mikudagur 30. september 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
———
Nr. 184 — 30. SEPTEMBER 1998
Føroyingar vitja í Prudhoe Bay:
Oljan
er gull
verd
fyri
Alaska
Tað var tann tíð, tá menn royndu sær
eydnuna sum gullgravarar í Alaska. Í
dag eitur gullið í Alaska olja, og alt
bendir á, at tað er ov mikið til av
hesum svarta gullinum. Sosialurin
vitjaði saman við 15 ødrum føroying-
um sjálva kelduna til allan peninga-
streymin, Prudhoe Bay í The North
Slope
tíðindablaðið 3082
ORÐOG MYNDIR
JAN MÚLLER
Ekofisk, Oseberg, Gullfaks,
Snorre, Scott og Nelson.
Hetta eru oljupallar, sum
føroyingar hava vitjað sein-
astu árini - allir sokallaðir
offshorepallar í Norðsjón-
um. Hetta er í høvudsheit-
um tað, sum vit hava sett í
samband við oljuvinnu. Á-
hugi okkara fyri frálanda-
vinnuni hevur tí higartil -
og tað er eisini rættiliga nát-
túrligt - snúð sum um næstu
grannalond okkara Noreg
og Bretland. Føroysk
vinnulívsfólk, politikarar,
embætisfólk oo. hava hugt
at, hvussu oljuvinnan er
bygd upp í hesum londum -
við tí fyri eygað - at kunna
læra av teirra royndum.
Men tað er ikki altíð tú
fær eina fullfíggjaða mynd
við bara at fara um garðin,
har hann er lægstur. Onk-
untíð kann tað tæna sakini
„at fara yvir um ánna eftir
vatni“, tvs. at leita burtur í
fjarskotin lond at útvega sær
upplýsingar.
Alaska kann tykjast full-
komiliga fremmant fyri
okkum føroyingar og er tað
eisini. Men tá hugsað verð-
ur um, at her bert búgva
600.000 fólk, og oljuvinnan
eftir stuttari tíð er vorðin
altavgerandi vinnugreinin,
so er tað ikki so burturvið
hjá føroyingum at kunna
seg við viðurskiftini her og
vita, hverjar samanberingar
kunnu gerast. Tí vit kunnu
koma í júst somu støðu sum
eitt nú upprunafólkini í
Alaska, nevniliga at ein ella
nakrar fáar risastórar olju-
keldur heilt kolvelta okkara
samfelag.
Hvat Noregi og Bretlandi
viðvíkur, so hevur oljuvinn-
an har bert havt avmark-
aðan týdning og ávirkan, tó
at vinnan kortini hevur al-
Eyðun Elttør,
oljumálaráðharri og
Karsten Hansen,
fíggjarmálaráðharri við
Prudhoe Bay cruide, sum
júst er komin upp úr
undirgrundini
Føroyingar saman við
vertum við byrjanina av
1300 kilometra longu
oljuleiðingini úr Prudhoe
Bay fyri norðan til Valdez
fyri sunnan