Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-09-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Viðmerking: tíðindablaðið Nr. 184 — 30. SEPTEMBER 1998 Trupulleikarnir við barnaansingini í Havn einaferð enn Í Sosialinum 9. juli ger Felagið fyri fore er skipanin við kontantstuðli til foreldur at bórnum millum 1/2 og Í sama blaði ger Katrin Dah merkingar til støðuna hjá reldrafelagnum. Katrin reldrafelagið gloymir, at vit eiga og hava ábyrgd av okkara børnum Onnur foreldur, sum ikki eru limir í nøkrum felag ropa upp ) orig 1 g sum KK ynskja at verða heima hjá Kontantstuðulin er ætlað- ur mammum, sum ar- beiða á flakavirki, sum eru heimahjálpir og hava annað tungt arbeiði 8. Ongar treytir verða settar teimum foreldrum, sum fáa kontantgjald, um at tey skulu vera til arbeiðis, í ongar treytir verða sett- ar teimum, sum fáa kom- munalt ansingarpláss, tí tað er trupult og kostnað- armikið at hava eftirlit 9. Kontantgjaldið skal vera eitt tilboð, sum foreldur kunnu søkja um 10. Vit eiga at arbeiða fram ímóti, at foreldur fáa kon- tantstudul til børnini eru tvey ár, og so tryggja teimum ansingarpláss aft- aná Ad. 1. Foreldrafelagið gongur inn fyri at tann pen ingur, sum verður settur av til barnaansing kemur flest børnum til gagns. Verður peningurin brúktur til at byggja ella at leiga hølir til barnagarð, so kemur tað børnum til góðar yvir fleiri ár. Harafturat fær komm- unan skattainntøku frá for- eldrum, sum sleppa til ar- beiðis og frá starvsfólki á barnagarðinum Tað er ikki rætt, at For- eldrafelagið starir seg blind- an uppá, at børnini skulu ansast í barnagarði. Nógv børn verða ansaði hjá dag- røktarmammum og hava tad sera gott har. Komm- unan kann bara seta fleiri dagrøktarmammur, tað hava vit einki ímóti. Men tað vísir seg ikki at vera lætt at fáa nokk av dagrøktar- mammum. Hví er tað? Jú stødan er tann, at dagrøkt- armammurnar hava ein langan og strævnan arbeiðs- dag, børnini, sum eru í dag- røkt eru ofta lítil (vøggu- stovubørn) og dagrøktar- mammurnar hava i minsta lagi 5 børn. Tad kemur fyri at dagrøktarmammur hava 6-8 børn, tå onkur er sjåkur ella sigur upp. Um arbeitt verður við at betra um ar- beidsumstødurnar hjá dag- røktarmammum kann hugs- ast, at fleiri ynskja at gerast dagrøktarmammur, og at tær dagrøktarmammur, sum eru í skipanini, stødast betri. Ad. 2. Tað er ikki rætt, Kat- rin. Foreldrafelagið varð stovnað, tí foreldur vóru/eru í stórari neyð, tí tey fáa ikki børnini ansað. Foreldrafel- agið varð stovnað, tí for- eldur ásannaðu, at tey máttu taka seg saman og stuðla hverjum ødrum í at minna ldur at smábórnum í Havn enn einaferð greitt, at eftir felagsins áskoðan, so kommununa á sínar skyldur á barnaansingar- økinum. Hvussu ofta hava foreldur og einstaklingar ikki skrivað og ringt til kommununa við vón um,at tað fór at hjálpa teimum at fáa eitt ansingarpláss? Hvussu ofta hava foreldur vent sær til kommununa og víst á alternativar loysnir? Nei, foreldrini hava ikki gloymt sína ábyrgd, men tað er tað kanska onkur ann- ar, sum hevur! Ad. 3. Foreldur, sum ikki hava akuttan tørv á ansing- arplássi, hava heldur ikki tørv á at vera limir í For- eldrafelagnum, tí felagið ar- beiðir ikki fyri teirra áhuga- málum. Tað, sum Foreldra- felagið vísir á er, at komm- unan letur kontantgjald utt- an at seta treytir til foreldr- ini um, at tey skulu vera til arbeiðis. Tað sigur okkum, at kommunan