgd av
okkum sjálvum. Har hugsi
eg um politisku støduna,
sum tinghúsini eru eitt um-
boð fyri. Føroyingar eru
farnir at hugsa gðrvísi nú
og tí er tað súmbolskt rætt
at síggja burtur frá verandi
tinghúsum, sigur Bárður
Jákupsson, leiðari í Lista-
savni Føroya og listamaður.
Flyta tinghúsið
Bárður Jákupsson heldur, at
nógv áhugavert er at finna í
nógvum av uppskotunum,
ið komu inn í kappingini.
— Eitt er at velja teir
tríggjar vinnararnar, men
hugskot eru eisini at finna
burtur úr hinum, ið komu
inn. Onnur uppskot hava ar-
beitt nógv við sjálvum gki-
num. Tað er ógvuliga týdn-
ingarmikið, hvat fer at
henda við gllum gkinum
framvið tinghúsinum. Okk-
urt uppskot tekur alt økid
fram við býráðnum við og
okkurt annað hevur skotið
upp, at parkeringsøkid har
verdur torg. Eitt hugskot
kundi kanska verid at flutt
núverandi tinghús á økid
har sglubúðirnar framvið
parkeringsøkinum eru. Á
tann hátt kundu húsini verð-
ið varðveidd og framvegis
verið partur av býarmynd-
ini, sigur Bárður Jákupsson.
Um tað er so umráðandi
at hava tinghúsini verandi í
miðbýnum, sigur Bárður
Jákupsson, at tað besta
hevði verið, um tinghúsið
var í Tinganesi.
— Hinvegin so leggi eg
stóran tydning í sjálvan
tinghåsvøllin. Býurin savn-
ast á staðnum har, til dómis
á ólavsgku, tå ið skrúðgong-
an kemur úr kirkjuni í ting-
húsið, og hesum eiga vit
ikki at sleppa. Onkur hevur
skotið upp at byggja eitt
nytt tinghús á Skålatrød og
tað haldi eg er heilt burtur-
við. Tann avgerðin, at Ting-
húsið skal vera mitt í býnum
er røtt. Tað er ikki heilt vist,
at tað ber til at varðveita
tinghúsvgllin, men tað
hevði avgjørt verið tað
besta. Fyrsta virdislønin
varðveitir vøllin.
— Eg skilji væl, at upp-
skotið hjá Heidi Poulsen og
Karl Jákup Danielsen vann.
Uppskotið ber til at seta í
verk og virkar ikki so vit-
leysa dýrt. Men vit eiga ikki
at leypa framav, men heldur
at hugsa okkum væl um, tí
her eru ymisk hugskot, sum
koma frá hinum tekningu-
num eisini. Í øllum fórum,
tá ið tað snýr seg um plássið
rundan um.
— Tað eru so nógv viður-
skifti, ið vit eiga at hugsa
um, Havnará til dómis, sum
kanska verður latin upp aft-
ur. Hvussu ferðslan kann
fáast at virka, tá ið Tinghús-
vegurin verður steinlagdur,
hevur eisini týdning. Tað er
ógvuliga áhugavert at fáa
urtagarðarnar við Tinghús-
vegin uppí heildina og
kanska fáa lagt aðrar urta-
garðar afturat og planta
meir. Um nøkur ár eru trøini
framman fyri Gamla Bóka-
handilin burtur av elli, og tí
verður ógvuliga bert har.
Um tað var rætt at av-
marka kappingina til før-
oyskar arkitektar, sigur
Bárður Jákupsson.
— Føroyingar verða bodn-
ir við at taka lut í slíkum
kappingum í ødrum lond-
um. Kanska hevði tað verið
rætt at latið onnur sloppið
við, men so hevði tað verið
ógvuliga umfatandi.
|
|
ÆR
8
B
Gunnar Hoydal, rithøvundur og fyrrverandi býararkitektur:
Turi KJØLBRO
Sum býararkitektur í Tórs-
havnar býráð í eina fjórð-
ingsøld hevur hann kanska
meir enn nakar annar sett
sín dám á høvudsstadin. Og
Gunnar Hoydal er púra
samdur við Bárð Jákupsson
um, at uppgávan hjá teim
luttakandi í arkitektakapp-
ingini um eitt nýtt tinghús
hevur verið ógvuliga torfør.
