Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 stóran týdning. Skulu vit tí fáa eina hóming av, hvussu stóra ávirkan ein veldug oljuvinna kann fáa á eitt lut- víst líuð fólk, tess mentan og umhvervi - uppá gott og ilt - so er rætt at hyggja aðrar vegir enn bert til Norðsjóvarlondini Tað mundi helst eisini vera hetta, sum fólkimi í amerikanska oljufelagnum Arco, høvdu í tonkunum, tå farið varð at fyrireika eina heldur óvanliga ferð til Alaska fyri ikki færri enn 16 føroyingum umboðandi ymsar greinar av samfel- agnum, og sum nakað nýtt eisini umboðandi mentan- argkið. Tí meðan vitjanir á oljupallum, útgerðarstøðum ol. í Norðsjónum og har um leiðir kanska mest hava snúð seg um teknikk, trygd og fysiskt umhvervi, so snúði Alaskavitjanin seg meira um menniskju og mentan í einum oljuhøpi Tó er rætt at gera vart við, at ein komandi oljuvinna í Føroyum fer neyvan at líkj- ast henni í Alaska, har talan er um risastórar oljukeldur á landi, og har oljan verður frá Norðsjónum og leiðu- num vestan fyri Hetland. Livgevandi Prudhoe Fyri at skilja tydningin, ið oljuvinnan hevur havt fyri Alaska og tess íbúgvar er rætt fyrst at seta kikaran á sjálvan kjarnan í øllum ti útviklingi, sum hevur verið seinastu 30 árini orsakað av oljuni, og tað er sjálv hjarta- pumpan, um ein kann siga tað so, risastóru oljukeld- urnar har norðuri í Alaska, í „The Northern Slope“ tey kalla, „Prudhoe Bay“ olju- feltið. Rikidømid hjá Alaska stavar í høvudsheitum frå hesum eina stóra oljuøkin- um. Tað eru hesar oljukeld- urnar, sum hava verið og framvegis eru orsøkin til, at Alaska telist millum ríkastu statirnar í heimsins ríkasta landi, USA. Fyri føroyska ferðalagið, sum fór við leiguflogfar úr Anchorage hósdagin 10. september við kós móti „The North Slope“ var tað ein stór uppliving at kunna síggja eitt so stórt oljugki á landi, nú vit eru von við bert tíðindablaðið S0SÍ2alun umframt at vera tann størsta í USA, telist millum tær Ein lítil partur av risastóra Prudhoe Bay oljufeltinum í norðuralaska flutt gjøgnum eina ófatiliga stóra og dýra oljuleiðing Hvat tí fysiska umhverv- inum viðvíkur verður ein »juvinna um okkara leiðir tí helst at minna alt meira um ta vinnu vit í dag kenna å dt po at hava sæð slík á sjónum Tað sigur heldur ikki so lítið um steddina, at „Prudhoe Bay“ og grannakeldurnar útgera meira enn 20% av allari oljuframleidsluni í USA í dag - og at keldan, størstu í øllum heiminum. Og fyri at halda okkum til tølini, so eru samlaðu íløg- urnar í alt hetta oljufeltið 300 milliardir krónur. Fram- leiðslan um dagin er uppá nærum 1,5 mill. tunnur. Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni her uttanfyri ein av framleidstubygn- ingunum í Prudhoe Bay. Oljusggan hjá Alaska er áleið javngomul við hana hjá Norðsjóvarlondunum. Seint í 50-unum.og tidliga í 60-unum vórðu gjørdar jardfrødiligar kanningar í norðuralaska, tí hildið varð, at her vóru møguleikar at finna olju. Undan tí er olja funnin í Cook-fjørdinum har suðuri í Alaska, men har er ikki talan um so stórar goymslur. Tað var tó ikki fyrr enn í 1968, eftir at oljufeløgini høvdu borað fleiri „turrar“ brunnar, at Arco og tess partnari Humble Oil (í dag Exxon) raktu við risastóra oljufeltið í Prudhoe Bay. Stutt eftir tað kunngjørdi bretska oljufelagið BP, at tað hevði funnið enn eitt risafelt - Kuparuk - í sama økinum. Alt hetta hendi eft- ir, at oljufeløgini vóru um at missa mótið eftir fleiri miseydnaðar boringar. Júst sum í Norðsjónum, har Phillips, eftir