arbeiðir ikki fyri at loysa akutta tørvin á ansingarplássum í komm- ununi, men prioriterar at pleyga nakrar veljarar, sum frammanundan hava ráð til at vera heima hjá sínum børnum. Eftir sita tey við akuttum ansingartørvi uttan nakað tilboð um ansing. Hesi foreldur fáa sær gentu í húsini ella eina >svarta< dagrøktarmammu. Arbeiða hvønn dag og gjalda skatt til at fíggja kontantgjald til foreldur, sum ikki hava akuttan tørv á ansingar- plássi. Ad. 4. Tað hava verið onnur uppskot frammi um alterna- tivar loysnir, men ongi hava vunnið frama. Bæði For- eldrafelagið og onnur hava víst á loysnir, men komm- unan hevur ikki gjørt nakað við hesar loysnir. Ad. 5. Kann ein kommun- alur stovnur taka sær rættin til at skilja ímillum, hvørj- um borgarum hann vil veita eina tænastu ella ikki. Tað ljóðar løgid, at vøggustov- urnar kunnu nokta at taka børn inn, sum eru 6-10 månadir. Kommunan eigur og rekur stovnin, og bidi- listin verður umsitin av kommununi. Í hesum sambandi heyði tað verið áhugavert at gjørt + pa eina kanning, sum m.a. kundi útgreina: - hvussu stórur partur av vøggustovubørnunum eru sjúk í heilum - hvussu nógvar sjúkra- dagar hava hesi børn. Ad. 6. Foreldur, sum fáa kontantstuðul, taka ikki eldri børn úr ansingarskip- anini, um tey fáa kontant- stuðul til eitt minni barn. Gera tey tað, missa tey ans- ingarplássið og mugu stilla seg á bíðilistan. Trúligt er, at foreldrini hava størru børnini meira heima og hugna sær saman við teimum - alt gott um tað. Ansingarplássið, sum hetta barnið ikki hevur tørv á í nakrar mánaðar, verður ikki brúkt. Foreldrini, kommun- an og landskassin gjalda fyri ansingarplássið, sum eingin fær gagn av. Ad. 7. Hevur kommunan ella Katrin Dahl gjørt nakra kanng, sum vísir, at flestu mammur, sum arbeiða á flakavirkið, eru heimahjålpr ella hava annað tungt ar- beiði, tættari fáa longt far- loyvið enn aðrar mammur? Hava hesir arbeiðsgevarar minni brúk fyri sínari ar- beiðsmegi enn aðrir? Um so er, kundi vit hugsa okkum at sæð úrslitið av hesi kann- ing. Okkum kunnugt, so hava arbeiðsgevarar í fiskaídnað- inum í fleiri ár klagað um, at teimum manglar arbeiðs- fólk. I ár ikki rætti mátin at loysa ansingartórvin uppá Ad. 8. Tað er upp til komm- ununa, at settar verða treytir til tey, sum fáa børn síni ansaði í kommunalu skip- anini. Veruleikin er tann, at upptøkutreytirnar til skipan- ina eru gjørdar i 1985 og ongantíð endurskoðaðar. Millum foreldur er sera stór énøgd, tí upptøkan av børnum í ansingarskipanina ikki er til at gjøgnumskoda. Foreldrafelagið hevur bjóð- að seg fram at luttaka í ar- beiðinum at endurskoða upptøkutreytirnar. Ad. 9 og 10. Hetta ljóðar gott, Katrin. Foreldrafelagið kann gott taka undir við ein- ari slíkari skipan. Men hvat undirbyggir hetta? Hví vera t.d. 1/2 árs gomul børn tíkin inn á stovn fram um tey 3 ára gomlu. Kommunan kann avgera nær børnini koma inn í skipanina. Um kommunan gongur beint eftir bíðilistanum koma í hvussu so er eingi børn inn í skipanina, sum eru yngri enn 1 1/2-2 ár. Kommunan hevur fyri fáum árum síðani gjørt eina 10 ára ætlan fyri barnaans- ingarøki. Longu eitt ella tvey ár eftir at ætlanin varð gjørd, øktist bíðilistin, sjålvt um kommunan útvegaði ansingarplåss eftir ætlanini. Henda ætlan kann tf ikki brúkast, og kommunan er noydd til at gera eina aðra. Hetta arbeiði eigur at vera gjørt sum skjótast. Tórshavn 22. september Elin Olsen, formaður