Tey, sum vunnu arkitekta-
kappingina, hava arbeitt út
frå teirri ætlan, at verandi
tinghús, skulu takast niður.
Og tað skilir Gunnar Hoy-
dal væl.
— Tá ið vit hugsa um,
hvussu nógvir fermetrar
skulu til nýggja tinghúsið,
er uppgávan nærum ó-
møguliga at loysa. Prosjekt-
ið, sum vann fyrstu virðis-
løn, loysir uppgåvuna, men
avleiðingin er, at verandi
tinghús skulu burtur. Og tað
er ógvuliga harmiligt. Tí tað
sum er ljótt verður stand-
| andi og tað sum er gott skal
| burtur. Í mínari verð áttu
húsini hjá Telefonverkinum
| at verið bumbað, sigur
| Gunnar Hoydal.
mn »
Tað ljóta verð-
ur standandi,
tað góða
skal burtur
— Tað rætta uppskotið vann og uppgåvan kann ikki loys-
ast ødrvisi. Men tað er harmiligt, at núverandi tinghús
skulu burtur. Í mínari verð áttu húsini hjá Telefonverki-
num at verið bumbað, sigur Gunnar Hoydal
— Fyrsta virdisløn er eitt
snøgt og áhugavert uppskot,
beherskað í stødd, fínt í til-
farsnýtslu og tey hava fing-
ið væl burtur úr. Prosjektið
er gott, væl úr hondum
greitt og uppgávan kann
ikki loysast ødrvisi.
Partur av býarmyndini
Finnbogi Ísakson, tingfor-
maður segði, tá ið vinnar-
arnir vórðu kosnir seinasta
fríggjadag, at tað ikki er so
spell, at verandi tinghús
verða tikin niður, tí tey hava
einki byggisøguligt virði.
— Tað er hansara meining.
Um ikki byggisøguligan so
hava húsini ein tj6dsøgulig-
an týdning og virði, og tí er
tað vert at umhugsa gjølla,
um tey skulu takast niður.
Tey eru eisini ein partur av
býarmyndini og tí eigur ein
at vera ógvuliga varin við
at taka tey burtur.
- Hinvegin dugi eg ikki
at síggja, at løgtingshusini
endiliga skulu vera har tey
eru. Tey kundu verið
Tinganesi, umsitingin kann
vera alla staðni, hon er
longu spjødd sum er. Tey
hava verið 150 ár á Ting
húsvgllinum, men býurin er
ein heilt annar nú og ting-
arbeiðið krevur pláss. Tað
ber ikki til at geva unghúsu-
num víðari karmar uttan at
taka verandi hús niður. Men
tað fer avgjørt at broyta
býarmyndina nógv.
Um tað er rætt at skunda
ætlanina um nýtt tinghús
igjøgnum, heldur Gunnar
Hoydal, at tað væl letur seg
gera at byggja eini nýggj
tinghús áðrenn ár 2002, sum
ætlanin er.
— Men fyrst skulu fólk
siga sína meining um, hvat
tey halda.
Gunnar Hoydal heldur
ikki, at frægari uppskot
høvdu komið inn, um kapp-
ingin eisini fevndi um út-
lendskar arkitektar.
- Tad er væl skiljandi, at
kappingin vard avmarkad
fyri føroyskar arkitektar
Eitt tinghús er nakað heilt
serligt fyri eina 68. Eg
trúgvi ikki, at flein frægari
uppskot høvdu komið inn
sigur Gunnar Hoydal, fyrr
Verandi Dyararkitektur
enda í viðtali