fleiri úrslita- leysar boringar, gjørdi av at royna enn eina seinastu bor- ing, so var eisini í Alaska, har Arco gjørdi av at gera Nr. 184 — 30. SEPTEMBER 1998 eina seinastu roynd. Tað, sum Ekofisk gjørdist fyri Norðsjóvarlondini, gjørdist Prudhoe Bay fyri Alaska og USA. Prudhoe Bay oljugkið er mett at goyma meira enn 26 milliardir tunnur av olju, harav 13 kunnu takast upp við verandi tøknifrødi. Har- aftrat eru har stórar nøgdir av gassi. Higartil hevur bert oljan verið tíkin upp úr und- irgrundini, men í dag verður arbeitt við at eini ætlan eis- ini at fáa gassið til høldar. Fyri at kunna troyta stóru oljugoymslurnar í norður- alaska varð neyðugt við eini ella aðrari flutningsleið til ísfría havn har suðuri í Alaska. Úrslitið av drúgv- um kanningum gjørdist ein heilt nyggjur infrastruktur- ur, tann meira enn 1300 kilometra langa oljuleiðing- in „Trans Alaskan Pipe Line“, ið festir í oljukeld- urnar í Prudhoe Bay fyri síðani at ganga tvørtur um hetta risastóra landið og enda í oljuterminalinum í havnabýnum Valdez, stutt frá Anchorage. Oljuleiðingin er heimsins dýrasta privatfíggjaða verk- ætlan. Hon kostaði nærum 50 milliardir kr. Arbeiðið uppá leiðingina byrjaði í 1973, og fýra ár seinni rann fyrsta oljan gjøgnum leið- ingina til Valdez, har hon síðani er vorðin avskipað serstakliga til vesturstrond USA. Umleið tvey risastór tangaskip uppskipa olju hvønn dag. Nú framleitt hevur verið frá feltinum í meira enn 20 ár, er eisini farið at minka í goymslunum. Men nýggj tøknifrødi hevur gjørt tað møguligt at fara eftir olju nærhendis og í minni felt- um eitt nú til havs stutt frá strondini. Samtíðis verður eisini leitað eftir nýggjum keldum, og útlitini tykjast vera góð at finna meira olju aðra staðni í norðuralaska, hóast ein stórur partur av landnyrðingshorninum av Alaska er vorðin náttúru- friðaður. Oljufeltini liggja annars í Heimsins dýrasta privatfiggjada verkætlan nakrantíð - Trans Alaskan Pipe Line, sum kostaði 50 mia. kr. at byggja arktiskum tundragki. Permafrosturin ger, at alt, sum bygt verður, tað verið seg oljuinstallatiónir, rgr- leiðingar, bygningar ol. má verða gjørt á serstakan hátt. Eingir vegir eru til oljugk- ini, tí næstu býirnir liggja so langt burturi. Einasti flut- ningsvegurin er tí við flog- fari. Tí fer alt, sum verður brúkt í oljugkinum eins og í bygdunum í stórum parti av Alaska, loftvegis Oljukeldurnar á „The North Slope“ geva arbeiði til umleið 1500 fólk. Av teimum eru eisini fleiri av upprunafólkunum, ið búgva í bygdum nærhendis. Her er bæði talan um Inupiat eski- moar og indianarar. Menn- ingin av lokalsamfeløgun- um er tí nær tengd at olju- vinnuni. So stérar eru annars goymslurnar av gassi å The Northern Slope, at tað nú verður arbeitt við eini risastórari verkætlan, sum verður mett at kosta. einar 100 milliardir kr. Talan er um at byggja eina gassleið- ing við síðuna av oljuleið- ingini ella útbyggja verandi leiðing og síðani flyta gass- ið leiðing til Valdez. Sum er útflytir Alaska hampuligar nøgdir av gassi til Japan. Hetta gassið kem- ur frá keldunum nærhendis Anchorage. Verður stóra gassprojektið veruleiki, kemur fyrsta North Slope gassið á marknaðinum í fyrsta lagi í ár 2007. Veiti vinna Umframt hesi arbeiðspláss- ini gevur oljuvinnan eisini arbeiði til tåsundtals fólk kring alt Alaska. Her er ikki minst talan um ta vinnuna, sum veitir vørur og tænatur til alt oljugkið í Prudhoe Bay og annars til alla olju- vinnu í Alaska sum heild. Henda veitingarvinna er At AA SO